Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 - 13. juni 2002 15 Í heyst verður skipað fyri stórum útnorður tiltaki í Oslo, sum eitur Vestnorden i fokus. Tiltakið varðar í eini 18 dagar, og verða Noreg, Ísland og Føroyar saman við Grønlandi miðpunktið TILTAK Ingrid Bjarnastein – Alt byrjaði við, at Norð- urlandaráðið í Oslo setti seg í samband við okkum í Norsk-færoysk lag, fyri at skipa fyri einum tiltaki, ið skuldi eita Føroyar í fokus, sigur Jógvan Hugo Gardar, sum er formaður í Norsk- færoysk lag og ein av fyri- skiparunum til Vestnorden i fokus. – Men so við og við, sum fyrireikingarnar fóru í gongd, valdu vit at taka øll londini í útnorði við, tí tá alt kemur til alt, so eru nógvir felagsnevnarar fyri øll londini. So vit hava valt, at lýsa øll trý samfeløgini, greiðir Jógvan Hugo frá. Tiltakið byrjar tann 1. oktober og heldur fram til umleið 18. oktober. Síðani verður eitt felags norður- lendskt tiltak sum fevnir um tíggju dagar. Nógv verður gjørt burturúr í heyst, tí tá fyllir Norðurlandaráðið eisini 50 ár, og roynt verður at fáa so nógv við sum møguligt, bæði mentan og politikk. Føroyingar Endamálið við tiltakinum er at vísa fram eitt sindur av tí, sum eyðkennir londini í útnorði. Her verður kastað ljós á mentan, ferðavinnu, mál, søgu, dagins samfelag, politikk og so framvegis. Millum annað verður skip- að fyri temakvøldum har fyrilestrar verða hildnir og tey ymsu londini verða lýst. Ljóskastarin verður eisini vendur ímóti tí føroyska tónleikinum. Clickhaze og Týr skulu spæla, helst í Blå í Oslo, og møguliga fara hesir báðir bólkarnir eisini at spæla aðrastaðni í Noregi og eisini í Svøríki. Eisini verður Havnarkór- ið við í Oslo. – Um ætlanin hjá teimum heldur, og um tey fáa fíggja ferðina, so er ætlanin, at kórið fer fyrst til Helsing- fors og Stockholm, og end- ar síðani í Oslo, sigur Jógvan Hugo Gardar. Tiltakið Vestnorden i fokus byrjar tann 1. oktober og endar 18. oktober. Vestnorden i fokus: Byrjaði við Føroyar í fokus Jógvan Hugo Gardar er formaður í Norsk-færoysk lag, og er hann eisini ein av fyrireikarunum til Vestnorden i fokus Mynd: Finnur Justinussen 15 14 Nr. 110 - 13. juni 2002 Mánakvøldið fór ein bilur út av vegnum niðan á Háls í Klaks- vík. Bilførarin var ein 72 ára gamal maður. Bilurin rullaði tvær ferðir runt, áðrenn hann steðgaði við ein stein ÓHAPP Solby A. Eliasen Klaksvík: Av politistøðini í Klaksvík frætta vit, at mað- urin helst fekk eitt dánilsi, meðan hann koyrdi, og sneiddi so oman av veg- num. Bilurin fór á rull og rullaði tvær ferðir runt, áðr- enn hann steðgaði við ein stein, sum var har. Tað var sera heppið, at bilurin rakti steinin, tí ongin annar steinur er har í nánd, so um hann hevði farið við síðuna av, kann roknast við, at bil- urin hevði rullað einar fimti metrar afturat. Maðurin raknaði við aft- ur, tá bilurin fór á rull, og hann slapp sær út úr bili- num, tá hann var steðgaður og gekk niðan aftur á vegin sjálvur. Maðurin hevði fingið skaða í høvdið. Tal- an var um eina 20 senti- metrar langa skeinu um skallan heilt inn í kraniu. Hann bløddi sera illa, og tað er sera vandamikið - serliga tá hugsað verður um, at maðurin er hjarta- sjúklingur. Og tað at hann er hjartasjúklingur er eisini orsøkin til, at maðurin ikki sat í trygdarbelti. Hjarta- sjúklingar kunnu fáa eitt skrivligt, góðkent undan- taksloyvi, sum tey so skulu hava við sær í bil, um at tey kunnu sleppa frá at sita í trygdarbelti. Men ikki kann annað sig- ast enn, at eydnan rættiliga var við hesum manninum henda dagin. Um trýhundr- að metrar longri niðri var ein bilur komin koyrandi. Bilførarin ætlaði at venda, tí hann tímdi ikki at koyra heilt niðan á Háls. Hann sá tilburðin og koyrdi niðan til mannin og fekk hann á sjúkrahúsið. Bilurin, sum fór útav, gjørdist vrak. Sløkkiliðið í Klaksvík fekk týsnáttina fráboðan um, at eldur var í Hotel Norð á Viðareiði. Sløkkiliðsmenninir vóru skjótir til Viðareiðis og kundu beinanvegin stað- festa, at talan tíbetur bert var um nógvan royk. Eldur var ikki í hotellinum. Or- søkin til tann nógva roykin, var ein grýta við kjøti, sum varð gloymd. Gestirnir á hotellinum høvdu sjálvandi fingið boð um at fara út úr hotellinum og fingu onkrir av teimum nakrar myndir, tá bilarnir hjá Sløkkiliðnum komu blinkandi norðureftir. - sae - Bilur útav Bilurin rullaði bert tvær ferðir runt, men um ikki hann rakti steinin, sum stóðr har, so hevði hann óivað rullað einar fimti metrar afturat Sløkkiliðið boðsent til Hotel Norð 76 ára gamla Petra Hansen úr Klaksvík fór í apríl mánaða niður til Danmarkar at vitja dóttrina. Tað, sum skuldi havt verið ein avslappandi túrur, bleiv ístaðin til ein túr, sum hon ongan- tíð fer at gloyma. Áðr- enn hon vardi nakað, stóð ein ungur maður uppi yvir songini hjá henni við knívi og bað um taskuna INNBROT Solby A. Eliasen Klaksvík: Tá Sosialurin kemur á vitjan hjá Petru hendan morgunin, er dóttir Petru Signy eisini har. Eg verði boðin inn í stovuna til ein kaffimunn. Ein sera hugnalig og fjálg stova. Og vit práta um leyst og fast, áðrenn vit byrja at práta um óhugnaliga tilburðin, sum Petra var úti fyri í Esbjerg. Petra Hansen var í Es- bjerg og vitjaði dóttrina og familjuna hjá henni. Tey búgva í einum sera friðar- ligum kvarteri. Petra sigur, at dóttirin segði við hana, at har var so friðarligt, at henni nýttist ikki at stúra fyri nøkrum har. - Tá segði eg við hana, at tað er júst í slíkum støðum, har ein ikki væntar tað, at tílíkt hendir. So eg veit ikki, um eg havi havt eina kenslu av, at okkurt fór at henda, sigur Petra. Hon hevði verið niðri í umleið eina viku, tá til- burðurin fór fram. Dóttirin og maðurin fóru til arbeiðis. Petra nýtti so høvi til at leggja seg aftur eina løtu. Alt húsið var læst, men eitt lítið vindeyga stóð á glopp, og tann vegin er innbrotsmaðurin komin inn. - Eg visti ikki av nøkrum, fyrr enn hann stóð uppi yvir mær við knívi, greiðir Petra frá. Tað einasta hann segði var: »Giv mig dine penge og piller«!! Petra bleiv sjálvsagt sera bangin, men var so mikið rólig kortini, at hon bara rætti honum taskuna hjá sær. Hvat síðani hendi, er eitt sindur óklárt í minni- num hjá Petru. Hon var sjálvsagt so skelkað, men hon minnist eitt ella annað um, at hon fekk eitt skump, so hon datt og smekkaði høvdið í. - Eg minnist ikki rætti- liga, hvat hendi aftan á, at eg hevði givið honum task- una, men eg minnist, at eg, tá eg kom fyri meg aftur, fór út beinanvegin at leita eftir hjálp, greiðir Petra frá. Tað sást týðuliga, at hon ikki heilt er komin yvir tilburðin enn. Tvey tey fyrstu húsini, sum hon kom til vóru bæði læst, men í tí triðja vóru fólk í ferð við at flyta inn. - Tað var ein ung kona, sum hjálpti mær inn og gav mær vatn og kaffi at drekka. Avbera fitt og hjálpsom. Har frá bleiv so ringt eftir løgregluni og eftir dóttrini hjá Petru. Petra greiðir frá, at hon ikki heilt minnist alt, sum hendi undir tilburðinum. Hon dugdi ikki at siga ná- greiniliga, hvussu maðurin, sum breyt inn, sá út. - Eg segði also við løg- regluna, at eg lá ikki har og eygleiddi mannin. Tað ein- asta eg sá, var tann blanki knívurin, sum hann helt frammanfyri mær, sigur Petra. Men eitt ella annað er so hent við Petru, tí á skaða- stovuni løgdu tey til merk- is, at hon hevði eina stóra kúlu á høvdinum. - Eg veit ikki rættiliga, hvussu eg havi fingið hana, men eg haldi, at hann koyrdi undir meg, áðrenn hann fór avstað, soleiðis at eg fór um koll og smekkaði høvdið í ein borðkant, men eg minnist ikki ordiliga, greiðir Petra frá. Aftan á tilburðin, sum hendi ein mikudag, var Petra ongantíð einsamøll inni, inntil hon fór heim- aftur mánadagin aftaná aft- ur. Taskan kom afturíaftur Taskan, sum Petra gav hes- um innbrotstjóvi, bleiv funnin aftur í einum skógi í Esbjerg. Í henni lá pension- istakortið hjá Petru og ein lyklaringur við úthurðs- lyklinum í. - Eg var so hørm um handan lyklaringin, tí mað- ur mín, Gullak, átti hann, so eg eri so glað fyri, at hann lá í taskuni, sigur Petra við einum lítlum smíli. Hon hevði tíbetur tikið bæði ferðaseðil og pass úr taskuni, so tað bleiv ikki burtur. Men tveir pungar og ein sparikassabók eru vekk. Men tað ger minni, held- ur Petra, sum er greið yvir, at hon var sera heppin at sleppa so væl frá hend- ingini. Signy, dóttirin, sum bert hevur sitið og lurtað, með- an Petra hevur greitt frá, skoytir her upp í, at tey her heima sjálvsagt fingu boð um tilburðin beinanvegin, og at Petra hevði tað gott. - Men vit vóru sjálvandi øgiliga kløkk, sigur hon. Signy leggur aftur at, at tað fyrsta Petra segði, tá hon kom inn aftur til sín sjálvs var, at hon fór aldrin avstað aftur ein túr nakra- staðni. - Men nú fáa vit at síggja. Mamma má fyrst og fremst koma ordiliga fyri seg, og kunna leggja handan óhugnaliga tilburðin aftur um seg, so fáa vit at síggja, sigur Signy. Óhugnaligur tilburður á Danmarkarferð - Um ikki pensionistakortið lá í taskuni, so hevði hon so avgjørt ikki komið aftur, halda bæði Petra og Signy C M Y K 14 Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið veitst tú ikki tað?