Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 110 - 13. juni 2002 Nr. 110 - 13. juni 2002 13 Føroyski tannáring- urin skal spæla fyri 25.000 fólkum á stórari útikonsert á íslendska tjóðardeg- num, og fremsta íslendska plátufelagið skal nú selja fløguna hjá honum TÓNLEIKUR Pop.fo Um vikuskiftið fer før- oyska tannáringaidolið Brandur Enni at gera um seg í Íslandi. Brandur skal spæla til fleiri konsertir, og serliga eina konsertin verður ein stór avbjóðing og sam- stundis góður møguleiki hjá tvørámanninum at gera vart við seg. Í sambandi við íslendska tjóðardagin 17. juni skal Brandur saman við øðrum framføra á eini stórari úti- kosert í Reykjavík. Roknað verður við, at eini 25.000 fólk vera til konsertina, og so nógvum fólkum sleppa føroyingar sjáldan at framføra fyri. Hetta er ein gyltur møgu- leiki hjá Brandi at fáa sín tónleik fram, og gongur honum eins væl á hesi konsert, sum tað hevur gjørt á øllum konsertunum í Føroyum, so kann okkurt spennandi vera í væntu. Umframt framførsluna í Reykjavík skal Brandur eisini á pallin í Kópavági og Hafnafirði. Í Hafnafirði, har Brandur í fjør gekk í skúla og sang í millum annað Fjørðukrønni, skal hann spæla um kvøldið 17. juni. Plátufelag er áhugað Fløgan hjá Brandi Enni, Waiting in the Moonlight, sum kom út fyrst í mai mánaði, hevur selt væl í Føroyum. Sangirnir hava verið nógv spældir á út- varpsrásunum, og stórur áhugi hevur verið fyri kon- sertunum hjá Brandi. Evnaríki sangarin fekk eisini møguleikan í helst best umtóktu donsku barnasendingini, tá hann vitjaði Bubber í farna mánaði. Síðani ta fram- førlsuna hevur Brandur fingið fleiri fjepparabrøv sendandi úr Danmark. Í Íslandi hevur stóra plátufelagið, Skifan, víst áhuga fyri útgávuni hjá Brandi, og í sambandi við framførslurnar hjá honum um vikuskiftið, fer Skifan at syrgja fyri, at eisini íslendingar kunnu ogna sær frálíku føroysku poppfløg- una. Tað verður lagt nógv fyri í royndini at fáa Brandur Enni fram í grannalond- unum, og hetta er ikki ein uppgáva, sum verður loyst eftir nøkrum døgum ella vikum. Bæði Brandur og fólkini, sum arbeiða saman við honum, hava gott tol og ætla næstu mánaðirnar at arbeiða støðugt fyri at føra Brandur Enni fram. Fyrsta uppgávan verður í Íslandi frá leygardegnum og til týsdagin. Brandur ger innrás í Íslandi Brandur Enni sleppur nú at royna seg í Íslandi Í fjør gav Bóka- deildin út bókina Oyggin í havinum, sum var fyrsta bókin, ið Annika Thor skrivaði, og nú kemur so onnur bókin í røðini av fýra, Nýkrósutjørn ÚTGÁVA Bókadeild Føroya Lær- arafelags hevur givið út ungdómsbókina Nyk- rósutjørn eftir svenska høvundin Anniku Thor. Karl N. Hansen týddi. Annika Thor er fødd í Gøteborg í 1950. For- eldrini eru jødar og mamman flýddi úr Týsklandi til Svøríkis undan nasistunum í 1933. Í fjør gav Bókadeildin út bókina Oyggin í hav- inum, sum var fyrsta bókin, ið Annika Thor skrivaði, og nú kemur so onnur bókin í røðini av fýra. Um sama mundið, sum Annika Thor skriv- aði Nykrósutjørn, skriv- aði hon eisini handritið til filmin S P ella K — sannleiki ella avleiðing. Handritið bleiv gjørt til bók, og hesa bókina hevur Bókadeild Føroya Lærarafelags eisini giv- ið út. Í fyrstu bókini vóru Steffi og lítla systir hennara Nelli sendar úr Wien í Eysturríki til Svøríkis at vera, tí týskarar høvdu hersett heimland teirra. Steffi var tá 12 ára gomul, og Nelli nøkur ár yngri. Mamman og pápin vóru eftir í Wien, tí tey fingu ikki loyvi at fara. Tá ið tær komu til Svøríkis, vóru tær sendar út á eina oyggj stutt frá Gøteborg at búgva hjá hvør sínum húski. Í hesi bókini er eitt ár liðið, síðan genturnar komu til Svøríkis, og Steffi, sum nú er 13 ára gomul, gleðir seg at byrja í millumskúlanum í Gøteborg og fáa nýggjar vinir. Men mest av øllum er hon spent at hitta Sven aftur. Hon lærdi hann at kenna, tá ið Sven og tey gistu hjá teimum í oynni summ- arið fyri. Sven er 18 ára gamal, og Steffi er í loyndum forelskað í honum. Sjálv er hon ikki meira enn 13 ár, og hon veit ikki, um hann er góður við hana. Steffi skal búgva hjá Sven og teimum, meðan hon gongur í skúla í Gøteborg, og tað gleðir hon seg til. Líka nógv, sum Steffi saknar kær- leikan, leingist henni eftir foreldrunum, sum eru eftir í Wien. Tá ið Steffi og lítlasysturin, Nelli, vórðu sendar til Svøríkis, tí nasistarnir vóru farnir at gera seg inn á jødarnar, var ætl- anin, at øll skjótt skuldu koma saman aftur og flyta til Amerika. Men nú er eitt ár farið, og enn eru foreldrini ikki slopp- in avstað. Í skúlanum gongur væl hjá Steffi, hon fær eina nýggja vinkonu, og Sven og hon eru saman hvønn dag. Tey ganga túrar við hundinum og vitja vøkru Nykrósu- tjørnina, og Steffi er eydnurík, men hon torir ikki at siga Sven sann- leikan um sín loyniliga kærleika. Ein dagin fer Steffi heim at vitja eina vin- konu, og tá sær hon Sven saman við eini gentu, og nú verður ikki væl vorðið hjá Steffi. Hon verður so kedd og ill og vónsvikin, at hon ger av at gevast í skúlan- um og fara heim aftur í oynna at vera, men nú ásannar Steffi veruliga, hvussu gott tað er at eiga góðar vinir og onnur, sum skylja støðu tína. Nykrósutjørn er sum sagt framhald av bókini Oyggin í havinum, sum kom í fjør, men bøkur- nar kunnu verða lisnar leysar hvør av aðrari. Nykrósutjørn er 186 bls. og kostar kr. 140 í bókabúðunum. Bókin er umbrotin, prentað og heft á Pf. Einars Prent, Tórshavn. Nykrósutjørn FÓLKASKÚLIN Turið Kjølbro Í dag, hósdag, fer skúlastýr- ið í Leirvíkar skúla á fund við Mentamálaráðið um støðuna í Leirvíkar skúla. - Vit hava roynt møgu- leikarnar, sum vit duga at síggja, innan verandi karmar og hava brúkt teir so mungott sum møguligt. Umframt hava lærararnir gjørt eitt stórt arbeiði við at royna at fáa fleiri tímar til skúlan. Nú má okkurt mundagott henda, sigur Jákup Tróndheim, skúla- stýrisformaður. Á fundinum í dag handar formaðurin í skúlastýrinum skriv frá foreldrunum at skúlabørnum í Leirvík, har støðan verður lýst. Har verður millum annað sagt, at tað ikki er rætt at leggja flokkar saman, sum verða so stórir sum 25 næmingar. Skuldi verða rættvísari Í samrøðu í mars við táverandi landsstýrismann- in í skúlamálum, Óli Holm, segði hann, at nýggja tíma- býtið er nógv rættvísari enn tað, sum er galdandi. Tað javnsetur næmingar í 1.-7. flokki, leggur upp fyri flokkatali skúlans, umframt at eitt nøktandi tímatal verður veitt 8.-10. flokki. Harafturat verður eisini lagt upp fyri p-fakskipan í handaverk og list, mið- firraðari serundirvísing og bókasavnstímum. Í løtuni eru 19 flokkar í landinum, sum hava hægri næmingatal enn 24, eftir nýggja tímabýtinum verða flokkarnir 20 í tali. Skúlar við lægri næmingatali enn 70, eru ikki umfataðir av nýggja tímabýtislykilinum. Skúlastýrið á fund við Mentamálaráðið Broytti tímabýtis- lykilin í fólkaskúl- anum kemur ikki øllum skúlum til góðar. Hann tekur ikki atlit til høgt næmingatal í saman- løgdum flokkum, og hetta er ein stórur trupulleiki í eitt nú Leirvík. - Vit høvdu stórar vónir til ein broyttan tímabýtislykil, sum skuldi geva okkum fleiri tímar. Men nú síggja vit, at vit eru fyri vanbýti. Tað eru næmingarnir, ið rinda prísin, siga Joan Kannuberg og Dánjal Eysturstein, lærarar í Leirvíkar skúla FÓLKASKÚLIN Turið Kjølbro Frá komandi skúlaári fáa skúlarnir kring landið, sum hava fleiri enn 70 næming- ar, ein nýggjan tímabýtis- lykil at arbeiða út frá. Hetta hevur verið eitt ynski frá skúlum og lærarum í nógv ár. Sum er verður tímabýtið roknað eftir næmingum, meðan tann nýggi tekur atlit til flokkar. Men nú skilst, at broytti tímabýtis- lykilin kemur ikki øllum skúlum til góðar. Skúlarnir í Leirvík, á Eiði og Skála hava so at siga óbroytt viðurskifti. At eingir tímar koma afturat til hesar skúlar, er eitt stórt vónbrot, ikki bert hjá skúlaleiðslu og lærarum, men eisini hjá foreldrum og næmingum. - Vit høvdu stórar vónir til ein broyttan tímabýtis- lykil, sum skuldi broyta tað, vit hava mett, ikki hevur verið nóg gott. Fleiri tímar er tað vit hava brúk fyri og hava havt brúk fyri øll árini, síðani frymilin varð broytt- ur. Men nú síggja vit, at vit eru fyri vanbýti, siga Joan Kannuberg og Dánjal Eyst- urstein, lærarar í Leirvíkar skúla. Seinastu 10-12 árini, líka síðani frymilin varð broytt- ur vegna sparingar, hava flokkarnir í Leirvíkar skúla verið rættiliga stórir. Næm- ingatalið er um 88, ár- gangirnir eru sjey, men flokkarnir eru fimm í tali. Eini flokkurin, sum er samanlagdur, telur 24-25 næmingar komandi skúlaár. Næmingatalið í skúlanum svarar til ein fimm- flokkaðan skúla, men Dánjal Eysturstein heldur ikki, at nóg góð fyrilit verða tikin, tá ið roknast skal á hendan hátt. - Fara flokkarnir í teim árgangsbýttu skúlunum upp um eitt vist næmingatal, letur frymilin upp fyri eyka tímum. Tað vil siga, at stórir flokkar í árgangs- býttum skúlum fáa eyka- tímar, meðan okkara stóru samanløgdu flokkar ikki fáa samsvarandi. Okkara flokkur, sum er 24 næm- ingar í ár, men møguliga verður 25 næsta ár, fær ikki 5-7 tímar eyka, meðan ein samsvarandi flokkur í eini grannabygd, sum kanska hevur 25 næmingar í triðja flokki, fær 5-7 tímar afturat. At fáa hesar tímar eyka hevur ómetaliga nógv at siga í okkara verð, sigur Dánjal Eysturstein. Kenna støðuna Skúlaleiðsla og lærarar í Leirvíkar skúla hava sent Mentamálaráðnum skriv í farnu viku, har støðan verður lýst. Tey heita á myndugleikarnar um at lækka næmingatalið í samanløgdu flokkunum. - Eru færri næmingar í samanløgdu flokkunum, er trupulleikin ikki so stórur, sum hann er hjá okkum í løtuni, sigur Joan Kannu- berg. Enn er einki svar komið frá Mentamálaráðnum. Føroya Lærarafelag hevur eisini fingið eina áheitan frá skúlunum í Leirvík, á Eiði og Skála um at viðgera spurningin. Áðrenn frymilin varð broyttur, vóru nóg mikið av tímum til Leirvíkar skúla og lærararnir lýsa støðuna tá sum tað reina luksus í mun til í dag. Tá var skúlin árgangsbýttur við smáum flokkum. - Tá høvdu vit ein góðan skúla. Tað vit ynskja nú, er lítið í mun til tað, vit høvdu, men hóast vit hava roynt í fleiri ár, hava vit lítið og einki fingið. Nú byrja myndugleikarnir at lora tímar út til ár- gangsbýttu skúlarnar og tí er ikki meiri enn rímiligt, at vit fáa tímar til okkara stóru samanløgdu flokkar, sigur Dánjal Eysturstein. Næmingarnir rinda prísin Avleiðingarnar av, at ov fáir tímar verða latnir, eru eitt nú, at truplari er at náa ávísum undirvísingarmál- um. - Undirvísingartíðin er alt ov smábýtt og tað er klárt, at nógvir næmingar fáa alt ov lítla tíð. Spjaðingin í einum samanløgdum flokki er ógvuliga stór, og nógv størri enn í einum árs- gangsbýttum flokki. Sum lærarar hava vit avgjørt kensluna av ikki at røkka til. Við byrjan av skúla- árunum lýstu vit trupul- leikan yvir fyri foreldr- unum, og tey harmast um, at vit ikki fáa somu um- støður sum grannabygd- irnar til dømis, sigur Joan Kannuberg, og hon leggur afturat. - Royndirnar siga, at tað er truplast at leggja yngstu flokkarnar saman, tí so nógvir ymsir teknikkir skulu venjast. Fleiri næm- ingar klára ikki at bíða, børn eru ótolin og tað førir við sær, at ringt er at halda konsentrasjónini. Vandin fyri at fáa fleiri næmingar, ið hava tørv á serundir- vísing, er nógv størri, tá ið umstøðurnar eru soleiðis. Hjá nógvum næmingum eru slíkar umstøður nógv meiri niðurbrótandi enn uppbyggjandi. - Í stóra samanlagda flokkinum mugu tvær roknibøkur til dømis brúk- ast í einum og sama undir- vísingartíma. Undirvísing- in verður nógv verri av teirri orsøk. So tað eru næmingarnir, ið bera prísin av, at myndugleikarnir lata okkum ov fáar tímar, sigur Dánjal Eysturstein. Leirvíkar skúli fyri vanbýti – Vandin fyri at fáa fleiri næmingar, ið hava tørv á serundirvísing, er nógv størri, tá ið skúlarnir hava ov fáar tímar. Hjá nógvum næmingum eru slíkar umstøður nógv meiri niðurbrótandi enn uppbyggjandi, sigur Joan Kannuberg, lærari í Leirvíkar skúla C M Y K 13 12