Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-08-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. august 1974síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin smátiðindi innanoyggja Av Toftum Nesbúgvin, sum liggur inni á Skála, har hann hevur fingið skjóldekk úr almin- jum, verður liðugur um miðjan september. Hann fer undir Grenland á garna- veiðu. Annars frætta vit av Toftum, at línubáturin Stapin, ið er longdur á Skála Skipasmiðju, verður liðugur um eina viku. Úr Fugloy Úr Hattarvík frættu vit hósdagin, at menn fóru undir at sláa nátar mána- dagin. Eftir trimum degum hevdu teir sligið 1200 nátar, sum verða tilgjørdir og síð- ani seldir til Klaksvíkar. Teir vóru eisini eftir nátum hósdagin, men vóru ikki afturkomnir, tá vit høvdu samband við Hattarvík. Annars verður sagt úr Hattarvík, at nógv var til av lunda í ár, men ættin var ikki til vildar. Meðan land- norðingur og eystan eru bestu fleyguættirnar í Urð- ini, lá hann tað mesta av tidini av vestri og út- norðingi. Hoyggingin er komin í helvt, verður sagt úr Hatt- arvík. Í bygdini eru 10 súrhoyggjabrunnar, sum taka eitt fóður hver, og eru teir allir fyltir Av Skála verður sagt, at arbeiðsfólk- ið í byggihøllini, sum er í summarfri, fer aftur til arbeiðis mánadagin Sleipisteðin hevur havt fýra av kubatrolarunum uppi til reinsingar og smyrj- ingar. Teir skulu niður í liggja hjá oljuboripallum. Munkur, sum hevur verið í Norðsjón- um eina tid, er heima í let uni, og hevur eisini verið uppi á sleipistødini á Skála. Í saltfiskahúsinum hava tey úr at gera við at landa og pakka saltfiskalastina hjá Sjúrðarbergi. Fólk úr næstan ellum bygdunum í oynni eru til arbeiðis har, og arbeitt verður langt út á kveldið. Annars verður sagt av Skála, at havnatrolarin Brandur Sigmundarson eis- ini liggur har til umvæling- ar, og av ti at nakað av um- vælingartilfarinum, ið kom uttaneftir, var komið skeivt, kemur hann at liggja eina tid enn. Norðsjógvin at Ur Miðvági Veruklettur, sum er undir Íslandi á saltfiskaveiðu við snellu, restar nekur fá tons í fulla last og fer væntandi at sigla fyrsta dagin. Aldubáran og Malins- tindur royna báðir við troli og avreiða til flakavirkið í Miðvági. Venus og Mars eru farnir undir Grenland á garna- veiðu, og Reynsatindur, sum stendur á sleipistød, fer væntandi ein av fyrstu døgunum. Våga Javnadarfelag held- ur væntandi uppstillingar- fund í kveld, verður sagt at enda úr Miðvági. Av Tvøroyri Nyggja flakavirkid er reist og verður nú innilokad. Hetta er ein góðan mánaða áðrenn tíðarætlanina. Arb- eiðið upp á flakavirkið, sum byrjaði í mei, verður vænt- andi liðugt í apríl næsta ár. Rasmus Effersee kom týsdagin fullfermdur av Newfoundlands miðum við 300 tonsum av saltfiski. Tað frættist, at hann skal landa nordanfjørds, annað- hvort á Skála ella í Klaks- vik. Tummas T er farin til Grønlands at royna við gørnum, og Ranafossur er farin å nyggjan saltfiskatur undir Newfoundland. Hósdagin í hesi vikuni høvdu smábátar við snellu góðan fiskiskap. Teir lógu úr 500 upp í 1.000 pund upp á snelluna, verður at enda sagt av Tvøroyri Listaframsyning Listaframsyningin i Galleri Vågsbotn i Havn vid tekn- ingum og pastellum eftir Ingålvi av Reyni endar i dag. Opið er frå kl. 15—20. Nýggjur stjóri Balslev & Co. i Havn hevur fingið nýggjan stjóra. Tað er Gorm Skytte, sum áður hevur verið stjóri á Skand- erborg Trælasthandel. Hann tekur við nýggja starvinum 1. oktober. Ídnaðarskip Mikudagin stovnaðu eigar- ar av skipum, ið reka trol- veiðu eftir idnaðarfiski, fel- agið Idnadarskip. Á stovn- ingarfundinum varð vald trímannanevnd. Í henni sita: Hilmar Kass, Asmund Justinussen og Johan Christiansen, allir Tórs- havn. Hava fakfeløgini nakra uppgávu í vælferðar- samfelagnum ? Tað er revolutioner hugsan, at all menniskju eru fødd lika. So revolutioner, at mong menniskja hevur latið lív, og mangt eitt samfelag farið til grundar fyri hesa hugsan. Er hugsanin um javna manna millum revolution- er, er hon ikki minni utopisk. Hóast tær veldugu kreftir henda hugsan hevur sett í gongd, ikki bert tá talan er um heimsøgulig- ar hendingar, men eisini í ger- andisdegnum, er enn ongantíð eydnast at gera hana til veru- leika Í grein 1 í ST-sáttmálanum stendur: »Øll menniskju eru fodd fri og líka í virði og rættind- um. Tey hava skil og samvitsku, og eiga at umgangast hvert annað í anda bróðurskapsins. Hóast nærum all lond í heim- inum hava bundið seg til hesa játtan, er veruleiki hennara eins fjarur í dag sum altið. Sammeta vit lítla samfelag okkara við heimin annars, er onki at ivast i, at Føroyar er eitt satt paradis at liva í, kanska eitt av heimsins seinastu. Vit hava frælsið bæði til eitt og annað, og allarflestu hava eitt sindur meir enn til mettuna. Hví so ikki seta seg uppafturá og njóta ríkidomið, meðan Essa og hinir av nátt- úruni útvaldu stýra og dema millum rætt og órætt? Hetta kundu vit kanska gjert, um tað var satt, sum teir borgar- ligu profetarnir prædikaðu, at oll eru á sama báti og sigla somu kós. At hetta ikki er rætt, síggja vit, tá vit t.d. meta so: Hvussu er samfelagið at liva í, tá vit samanbera við ta hugsan, at all hava sama mannavirði? Tað er rætt, at vit øll eru vorðin ríkari. Livifóturin er o.u. 3—4 ferðir so stórur í dag sum fyri 30 árum síðani. Men tað eru Loysir ikki teir somu bólkarnir, sum tá flutu omaná, ið enn flóta har. Tað eru tey somu, sum bera og tey somu, sum verða borin. Ikki bert er tað tann figgjarligi mun- urin, sum skilir, skilnaðurin og sundurbýtingin er eins nógv Aksel Skoubo, lærari ávirkað av miljø, mentunnar- og útbúgvingarsteðu og livsvænt- anum. Alt hetta er so vavt inn i livsmynstur okkara, at fyri nógv av okkum er hetta eins sjálvsagt og náttúrlógin. Jógvan Arge Hilmar Bech Jóanes Dalsgaard Sigrid Dalsgaard Atli Dam Signar Dam Birgir Danielsen Hans Holm Kjartan Hoydal høvudsuppgåvuna Fiskivinnunevnd løgtingsins ikki nøgd við tað heildarúrslit, sum kanningarnar av minstu- lønarskipanini hava borið Fiskivinnunevnd legtingsins er ikki nogd við tað heildarúrslit, sum nevndin, ið landsstýrið setti til at kanna minstulenarskipan- ina til fiskimenn og annan stuðul til fiskivinnuna, er komin til. Í einum áliti til tað uppskot, sum landsstýrið legði fram til at broyta minstulenarskipanina samsvarandi teimum tilmælum, landsstýrisnevndin setti fram, sigur fiskivinnunevndin, at mál- ið, sum varð lagt fram av lands- stýrinum, ikki sum heild loysir ta hovuðsuppgávu, sum tingið stillaði. Nevndin heitir á landsstýrið um at seta eina nýggja nevnd til at kanna spurningarnar við tí í hyggju at seta fram uppskot, sum kunnu miða ímóti eini rætt- visari og rimiligari skipan enn tann, ið er galdandi. Fiskivinnunevndin tekur tó undir við landsstýrinum í upp- skoti tess viðvíkjandi broyting- um í útrokningum av prisiskoyti til saltfisk, og at veitt verður prísiskoyti til flakaskip. Ikki bert deksfør Fiskivinnunevndin sigur í áliti sínum, at skulu útróðrarmenn I panelinum eru: Finnbogi Isaksen Andrew Ísheim Bárður Jacobsen Óli Jacobsen Steinbjørn B. Jacobsen Hans Jørgensen Hedin Klein Jåkup Lindenskov Sverre Midjord Nr. 41 — 24. august 1974 Tann, sum hættir sær at visa á hesar ójavnar í samfelagnum, verður rikin aftur við slíkum sum: Jamen, tit føra stættar- strid. Teir, sum rópa hetta, gloyma bert, at stættarstríð verður ført hvønn tann einasta dag. Yvirstættin førir stødugt sítt strid fyri áhugamálum sinum, stillisliga og effektivt. Hon hevur valdið í samfelagn- um, samfelagið tænir hennara áhugamálum; ti er tað at yvir- stættin kann fera stríð sítt so stillsliga og meir ella minni loyn- iligt. Men tá tey, sum sita uttan fyri teir figgjarligu- og politisku maktmiðdeplarnar, gera vart við seg, mugu tey fyri at verða hoyrd, gera okkurt, sum munar. Ti verða tað altíð hesi, sum koma at standa í andglettinum og verða skird øvundsjuk og ómentað o.a. Hóast slíkar skuldsetingar átti tað ikki at verið møguligt at sloppi uttan um tað sannroynd: at hóast oll eru við til at skapa tjóðarframleiðsluna, verður hon sera ójavnt býtt. Fyrst og fremst ti at týdningarmesta boð í lógum kapitalistiska samfel- agsins sigur, at tann, sum er sterkastur, skal hava mest. Omanfyristandandi førir bein- leiðis til spurningin: Er fakfel- agsrerslan nóg væl umboðað politiskt, og eru verka-, fiski- og útróðrafelegini nóg sterk? Axel Skoubo Jóhan Mortensen André Niclasen Johan Nielsen Kári Petersen Marita Petersen Sigmund Poulsen Aksel Skoubo John Smith Johan Mortensen koma undir minstulen, er tað ikki rimiligt einans at lata deks- for at koma undir skipanina. Grundin ti! hetta er, at í mongum ferum eru bæði opnir og hálvdekkaðir bátar eitt virð- ismikið grundarlag undir útróðri í Føroyum. Tað er órimiligt, at hesir útróðrarmenn skuldu fallið uttan fyri minstulenarskipan- ina, sigur fiskivinnunevndin. Harnæst er fiskivinnunevndin av teirri áskoðan, at tann skipan, sum er skotin upp, vil bera i sær rættiliga litlan bata figgjarliga sæð fyri útróðrar- menn. Upplýst er, at í meðal út frá tølum i 1973 vil skipanin geva einum manni 166 kr. um árið. Umframt hetta verður skipanin eftir øllum at døma torfør at umsita. Ískoytið til feskan fisk Fiskivinnunevndin metir, at tå havt verður í huga teir lækkaðu prísirnir á fiski, sum verður av- Framhald á síðu 16