Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-08-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. august 1974síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 sosialurin stubbar uttaneftir Danir fáa 15 kr. meiri! Samtekan av verkafólki í Grenlandi hevur sett í verk meiri umfatandi tiltøk til tess at beina burtur lenar- ójavnan millum donsk og grønlendsk verkafólk, sum arbeiða hjá partafelagnum Greenex í Grenlandi. Í eini sending í grøn- lendska útvarpinum herfyri varð upplýst, at felagið lønir grønlendskum verka- foiki vid 12,88 kr. um timan. Timalønin hjá donsku starvsfeløgunum er umleið 15 kr. hægri! 40.000 kr til hundamat Sjey ára gamli hundurin, Rajah, sum er á myndini, er vísur í, at hann ongantið fer at svelta. Eigarmaður hansara hev- ur júst góðskrivað honum 40.000 kr. Peningurin skal nýtast at keypa hundinum mat fyri so leingi, hann livir. Kolerasótt Kolerasótt er farin at herja í Bangla Desh. Higartil hev- ur sóttin herjað mest í út- jaðaranum í landinum. Tað frættist nú, at kolera eisini er farin at herja í hevuðs staðnum Dacca Eisini dansari Tað verður sagt um amerik forsetan, Gerald hann er góður Einki hevur anska Ford, at ítróttarmaður tó verið sagt um, hvussu hann rovnist í ti verðsliga. Her hevur hann fingið sær ein di við drottning- ini í Jord: Alia Hussein. El bilur fyri 15.000 kr. Eitt sjáldsamt akfar er hes- in bilurin. Hann hevur snið sum ein pýramida og gongur við elektrisiteti. Bilurin, sum er framleiddur á Sebring-verk- smiðjuni í Florida, er hin nýggjasti el-drivni bilurin. Hann kostar 15.000 kr. Demokraten kemur ikki longur figgjarviðurskifti hava enn einaferð rakt javnadarblød i Danmark. Herfyri var Sønderjyden, sum er partur av høvuds- bladi javnadarfloksins, AKTUELT, og sum verður givid ut i Jutlandi vid bædi landsumfatandi og løkalum tilfari noytt at halda uppat vid útgávuni. Nu er Demokraten, sum hevur verið málgagn hjá arbeidararørsluni i Århus, og sum annars er knytt at javnaðarflokkinum, eisini hildið uppat at koma út. Demokraten, sum A- pressan av fyrstan tid átti og sum gjørdist sjålvstød- ugt blad i 1971, megnadi ikki at luttaka i teirri hørdu kappingini vid Aarhuus Stiftstidende, sum er borg- arligt. Serliga for afturgongdin at kennast eftir umlegging- ina í fjor, ið gjørdist kostn- aðarmikil. Skipað er nú so fyri, at haldarar av Demokraten í hesum fjórðingsári fáa AKTUELT í staðin. Vánalig Kann tarna heildarloysnini Framsegumaðurin fyri hin radikala vinstraflokkin á fólkatingi, fyrrverandi for- sætisráðharrin Hilmar Baunsgaard, hevur mælt til, at steða til spurningin om iognarrætt økonom- isk demokrati — ikki verður tikin enn. Tað var javnaðarstjórnin við Anker Jergensen á odda, sum legði fram upp- skot um íognarrætt til verkafólk á fyritekum. Baunsgaard sigur, at flokkarnir á fólkatingi ikki í so stóran mun eiga at bera fram síni egnu sjónarmið, ti hetta kemur bert at tarna einari heildarloysn í mål- inum. Óminnisdrykkurin Nøkur orð um eitt sveinastykki í demagogi Tað finnast menniskju, ið finna fragd í at avdúka innantóman retorikk og óektaðan patos. Slík menniskju hava altid havt nógv at tikist við í Feroyum, serliga hava føroyskar folkafundarrød- ur, ikki minst tann seinasta mansaldurin, verið eitt ríkt mið. Tey seinastu árini munnu kortini hava kenst heldur soltin. Teir vanligu leverandørarnir, Olavur, Erlendur, Demmus & Co eru blivnir ov keðiligir, soðið ov tunt, plátan ov vælkend og ov slitin. Fortugdur kostur. Fyri mong av hesum má tí tann nýggi leveranderurin Óli Breckmann koma sum manna niður úr himl- inum. Men umframt at vera eitt tað besta domið, vit hava sæð í longri tið, um tað slagið av yvir- bragdligum tjóðskaparligum blástri, sum altíð hevur sín upp- runa í tjóðskaparligum rótloysi, er røda hansara (prentað í Dagblaðnum 13. juli 1974) eitt stuttligt demi um, hvussu demagogurin av Guds náði arbeiðir. Fyrst kemur skammrósið, ið tekur okkum av fótum. Vaccina- tiónin móti skili og viti. Ominn- isdrykkurin. Tann antirationella innspræningin, ið tryggjar tal- aran móti ellum mótmælum og spurningum og tortrúni og látri. Nú, eftir at tað kritiska sáldið hjá áhoyrarum ella lesarum ætl- andi er typt, eru líkindi til at koma við ti fyrstu heilu ella hálvu lygnini. >Vit eru sann- fordir um, at (Fólkaflokkurin) er tann flokkurin í føroyskum pol- itikki, sum allarminst umboðar einhvønn ávisan áhuga, figgjar- ligan ella samfelagsligan<. Góði Óli, eingin er sannførdur um hetta, allarminst fólkafloksmenn sjálvir. Fólkaflokkurin er og hevur altíð verið nærri knýttur at ti føroyska vinnulivinum enn nakar annar føroyskur politiskur flokkur. Vit hyggja at fremstu sidu i sama blad, at vallistanum hjá flokkinum í Eysturoynni. Uppstillaðir eru ein lærari, ein timburmaður, fýra skiparar, ein keypmaður og ein revisorur. Vit lesa víðari og renna okkum brátt í nakrar »skuggansmenn« við eini klettafast tryggjaðari innteku, sum ikki kunnu vrak- ast fjórða hvert ár, og sum hava sterri vald enn tey fólkavaldu umboðini. Tað ljóðar kryptiskt, duldarfult. Vit hóma leikin handan tjald og fáa gásahold. Men hverjir eru nú hesir „skuggans menn<? Tá ið tað ikki verður sagt við greiðum orðum, mugu vit royna at gita. Tað kann ikki hugsast, at tað eru teir menn, ið krógva seg handan kk Fritt orð eru fleiri trúarbólkar í Feroyum. Størstur av teimum er Brødrasamkoman. Tíverri liva teir ikki altid eftir orði Harrans, heldur er mammon stersti gudur teirra. Trúgvur tænari er gull verdur. Tann, id fær ein ótrúgvan tæn- ara, kennir sviðan av ti. Kári Skála partafeløgini og agenturini, ella teir, sum hittast í Rotary eina ferð um vikuna fyri læstum dur- um. Teirra innteka er klettafast tryggjad, og teir kunnu ikki vrakast fjórða hvert ár, hóast tað eru fleiri domi um, at teirra makt hevur verið sterri enn tann hjá okkara fólkavaldu umboð- um. Eru hetta teir skuggans menn, tú hugsar um, Óli? Men so fært tú ivaleyst at gera, tí teir flestu av teimum eru limir í tin- um egna flokki, ja, tað sigst enntá, at teir brúka hann sum jarnbrot til at útinna sítt legend- ariska skuggans vald. Beint aftaná renna vit okkum í vendingina „ein fremmand lívs- åskodan«. Hm. Tað ljóðar meinaleyst, tú hevur hug at gloypa tí uttan protest ... men, men. Ein livsåskodan kann vera rett ella skeiv, men kann hon vera fremmand? Fremmand merkir her óferoysk. Tað finnast altso livsåskodanir, sum í sær sjálvum vísa, at tú ert ein ringur foroyingur. Hm. Vit hava hugs- unarfrælsi í Feroyum, men skuldi tú vágað tær út um heim- abeitið hjá Óla og Knúti og eitt nú hugsað sosialistiskt, ert tú ikki føroyingur. Soleidis kann intoleransan koma undan i ein- um meinaleysum lýsingarorði. Lat okkum stedga eitt sindur longur her. At meta um hugsan- irnar hjå einum ødrum menn- iskja vid at spyrja seg sjålvan, ikki um tær eru rættar ella skeivar, men um tær eru før- oyskar ella óferoyskar, hetta er ikki bara intolerant og grugg- andi fyri vitið, men rætt og slætt rasisma. Umframt hesa livsáskoðan finna vit í tí heldur blandaða tankaførninginum hjá fólkaflokkinum ta kapitalistisku frumskógarlógina (borin fram meira opinskárað av Essa Arge enn av Óla Breckmann) og ta korporativu samfelagsuppfatan- ina, har tað verður sagt okkum, at einki skilir fyritøkuna og arbeiðsmannin, reiðariið og fiski- mannin. Persónliga haldi eg allar hesar áskoðanir vera skeiv- ar og vandamiklar. Um tær eru foroyskar ella ikki, vil eg lata Ø. B. avgera, men eg vil fegin hjálpa honum við at upplýsa, at tann fyrsta av hesum áskoðan- Adolf Hitler talsmann, at um á sinni hevði sum sín itarsta tann 2. hevur spøkt eina mest í kjalarvørrinum á ti kapitalist- iska idnadarsamfelagnum og finst slødd runt i ti pseudo- filosofiska tankagóðsinum hjá monnum sum Johannes V. Jensen, Nietzche og Knut Hamsum, og at tann 3. var hev- uðshugsanin hjá einum eðrum sjónleikara og demagogi, Benito Mussolini. Tivandi nærkast vit endan- um. Skuldi nú, aftan á tann ógreiða orðafloymin og ta meiri og meiri ivasomu ideologiina, ein rest av skili verið eftir í onkrum serliga herðum heysi, kemur til allarseinast enn ein dygg anti- intellektuell innspræning. „Hetta, vit síggja, er land Føroya fólks, tit eru fólk Føroya lands, vit eru flokkur Føroya lands og Feroya fólks, fólka- flokkurin er flokkur okkara Nr. 41 — 24. august 1974 B R Ø V allra« (sic). broddur tín? Eitt vælgjørt sveinastykki, minst til bronsu. Ein vera, ið selist. Ein blandað krás til nógvar ymiskar gómar. Tann obligatoriski appellurin til lokal- patriotismuna. Eitt sindur av framburðarmesni, ivaleyst ætl- að til vinnulivsmenn og agentar, teir, ið selja blikkdósirnar og stereotólini. Eitt slød av anti- materialismu, hóskandi kostur fyri bragdligar bøndur og nost- algiskar skúlalærarar, teir, ið heldur vilja hava ta slitnu bókina ... Eitt høgg á la Glistrup til nakrar fiktivar skuggans menn, sum fær okkum at hugsa so mikið minni um teir sonnu skuggans menn, sum eru menan í fólkaflokkinum. Og so tað stóra gandakynstrið, har áður ógrun- að akrobatisk evni koma til sjóndar, flokkurin hjá stjórun- um og skiparunum og revisorun- um gjørdur til ein sosialan flokk, ið vil beta um tey >ljótu mis- ljóð<, ið standast av peninga- ójavnum. Havið ongan ótta, tit, ið líða neyð og ótrygg eru, Knút Wang og Óli Breckmann vakja yvir tykkum! Alt latið út í eina súpan av yv- irspentum nationalistiskum gabbi, ið fyri undirritaða er eitt millum mong ivaleys tekin um, at okkara mentunarligi førning- ur nú óbetiliga er farin eftir ánni. Tjóðskaparlig ómegd fylgjast altíð. Tað sama gabbið hoyrdist í Týsklandi seinast í 19. eld, tá ið hitt gamla bóndasamfelagið var ein saga blott, og tað kapital- istiska idnaðarsamfelagið med alla hevði tikið við. Hvat ið seinni kom burtur úr tí gabbin- um, vita vit. Vit eru nøkur, ið ikki hugsa so nógv um, hver ið er feroyingur og hver ið ikki er tað, ella hver er ein góður føroyingur og hver er ein ringur føroyingur. Orsaka, men hetta er okkum í grundini so óendiliga líka mikið. Vit vilja so fegin hava øll við. Eisini tey, ið ikki eru fólkafloksmenn. Eis- ini tey, ið ikki duga Jákup á Møn. Eisini blámenn. Og grøn- hvar er Janus, lendingar. Eisini tey við »fremmandum« åskodanum. Bara eitt kann fåa okkum at stúrsa eitt sindur, kanska enntá ivast. Tað er, tá ið menn fara upp á hægstu fjallatindar og ýla tað út gjøgnum sterkar håtalar- ar, at teir so p...doy eru føroy- ingar. Tá fáa vit líkasum ilt fyri hjartað. Okkum tykir synd í teimum. Hví slík málageipan? Ivast teir innast inni í, um teir eru føroyingar? Vælsignaðir, sissið tykkum, tit skulu vera vælkomnir kortini. Hanus Andreassen k*K* Atli Dam Tann tid, sum A.D. hevur sitið sum løgmadur, skuldi tað eitast fyri, at kassin var tómur. Tann, sum hevur uppihildi Føroya landi í seks år, er Atli Dam. Kári Skála —w—wwVWIK r