leygardagur 24. august 1974síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 41 — 24. august 1974
sosialurin
Lendið, har vegurin verður gjørdur
E é
er bleytt og djúpt, og hevur ti verið
á
Møguliga trý berghol
á strekkinum Húsar — Mikladal
Vegurin millum Húsar og
Mikladal er nú komin 2,5 km
norður frå bogarðunum á Husum
Fyri tveimum árum síðani varð
farið undir at grava veg millum
Húsar og Mikladal. Fyrsta og
annað árið gekk smátt —
manningin var lítil og tey fáu
amboðini í vánaligum standi,
men nú er rættilig ferð sett á
hetta arbeiði, sum byrjaði aftur í
mei.
Tað er landsverkfreðingurin,
ið stendur fyri arbeiðnum, sum
Dánial Julius Syderbe hevur eft-
irlit við. Arbeiðsformaður er
Kristoffer Dragaberg.
Vegurin er nú komin norður í
Dal, og svarar hetta til 2,5 km
av samlaða strekkinum, sum er
uppá 9 km.
Í løtuni arbeiða 17 mans á
vegnum. Fólkið er úr Klaksvík,
Mikladali, av Húsum og Syðra-
dali.
Av amboðum eru fýra gravi-
maskinur, tríggir lastbilar og
eitt boritorn, sum kann bora 180
metrar um dagin.
Tveir bilar eru í Syðradali. Her er annar teirra
Væl nøgdur
við gongdina
Í stuttari samreðu við blaðið,
sigur Kristoffer Dragaberg seg
vera væl negdan við gongdina
Teir flaga fram við vegjaðararnum
ES
nógv at grivið burtur
* *
Teir hava eina gravimaskinu til vegagerðina á K
nú. Hann sigur seg hava gott
arbeiðsfólk, og amboðini, hann
hevur at arbeiða við, eru somu-
leiðis góð. Vit hava skotið
100.000 tons av gróti, sigur
i FL Mo
soynni
Kristoffer Dragaberg, sum met-
ir, at vera nóg mikið til allan
vegin, tá hugsað verður um, at
nakað av tilfari eisini kemur úr
bergholunum, tá hesi verða
gjørd.
Annars sigur Kristoffer
Dragaberg, at lendið, teir nú
arbeiða igjøgnum, er rættiliga
bleytt og djúpt, og tí er neyðugt
at grava nógv burtur, fyri at fáa
fastan botn. Hetta hevur gjørt,
at arbeiðið hevur gingið nakað
seinni enn væntað.
Møguliga trý berghol
Tað hevur alla tíðina
greitt, at neyðugt fór at verða
við einum bergholi úr Ritudali
norður til Mikladals, men nú
verður tosað um meguliga trý
berghol, sigur Kristoffer Draga
verið
berg.
Hini bæði bergholini verða so
millum Hattardal og Villingar
dal og millum Villingardal og
Ritudal
(7 <
5 bilar
á Kalsoynni
Longu nú eru fimm bilar í Kals-
oynni. Tveir eru á Syðradali og
triggir á Husum.
Í triatiårunum varð vegur
gjørdur millum Húsar og Syðra-
dal. Hesin verður dugliga brúkt-
ur av bilunum í oynni, tá hetta
er einasta strekkið, teir hava at
koyra á.
Staddir á Kalsoynni fyri nøkr-
um døgum síðani, hittu vit
Símun Simonsen á Syðradali,
sum segði okkum, at hann í síni
tið arbeiddi á vegnum millum
Húsar og Syðradal. Vegurin
varð gjørdur við haka, spaka og
trillubøru og varð nærum bert
arbeitt um vetrarnar, tá menn
vóru heima frá skipi. Lenin var
25 oyru um timan, sigur Símun.
Tá arbeiðið millum Húsar og
Mikladal er liðugt, er ætlanin at
vegurin millum Húsar og Syðra
dal skal fáa munagóða umvæl
ing