hósdagur 13. juni 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 • hósdagur • 13. juni 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
HONDBÓLTUR
Stefan í Skorini
Kyndil brynjar seg til
komandi kappingarár í
hondbólti. Felagið hevur
nú fingið enn ein leikara
til felagið. Talan er um ís-
lendingin Finnur Hans-
son, sum í fjør spældi við
H71, ið fer at spæla í
grønu troyggjuni kom-
andi kappingarár.
Finnur Hansson var ein
av bestu leikarunum í før-
oysku kappingini í fjør,
og hann var millum topp-
skjúttarnar í landskapp-
ingini.
Umframt Finn hevur
Kyndil fingið tveir aðrar
leikarar aftur til felagið úr
Neistanum. Íslendingurin
Jacob Jónsson, sum í fjør
spældi við Neistanum,
skal nú aftur spæla við
Kyndli. Hann hevur áður
verið venjari hjá kyndils-
monnum.
Hans Áki Dahl-Christi-
ansen spældi seinasta
kappingarár við Neista-
num, men hann skiftir nú
yvir aftur til Kyndil.
Hesir tríggir leikararnir
fara at styrkja ómetaliga
nógv um liðið hjá Kyndli,
ið ikki hevði nakað gott
kappingarár í fjør.
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Hóast
HM-endaspælið
fer fram í Suður Korea og
Japan, so fer danska
landsliðið tó at spæla á
heimavølli.
Stórskermar verða sett-
ir upp í Parkini leygar-
dagin, tá Danmark og
England møtast í Niigata
í Japan. Parkin letur upp
ein tíma áðrenn dystar-
byrjan, sum er klokkan
13.30 danska tíð. Dystur-
in verður vístur á einum
stórskermi, sum er 40 fer-
metrar til støddar.
Flemming Østergaard,
stjóri í Parkini, sigur, at
ein slíkur dystur sjálvandi
skal vísast á danska tjóð-
arleikvøllinum. Um veð-
rið ikki er til vildar, so
verður takið drigið fyri,
so at fólk kunnu sita turr
og hyggja. Gitt verður, at
fleiri enn 10.000 fólk fara
at vera í Parkini leygar-
dagin.
Finnur Hansson
til Kyndil
Danmark í Parkini
Bæði hjá B68 og NSÍ
er mannfall, men tað
nyttar einki at knarra
um sovorðið, eru
venjararnir samdir
um
B68-NSÍ
2. HÁLVFINALA
Jóannes Hansen
Í kvøld verður avgjørt á
grasvøllinum á Svanga-
skarði, um tað skal vera
B68 fyri aðruferð, ella tað
skal vera NSÍ fyri fyrstu
ferð, sum skal vera annar
parturin í finaluni um løg-
manssteypið. Eftir fyrru
hálvfinaluna er alt púra op-
ið. Úrslitið í Runavík var 0-
0, og tá havt verður í huga,
at landskappingardysturin á
graslíkinum
á
Toftum
síðsta mikukvøld endaði 1-
1 kann ikki sigast, at annað
liðið hevur betri kort á
hondini.
Hjá NSÍ eru fleiri spælar-
ar tøkir. Leikbannaðir eru
Jónstein Petersen, sum hev-
ur fingið trý gul kort í
steypakappingini, og Sjúrð-
ur Jacobsen, sum varð út-
vístur í landskappingar-
dystinum sunnudagin móti
B36. Teir báðir plaga at
manna vinstru síðuna hjá
NSÍ. Djóni N. Joensen fór
út beinanvegin sunnudagin.
Hann er skaddur í lærkrika-
num, og teir rokna við, at
hann verður burturfrá í ein-
ar tríggjar vikur. NSÍ hevur
breiðan hóp, og avloysarar-
nir hava spælt á besta lið-
num – Brynjolvur Nielsen,
Ian Højgaard, Ken Nón-
klett, Eddie Mikkelsen og
Mortan Hansen.
– Tað er sjálvandi ein
smeitur, at báðir í vinstru
síðu, sum hava verið væl
upplagdir, eru burtur, men
tað nyttar einki at knarra
um tað, heldur Jógvan Mar-
tin Olsen, NSÍ venjarin.
Hann og spælararnir vóru
týskvøldið á grasinum á
Svangaskarði og vandu.
Nógvir vóru í nýggjum
skóm, tí teir hava ikki spælt
á grasi áður, og tað heldur
NSÍ venjarin kann vera
hansara monnum til ampa.
– Um vøllurin verður so
turrur, sum hann var týs-
kvøldið, so verður tað ikki
so stórur trupulleiki. Tað
verður verri, um tað verður
vátt, heldur Jógvan Martin
Olsen.
Eiga at njóta tað
Frank Skytte, venjari hjá
B68, hevur nógv at hugsa
um í hesum døgum. Liðið
hjá honum spælir tvær
ferðir um vikuna, men hann
knarrar ikki.
– Spælararnir hava vant
síðan síðst í januar fyri at
spæla dystir, og nú er
møguleikin har. B68 verður
umrøtt í bløðunum fýra
ferðir um vikuna, so tað er
ikki annað at gera enn at
njóta tað, heldur Frank
Skytte.
Anders Nygaard er fram-
vegis skaddur, og Marcello
Marcelino er framvegis
sera
ivasamur.
Kanska
verður hann á beinkinum.
Tað nýggja hjá B68 er, at
Hans Fróði Hansen hevur
trupulleikar við lærinum.
Hann hevur ikki vant í hesi
vikuni, men á Toftum vóna
teir, at hann verður tøkur í
kvøld.
– Hans Fróði er sera væl
fyri og ein rættiligur stríðs-
maður. Men verður hann
ikki førur fyri at spæla, so
mugu vit fáa ein nýggjan
mann í hansara stað, stað-
festir B68 venjarin, sum
roknar við, at talan verður
um sera tættan og javnan
dyst í kvøld.
– Tað verður dagsformur-
in, sum fer at gera av, um
tað verður NSÍ ella B68,
sum skal spæla í finaluni á
ólavsøku.
Nógvir eru í nýggjum skóm
B68 og NSÍ møtast í seinnu hálvfinaluni um løgmanssteypið í kvøld. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 0-0, og tí er dysturin
púra opin
MYND: Álvur Haraldsen
Finnur Hansson fer komandi kappingarár at spæla við
Kyndli, eftir at hann hevur spælt við H71. Jacob Jónsson
og Hans Áki Dahl-Christiansen skifta eisini felag úr
Neistanum til Kyndil
21
20
Nr. 110 - 13. juni 2002
K2700 er ein arbeiðs-
vinarligur lastbilur
frá Kia, ið verður
gjørdur sum Single
Cab, King Cab og
Double Cab, har pláss
er til 6 fólk í kabinuni
BILAR
Magnus Gunnarsson
Við Kia K2700 eru fleiri
møguleikar, hann fæst sum
Single Cab, King Cab og
Double Cab, ið hevur tvær
rekkjur av setrum og pláss
til 6 persónar. Størri húsið
er, minni verður lastin. Alt
velst um hvat bilurin skal
brúkast til. Hann hevur
dupult hjól aftan og ber
vektina sera væl. K2700 er
góður at koyra, bædi við og
uttan vekt.
Motorurin er ein 2.5 litur
turbodiesel við 94 hk.
Snúningsmomentið er uppá
220 Nm við 2000 snún-
ingar.
Bædi síðuspeglini eru
monteraði beint undir for-
rrútinum. Við tað at høgra
síduspegl peikar nakað
langt fram, ber til hjá bil-
føraranum at hyggja í
speglið gjøgnum forrútin,
ístaðin fyri síðurútin, sum
er tað mest vanliga. Hetta
hevur týdning fyra trygdina
undir koyring. Bilurin fæst
eisini við sentrallási, el-
síðurútum, aircondition og
differentialesperru.
Peugeot
307 CC
Peugeot 307, ið nú
fæst sum hatchback og
stationvognur, kemur
næsta ár sum 307 CC,
(Coupé Cabriolet). Í
sama stíli sum Peugeot
206 CC
Kelda: Bil Magasinet
Toyota
hybridbilar
Toyota er heimsins
størsti framleiðari av
hybridbilum, við heili
90
prosentum
av
marknaðinum.
Av
teimum 100 túsund
Toyota hybridbilunum,
ið eru seldir, eru 90
túsund Toyota Prius.
Kelda: Bil Magasinet
Honda
Accord
Ein nýggjur Honda
Accord verður á bila-
framsýningini í Paris í
heyst. Talan verður um
ein
væl
útgjørdan
luksusbil, ið eftir ætlan
skal kappast við teir
smærru
Lexus
og
BMW.
Kelda: Bil Magasinet
Kappingin úr Korea
harðnar alsamt, nú
eisini á marknaðinum
fyri vørubilar og
smærri bilar við last.
Tveir nýggir Kia eru
komnir á marknaðin,
Pregio og K2700
BILAR
Magnus Gunnarsson
Kia Pregio er ein rúmligur
vørubilur til kappingarfør-
an prís. Bilurin hevur stórt
vørurúm uppá 6,12 rúm-
metrar og lastar 1425 kg.
Longdin á vørurúminum er
2,75 m, breiddin er 1,61 m.
Pregio er væl egnaður til
vøruflutning og sum ar-
beiðsbilur hjá handverkar-
um. Við einum vendiradius
uppá 5,3 m er bilurin lættur
at komu runt við í býnum í
arbeiðsørindum.
Førara-
rúmið er gjørt til 3 per-
sónar. Setrið í miðjuni kann
gerast um til eitt borð.
Motorurin er 2,5 litur
turbodiesel við 94 hk.
Snúningsmomentið er 220
Nm við 2000 snúningar,
sum er væl egnað til bilin.
Pregio – rúmligur vørubilur frá Kia
Kia Pregio 2.5TCI
Motorurin
2.5 litur 4 syl. 94 hk
turbodiesel v.intercoolara
Dekkstødd
195-14 PR8
Stødd og vekt:
Longd
482.0 cm
Breidd
181.0 cm
Hædd
197.0 cm
Longd á vørurúminum 277.5 cm
Breidd á vørurúmiinum 161.5 cm
Hædd á vørurúminum
136.5 cm
Eginvekt
1600 kg
Lastievni
1425 kg
Prísur
kr. 166.800,-
Søluumboð
P/F D.B.Bilar
J.Broncksgøta 15
FO-100 Tórshavn
Tel. 310600
Kia K2700 –
arbeiðsbilur
við fleiri
møguleikum
Kia K2700 II 2.5 TCI
Single cab
Motorurin
2.5 litur 4 syl. 94 hk
turbodiesel v.intercoolara
Toppferd
126 km/t
Stødd og vekt
Longd
503.0 cm
Breidd
175.0 cm
Hædd
199.5 cm
Longd á lastini (innan)
313.0 cm
Breidd (innan)
165.0 cm
Eginvekt
1575 kg
Bilurin lastar
1625 kg
Prísur
frá kr. 156.800,-
Søluumboð
P/F D. B. Bilar
J.Broncksgøta 15
FO-100 Tórshavn,
Tel. 310600
Kia Pregio er ein rúmligur vørubilur til kappingaføran prís. Her sýnir Jón Niclasen, goymslu-
maður hjá D.B. Bilum, bilin fram
K2700 fæst í trimum
ymiskum útgávum. Her
sum King cab.
Maðurin í bilinum í Jákup
Martin á Válinum frá D.B.
Bilum
C
M
Y
K
20