Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 110 - 13. juni 2002 Enn ein sensatión í HM-endaspælinum gjørdist veruleiki mikumorgunin, tá Argentina ikki megn- aði at koma víðari. Svøríki vann bólkin, meðan England end- aði á øðrum plássi HM Stefan í Skorini Nú tvær av áttandapartsfin- alunum eru klárar, hava tvey Norðurlond spælt seg víðari í HM-endaspælinum. Tað er greitt at Danmark skal spæl ímóti Englandi í áttandapartsfinaluni leyg- ardagin. Svøríki skal spæla ímóti Senegal í næsta um- fari. Mikumorgunin fekk fót- bóltsheimurin enn ein skelk. Argentina, sum und- an kappingini var mettur sum ein av størstu favoritt- unum, endaði á triðja plássi í bólki F aftanfyri Svøríki og England. Suðurameri- kanararnir mugu tískil fara heimaftur eftir bólkaspæl- ið. Hetta má metast sum ein sonn gøla heima í Argen- tina, tí øll høvdu væntað sær nógv av argentinska liðnum hesuferð. Argentina skuldi vinna triðja og seinasta dystin í bólkaspælinum móti Svø- ríki, men úrslitið gjørdist 1- 1. England og Nigeria spældu ein málleysan javn- leik, og tað hevði við sær, at Svøríki tók fyrsta plássið frammanfyri England við betri málmuni. Argentina legði hart út í dystinum móti Svøríki og hevði fleiri góðar mál- møguleikar fyri steðgin. Trýstið var til tíðir stórt, og eingin væntaði, at Svøríki fór at halda argentinska lið- num aftur serliga leingi. Svøríki framum Men støðan var 0-0 í steðginum, og miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði Anders Svensson eitt sera vakurt mál beinleiðis uppá fríspark. Argentina skuldi nú skora tvey mál, men tað gekk striltið at skapa møgu- leikar. Tá fáir minuttir vóru eftir at spæla, varð Ariel Ortega feldur í brotsteiginum, og dómarin dømdi brotsspark. Ortega tók sjálvur, Magnus Hedman bjargaði, men Hernan Crespo var fyrstur á bóltinum og skoraði. Seinastu minuttirnir vóru sera spennandi, men Svø- ríki helt fast um javnleikin og fer sostatt víðari. Hetta endaspælið hjá Argentina endaði í sorgartárum, tí lið- ið snávaði longu í bólka- spælinum, og tað hevði eingin væntað. England skuldi hava javnleik móti Nigeria fyri at sleppa víðari. Enska liðið gjørdi tað neyðuga, og dysturin endaði 0-0. Eng- land hevði teir bestu mál- møguleikarnar, men Niger- ia lá sanniliga eisini fram- við, so spenningurin var varðveittur til seinastu løtu. Argentina – Svøríki 1-1 (0-0) 0-1: Anders Svensson 1-1: Hernan Crespo England – Nigeria 0-0 (0-0) Týska landsliðið vísti sína styrki, tá Kame- run varð kveistrað til viks við einum 2-0 sigri. Írland vann 3-0 á Saudi Arabia og fylgir Týsklandi víð- ari í kappingini HM Stefan í Skorini Lagt varð upp til ein spenn- andi endabrest í bólki E, tí trý lond høvdu møguleikan av spæla seg víðari í kapp- ingini. Týskland lá best fyri undan seinasta dystinum og skuldi bara hava ein javn- leik fyri at koma víðari. Kamerun skuldi hinvegin vinna dystin, og Írland skuldi vinna við meira enn einum máli móti Saudi Arabia fyri at tryggja sær víðari luttøku. Nógv gul kort Dómarin í dystinum mill- um Týskland og Kamerun gjørdi rættiliga vart við seg, tí hann tveitti um seg við einari rúgvu av gulum kort- um. Tilsamans sekstan ferðir hevði spanski dómar- in gula kortið á lofti. Ein leikari hjá hvørjum liði fekk tvey gul og harvið reytt kort. Fyri steðgin var Kame- run vandamiklari framman- fyri málinum og hevði fleiri góðar royndir, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin inn, hóast møguleikarnir vóru ógvuliga stórir. Tá Carsten Ramelow stutt fyri steðgin fekk seinna gula kortið, og Týskland skuldi spæla við tíggju monnum, væntaðu tey flestu, at týsk- arar fingu ein tungan burð í seinna hálvleiki. Men fimm minuttir eftir steðgin sendi Miroslav Klose til Marco Bode, sum var leysur við málverjanum og skoraði. Eftir hetta tók Týskland seg langt aftur á vøllin og royndi seg við skjótálopum. Seint í dystinum varð Patrick Suffo hjá Kamerun eisini rikin av vølli, og stutt eftir skallaði Miroslav Klose sítt fimta mál í hes- um endaspælinum, og tá var dysturin avgjørdur. Írland víðari Tað eydnaðist eisini Írlandi at tryggja sær pláss í 1/8- finalunum. Írarnir skuldu vinna við meira enn einum máli fyri at koma víðari. Írska liðið greiddi sína skyldu og vann 3-0 a Saudi Arabia. Robbie Keane skoraði heilt tíðliga í dystinum, tá hann var hægstur eftir eitt innlegg. Saudi Arabia beit rættiliga frá sær sum hálv- leikurin leið, men Írland helt fast. Í seinna hálvleiki stýrdi Írland dystinum, og tá hálv- ur tími var eftir, skallaði verjuleikarin Gary Breen næsta málið í dystinum. Damien Duff skoraði sein- asta málið, og eingin ivi var um vinnaran av dystinum. Hetta endaspælið gjørdist rættiliga miseydnað hjá Saudi Arabia, tí tólv mál fóru ígjøgnum, og liðið fekk einki mál. Týskland – Kamerun 2-0 (0-0) 1-0: Marco Bode 2-0: Miroslav Klose Írland – Saudi Arabia 3-0 (1-0) 1-0: Robbie Keane 2-0: Gary Breen 3-0: Damien Duff Bólkur A v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Danmark 3 2 - 1 - 0 5 2 3 7 2 Senegal 3 1 - 2 - 0 5 4 1 5 3 Uruguay 3 0 - 2 - 1 4 5 -1 2 4 Frakland 3 0 - 1 - 2 0 3 -3 1 Bólkur B v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Spania 2 2 - 0 - 0 6 2 4 6 2 Suður Afrika 2 1 - 1 - 0 3 2 1 4 3 Paraguay 2 0 - 1 - 1 3 5 -2 1 4 Slovenia 2 0 - 0 - 2 1 4 -3 0 Bólkur C v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brasilia 2 2 - 0 - 0 6 1 5 6 2 Costa Rica 2 1 - 1 - 0 3 1 2 4 3 Turkaland 2 0 - 1 - 1 2 3 -1 1 4 Kina 2 0 - 0 - 2 0 6 -6 0 Bólkur D v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Suður Korea 2 1 - 1 - 0 3 1 2 4 2 USA 2 1 - 1 - 0 4 3 1 4 3 Portugal 2 1 - 0 - 1 6 3 3 3 4 Póland 2 0 - 0 - 2 0 6 -6 0 Bólkur E v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Týskland 3 2 - 1 - 0 11 1 10 7 2 Cameroon 3 1 - 2 - 0 5 2 3 5 3 Írland 3 1 - 1 - 1 2 3 -1 4 4 Saudi Arabia 3 0 - 0 - 3 0 12 -12 0 Bólkur F v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Svøríki 3 1 - 2 - 0 4 3 1 5 2 Ongland 3 1 - 2 - 0 2 1 1 5 3 Argentina 3 1 - 1 - 1 2 2 0 4 4 Nigeria 3 0 - 1 - 2 1 3 -2 1 Bólkur G v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Mexico 2 2 - 0 - 0 3 1 2 6 2 Italia 2 1 - 0 - 1 3 2 1 3 3 Kroatia 2 1 - 0 - 1 2 2 0 3 4 Ecuador 2 0 - 0 - 2 1 4 -3 0 Bólkur H v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Japan 2 1 - 1 - 0 3 2 1 4 2 Russland 2 1 - 0 - 1 2 1 1 3 3 Belgia 2 0 - 2 - 0 3 3 0 2 4 Tunis 2 0 - 1 - 1 1 3 -2 1 Bólkur E: Týskland vísti styrki Bólkur F: Argentina fall Sviar endaðu sera óvæntað ovast í teirra bólki, og Argentina er longu úti av endaspælinum. England fylgir Svøríki víðari í kappingini og skal møta Danmark leygardagin MYND: Reuters Máltindurin, HM Miroslav Klose Týskland 5 Jon Dahl Tomasson Danmark 4 Christian Vieri Italia 3 Pedro Pauleta Portugal 3 Papa Bouba Diop Senagal 3 Marc Wilmots Belgia 2 Rivaldo Brasilia 2 Ronaldo Brasilia 2 Junichi Inamoto Japan 2 Fernando Hierro Spania 2 Fernando Morientes Spania 2 Henrik Larsson Svøríki 2 Robbie Keane Írland 2 C M Y K 22 Nr. 110 - 13. juni 2002 23 Nubira II CDX 2.0 Tann nógv eftirspurdi 2,0 stc er nú aftur á goymslu 174.000,- P/f Esmar Simonsen Tel. 44 44 05 • Fax 44 46 29 Lanos 5DR Matiz Tacuma kr. 145.000,- kr. 103.000,- kr. 174.000,- ÚTGREVSTUR v.m. TILBOÐ VERÐA GIVIN Sp/f DAHL 180 Kaldbak 214321 · 317321 Gott stevnubingo verður í bygdarhúsinum í Hósvík mikukvøldið 19. juni kl. 19:00 - Nógvir góðir vinningar Hósvíkar Róðrarfelag og Bygdafelagið Varðin Ístaðin fyri at keypa nýtt Vit lakera alt innbúgv, so tað verður sum nýtt. Skápshurðar og innhurðar Ein bíligari loysn Auto-Tek Argjaboðagøta 5 · Tlf. 321206 · fax 321236 eftir kl. 17.00 á Tlf. 221006 23