leygardagur 31. august 1974síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
smátiðindi
innanoyggja
Úr Klaksvík
Hósdagin var Hólmur á
Kósavirkinum eftir 200
tonsum av minkafóðuri til
Noregs.
Rasmus Effersee, sum
leggur saltfiskalastina upp
á Kósavirkinum, skuldi
verða liðugur at landa í
gjár. Teir hava um 300
tons.
Døglingar á Hvalba
Tíðliga hósmorgunin løgdu
tveir døglingar beinini á
Hvalba.
Tvestið, sum vá 3 tons,
verður skift eftir grinda-
reglugerðini millum íbúgvar
í Hvalba og Sandvík,
meðan spikið verður selt til
bræðingar.
Tað eru 3 ár síðani døgl-
ingar seinast løgdu beinini á
Hvalba.
Annars frætta vit úr
Hvalba, at kommunan hev-
ur keypt tvær lastir av as-
falti úr Noreg. Asfaltið skal
nýtast til vegagerðina í
Hvalba og Sandvík.
Í ódnarveðrinum miku-
dagin lógu fleiri trolbátar á
Hvalba. Teir fóru útaftur
hósdagin.
Teir báðir trolbátarnir úr
Hvalba, sum hava roynt á
landleiðini í summar, hava
veitt ávikavist 100 og 125
tons.
Tingakrossur
útaftur
Tingakrossur, sum nú hev-
ur ligið stillur í nærum tvey
ár — burtursæð frá teimum
bløðunum, sum komu fyri
fólkatingsvalið í fjør —
kemur í blaðselurnar aftur í
dag.
Í eini grein í blaðnum í
dag verður sagt, at orsekin
til steðgin hevur verið tann,
at eingin prentsmiðja hevur
verið før fyri at prenta
blaðið. Í framtíðini skal
Tingakrossur koma leygar-
dagar, og verður tað Prent-
smiðjan á Heygsbreyt, sum
skal prenta blaðið.
Blaðstjóri er
Johannesen.
Marius
Gestir hjá Hartling
Í døgunum 16.—22. sept-
ember eru umboð fyri
foroysku
hjá Poul Hartling, forsætis-
pressuna gestir
ráðharra
A ferðini í Danmark verð-
ur vitjað á Bornholm og í
Jútlandi.
Undir vitjanini á Born-
holm fáa umboðini hevi til
at hitta føroyingar, sum eru
búsettir har á oynni
Í Jútlandi verður vitjað á
m.ø. blaðmannaskúlanum í
Árhus og í fiskivinnubýn-
um Hirtshals.
Á ferðini, sum verður
gjørd við flogfari, verða
umboð fyri Dimmalætting,
Dagblaðið, SOSIALIN, 14.
September, Tingakross, Út
varpið og månadarblødini
NU! og Eygað.
”
4 ig
Vilhelm Johannesen,
blaðstjóri, umboðar sosialin
á ferðini.
+
Listaskålin
verdur opin i dag og i
morgin, bådar dagarnar frå
kl. 15 til 17.
Rokfiskiskapur
Sundaberg lat frætta frá
sær sunnudagin. Teir høvdu
tá roynt í triggjar vikur og
hevdu 400 tons í saltfiski
inni.
Skeið í sam-
ráðingarteknikki
verður hildið í Havn
Í døgunum 14. — 18. oktober
skipar Akademiet for
Kommunikation A/S í
Keypmannahavn fyri skeiði
i Føroyum fyri åhugadum i
fundarleidslu og samråding-
arteknikki.
Skeidid verdur hildid å
Hotel Hafnia i Havn.
Í einum skrivi til press-
una upplysir Akademiet for
Kommunikation A/S, at
tey 32 árini, hetta fróðskap-
arsetur hevur virkað, hevur
tað skipað fyri skeiðum av
ymsum Slagi fyri fólkum,
sum hava bæði
almennum stovnum og pri
vatum fyritøkum
staðni i Danmark.
Akademiet for Komm
unikation A/S skipar fyri
umleid 500 ymsum skeidum
størv á
ymsa
um árið.
Tað var hetta fróðskapar
setur, sum skipaði fyri
teimum báðum skeiðunum
fyri skrivarar í landsstýrin
um herfyri.
Hesi skeið vórðu hildin í
vár
Ov fáir ungdómsstovnar
Nr. 43 — 31. august 1974
panelið
til at gera ungdómin virknan
Øll ung eiga at fáa hjálp til tess
at kunna íðka eitt sunt og minn-
isvert ungdómslív. Hetta ljóðar
sera væl, og eingin ivi er um, at
allir politikarar vilja taka undir
við hesum, tá ið nú valbardagin
fer at fara fram til heystar.
Líknandi lyftir hava óivað verið
framsett nógvar ferðir, men tað
munnu vera fleiri við mær, ið
hava varhugan av, at hetta lyft-
ið meira enn einaferð hevur
verið lagt í gloymiskuffuna. Ég
skal bert nevna eitt dømi: Sum
kunnugt var fólkaflytingin úr
Føroyum í útland katastrofal i
trissunum, minni vandamikil
hevði hon verið, um fólkið, ið
flutti, var javnt býtt millum
allar aldursbólkar, allar vinnu-
greinir og bæði kynini, men so
var ikki — flytingin er úrvelj-
andi og summir bólkar vera
meinari raktir enn aðrir, og sum
væl flest øll vita, var her ung-
dómurin hin meinast rakti
bólkurin.
Nettoflytingin (t.e. talið av
flytingum úr Feroyum minus
talið av flytingum til Feroya) fór
serstakliga illa við aldursbólkin-
um 15—19 ár og 20—24 ár, og í
tíðarskeiðnum 1961—1968 var
50% av nettoflytingini — altso
helvtin — gentur millum 15—19
ár. Hetta var høvudsorsøkin til
fólkateljingina í 1966, .ið vísti
lutfallið millum mannfólk og
konufólk ávikavist 110—100.
Hetta og onnur dømi var ikki
nóg mikið at fáa politikararnar
at ofra tann pening, ið var fyri
neyðini skuldi ungdómurin akt-
iviserast her heima.
Í dag sýnist tó at ganga hin
rætta vegin, og var í ti samfel-
agsrevsandi Framanum gleðilig
tíðindi at lesa hesum vidvikj-
andi. Framin, ið vanliga umreðir
nettoflytingina á hverjum ári,
skrivaði, at í árinum 1973 sá hon
soleiðis út:
til Føroya 1211
år Føroyum 1077
munur 134
Bert eina ferð áður í hesi old
hevur hetta forteknið verið
positivt, og var tað í 1946.
Spurningurin er nú bert:
Hvussu trívist ungfólkið her
heima í Feroyum? Hava vit nóg
mikið av stovnum, ið umboða
ungdómsáhugamál?
Frælsi og demokrati hava tey
seinastu árini verið loysunar-
orðini, og tey hava verið nýtt
upp á gjøt. Er ikki hetta frælsið
avmarkað? Vit hava t.d. trúar-
frælsi, men ikki innan familjun-
ar fýra veggir, ikki so at skilja,
at eg vanvirði sektirnar og hina
almennu kirkjuna, als ikki (eg
eri ikki so ósamdir við teimum í
hesum), men ein og hver veit, at
onki er so andaliga niðurbrót-
andi, sum at liva í tvidråtti við
seg sjålvan, og just soleidis er
tað, mong ung liva tey ivast
livihåttur dregur, og tey hava
hug at fylgja vid, samstundis
sum samvitskan móti trúnni og
heiminum berjist í teimum, hes-
in tvidråttur kann føra nógv ilt
við sær. Kjarnuna í hesum máli
kunnu politikararnir sjálvandi
ikki nerta og beta um, tí tað er
einum og hverjum skilligt, at
minni samfelagið er, sterri er
vandin fyri, at ungfólk vera
noydd at liva í slíkum tvídrátti,
ikki bert orsakað av religión,
Få R Mi
Kristjan å Neystabø
tekniskur assistentur
men eisini av mongum eðrum,
serstakliga moralskum spurn-
ingum. Men politikararnir kunnu
beta um viðurskiftini, við at
gera henda ungdómin virknan
innan mong onnur eki. Vit
síggja eisini oll, hvussu óhugna-
liga skjótt talið av ungdóms-
brotsgerðum veksur. Hver man
orsekin vera? Man hon ikki vera
tann, at tann parturin av ung-
dóminum, ið ikki júst hevur
áhuga fyri ítrótti, skótum ella
onkrum religiøst ávirkaðum arb-
eiði, onki hevur at takast við.
Hví skal hesin parturin, ið vísir
seg at vera ógvuliga stórur,
Í panelinum eru
Andrew Ísheim
Bárður Jacobsen
Jóannes Dalsgaard Óli Jacobsen
Jógvan Arge
Hilmar Bech
Sigrid Dalsgaard
Atli Dam
Signar Dam
Birgir Danielsen
Hans Holm
Kjartan Hoydal
Finnbogi Isaksen
Heðin Klein
Steinbjørn B. Jacobsen
Hans Jergensen
Jacob Lindenskov
Sverre Midjord
Johan Mortensen
Johan Hot Mortensen
ganga fyri vág og vind og manna
millum hava eitt ringt orð á sær?
Her er tað, landið ella komunan
eigur at taka um endan. Royndir
hava víst, at tað loysir seg at
kosta upp á ungdómin, eitt nú
tey ítróttaráhugaðu. Á løgtings-
fíggjarlógini eru avsettar
890.000 kr. til ítróttin í Feroy-
um, og eg meini meg ikki at
hava tikið munnin ov fullan, um
eg sigi, at hesin ungdómur trív-
ist væl. So eru tað tey, ið hava
áhuga fyri skótum ella onkrum
religiost ávirkaðum arbeiði, tey
hava eisini ivaleyst at takast við
og verða av skótaleiðsluni ella
samkomuni stuðlað og gjørd
virkin. Men so eru heldur ikki
fleiri møguleikar, um ein ikki
hevur tað gávuna at kunna
skapa sær egnar interessur. Hesi
seinast nevndu trívast væl, tí
tey eru ikki forfjónað, tey fáa
stuðul í sínum áhugamálum og
kenna seg á onkran hátt inn-
limað í samfelagið.
Ungdómshús
Hesin av landinum forfjónaði
parturin av ungdóminum má og
skal eisini trívast her á landi og
ikki bert hava eitt gøtuhorn, eitt
dansihøli ella onkran gamlan
kjallara at halda til í, tey mugu
gerast virkin, og tað má veitast
teimum stuðul og vísast áhugi
fyri teimum. Kanska var tað
mest nærliggjandi at bygt
teimum eitt ella fleiri ungdóms-
hús, ið kundu framt og uppbygt
áhugamál teirra, tí sanniliga
hava eisini tey síni áhugamál,
men hava bert ongar møguleikar
at iðka tey í okkara samfelagi.
Kristjan á Neystabø
Kristjan á Neystabø |
André Niclasen
Johan Nielsen
Kári D. Petersen
Marita Petersen
Sigmund Poulsen
Axel Skoubo
John Smith
Tøkk til Javna
Harri bladstjori!
Ég siggi i blødunum, at Javni,
sum er landsfelag evnaveikum at
bata, hevur landsstevnu i Havn
nú um vikuskiftið.
Sjálvur havi eg eitt evnaveikt
barn, so tað er sjálvsagt, at eg
fari á stevnuna.
foreldur at
Eg haldi, at vit
evnaveikum hava Javna nógv at
takka fyri. Hetta felag hevur
verið ágrýtið, ta tid tað hevur
virkað, og hevur stríðst nógv
fyri okkara áhugamálum
Eg vóni at síggja nógv for-
eldur til landsstevnuna hjá
Javna um vikuskiftið.
Norðoyingur
; Jacob Lindenskov, landsstýrismaður,
sum verður ein av luttakarunum
# á landsstevnuni hjá Javna