Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-08-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. august 1974síða 11

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 43 — 31. august 1974 sosialurin Danskir narkomanar keypa narkotika fyri 10 tús. kr. um mánaðin Umleið 4—5.000 narkomanar í Danmark keypa narkotika fyri 10.000 kr. um mánaðin. Danski narkotikamarknaðurin hevur sostatt eina inntøku uppá hålva milliard kr. um árið! Umframt at ganga narkotika- tørvinum í Danmark á meti, er hevuðsstaðurin har í landinum, Keypmannahavn, vorðin ein midstød fyri narkotikaflutningi til onnur norðurlond. Tað er ein umfatandi felags- skapur, sum stendur aftan fyri hesa midstød. Prísurin á narkotiskum evn- um lagar seg eftir teimum gomlu marknaðarreglunum um útboð og eftirspurningi. I løtuni svarar útboðið ikki til eftirspurningin á danska markn- aðinum, og kostnaðurin fyri ein sonevndan narkotikahúsa er um- leið 300 kr. Narkomanar hava í flestu forum tveir slíkar húsar fyri neyðini um dagin. Orsekin til trotið á marknað- inum er tann, at ein turkiskur narkotikaseljari varð tikin fyri einum mánaða síðani. Tá maður- in varð handtikin, hevði hann 4,5 kg av morfini uppi á sær. Henda negd hevur eitt virði uppá umleið eina miljón kr. Handilsmenn standa aftanfyri — Vit hava kunnleika til, at ein umfatandi felagsskapur stendur aftan fyri narkotikaseluna. Fel- agsskapurin hevur rót sína í Uzak-landslutinum í Turkalandi, sigur Volmer Nissen, sum er advokatur hjá narkotikaløgregl- uni í Keypmannahavn. - Tað eru handilsmenn, sum látast vera ósekir, sum standa aftanfyri, men hesir hava ikki heimstað í Danmark. Heldur sita teir í Turkalandi við buktini og báðum endunum. Hesir handilsmenn hava hjálparfólk, sum er spjadd ymsastaðni og skipa fyri seluni. Hetta vita vit, men fyribils kunnu vit ikki gera annað enn at handtaka hjálpar- fólkini, áðrenn sela teirra byrjar. Tó, hverja ferð eitt av hesum fólkum er tikið, tekur hitt næsta við og heldur fram við seluni, sigur Volmer Nissen. Samanborid við aðrar tjóðir Volmer Nissen: — Samanborið við aðrar tjóðir hevur Danmark ein avmarkaðan narkotikahandil hevur Danmark ein avmarkaðan narkotikahandil, men donsku seluumboðini vinna hópin av peningi. Væl lagt til rættis Flutningurin av morfini til danska marknaðin er væl lagdur til rættis. Myndugleikarnir hava roynt at fylgt flutninginum, men kortini hevur tað verið Oogjørligt at finna fram til, hverjir teir eru, sum framleiða narkotisku evnini í Turkalandi Talan er um ein hóp av fólki við stórari ávirkan, sum stendur fyri framleiðsluni og flutning inum Bendurnir í Uzak-landslutin um hava stóra innteku av at dyrka opium. Teir selja råvør AF || |—|—|—— A SS TTT STE Ikki óhugsandi at loft- skipini verða framtíðin Kostnaðurin at ferðast við loftskipi vildi verið umleið 20% av ti, tað kostar at ferðast loft- vegis í dag Max Preuss var millum teir fyrstu, sum hættaðu sær undir royndina at flúgva við teim so- nevndu loftskipunum. Tað var 6. mai 1937, at hann lætti sær á við hinum tiltikna loftskipinum Hindenburg. Ferð- in byrjaði av Lakehurst-loft- ferðslusteðini í USA, men gjørd- ist ongantið fullfiggjað. Hindenburg datt niður, og Max Preuss slapp frá hendingini við lívinum. Hóast fleiri miseydnaðar ferð- ir við loftskipum bæði framman- undan og aftaná ferðina við Hindenburg misti Preuss ongan- tíð trúnna á loftskip. Tískil var hann eisini millum teir ítarstu, sum ynsktu at varð- veita henda loftferðslumegu- leika. Miðskeiðis í fimtiárunum stovnsetti hann saman við eðrum eitt Zeppelin-felag. Goodyear roynir Goodyear, sum er kent fyri framleiðslu av bildekkum, hevur stórar framtidarætlanir, hvat loftskipum viðvíkja. Felagið hevur júst bygt ioft- skipið Europa, sum er tað 300 í rødini. Skipið er einans 50 metar til longdar. Á sýningarferðini herfyri fleyg tað m.a. uppi yvir Danmark. Eisini í Týsklandi Í Týsklandi eru ætlanir um at byggja eitt loftskip í longdini 500 metrar. Væntandi kemur kostnaðurin at verða um 5 milj. kr. Eitt flog far av Jumbo-jet-slagnum kost- ar i dag 175 milj. kr Týska loftskipið skal kunna ferma 40 tons. Jumbo-jet flog førini ferma 30 tons Ymsar kanningar sýna, at loftskip i stoddini 20 ferðir størri enn Hindenburg kunnu taka 2000 ferðafólk. Slík loftskip høvdu verið for fyri at skipað allan ferðamanna- og farma flutningin yvir um Atlantshav Kostnaðurin at ferðast við loftskipi vildi verið umleið 20 iv ti, tað kostar at ferðast loft egis i dag, sýna kanningarna! Síða 11 una, sum seinni verður virkað til mortin Í Miinchen og Hamburg en narkotikamidstødir, sum skipa fyri flutninginum til at kalla alt meðan Keyp mannahavn hevur fingið ta æru, Vestureuropa, um to má haldast vera ivasom at vera flutningsmidstød til hini norðurlondini Volmer Nissen sigur, at ein asta tiltakið, sum munar, er eitt effektivt løgregluarbeidi á hes um eki. Tað vísir seg, at talið á deyðum a narkotikaevnum minkar hverja ferð, einki narko tika er á marknaðinum Fyri einum ári síðani var turk ur á narkotikamarknaðinum í niggju v fur. Hetta tíðarskeiðið doyðu tvey fólk av narkotikaåv um. I fjør doyðu tilsamans 60 fólk av narkotikaávum Higartil í ár eru skrásett 19 fólk, sum eru deyð av narkotika Talið er vaksandi Talið á teimum, sum doyggja av misbrúki av narkotika, er vaks andi. I 1968 doyðu fimm fólk. Í ár fara kanska eins nógv fólk at doyggja av narkotika í Danmark sum i fjør. Sum stødan er í let uni, verður talið kanska størri, sigur Volmer Nissen Misbrúk av narkotiskum evnum hevur í flestum forum kriminalitet við sær. T.d. verða herverk av ymiskum slagi framd til tess at fáa til vega pening til keyp av slíkum evnum Narkotikamisbrúkið í donsk um fongslum heldur fram Narkomanarnir seta seg í skuld, og fyri at koma undan skuldini fremja teir herverk, tá teir eru latnir leysir, fyri á tann hátt at fåa pening Stórur fongur Danska logreglan er seinastu ár ini komin fram á stóran fong millum narkotikasølur Sterstur var fongurin í 1972, tá hald varð lagt á eina narkotik asølu, sum hevði selt fyri umleið 30 milj. kr Samstundis varð ein turkisk narkotikafyritøka i Keypmanna- havn avdukad. Fyritøkan skip- aði fyri flutningi til Fraklands eftir at franska logreglan hevðið steðgað einari flutningsmidstød í Marseille Pad er hin einstaki narko manurin, sum er undir ti størsta trystinum. Fólk bera hatur til hansara í staðin fyri at gera royndir til at skilja trupulleikar hansara Tad er narkomanurin, sum treingir til hjálp, meðan teir, ið standa aftan fyri hann, eiga revsingina uppiborna, sigur ein danskur konsulentur i narkotik aspurningum Konsulenturin er av teirri åskodan, at danska løgreglan í ger eitt stórt arbeiði fyri at narkotikaseluni, hóast uppgåvan tykist vera Ogjørlig at stedga loysa Stort tal av narkotikamis brúkarum eiga at fáa viðgerð Tad tykist tíverri vera so, at hitt nogva orðaskiftið um narko tikaspurningin hevur køvt hjálp irbeiðið ulenturir