Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-09-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. september 1974síða 5

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 45 — 7. september 1974 sosialurin Síða 5 So sjálvsagt helt Erlendur tað vera: Fer ein lóg úr gildi má ein onnur koma í gildi uttan samtykt Forskotsavskrivingin hjá einstaklinginum verður avmarkað — Tá ein lóg fer úr gildi, má ein lóg, sum áður hevur havt gildi, fáa gildi aftur. Hetta var ein av viðmerking- um Erlends Paturssonar, úr tjóðveldisflokkinum, undir 2. viðgerð av uppskotinum til broytingar í lógini um skattligar avskrivingar, sum landsstýrið legði fram, og sum millum 1. og 2. viðgerð fekk nevndarviðgerð í skattanevndini. Erlendur Patursson, sum við 2. viðgerð saman við eðrum legði uppskot fyri tingið um at avtaka lógina um skattligar avskriv- ingar, segði í hesum sambandi, at vit nú eiga at játtamisgerð- irnar í sambandi við avskriving- arlógina, sum fekk gildi í 1971. Hann helt, at fyrsta stigið, sum eigur at verða tikið í hesum sambandi, er beinleiðis avtøka av hesi lóg. Erlendur Patursson segði, at hóast henda lóg verður avtikin, so verður framvegis loyvt at av- skriva innbúgv og annað. Hetta sambært reglur í skattalógini. Komandi ting taka sær av lógini Skattanevndin býtti seg undir viðgerðini av uppskoti lands- stýrisins í ein meiriluta og tveir minnilutar. Annar minnilutin, Finnbogi Isaksen úr tjóðveldisflokkinum, skjeyt m.a. upp í uppskoti sín- um til samtyktar, at álagt verð- ur landsstýrinum í hesi tingsetu at koma við uppskotum um at avtaka avskrivingarlógina og um studningsveitanir til vinnu- lívið, bæði til iløgur og rakstur. Til hetta uppskotið segði Erlendur Patursson: — Landsstýrið fer nú seinastu dagarnar í tingsetuni neyvan at fáa stundir til at leggja fram uppskot eftir nevndu tilmælum Hetta verður ein av uppgávun- um hjá ti komandi løgtingi at loysa. Erlendur Patursson mælti tí í fyrstu syftu til at samtykkja broytingaruppskot sítt. Kann ikki fáa gildi aftur Petur F.Christiansen, lands- stýrismaður, upplýsti, at tær reglurnar í skattalógini, sum Erlendur Patursson sipaði til, framvegis vóru í giidi, vóru farnar úr gildi, tá avskrivingar- lógin varð samtykt í 1971. Hann segði, at reglurnar í skattalógini ikki kunnu fáa gildi aftur, bert um samtykt verður at avtaka avskrivingarlógina. Kjartan Mohr, úr framburðs- flokkinum, segði seg stuðla meirilutauppskotið í skatta- nevndini. Hann helt, at avskriv- ingarlógin ikki kann verða av- tikin, tí hetta kemur at ávirka skipabyggingina bæði uttan- og innanlands. Kjartan Mohr metti, at tað kanska fer at roynast betur við skipabygging í Feroyum. Wa fyri Hilmar Kass, úr sjálvstýris- flokkinum, gav eisini meiriluta- uppskotinum undirtøku. Hann segði seg hava dømi um, at nógvir av småisetarunum i skip ofta vera illa fyri, tå skattaút- setingin er úti. — Fleiri av hesum ísetarum vita ikki, at avskrivingarlógin bert er ein skattaútseting, segði Hilmar Kass. Hilmar Bech, úr javnaðar- flokkinum, segði, at varð upp- skot tjóðveldisfloksins í skatta- nevndini um studningsveitanir til vinnulívið samtykt, vildi verið betri, um tað almenna bert hevði øll skipini. Eingin vildi tå havt ábyrgd av nøkrum, segði hann. — Hetta vildi eftir mínum tykki verið ein ósunn leið at gingið, segði Hilmar Bech. Meirilutauppskotið samtykt Við atkvødugreidsluna samtykti legtingið meirilutauppskotid í skattanevndini, hareftir parta- felog framvegis kunnu avskriva 45% í trý ár, meðan forskots- avskrivingin fyri einstaklingar ikki verður sterri enn tað, teir hava sett í. Sum demi kann nevnast, at einstaklingar higartil við at seta 10.000 kr. í t.d. eitt skip hava kunnað forskotsavskrivað 45% av 100.000 kr. Eftir nýggju reglunum ber bert til hjá einstaklingum at avskriva tann innskotna pening- in ella 10.000 kr. Haraftrat samtykti tingið tjóðveldisuppskotið i skatta nevndini til samtyktar um at áleggja landsstýinum um at koma við uppskotum um eina rættvísari skattalóg og um at samskattingin av hjúnum verð- ur tikin av. Uppskotið frá Erlendi Paturs- syni og fleiri um avtøku av av- skrivingarlógini fekk fýra at- kveður og fall. Eitt uppskot frá hinum minnilutanum í skattanevndini, Jógvan Sundstein úr fólkaflokk- inum, um at loyva avskriving innan fyri ein triðing av innteku fekk seks atkvødur og fall sostatt eisini. Prístalsviðbótin minst 1,30 oyru Legtingið hevur eftir uppskoti frá landsstýrinum samtykt at hækka prístalsviðbótina á arb- eidararlønum úr 1,15 oyru til í minsta lagi 1,30 oyru fyri hvert pristalsstig oman fyri 100. Lógin fær gildi 1. január 1975. Landsstýrið skjeyt upp, at lógin skuldi fáa gildi 1. desember í ár. Eitt brovtingaruppskot, sett fram av Kjartani Mohr og fleiri, um at broyta hetta til 1. január 1975 varð samtykt. Uppskotsstillararnir fordu fram í hesum sambandi, at upp- skot teirra varð sett fram orsak- að av roknsskapargrundum hjá arbeiðsgevarum. Ikki 18 ár Uppskotið frá Finnboga Isak- sen, úr tjóðveldisflokkinum, og fleiri um at gera broytingar í stýrisskipanarlógini, hareftir valrættaraldurin verður settur til 18 ár í staðin fyri sum nú 20 fekk ikki meiriluta á tingi. Við atkvødugreidsluna, sum fór fram við navnakalli, at- kvøddu 12 tingmenn fyri, medan 13 greiddu ikki atkvødu. Ein tingmadur var burturstaddur vid atkvødugreidsluna i mål- inum. sum bankin hevur at arbeida vid. Tað er jú einki dulsmál, at tað hevur verið rættuliga stór mis- nøgd um, at bankarnir í staðin fyri at lata sín innlánspening koma samfelagnum til best meguliga nyttu hava heldur hugsað um tann letuvinning, sum teir kunnu fáa við at seta stórar peningamongdir í donsk lánibrev. Hesi mannagongd fýlt- ist løgmadur á í síni ólavseku- rødu í 1972. Hann visti tá á tað øvugta í, at vit noyddust at læna pening uttanlands, sam- stundis sum bankarnir fluttu í rúgvuvís av peningi av landin- um, og hann mælti til, at bank- arnir t.d. heldur keyptu føroysk lånibrøv, sjålvt um tey ikki vóru so høgt rentaði. Hóast hetta hildu bankarnir bert áfram við at økja um sínar goymslur av donskum lánibrev- um og tað í enn sterri mát enn frammanundan. Hvussu orð log- mans, ið ein má rokna við, at landsstýrið sum slíkt hevur staðið aftanfyri, hava rinið við Sjóvinnubankan t.d. sæst av niðanfyristandandi uppstilling: Goymslur árslok 1969 kr. 26.330.998 - — 1970 — 37.233.958 +10.902.960 41,4% — — 197 — 51.484.614 +14.250.656 38,3% — — 197 — 53.193.528 + 1.708.914 3,3% - — 1973 — 79.053.788 +25.860.260 48,3% Og á ólavseku í ár visti løgmadur á, at hesin politikkur hótti nú vid at geva bankunum stórt tap, vegna stóra fallið á kursinum á lánibrevum, og at hesin politikkur eisini hevði verið við til at skapa teir likvidi- tetstrupulleikar, sum vit drag- ast við í letuni. Tað at bankarnir føra ein poli- tikk, sum gongur upp á tvers av ti, sum landsins stýri vil, skuldi í sær sjálvum verið nóg góð orsek til at yvirtaka okkara bankavirksemi. Tað kann ikki vera nakað sum helst skil i ti, at nakrir heilt fáir mans, teir kunnu teljast á fingrunum, sum í ver- unleikanum bert umboða fá prosent av arbeiðspeningi bank- anna, skulu reka ein politikk, sum gongur ímóti ti av lands- stýrinum ávísta. Landsstýrið hevur hóast alt ein meiriluta av fólkinum aftan fyri seg, og á einum so týdningarmiklum eki sum hesum, má tað vera tess sjónarmið, sum eigur at vera avgerandi fyri okkara peninga- politikk. Tað skuldi verið ein rættuliga yvirkomilig uppgáva hjá tí al- menna at yvirtiki partapeningin í bankunum, tí samlaði parta- peningurin í báðum bankunum er hóast alt ikki meira enn 16,4 mill. kr. Av hesum er 1/3 av partapeninginum í Sjóvinnu- bankanum, nevniliga parturin hjá Tryggingarsambandinum, óbeinleiðis almennur. Fyrsta stigið kundi kanska verið gjørt Í panelinum eru Andrew Ísheim Bárður Jacobsen Jógvan Arge Hilmar Bech Jóannes Dalsgaard Óli Jacobsen Sigrid Dalsgaard Atli Dam Signar Dam Birgir Danielsen Hans Holm Kjartan Hoydal Finnbogi Isaksen rættuliga ómakaleyst við at landsstýrið ella løgtingid gjørdi hendan partin beinleiðis al- mennan. Sum nevnt í byrjanini av hesi grein, so er hon ætlað sum eitt upplegg til eitt meguligt orða- skifti um okkara bankaskipan, og um eitt eki, sum viðkemur einum so stórum parti av fólk- inum, kann eitt orðaskifti bert vera til gagns. Eisini vil eg leggja dent á, at hesar hugleið- ingar als ikki eru ætlaðar sum atfinning móti teimum, sum stýra okkara bankar, men at tað bert eru prinsippiel sjónarmið, sum eru ferd fram. Óli Jacobsen Kristjan á Neystabø André Niclasen Johan Nielsen Steinbjørn B. Jacobsen Kári D. Petersen Hans Jørgensen Hedin Klein Jacob Lindenskov Sverre Midjord Johan Mortensen Johan Hot Mortensen Marita Petersen Sigmund Poulsen Axel Skoubo John Smith REIDARAVIRKI HEILSØLA Kolonial á útgerð HERMETIKK TIMBURHANDIL KLÆDNABUÐ SLEIPISTØD SHELL-AVGREIDSLA Deildir: SKALA SKIPASMIÐJA á HANDILSVIRKI, SKALA Skipasmið - Turkivirki Handil HANDELSHUSET PESCADERO A-S Strandgade 25 A København K Tlf (01)297300 - Telex 15290 Partafelagið J.F. Kjølbro 3870 Klaksvik - Føroyar Telefon 55489 - Telex 81220 Telegramadressa: Kjølbro Klaksvik ——