Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-09-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. september 1974síða 4

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 smátiðindi innanoyggja Ur Vági Teir fýra trolbátarnir hið- ani, sum hava roynt á land- leiðini í summar, hava sam- anlagt fingið minni burtur- úr í ár enn í fjer. Tó hevur onkur av teimum fingið meira í summar enn í fjør- summar. Trolfiskurin hevur givið væl av arbeiði til arbeiðs- fólkið á flakavirkinum. Tað seinasta av trolfiskinum var frá hondini mikudagin. Smábátar, sum hava roynt við snellu í summar, hava havt lítla roynd í sein- astuni. Veðrið hevur ikki verið til vildar. Teir flestu av bátunum leggja nú um til linuveidu. Úr Norðdepli frættu vit hósdagin, at tveir motorbåtar hevdu avreitt av línuveiðu ávika- vist 1200 og 1800 pund. Veiðan hjá teimum var so gott sum øll hýsa. Mikudagin avreiddu triggir opnir bátar av snell- uveidu. Teir høvdu 1100, 800 og 600 pund. Rókhamar, sum i summ- ar hevur gjørt fleiri túrar undir Ísland, avreiddi 37.000 pund av toski sein- asta túrin. Rókhamar er undir Íslandi í løtuni. Teir royna við snellu. Nakrir bátar hava verið og tikið havhestaungar teir eru komnir upp í 250 um dagin. Úr Hvalba verður sagt at eini 200 tons av koli liggja á goymslu. Eftirspurningurin er lítil í løtuni. Trolbåtarnir Glyvraberg og Tummas Pauli hava åvikavist fingid 120 og sløk 100 tons burtur ur trolingini i summar. Ur Hvalba verður annars sagt, at striltið hevur ging- ist við hoyggingini. Meðan tann parturin av hoynum, sum er farin til súrhoyggj, er fingin frá hondini, er nógv eftir av tí hoynum, sum skal turkast. Menn hava roynt eftir havhestaungum og hava veitt einar 2—300 um dagin. Úr Klaksvík Borðoyarnes, sum roynir við Newfoundland, hevur roynt í góðan mánaða og hevur 190 tons inni. Línubátarnir, sum sein- astu árini hava rikið fesk- fiskaveiðu alt árið, hava pussað upp í seinastuni. Fjallshamar er byrjaður aftur og hevur avreitt 110.000 pund av fyrsta túr- inum. Teir hevdu roynt undir Feroyum og á Rock All grunninum. Klakkur er eisini liðugur at pussa upp og fór á nýggjan túr í vikuni. Polarstjørnan og Jákup B verða lidnir fyrsta dagin. Ur Fugloy Ætlanin er nú at fara undir vegagerð millum Kirkju og Hattarvík. Í vikuni var fólk frá landsverkfrødinginum í Fugloy og kannaði megu- leikarnar fyri at fáa maskin- tól upp á land á oynni. Av Kirkju verður annars sagt, at meðan allir brunn- arnir eru fyltir, er lítið ella onki turt hoyggj komið til heldar. Kirkjumenn reka við hvert útróður við tveimum opnum bátum. Í seinastu viku vóru teir triggjar dag- ar á útróðri. Besta dagin fingu triggir mans 1.000 pund. Annars lá fiskiskap- urin um 300 pund upp á snelluna verður sagt av Kirkju. Úr Sumba frættu vit hósdagin, at nógvir bátar vóru eftir nåt- ungum tann dagin. Síðani nátaveiðan byrjaði, hava sumbingar fingið nógvan náta, teir eru komnir upp í 500 á bát eftir einum degi. Sumbingar brúka allan nåt- an sjálvir. Umframt at salta og frysta gera teir eisini nógv av at hanga nátungar upp at visna. Fiskanes, Grunnabar og Steinhúsbreður hava roynt við troli á landleiðini í summar. Samlaða veiðar hjá Fiskanesi liggur um 200 tons, meðan Grunnabar hevur veitt 170 tons og Steinhúsbreður nakað minni. I fjør var samlaða veiðan hjá Grunnabar 214 tons. Barnaparkering Barnaparkering verður í KFUK í Havn 13. septemb- er frá kl. 15 —18. Bokasøla Bokasøla Oyggjaframa er opin fyrrapartin i dag kl. 9—12 í Skrivarastovu, Reynageta 28. Bokur— blað Kristiligt Ungmannablað fyri august mánaða er komið. Hetta er 8. nummar- ið higartil í ár. Barnablaðið fyri mánað- arnar juli—august er kom- ið. sosialurin Bankarnir og Nr. 45 — /. september 1974 leidslan av teimum Allarflestu borgarar i landinum hava vidurskifti vid ein banka. Sambært frågreiding Sjóvinnu- bankans til næstseinasta ársað- alfund høvdu teir 24.000 inn- lånskonti, og um Føroya Banki hevur eins nógv ella fleiri, so gevur hetta meira enn eina konto uppá fólkið. Harafturat eru helst fá húsarhald í landinum, sum ikki hava lán í einum banka. So ein kann siga, at virksemið hjá bankunum viðkemur nær sagt ollum borgarum í landinum, men hóast hetta hava allarflestu kontohavarar als onga ávirkan á, hvussu teirra banki verður rikin. Fólk hava at gjalda ta rentu, sum bankin nú einaferð ásetur, og tey fáa ta rentu, sum bankin heldur vera hóskandi, og tey flestu sláa seg til tols við hesum. Hóast rættuliga nógvir ein- staklingar hava partabrøv í bankunum, so metir lítið og einki fólk upp til ársaðalfund. Sjóvinnubankin t.d. hevur um 1300 partaeigarar, men bert 20—30 meta upp, tá aðalfundur er. Hvat orsekin til hetta er, er ikki lætt at siga. Kanska gera bankarnir ov lítið fyri at fáa fólk at meta upp, ella kanska hugsar hin meinigi partabræveigarin, at hann í verunleikanum onga ávirkan hevur, um hann skuldi mett upp. At nakað er um hetta skulu vit koma aftur til. Tað kundi ti kanska verið av almennum áhuga at fingi í lag eitt orðaskifti, hvert okkara bankaviðurskifti eru tíðarhósk- andi, og um leiðslan av teimum samsvarar við landsins áhuga- mál. Fyri einfaldsins skuld verður Sjóvinnubankin i ti fylgjandi tikin sum dømi um, hvussu ein banki í Føroyum verður styrdur í dag. Men annars er eingin prinsippiellur munur millum Føroya Banka og Sjóvinnu- bankan. Stødan hjå partaeigarunum Bankarnir verða riknir sum partafælog, eins og nógvar aðrar fyritøkur verða tað. Sjóvinnu- bankin hevur ein partapening upp á kr. 6.400.000. Av hesum eiga Føroya Fiskasela og Trygg- ingarsambandið kr. 2.133.400 ella 1/3 hver. Um 1298 ymsir partaeigarar eiga so hin seinasta triðingin. Tá atkvett verður á ársaðalfundi, atkveða umboðs- menn fiskasølunnar og trygg- ingarsambandsins við 2/3 av samlaða atkveðutalinum, og draga teir eina línu, so fáa teir einsamallir alt igjøgnum, sum teir vilja. Sum dømi um, hvussu hetta virkar kann nevnast, at tá t.d. nevndarval fer fram, fær aðalfundurin at vita, at nevndin skjýtur upp at velja ávísar menn í nevndina. Tann atkvødu- greiðsla, sum fer fram aftaná, er púra óneyðug, tí frammanundan er tað givið, at nevndin sjálv av- ger, hvor skal sita í nevndini. Hetta kemur av, at atkvøduregl- urnar eru soleiðis, at um t.d. 2 nevndarlimir skulu veljast, skulu tvey nevn skrivast upp á atkvødusedilin, og tá tveir nevndarlimir frammanundan umboða tær flestu atkvødurnar, Óli Jacobsen fiskimannafelagsformaður sum eru umboðaðar á fundinum, so er valið frammanundan givið. Samlaða talið av nevndarlimum er fýra. Harav hava fiskaselan og tryggingarsambandið hver sín. So teir sita í eini so sterkari stødu, at teir kunnu ikki verða niðurstemmaðir, afturat tí at teir sjálvir avgera, hver skal sita í nevnd saman við teimum. Hetta má tykjast at vera rættu- liga órimuligt. I verunleikanum merkir hetta, at tveir stovnar i verunleikanum mega roknast sum bankaánarar, og tað er jú ikki frammanundan givið, at tann politikkur, sum teir hava hug at reka, er tann skilabesti fyri landið sum heild. Harafturat vil hetta siga, at tey yvir 99% av partaeigarunum, sum umboða 1/3 av partapeninginum ongan møguleika hava at gera sina åvirkan galdandi, sum t.d. vid nevndarval. So tad er ikki ringt at siggja, at hesi vidurskifti elva ikki partaeigarum at møta upp. Tað sum Føroya Banki brýtur av við Sjóvinnubankan í hesum er, at í Feroya Banka er tað danski Landmandsbankin, sum eigur meirilutan av partapening- inum. Hetta er hin fyrsti órimiligleikin, ein rennur seg á, tá ein kannar hesi viðurskifti, og tað má roknast fyri at vera eitt sera rimiligt krav, at skipað verður so fyri, at allir partaeig- arar fáa meguleika fyri medá- virkan á leiðslu bankans. Nevn- ast kann, at ein av sterstu bankum Noregs, Kreditkassen, hevur ta reglu, at eingin parta- eigari, hvussu stórur hann enn er, kann á aðalfundi atkvøda við meira enn 1/2% av samlaða partapeningi bankans ella við meira enn 1/5 av teim atkvød- um, sum eru umboðaðar á fundi. Og tá er enntá í Noregi lagt fram uppskot um, at tað almenna skal eiga sterri ávirkan á leiðslu bankanna. Støda kontohavaranna Men ein kann so eisini spyrja, hvussu rimiligt tad er, at bert teir, sum eiga partabrøv i bank anum skulu verða umboðaðir i tess leiðslu. Í seinastu ársfrá- greiðing Sjóvinnubankans verð- ur sagt frá, at samlaði eginpen- ingur bankans nú var komin upp á 26,5 mill. kr., og at hesin nú var 414% av partapeninginum, t.v.s tí upprunaliga eginpening- inum. So ber til at spyrja: Hver kann kanna sær tey 314% ella um 20 mill. kr., sum bankin hevur økt sín upprunaliga egin- pening við? Sum er, eru tað partaeigararnir, sum kanna sær hendan vekstur. Men verunleik- in er jú tann, at øll tey, sum hava pening innistandandi, og tey, sum hava lænt úr bankan- um kunnu við líka góðum rætti kanna sær part av hesi øking. Ti tað eru ju kontohavararnir, sum beinleiðis hava goldið og lagt rygg til tann vinning, sum bankin hevur havt, og sum hev- ur gjørt hann feran fyri at økja um eginpeningin. Partapening- urin er jú einans 24% av saml- ada eginpeninginum, og tad eru hesi 24% ella meirilutin av teim- um, sum hava alt rædid, medan tey, sum hava lagt rygg til og gjørt bankan føran fyri at økja sin eginpening til nevndu 414% als einki hava at siga. Tað verð- ur jú meira og meira viðurkent, at ikki bert partaeigarar, men eisini tey, sum hava verið við til at skapa virðini í einum virki, skulu hava ein medábyrgd og medávirkan. Hetta er tann hugsan, sum liggur aftan fyri prátið um »økonomisk demo- krati« i Danmark. Har er eisini samtykt ein nýggj partafelags- lóg, sum gevur medarbeiðarun- um sessir í nevndunum, og hetta er út frá ti sama sjónarmiðnum. Nevnt kann eisini verða, at í Danmark er samtykt ein nýggj sparikassa- og bankalóg, har skipað verður fyri, at kundarnir fáa ávirkan á valið av umboðs- nevndunum. Eisini í Føroyum hava vit dømir um, at umboðs- menn fyri teir, sum skapa virðini eru við í nevndini hjá avvarandi virkjum. Men bankarnir hava als ikki givið sær far um henda nýggja tíðarandan, og teir halda fast um, at tað er meirilutin av partapeninginum, sum ræður. Enn kunnu teir heldur ikki noktast at hava hesa áskoðan. Hví ikki yvirtaka bankarnar? Ein kann eisini koma til ta niður- stødu, at sjálvt um minnilutin av partaeigarunum fingu ta medávirkan, sum teir áttu at havt, og sjálvt um teir, sum eru við at skapa virðisekingina sleppa upp í part, so verða tað framvegis tær somu kreftirnar, sum koma at eiga tað avgerandi orðið. So spurningurin er, um tað ikki vildi verið til besta gagn fyri samfelagið, at tað almenna yvirtekur. alt bankavirksemi. Partapeningurin í einum banka er í verunleikanum rættuliga lítil í mun til ta peninganøgd, sum hann stýrir. Partapeningurin í Sjóvinnubankanum er sum sagt kr. 6,4 mill. kr., meðan samlaða innlánið við árslok 1973 var 242 mill. kr. Tað vil siga, at tann peningur, sum stýrir ollum hin- um bert er 2,6% av ti peningi, —