Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-09-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. september 1974síða 3

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 45 — 7. september 1974 sosialurin Síða 3 Tróndur við bryggju í Havn ” hd TI FEKTNHROB. i + FT r. Skålafjardarsiglingin undir Strandferåsluna Tad almenna keypir Trond og Dugvuna fyri 2,5 milj. kr. Tað almenna skal nú yvirtaka ferðamannaskipið Tróndur, ið rekir Skálafjarðarsiglingina, og eykaskipið til hesa sigling, Dúgvan, frá Mjólkaforsýning- ini. Løgtingid gav í vikuni lands stýrinum heimild til at taka upp lán, stórt 2,5 milj. kr., til keyp av báðum skipunum. Samráðingar hava framman- undan verið millum landsstýrið og Mjólkaforsýningina um yvir- tøku av Skálafjarðarrutuni. Konsessiónstíðin hjá Mjólkafor- sýningini til hesa rutu varð úti 1. september, og segði Mjólkafor- sýningin undir samráðingunum við landsstýrið seg ikki vera sinnaða at halda fram við rutuni, um semja varð um kostnaðin fyri yvirtøku av báðum skipun- um. Landsstýrið metti, at tað er beint at yvirtaka Skálafjarðar- rutuna nú heldur enn at bíða eini tvey, try ár aftrat Undan legtingsviðgerðini í vikuni fekk málið viðgerð í figgjarnevndini, sum gav ti við- mæli 15 ár Tróndur er 15 ár. Hann varð bygdur í Noreg til ferðamanna- sigling har, og varð keyptur til Feroya í 1967 fyri umleið 2,5 milj. kr. Tróndur kallaðist tá Smela. Aðrenn Tróndur kom til Føroya. varð hann umbygdur nakað. Gott starv A flakavirkinum á Eiði er starvið sum bókhaldari og skriv- stovuleiðari leyst. Arbeiðið er sera áhugavert og sjálv- stødugt. Umsekjarar biðjast vinarliga ringja ella skriva til Jógvan Sundstein. stórt úrval i dagligstovumøblum SUNDSTEIN & ELLEFSEN statsaut. revisorar tlf. 14700 Starv sum programteknikkara- lærlingur er leyst. Umsóknir verða at senda Útvarpinum í seinasta lagi 15. september 1974. ÚTVARP FOROYA Møblasølan v/Z. Bech Yviri vid Strond, tlf. 12013 Roynd i Ishavinum Tiggju sovjetskir visinda- menn og sjåmenn eru farnir undir eina sjåldsama roynd i Ishavinum. Teir skulu reka i Barentshavinum å einum gummiflaka i um leid ein månada, og alla tidina skulu teir royna at klåra seg vid fisk, tara og regn Henda royndin er partur av meiri umfatandi roynd- um vid einum nyggjum, storum gummiflaka, sum skal kunna taka eina heila skipsmanning upp å 20 mans. Flakin hevur nogva trygdarútgerð, og hann kann brúkast í nógvum kulda. Hann vigar 30 kg og blæsir seg sjálvur upp, tá hann kemur á sjógvin. Til útgerðina hoyrir reiðskapur til innsavning og viðgerð av æti, so at tað verður etandi Realprógv á havinum Mitt úti í Kyrrahavinum sita næmingar og kýta seg til realprógv. Hetta er einki merkiligt. Tverturimóti er tad meira og meira vanligt um borð á sovjetskum skipum, at manningin brúk- ar fritidina til útbúgvingar. Vanligasta utbugvingin er at fullfora 10-åra skúlan, sum svarar nøkulunda til foroyskt realprógv, men nógvir lesa eisini verkfroði, løgfrødi og aðrar hægri lærigreinir. Henda fjarskúl- ing er sjálvsagt skipað sum brævskúli, men skúlamynd- ugleikarnir í landi senda eis- ini hóp av lærarum og próv- dómarum út til skipini, tá brúk er fyri teimum. Á stórum skipum er eisini vanligt, at stýrimenn og aðrir yvirmenn eru lærarar. Provtøkan er annaðhvort umborð ella tá skipið kemur í havn. Allir sovjetskir sjó- menn, sum lesa til prógv, fáa ein løntan eykafridag um vikuna. Hvalamjólk Sovjetski fiskivinnu- og havfrødisstovnurin hevur júst endað vittfevnandi granskingar av hvalinum í Kyrrahavinum. Teir hava millum annað eygleitt av- gustar og sæð honhvalir við hvølpum. Hvølparnir súgva i eitt heilt år, og eftir hesari tid verda teir 6—7 metrar langir Hvalamjolk er virdismik- il. Hon inniheldur 30 —58“ av feitti, og tað er nógv meira enn hjá súgdýrum uppi á landi. Hvalamjólkin inniheldur eisini nógv eggjahvitaevni, kalcium og fosfor. Hesi evni gera, at hvølpurin veksur ikki dag um dag men tima um tima. Roysningurin afturkomin Eftir meir enn hålva øld er roysningurin nu aftur at Stubbar ur USSR siggja vid Kamtjatka-hålv- oynna i sovjetska fjar- eystri. Flokkar upp å 100 og 500 roysningar eru sæddir å nordurstrondini. Roysningurin rymdi av hesum leidum tidliga i hes ari øldini av teirri orsøk, at russiskir og utlendskir veid imenn vóru so grovir og grammir. Sovjetvaldið sett óavmarkað forboð móti roysningaveiði, og tað hevur nú borið frukt »Moskvitj« uttan bensin Ein bilur av slagnum »Moskvitj-408« koyrir í hesum degum runt í Lenin grad, men hann hevur ongan bensintanga. Bilurin gongur við elektrisiteti Hann fær streym frá ein um luft-magnesium-battarii upp á 12 kW. Battaríið er triggjar ferðir orkumiklari enn vanligur akkumulat- orur Fiskaaling í Sovjetsamveldinum Sovjetskir fiskifrødingar eru farnir undir kanningar av eystursibirsku ánni Segja. Hár er ætlanin at gera ein stóran hyl í sambandi við el-verk upp á 1,5 mill. kW. Hylurin verður næstan sum eitt hav til staddar Stersta dýpið verður 90 metrar, og strondin verður 1700 km long. Ein fiska- alistød skal seta 50 milliónir av yngli út í hylin um árið, og tann fiskaøking, sum av hesum fæst, væntast at fara at geva 1000 ella 1500 tons av besta laksi um árið. Ungur handilsfloti Sovjetski handilsflotin er nú næstan 14,3 milliónir tons til staddar, sigur sjó- vinnuráðharrin Gusjenko bløðunum. Flotin flytir 0.u. 190 milliónir tons av farmi um árið. Skipini komu i fjør í meir enn 100 havnir í 109 londum. Mesti parturin av flotan- um er undir 10 ár til aldurs. Skipini eru bygd á sovjetsk- um og útlendskum skipa- smiðjum, t.e. helst í oðrum Comecon-londum sum Po- land og DDR Ráðharrin nevndi serliga motorskipini í Pusjkin- klassanum, sum eru bygd í DDR. Sovjetsamveldið hevur 100.000 km langa strond, og ti er tað rimiligt við stór- um handilsflota. Flotin rek ir nú um leið 50 regluligar rutur. Fiskiskip til Bangladesh Sovjetsamveldið hevur giv ið Bangladesh 10 fiskiskip. Hetta er partur av arbeiðn- um við at byggja upp fiski- vinnu í hesum tilafturs komna landi, sum áður ongan fiskiskap hevur havt )