Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-09-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. september 1974síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin . - .5pSialurin telefon 11820, box 76, 3800 Térshavn Utgevari: Feruvu Javnaðarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen, telefon 5 5873 (við ábyrgd) Johnsigurd Johannesen, telefon 132 42 Prent: Prentsmidjan å Heygsbreyt Reidarapolitikkur AT GRYTA UT skattaborgarans pening til føroyska »reidaravaldid« tykist nú vera fremsta og nærsagt einasta endamál tjóðveldisfloksins. SUM TÍÐIN LÍÐUR, gerst hesin politikkur floksins alt meira og meira grefligur. Líta vit aftur um bak fyri at hyggja eftir avreksverkum tjóðveldisfloksins upp gjøgnum árini, so finna vit ikki bert eitt, men fleiri »brøgd« á hesi leið, sum hava til endamáls at hjálpa og lívga um hitt foroyska »reidaravaldid«. HITT FYRSTA »bragdid« á hesi leið, var tå flokkurin eftir seinna heimsbardaga, saman við ollum hinum afturhaldsflokkunum á tingi, varð við til at avtaka landshandilin. Tá var bert talan um ein flokk, ið vildi verja áhugamál fólksins móti »eirindaleysu eyðræning solu — spekulanta«, og var tað javnaðarflokkurin. ANNAÐ »BRAGDID« á hesi somu leið, var tá sjálvur floksformadurin, sum fiskimanna- felagsformaður í 1953 gav »reidaravaldinum« framúr góðar semdir við hinum viðgitna bruttosáttmála sínum, ið kostaði føroyska fiskimanninum í dýran dóm. SÍÐANI ER AT minnast, at meðan sami flokkur sat í landsstýrinum, hár hann m.a. hevði um hendi umsitingina av figgjarmálum landsins, varð loyvt hesum sama »reidara- valdi«, umframt vanligar avskrivingar, eisini at eykaavskriva upp í 70 pst. AVSKRIVINGAR, SUM í verunleikanum týða eina útseting av skatti, er nú ikki nóg mikið. Nú er tjóðveldisflokkurin heitur tals- maður fyri, at allar avskrivingar verða avtiknar, og at »reidaravaldid« í staðin fær studning, bæði til bygging og til rakstur. VIÐ ØDRUM ORÐUM vil tjóðveldisflokkurin nú, at skattaborgarans peningur skal latast foroyska til gávus. Teir skulu fyrst fáa studning til byggingina, síðani til raksturin — og um raksturin ikki fæst at bera seg, so meir studning úr skattaborgarans lummum. »reidaravaldinum« HETTA MÅ KALLAST eydræning og tad vid lit. TÅ FORMAÐUR tjóðveldisfloksins umrøduni av løgmansrøduni fekk mangt av hesum, segði hann bert : Øll tey álop, sum gjørd eru á meg, sum legtingsmaður, blaðstjóri, fólkatingsmaður, fyrrverandi fiskimannafel- agsformaður, fyrrverandi landsstýrismaður og fyrrverandi limur í Norðurlandaráðnum — tey undir lati eg fara. OG TAÐ SKILJA vit so ógvuliga væl. dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: Torkil Beder í Getu, alt- argongd, J. Follend á Glyvrum, altargongd, K. O. Viderø í Hvalba kl. 12 og kl. 18 í Sandvík, J. Weihe í Kaldbak, altargongd, P. M. Rasmussen í Klaksvík, N. P. Danielsen í Oyndar- firði, altargongd, Høgni Poulsen i Gåsadali kl. 12 og kl. 19 i Bø. Brúdleyp Í dag giftast í Stranda kirkju í Noreg Sanna Poul- sen, Sandur, og Åge Kjøl- ås, Stranda. Adr.: 6200 Noreg. Í dag giftast í Christians- kirkjuni í Klaksvík frisør- inna Minna á Hædd, Klaks- vík, og politimaður John Johannesen, Sandur. Stranda, KFUK, Tórshavn Mánakveldið kl. 19: Vit arbeiða til basar (bókin Hittebarnet). Kl. 20: Ung- gentudeildin: Vit binda. Mánadagin kl. 16—17: Spælistova. Týsdagin kl. 16: Sam- koman hjá teimum eldru: Ein bygdasøga v/Signu Arge Magnussen, hús- móðir. KFUM, Tórshavn Mánakveldið kl. 20: mannadeildin. Ung- Bokasøla Bokasøla Oyggjaframa er opin i dag fyrrapartin frå kl. 9—12 í Skrivarastovu, Reynageta 28. REIÐARAVIRKI HEILSØLA Kolonial á útgerð HERMETIKK TIMBURHANDIL KLÆDNABUÐ SLEIPISTØD SHELL-AVGREIDSLA Deildir SKALA SKIPASMIÐJA á HANDILSVIRKI, SKALA Skipasmið Handil Turkivirki HANDELSHUSET PESCADERO A-S Strandgade 25A København K Tif (01)297300 - Telex 15290 Partafelagið J.F.Kjølbro 3870 Klaksvik Telefon 55489 Telegramadressa: Kjølbro Klaksvik Føroyar Telex 81220 Nr. 47 — 14. september 1974 Villeidandi tidindaburdur i útvarpinum Fyri umleið tveimum vikum síðani visti danska útvarpið at siga, at sambært veljarakann- ing, ið gjørd var beint tá, hevdi javnaðarflokkurin stóra fram- gongd í mun til fólkatingsvalið í december 1973. Okkum kunnugt bar Útvarp Føroya ongatid tidindini um hesa veljarakanning. Hvi? Men seinasta sunnudag visti Útvarp Føroya um nýggja veljarakanning. Har varð sagt, at javnaðarflokkurin hevði aft- urgongd, men onki orð um, hvat henda afturgongd varð sammett við. Tá útvarpið málber seg so- leiðis, fáa fólk ta fatan, at talan er um afturgongd í mun til úrslitið av seinasta fólkatings- vali. Úrslitið av veljarakanningini var nevniliga tað, at sammett við næstseinastu veljarakann- ing, hevði javnaðarflokkurin aft- urgongd, men sammett við úr- slitið av seinasta fólkatingsvali var talan um rættuliga stóra framgongd. Seinasta mikukvøld hevði Ut- varpið tíðindi frá politisku sam- ráðingunum í Danmark. Í hesum sambandi varð sagt, at javnað- arflokkurin vildi onga semju. Hetta var eisini skeivt og vil- leidanid. Sum all fólk vita, eisini gjøgnum útvarpið, so hevur danski javnaðarflokkurin roynt semju, men nakað annað er, at flokkurin ikki var sinnaður at slaka meira yvir fyri stjórnini. Uttan mun til um hetta er av gáloysni, ella um onnur orsek er til hetta, so megu slíkar villur ikki fyrikoma í tíðindasending- um útvarpsins. Besta vápnið hjá yvirstættini Í oddagreinini seinasta leygar- dag, vidgjørdu vit tað, sum ein sambandsmaður fyri stuttum segði við 14. september um, at allir flokkar millum sambands- flokkin og tjóðveldisflokkin bert eru fjas. Ætlan okkara var ikki at gera meira við hetta mál, men undir umrøduni av løgmansrøduni var tað ein av tjóðveldismonnunum, sum eisini tók undir við hesum orðum. Hetta fekk okkum at gera hesar viðmerkingar. Vit megu mangan ásanna, at foroyska verkamannafjøldin er komin rættuliga stutt åleidis vid krøvum sinum sammett vid tær sømdir, sum verkamannafjøldin i fleiri av okkara grannalondum hevur vunnið. Og her er bert ein orsek. Tað er tjóðskaparstríðið. Toganin millum samband og loysing. Hetta er í verunleikanum besta vápnið hjá yvirstættini. Tað, sum er umráðandi hjá hesi yvirstætt, er at fáa verka- mannafjøldina at hugsa um annað enn lønarkrøv, bankamál, landshandilsmál, skattamál, sosialmál, spurningin um ávirk- an á arbeiðsplássinum og í sam- felagnum o.s.fr. Eisini ræður um at fáa verkafólkið at hugsa um annað enn at skipa seg í sterkar felagsskapir fyri tann vegin at verja áhugamál síni. Besta vápnið til tess at kroysta orðaskiftið um hesi lívs- áhugamál fólksins í bakgrund- ina er at tosa um samband og loysing. At gera spurningin um sam- band ella loysing til tann primera spurningin, At fáa fólk at velja millum samband og loysing, heldur enn at velja millum vinstra og hagrapolitikk. Og soleiðis er t'óðveldismað- urin, annaðhvort við vilja ella ikki, eins gott vápn hjá yvir- stættini, sum sambandsmaðurin er tað. alt tilfar til Tlf. 1 1071 . Tórshavn Vit hava altíð á goymslu blikksmíð sanitet hitaverk ventilatión Verður sent um alt landið