leygardagur 14. september 1974síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 3
Figgjarnevndin
29. juni 1972 kunnger løgmadur
løgtingslog nr. 45 um føroysku
kommunurnar. Hesa lóg hevði
løgtingid stutt frammanundan
samtykt, og tað, løgtingid eisini
hevði gjørt — undan samtyktini
— var at broyta eitt uppskot til
hesa somu lóg.
Í nevnda uppskoti var millum
annað sagt:
1) at býráðsformaðurin skal vera
figgjarnevndarformadur,
2)at nyval av formanni, næst-
formanni og nevndum ikki
kundi fara fram i 4 åra starvs-
tíð byrådsins, og
3) at samsyning til formenn i
nevndum skuldi góðkennast
av landsstýrinum.
Alt hetta vrakaði løgtingid
sjálvt.
Sitandi = meirilutasamgonga
býráðsins skipaði seg tí eftir
galdandi lóg frá 29. juni 1972 —
samtykt av løgtingi og kunn-
gjørd av løgmanni — Hendan
lóg segði millum annað:
l)at býráðsformaðurin skuldi
vera limur í figgjarnevndini,
men lógin sigur einki um, at
hann skal vera formaður í
nevndini.
2) at val av formanni og næstfor-
manni kann fara fram í starvs-
tid byrådsins, og
3) at samsyning til nevndarfor-
menn kann verða latin.
Einki stóð um, at landsstýrið
skal góðkenna hetta.
Nú hevur legtingið broytt
lógina so, at hon er í tráð við
upprunaliga uppskotið — tað
uppskotið, sum legtingið sjálvt
vrakaði — og val av formanni,
næstformonnum og nevndum
kunnu tí samb. lógina, so sum
hon nú er, ikki fara fram fyrr enn
eftir valið 1976. Nevndirnar eru
valdar fyri 4 ár, og hava tær
skipað seg, eisini fíggjarnevnd-
in.
Hvar er kommunala sjálvstyr-
ið, nú legtingið »på given foran-
ledning« broytir lógina mitt i
einum 4 ára býráðsskeiði og
gevur býráðnum boð um at
skipa seg av nýggjum, og hetta
hevur legtingið gjørt uttan so
mikið sum at ráðfora seg við bý-
ráðið ella spyrja um hugsan tess.
Hvat er tað, løgtingid vil, og
hví vil tað hetta beint nú???
Fyrst umstoytir logtingið eitt
lógaruppskot og samtykkir eina
lóg og fær býráðið at skpa seg
samb. hesa lóg — og so — heilt
stutta tíð seinni broytir tingið
lógina, so at hon mest sum fylgir
uppskotinum, sum tingið vrak-
aði, hvi???
Petur Christiansen
k kk
Føroysku frimerkini
Nú hevur postmaðurin í Vest-
manna fingið so ilt av at frí-
merkini gerast foroysk, at ein
má siga, at honum er synd í!
Menn meina at danir vilja
koma at selja eina rúgvu av hes-
um merkjum, hvat eisini er rætt,
men hetta mátti verið at fegnast
yvir, tí hvert einasta merki er
ein reklama fyri Feroya land, og
koma tey at geva pengar, so
fáast danir eisini til at samsýna
okkum fyri tað á sama máta,
sum teir gjalda okkum fyri
pengaseðlaútgávuna, bara ein
stakmaður sum Atli Dam tekur
sær av hesum.
Nei, ístaðin fyri at tvætla um
at yvirtaka postverkið, áttu
menn at freast yvir at vit ikki
hava.reinar foroyskar pengaseðl-
ar i dag — ein >Erlendsseðila
hevði ikki verið 0,1 oyra verdur í
dag — enn er tó tann ísiendska
krónan 5 oyru verd.
Javnaðarmaður
kk
Fremur Torshavnar
Byråd logarbrot?
Nú siggi eg, at Børge Persson,
byrådslimur er farin i blødini
viðv. legtingslóg nr. 35 frá 26.
apríl 1974.
Fyrst ein sær yvirskriftina,
bítu ein merki í eitt spurnartekin
í hesari yvirskrift, og fær hetta
meg at hugsa, at Berge ikki er
TtTRA|RAAA—11AKA—||—————
Vidareidi
Hotel NORD
Telefon 5 1061
Gott starv
A flakavirkinum á Eiði er starvið sum bókhaldari og skriv-
stovuleiðari leyst. Arbeiðið er sera áhugavert og sjálv-
stødugt.
Umsøkjarar biðjast vinarliga ringja ella skriva til Jógvan
Sundstein.
SUNDSTEIN á ELLEFSEN
statsaut. revisorar
tlf. 14700
<DE
heilt vísur í, at nakað lógarbrot
er.
Annars vísi eg til aðra grein,
eg havi í bløðunum.
Nevnda lóg nr. 35 hevur bert 2
greinir, har hin seinna sigur, at
nevnda lóg kemur í gildi beinan
vegin.
Børge sigur, at á fíggjar-
nevndarfundi 31. mai spurdi
minnilutin, nær formannsskifti
fór at fara fram, men fekk at
vita, at býráðið hevði sent
landsstýrinum mótmælisskriv,
og at teir gjørdu einki, fyrr enn
teir høvdu fingið svar frá lands-
stýrinum.
Hetta er partvís rætt, bert
tað, at ikki var tað býráðið, sum
hevur sent landsstýrinum mót.-
mæli, men býráðsformaðurin
skrivaði 30. mai 1974 til lands-
stýrið og segði frá, hvussu hann
meinti, lógin kom at virka upp á
sitandi býráð, tí lógin var ikki
lýst at hava afturvirkandi
karakter.
Svarið upp á skriv býráðsfor-
mannsins kom ógvuliga seint og
hevði helst ongatíð komið, um
ikki onkur — kanska onkur úr
minnilutanum í býráðnum —
hevði kroyst á.
15. august — tveir og ein
Nr. 47 — 14. september 1974
hálvan mánað seinni — kom
skriv frá landsstýrinum. Inni-
haldið í skrivinum hevur Børge
sett í blaðið, so tað skal eg ikki
taka uppaftur her. Bert skal eg
viðmerkja, at har tað stendur $
3, $ 4 og $$ 1 og 2, skal standa 3.
petti í $ 1, 4. petti í $ 1 og 1. og
2. petti i $ 1.
Hetta skriv landsstýrisins
verður vidgjørt eins og oll skriv,
og er beint í figgjarnevndina til
ummælis. Tá landsstýrið bíðaði
tveir og ein hálvan mánaða at
svara upp á býráðsformannsins
skriv, haldi eg ikki, at nakrir
dagar til ella frá kunnu vera so
avgerandi.
Sum Berge skrivar, var eg
staddur í Danmerk og fái tí ikki
svara fyrr enn nú upp á greinina
frá Berga.
Býráðið hevur eftir minari
hugsan skipað seg eftir galdandi
lóg, og hevur einki ólógligt gjørt
við tað. Hetta veit løgtingid og
hetta veit landsstýrið, og tey
vita eisini, at býráðið vil halda
seg til lógina, so títt og knapt,
hon kann fáa virkan fyri
býráðið.
Hetta veit Berge Persson
eisini, men Elieser Arge, Kjart-
an Mohr og hann hava kanska
ikki frægari at taka sær til enn
at øsa seg upp um hetta
pinkumálið. Teir um tað.
Sum sagt frammanfyri, kom
skriv landsstýisins ógvuliga
seint, og eg vóni, at tað ikki er
komið bert orsakað av, at onkur
býráðslimur hevur strongt á.
Petur Christiansen
k*x*
Okkurt veit »14.«
Nú ein dagin undraði »l4« seg
yvir, at Sosialurin varð prentað-
ur á Dimmalætting, meðan
Tingakrossur varð prentaður á
Sosialinum.
Hetta kann sigast — men tað
mátti verið eitt sindur logið
eisini, at tann sera politiski
Finnbogi Isaksen letur Dimma-
lætting prenta tað „ópolitiskaa
Tiðindablaðið.
Hetta blaðið, ið roynir at
smoyggja seg inn um hverja
gátt í Føroyum, undir »épolit-
iskari< skikkju, man nokk fara
at vísa seg ikki at vera so ópolit-
iskt entå, ein so gitin maður sum
sjálvur Hitler gjordi eisini fak-
feløgini í Tysklandi >ópolitiska,
men tey vóru praktisk politisk
við lít undir hansara hondum.
Áðrenn valið er úr garði, man
Tíðindablaðið hjá Finboga fara
at kasta hamin, man fara at vísa
seg at vera ein >14< upp á ein
annan máta.
Javnaðarmaður
TA—ÞTRARAF—Í—ÝKn—Th—LUAA||—
Hugo Johannesen til áminningar
Hósdagin 29. august doyði
Hugo Johannesen av vanlukku í
Skagen bert 43 ára gamal. Hugo
var úr Leirvík og sonur Oluffu
og Kristian Johannesen á Bakka.
Hugo fór sum mangur annar
burt 15 ára gamal til skips við
»Skålanes«. Hann var ein sera
ágrýtin og nærlagdur unglingi,
so hann kom skjótt at gerast
maður ímillum menn.
Hann hevur mest starvast á
sjónum, men í nekur ár hevur
hann havt lastbilar, men í vár
slapp hann sær av við teir og fór
aftur á sjógvin, og nú seinast
var hann motorpassari á >Norð-
heim« nú bað vóru eftir honum.
Hugo hevði lætt við at finna
vinir og hann var lættur av lyndi.
Hann heyði evni til at syngja og
spæla. Hansara redd verður
seint gloymd. Táið jarðarferðir
vóru, var hann altíð ein av
sangarunum. Í sangkórinum var
hann eisini við.
Komst tú á gátt hjá honum,
so kundi hann seta seg við orglið
ella við harmonikuni, sum hann
hevði gott tak á. Altíð glaður og
skammaðist ikki við at syngja út
sína gleði yvir lívið og tekk til
Harran fyri tað honum varð
unt.
Hugo giftist við Fanny dóttur
Mariu og Johan Jacob Jacobsen
í Leirvík. Tey fingu 4 detur.
Heimið hevur altíð verið hugna-
ligt at komi í og hettar hevur
Fanny sterstu æruna av, sum
helt tað væl og prýðiligt.
Hugo var álitismaður, hann
sat 4 ár í sóknarstýrinum, og til
seinasta legtingsval var hann
valevni hjá javnaðarflokkinum.
Hann var ongantíð bangin fyri
at siga sína hugsan heldur ikki
tá tað var í fólkarúgvu.
Vit bera samkenslu við tykk-
um, sum hava mist, við konu og
børnum og vit biða um, at
Harrin má styrkja tykkum í hesi
stóru sorg.
Friður veri við minninum.
Vinur
Hóskvoldið 29. august komu tey
sorgarboð úr Skagen, at Hugo
Johannesen úr Leirvík var deyð-
ur. Hann var komin hagar sama
dag við skipi og hevði verið í
landi og tosað við konu og bern,
og stóð tá alt væl til. Tað var tí
so heilt óvart bert nakrar tímar
seinri at fáa hesi sorgarboð.
Hugo fór, eins og so mangur
av javnlíkum hansara, til skips,
tá hann var 14 ár, og var
skipsmaður burturav í mong ár,
men seinri árini hevur hann
arbeitt á landi við at koyrt
lastbil, men altíð av og á
alíkavæl verið til skips ella
rógvið út. Nú arbeiðið við
havnagerðina í Leirvík var av,
seldi hann bilin, og tá ' honum
var boðið at verða maskinmeist-
ari við Norðheim, tók hann av og
fór aftur til skips. Henda túrin
for hann heimanifrå 17. august,
og kom hetta at verða hansara
seinasta ferð
Hugo var álítandi og sam
vitskufullur í ollum arbeiði sín-
um, hann hevði eitt lætt og ljóst
lyndi, og annaðhvert tú hitti
hann á veg til arbeiðis tíðliga á
morgni ella frá arbeiði seint á
kveldi, so var hann í góðum lag.
Hann fór altíð glaður til verka,
gleddi seg yvir lívið, arbeiðið og
heimid, og evnaði at geva oðrum
lut í hesum ríku gávum. Slík fólk
hava lætt við at vinna sær vinir,
og vinir hevði Hugo nógvar, í
vinalag virkaði hann so smitt-
andi við sínum ljósa og lætta
lyndi.
Men dagar hansara blivu so
fáir, bert 43 år, og livsfjørdur
hansara var rógvin. Eftir sita
kona og 4 bern við sorgini og
sakninum, men eisini við ollum
teim góðu og ríku minnum um
ein góðan mann og pápa. Vit
hava samkenslu við teimum og
ødrum avvarandi og ynskja
Guds frið yvir minni hansara
J. Fr. Øregaard