leygardagur 14. september 1974síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 47 — 14. september 1974
smátiðindi
innanoyggja
Úr Fuglafirði
Í seinastu viku landaði Ol-
avur Halgi 80 tons av fesk-
fiski í Runavík. Ein partur
av veiðuni kom til Fugla-
fjarðar.
Annars frætta vit úr
Fuglafirði, at ongin heima-
fiskiskapur hevur verið,
síðani trolbátarnir hildu
uppat. Fleiri teirra fingu
væl burturúr verður sagt.
Fuglfirðingar hava gjørt
nógv við nátaveiðuna í ár
og hava fingið nógvan náta
verður at enda sagt úr
Fuglafirði.
Av Tvøroyri
Tað er framvegis nógvur
smábátaútróður við snellu.
Fiskiskapurin hevur verið
rættuliga góður, teir hava
ligið úr 500 pundum og
meira upp á snelluna nú í
longri tíð. Talið av smábát-
um, sum reka útróður við
snellu, er eini 20—30. Teir
egna snellurnar við kúvingi,
sum verður veiddur á fjøråd-
inum við glúpum.
A idnadarøkinum gongur
framá, frættist av Tver-
oyri. Suðuroyar Stoypi-
virki, sum heldur til inni í
Trongisvági, hevur viðkað
um framleiðsluna. Virkið
hevur fyri stuttum fingið
nýggjar maskinur, m.a.
eina sum ger byggnings-
steinar í trimum ymiskum
støddum. Umframt fram-
leiðir virkið eisini rør, flisar,
tangar og annað.
Poul Eli Bærentsen hev
ur viðkað um rer-, sanitets-
og innstalatervirki sitt.
Hann hevur í umbúna at
framleiða radiatorar.
Eisini frættist, at Jákup
Mortensen & Sen, sum
hava útbygt, hava ætlanir
um ein hvenn idnad innan
plastframleiðslu.
Tilboðini verða upplatin
A
Av Sandi
frætta vit, at javnaðar-
flokkurin gjørdi uppstill-
ingina til løgtingsvalid lidna
sunnukveldið. Stillað er
upp í nummarreð, og eru
valevnini hesi: Tórolvur
Mohr Olsen, løgtingsmad-
ur, Sandur, Jógvan Adolf
Johannesen, lærari, Skop-
un, Axel Skoubo, lærari,
Sandur og Leif W. Morten-
sen, skrivstovumaður, Skál-
avík.
Annars verður sagt av
Sandi, at menn hava verið
tey fyrstu fjøllini og lata
væl at skurðinum. Mána-
dagin vóru heimasands-
menn í fimm hagapørtum
og sama dag vóru skálvík-
ingar í tveimum haga-
pørtum.
Hoyterrin hevur verið
sera vánaligur, verður at
enda sagt av Sandi.
Úr Havn
Mikudagin vórðu tilboðini
upp á byggingina av Speci-
alskúlanum opnað. Inn-
komin eru seks tilboð —
tvey úr Feroyum og fýra úr
Danmørk.
Lægsta tilbodid, sum var
frå byggifelagnum Danberg
& Sørensen, var upp å 7
mill. '280 tús. kr. Hini til-
boðini vóru: Conta 7 mill.
285 tús. kr., byggifelagið
Kanjon 7 mill. 880 tús. kr.,
Asmussen á Weber 8 mill.
277 tús. kr., Kamnæs 8
mill. 662 tús. kr. og Hirth á
Juul Hansen 10 mill. 930
tús. kr.
Eitt sjeynda tilboð frá
Julius Nielsen &
Valby, sum sigst vera sent
úr Danmørk 7. september,
var ikki komið.
Tilboðini verða nú mett
og um fáar dagar verður
stoða tikin til, hver skal
gera arbeiðið. Upplýst varð,
at samráðingar væntandi
døgunum 18—20
son ]
verda i
september, millum tad av
byggifeløgunum, sum ætl-
ast at fåa arbeidid, og styrid
fyri skulan, sum ger sått-
måla
Hin gloymdi
vinnuvegurin
Leingi hevur verid tosad um, at
tað ræður um hjá okkum at fáa
sett á stovn nýggjar vinnu-
greinir. Ein av orsøkunum til
ynskið um eina meira fjølbroytta
vinnu er, at fiskivinnan kann
verða fyri bakkestum. Fiski-
skapurin kann miseydnast, men
tað, sum í løtuni hóttir mest, er
avmarkingar í veiðunegdini, og
serliga er vert at hava í huga, at
eitt vítt búskaparligt eki ella
fiskimark aðrastaðni kann gera,
at veiða okkara minkar við meira
enn helminginum.
Nær sagt hvert nýtt tiltak,
sum hevur eitt sindur við ídnað
og handverk at gera, verður
stuðlað av tí almenna. Um tað er
ein samfelagsuppgáva at stuðla
hverjum einasta av hesum til-
tokum, er ein annar spurningur.
Vit hava so í hvussu so er rætt
at vóna, at úrslitið verður ein
meira fjølbroytt vinna.
Men tá talað verður um vinnu-
greinir, sum einki hava við fisk
at gera, er tað sum um eingin
hugsar um elstu vinnugrein okk-
ara, landbúnaðin, sum ein
meguleika.
Tað ber kanska ikki til í dag at
siga »ull er Føroya gull«, men
herfrå og til als ikki at rokna
landbúnaðin upp i part, er eitt
langt lop, ov langt, tykist mær.
Tað er líkt til, at eingin roknar
við hesi vinnugrein sum einum
týðandi tátti í samfelagshúsar-
haldinum. Dyrkaður bøur fer til
byggigrundir og lendi undir veg,
men lítið og einki verður sagt
um, at tað, sum verður tikið, má
dyrkast aðrastaðni.
Um hetta sigur onkur, at tað
lítla sindrið av jarðabrúki, sum
vit hava, skal ikki vera í vegin
fyri, at fólk fáa tak yvir hevdið,
og at samferðslan verður út-
bygd. Jú, sjálvsagt mugu vit
sleppa at byggja hús, og gera
vegir; men hví tosar eingin um at
gera byggiætlanir, sum spara
tað, sum er dyrkað, ella hví
tosar eingin um at vidka um
dyrkaða lendið?
Mangan hoyrist, at føroysku
øndurnir ikki eru nóg dugna-
igir, at teir misrøkja garðarnar,
og í heila tikið er tað ógvuliga
vanligt imillum tey, sum einki
1ava við landbúnað at gera, at
merkja ein nokk so stóran illvilja
ímóti bóndastættini, um tað nú
yer til at nýta hetta orðið.
Tað kann væl vera, at minni
dugnaligir bøndur finnast,
ódugnafólk finnist væl innan
fyri allar vinnugreinir; men so
sanniliga eru nógvir dugna-
hendur. Og eitt er vist, at tað
skal nógv knoss til fyri at fáa
eina rímuliga årtøku av einum
vanligum garði. Tað man ikki
vera so sjáldan, ein bóndi fær
kug at blaka alt frá sær og fáa
sær eitt annað livibreyð. Betri
verður tað sjálvsagt ikki, tå
hann afturat hesum skal kenna
seg illkendan. Eg hugsi, at eitt
sindur av viðurkenning hevði
hjálpt væl. Tað er ikki endiliga
figgjarligur stuðul, sum tørvar,
stuðul kann eisini
ødrum enn peningi.
Tað, sum ræður
landbúnaðurin
veitast í
um, er, at
gerst ein meira
lønandi vinna, og her kann land-
búnaðarmaðurin sjálvur gera
nógv. Hann kann m.a. kanna,
um tað, hann framleiðir, er tað,
sum har á staðnum gevur mest
Kári D. Petersen,
landsstýrisfulltrúi
av sær, ella um hann heldur
skuldi lagt um til aðra fram-
leiðslu. Valmeguleikarnir eru
ikki nógvir hjá okkum, men
nakrir møguleikar eru. Hetta er
kanska torført arbeiði hjá ti ein-
staka, men í felag skuldi kunna
borið til. Og tá talan er um at
arbeiða í felag, kemst ikki uttan-
um, at ov lítið verður gjørt av
hesum. Eg hugsi um t.d. felags
solu, felags keyp, felags fjós
0.S.V.
Her var talan um bøndur, sum
sita við einum vanligum garði.
Men ein stórur partur av jørdini
er pettaður so smátt sundur, at
tað ikki loysir seg at gera nakað
við hesa jørdina. Og fyri at gera
ilt verri, er ein stórur partur av
hesi jørt í hondunum á avbygda-
fólki.
Hesi viðurskifti eiga at kunna
fáast í rættlag við eini nýggjari
jarðalóggávu, sum miðar ímóti,
at øll jorð kemur fólkinum á
staðnum tilgóðar, og at saman-
leggingar fara fram, so vit fáa
hóskandi stór brúk. Hvussu
henda lóggáva skal skipast, er
so ein spurningur, sum menn
kunnu hava ymsar meiningar
um, men meguleikar eru, um
bert viljin er til tess.
Tá talan er um stuðul til idn-
aðin, verður eisini hugsað um at
skapa vinnumeguleikar á bygd
fyri at gera tað liviligt har. Eg
haldi, tað liggur ógvuliga nær at
hugsa sær landbúnað sum hev-
uðsvinnuveg í smæstu bygdun-
um.
Nú á degum verður talað so
nógv um náttúruríkidomi og at
gera nýtslu av hesum rikidømi.
Áttu vit ikki nú at kannað á
hvønn hátt, vit fáa sum mest
burtur úr jerðini?
Eg viðgangi, at eg havi við-
gjørt henda spurningin ógvuliga
lætt, men tað var ikki ætlanin at
spæla vísmaður í landbúnaðar-
málum. Helt bara, eg skuldi
skriva um okkurt annað enn før-
oyska skúla, avskriving og tað,
sum annars stendur í blødunum,
stutt sagt um nakað, sum tykist
at hava lítlan áhuga.
Kári D. Petersen
I panelinum eru
Jógvan Arge
Hilmar Bech
Jóannes Dalsgaard Óli Jacobsen
Sigrid Dalsgaard
Atli Dam
Signar Dam
Birgir Danielsen
Hans Holm
Kjartan Hoydal
Finnbogi Isaksen
OR
Hedin Klein
Andrew Isheim
Bárður Jacobsen
Steinbjørn B. Jacobsen
Hans Jørgensen
Jacob Lindenskov
Sverre Midjord
Johan Mortensen
Johan Hot Mortensen
Kristjan å Neystabø
André Niciasen
Johan Nielsen
Kåri D. Petersen
Marita Petersen
Sigmund Poulsen
Axel Skoubo
John Smith
Vegaformadur søkist
Til vegarbeidi nær vid Torshavn søkja vit raskan formann.
Landsverkfrødingurin
LYSING
VIDVIKJANDI FLUTNINGI
AV LIVANDI SEYDI
Til tey sum í heyst skulu senda seyð vid skipum okkara, vilja
vit leggja eina við at nýta hesa mannagongd:
Seyðurin verður væl merktur til móttakara, spjaldrið skal
vera undir bringuni, og ikki millum hornini, tá tey eru nógv
útsett fyri at brotna, plastikk koyrast um spjaldrið, soleiðis at
navnið altíð er væl lesandi, og ikki kámast burtur, tá váttligt
er í veðrinum.
Á farmabrævið skal eisini viðmerkjast seyðaslag,
sum t.
d. hvítt veðurlamb ella gimburlamb, høvudsvart 0. s. v.
Sendaranum verður álagt at boða viðkomandi móttakara
frá, at hesin fær seyð við skipum okkara.
Strandfaraskip Landsins