leygardagur 14. september 1974síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 47 — 14. september 1974
sosialurin
— Tað er í Eysturoynni, at tey sterstu arbeiðini munnu
vera framd hesa setuna, sigur legmaður
ætlanin er beint nú at fara undir
vegagerðina ímillum Funning og
Funningsbotn.
Asfalteringsarbeiðið í Eystur-
oynni hevur verið stórt, og fram-
vegis verður asfalterað munandi
har. Kann nevna, at í heyst
verður nakað asfalterað við
Gjógv, nakað í Funningi og
nakað á sjálvum Gjáarvegnum í
erva.
Í Norðoyggjum er nokk tað
mest týðandi arbeiði, sum er lið-
ugt, fergulegan í Klaksvík, men
stersta arbeiði er annars sam-
bandið um Hvannasund og tær
vegagerðir, ið standa í samband
við hesa sambinding, eitt nú
vegurin millum Hvannasund og
Viðareiði, og vegurin skal leggj-
ast oman fyri Norðdepli frá sam-
Klaksvík. A Kallsoynni er framd
eftir viðurskiftunum munandi
bygging frá Húsum og norður-
eftir, og ímillum Kirkju og Hatt-
arvík verður nú byrjað, soleiðis
at tað í hvussu so er kann gerast
koyrand ímillum hesar báðar
bygdir um få ár.
Nýggj arbeiðir
Upp á spurningin hverjar ætlan-
ir hesar nevndu 70 mill. kr.
fevna um í komandi fíggjarári
svarar Atli:
At landsstýrið umframt at
tryggja framhald av asfalter-
ingum um alt landi-, og fram-
hald av fleiri av teimum arbeið-
um, sum nú eru í gerð og sum
ikki eru liðug, ætlar at seta nøk-
andi ári og summi teirra longu í
hesum ári.
Nevnd eru longu vegagerðirn-
ar millum Funning og Funnings-
botn, bergholið igjøgnum Leyn-
arklyvar, vegagerðin til Vest-
manna. Harafturat kemur vegur
til Sunds, ið sekt verður eftir
formanni til nú, Oyggjarvegin at
beta frá grótbrotinum og oman
>
Frá vegagerðini á Kallsoynni
mót Havnini, á Sandoynni at
halda fram við breiðking og as-
faltering og í Suðuroynni at
halda fram við vegagerðini mill-
um Vág og Hov og somuleiðis at
fara undir vegagerðina til
Sumbiar. Her verður helst talan
um berghol — eitt ella tvey —
tíðliga í heyst. Frammanfyri
standa so bergholsgerðin til
Gásadals, sambandið um Har-
aldsund og vegurin til Kunoyar
eins og vegagerðin til Víkar-
byrgis. Um hesi kunnu byrja í
komandi fíggjarári ella í 1976/77
er torført at siga beint í løtuni,
men givið er, at komandi fýra
ára skeiðið verður vegagerðin,
um hildið verður fram við somu
ferð sum nú, at gera, at vit nær-
um røkka mál í ti setningi, vit
fyribils hava sett okkum fyri
samferðsluna uppi á landi.
Fleiri fergulegur
Upp á spurningin um fergu-
Síða 7
sambandið millum Eysturoynna
og Havnina ikki eigur at verða
flutt, svarar løgmadur, at iva-
leyst er beint i samband vid
vegagerdina til Sunds at fåa
stytt um siglingarleidina til
Eysturoynna vid at leggja fergu-
leguna uppi å Sundi.
Annars verður talan um aðrar
fergulegur m.a. í Suðuroy og í
Havn og ta á Strondum at full-
fora, og fergulegur á Sandoynni
og meguliga í Kirkjubø.
Hesin seinast nevndi spurn-
ingur má fáa eina loysn so
skjótt greitt er, hvussu úrslitið
av havnabyggingini í Skopun
roynist, sigur Atli Dam, løg-
maður at enda.
bindingini og í verandi vegin úr | ur nýggj arbeiði í gongd í kom- og verður hetta projektið liðugt F
Krisjan skrivar:
Norrønt »Mentunarhås«
i Føroyum — ella ikki?
SEINNI PARTUR
Vit eiga alsamt at vara okkum
fyri, at mentunarvidurskifti
landsins ikki gerast lík teimum,
ið ráða í listarskála landsins, har
listarmenn valla sleppa upp í
part, um teir ikki eru vælsignað-
ir av sokallaðum listarskúlum
uttanlanda, har hesir somu
meguliga hava belast í einar
tveir krákumánaðar, fyri síðani
at sleppa sær upp í sjálvsvalda
gandaringin av føroyskum list-
arfólki. Tískil eiga vit og tað
ongantíð ov skjótt at gera
okkum greitt, at vit hverki
kunnu keypa ella byggja okkum
til haldgóða mentan. At menn í
góðum fíggjarligum korum kort-
ini eru farnir at keypa sær ment-
an sæst einamest á teimum
freku málningaprísum, sum
valda á útselum í Listarskåla
Feroya. Hesir fúlu prísir, ið
liggja væl oman fyri vanligar
málningaprísir í okkara granna-
londum, nýtast ikki í sjálvum
sær at vera haldgóð trygd fyri
serstaka góðari foroyskari máln-
ingalist, men tað nýfikna og
smáborgarliga eftirlætið kann
rættvísgerast á so mangan hátt.
Men í somu stund vit seta pen-
ing í listarligar »gripir« so sum
målningar og tilikt, sum i onnur
virdisbrøv, er eisini mentunar-
liga stødid undir keypinum
horvid sum bos fyri vindinum.
Um folk framvegis ætla at
lata alt um seg ganga og soleidis
ikki mótmæla ætlaðu bygging,
er vandi fyri, at enn eitt av teim-
um fáu vallaðu ekjunum, har
havnarfólk framvegis kundi
vunnið sær satt frægd við at
spáka framvið, verður lagt
svart. Skaðin við hesi stórfingnu
grópan hevði verið minni, um
endamálið var uppafturvelting
av fornum bøi, men so er ikki.
At menn ikki hava sett tiltøk í
verk til verju fyri dyrkaða lend-
inum á stórplássunum, er ófatu-
ligt, tí munandi betri mundi
skilið verið mangastaðni, um
henda skilaleysa byggingin á
veltum lendi varð treytað av
uppdyrking av samsvarandi eki
upp úr nýggjum. Men hetta er tó
ov mikið at vænta í eini ætlaðari
mentunarligari endurfødingar-
tíð, har andaligu fortalarar
okkara tykjast at hava illt við at
finna tað stødi, á hverjum alt
mentunarligt skal virdismetast,
tåd stødi sum er fyritreytin fyri
hjåveru okkara i hesum landi, og
sum tiskil eisini er tad stødi, alt
andaligt uppbyggingarvirksemi
må grundast å, um bjarta enda-
málið skal vera haldgóð mentan
fyri føroyingar. Men kannska er
tad so, at mentunarmenn okkara
við felags norrønum húsum vilja
noyða »sovandi« føroysku tjóð-
ina til at luttaka og taka aðra
tjoda stødu í sokallaðum felags-
skandinaviskum málum so sum
svínskar og ómenniskjaligar lóg-
gávur um kvinnur, ið kasta
burtur, smokkuleggjamål um
kvinnufrælsi, og um hvussu vit
meguliga kunna skava burtur
seinasta evnafrødisliga munin
kynanna millum og hvert av
sínum. Altsamalt viðurskifti,
sprottin úr aðra tjóða fyrilitar-
leysu vinnulívsskipanum, men
mål sum sinniligir føroyingar
framvegis evna at taka stødu til
å einstaklingastigi.
Tad er tidanverri sera torført
at visa å nakad, vit vid røttum
kunnu kalla serføroyska ment-
an. Tó haldast má kortini, at
foroyskru einstaklinganna huga-
ferð er meira upprunakend og
sjålvstødug, enn hon í granna-
londum okkara. Hesin sjálvs-
dráttarandi, og tað einamest í
kenslumálum, hevur mangan
verið fyri horðum ábreiðslum frá
politikkarum, sum víst hava á
tørvin á at standa saman til
fremjan av átroðkandi samfel-
agsmálum, og sigast má við
rottum, at tað tíðum hevur
gingið heldur striltið. Men
hinvegin má eisini haldast, at
ovurhonds stóra spjaðingin av
foroysku hugsanunum hevur
elvt til eina serstaka góða lýsing
av samfelagsligum álvarsmálum
og árinum teirra, áðrenn nevndu
mál meguliga eru farin til
tingviðgerðar. Hetta aðalfólka-
liga hugsunarbýti, sum hevur
roynst demokratii okkara holl-
asti stuðul, verja vit best uttan
meguliga uppílegging frá til-
vildarligum mentunarstovnum,
hvers samband við gerandislívið
aldri gerst annað enn viðfán-
ingur.
Sum demi um mann, um-
boðandi almennan stovn, tó ikki
mentunarstovn burturav, kunnu
vit hóskandi nevna ein av um-
boðsmonnum prísráðsins, sum á
fundi í fræga havnarfelagnum
Hugvekjaranum dittaði sær at
býta landsborgarar okkara upp í
valmúu< og so »okkum«. Hetta
sera freka og niðursetandi, men
fyri talaran helst náttúrliga
uppbýtið, varð gjørt í samband
við frágreiðing “ hansara um
prístalsgrundarlag við meira.
Hóast vit neyvan nýtast at
illkenna umboðsmann prísráðs-
ins fyri at vera meira mentaðan
enn fólk flest, kann hesin hóast
alt nýtast til samanberingar við
sokallaðu mentunarmenn okk-
ara, sum just í somu fjarstødu
frá almannahugsan loyva sær at
býta fólk upp í bólkar sum meira
og minni hugsandi, fyri síðan at
smoyggja sjålvstøtadar mentun-
arkýsar niður um oyruni á teim-
um andaliga »minnimentu«. Ti!
eingi mentunarhús úr deyðum
tilfari, men andanna hellir úr
kjøti og blóði. Sostatt eiga vit
heldur at nýta ætlaðu foroysku
ílegurnar í Norrena Húsið til
miðvísa útbyggjan av fólkaskúla
okkara, sum tíanverri ikki enn er
grundaður á landsins tørv og
meguleikar, men sum harafturí-
móti alsamt klekir ungdómar
okkara til yrkisval uttanlanda.
Spurningurin um, hver í leiðandi
skal vera, stendur so gálvandi
eftir. Helst skuldu vit øll kveikt
eina andaliga kertu á lívsleið
okkara, men fyri ikki at neyð-
taka hollu fólkahugsan borgar-
anna, kunnu vit tíðanverri lítið
og einki gera á almennum stigi,
uttan við lóggávu at skipa so
fyri, at uppvaksandi ættirnar
verða eirdar fyri óneyðugt árin
uttaneftir, so sum vánaligar og
óflíggjaligar kykinyndir, ónæri-
rit, svøvnvaggandi vikublød og
hvert av sínum. Tað verður
stundum havt á munni „at kasta
perlur fyri svín,< men hví ikki
eisini nema kunnleika av ti
øvugta og gevast vid at grýta
skarn fyri dýrmettu perlur
okkara bernini, tí einamest tað
sáðið, tey nema sum óvitar og
ungmenni, er sum búnað avger-
andi fyri hugaferð teirra sum
vaksin.
Soleiðis kundu vit møguliga
lættari gingið undir samtíðar-
innardóm mentunarfólksins sum
hitt andaliga glataða ættarliðið,
um vit við vissu vistu, at forlog
vóru lagað børnum okkara at
vaksa upp í tryggastu barna- og
ungdómskorum, sermerktum av
meira føroyskum kringumstød-
um enn higartil.
Vid tøkk fyri upptøkuna
|
|
MG
Á
—