Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 110 - 13. juni 2002 Nr. 110 - 13. juni 2002 29 Útbúgving á Náttúruvísindadeildini Útbúgvingarnar á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum eru skipaðar í tveimum:fyrst ein 2 ára náttúruvísindalig støðisútbúgving,og oman á hana fram- haldslestur til BS-útbúgving. Støðisútbúgvingin Í summar verður tikið upp til 2 ára stødd-/alisfrøðiligu støðisútbúgvingina, har undirvíst verður í evnum innan stødd-, alis-, teldu- og tøknifrøði. Fakliga støðið í støðisútbúgvingini er sum fyri 2 ára byrjanarlestur á útlendskum universitetum. Upptøkutreyt er støddfrøðiligt studentsprógv við støddfrøði á A-stigi, alisfrøði á B-stigi og evnafrøði á C-stigi.Fólk við øðrum fortreytum við tilsvarandi kunnleika- stigi í nevndu lærugreinum kunnu verða tikin upp eftir nærri meting. BS-útbúgvingar 1–11/2 ára BS-útbúgvingar eru skipaðar oman á stødd-/alisfrøðiligu støðisútbúgv- ingina: í ravmagnsverkfrøði (11/2 ár), kolvetnisverkfrøði (11/2 ár), jarðalisfrøði (1 ár) og teldufrøði (1 ár). Seinnu árini hava bert útbúgvingarnar til ravmagns- og kolvetnisverkfrøðing verið bjóðaðar.Treyt fyri upptøku er lokin stødd-/alisfrøðilig støðisútbúgving ella onnur samsvarandi útbúgving. Aðrir møguleikar Bæði aftan á støðisútbúgving og aftan á BS-útbúgving ber til at fara uttanlands at útbúgva seg til hægri førleikastig, eitt nú til sivilverkfrøðing, cand.scient. ella MSc. Stakgreinalestur Allar útbúgvingarnar eru skipaðar í modulum. Tí ber til at melda seg til og taka prógv í einstøkum fakum á útbúgvingum, ið eru í gongd. Talan er um fak innan stødd-,alis-,teldu-,tøkni-,lív- og evnafrøði.Áhugað kunnu venda sær til Náttúru- vísindadeildina og fáa meir at vit um hendan møguleikan. Meir at vita Meir fæst at vita um útbúgvingarnar við at venda sær til Náttúruvísindadeildina ella við at kaga í vevstaðið http://www.sleipnir.fo/setur/nvd/ Umsóknarbløð og -freist Umsóknarbløð fáast við at fara undir »Umsóknarblað« á vevstaðnum http://www.sleipnir.fo/setur/nvd/ ella við at venda sær til Náttúruvísindadeildina á tel. 352550 ella við t-posti til nvd@setur.fo. Umsóknarfreistin er 1. juli 2002. Náttúruvísindadeildin Nóatún 3,Tórshavn Postsmoga 2109, FO-165 Argir Avloysarastarv Á Dómaraskrivstovuni verður søkt eftir fólki við hollari skrivstovuútbúgving,28 tímar um vikuna,frá 1. juli 2002 til 10. januar 2003. Viðkomandi verður settur sambært felagssáttmála millum Statsansattes kartel og Finansministeriet og sáttmála millum HK/STAT og Finansministeriet. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Kathrinu Magnussen,skrivstovuleiðara,tlf.31 10 03. Umsóknir, prógv og møgulig viðmæli verða at senda Dómaraskrivstovuni í seinasta lagi 17. juni 2002. Sorinskrivarin í Føroyum, tann 10. juni 2002 Jørgen B. Petersen, adm. Bilur við skaða til sølu Merki: Toyota Corolla 1.3 Árg.: 1999 Km: 40.000 Bilurin verður seldur sum hann stendur nú. Att.: Heri Weihe, sýnsmaður tlf. 34 57 29 fax nr. 34 56 07 e-mail: hw@trygging.fo At hitta mánadag-hósdag millum kl. 08.30-10.00 og fríggjadag millum kl. 08.30-16.00. Toll- og Skattstova Føroya Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmála- ráðnum, hvørs upp- gáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnis- skatta- og avgjalds- lógirnar, inntøku- skatta-lógina v.m. og alla skuldarinnkrevj- ing hjá landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skip- aður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær seks økisskriv- stovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági,Tórshavn, Saltangará og Klaks- vík røkja raksturin. Í Streymoyar øki starvast 60 fólk. Høvuðsskrivstovan er á Smyrilsvegi, Posttolldeildin, har viðkomandi koma at starvast, heldur til á Óðinshædd og Tollbúðin er á Eystaru Bryggju. Heimasíða www.tollskatt.fo E-mail streymoy@tollskatt.fo Størv leys at søkja Á Toll- og Skattstovu Føroya, Streymoyar øki, eru tvey størv leys at søkja til setan á Posttolldeildini so skjótt til ber. Talan er um føst størv fulla tíð,tó kann annað møguliga vera niðursett tíð. Í báðum førum umfatar starvið kannan og edv-viðgerð av tollingaráheitanum og annað arbeiði í sambandi við toll- avgreiðslu. Førleikakrøv Umsøkjarar við skrivstovuútbúgving og/ella royndum innan tollarbeiði hava fyrimun. Harumframt skulu nýggju fólkini vera fyrikomandi og arbeiðssom og kunna arbeiða sjálvstøðugt. Vit kunna bjóða Spennandi størv við nógvum avbjóðingum, sum samstundis eisini eru fakliga krevjandi og við møguleikum fyri eftirútbúgving, v.ø.o. tvey sjálvstøðug størv í góðum arbeiðsumhvørvi. Setanartreytir Løn- og setanarviðurskifti,sum er treytað av starvsroyndum og útbúgving, eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Núverandi setanarøkið er Streymoyar øki, men fevnir annars um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí, og tey, ið sett verða, skulu kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað verður kravt. Nærri frágreiðing fæst við at venda sær til Toll- og Skattstovu Føroya, Streymoyar øki, Herman í Stórustovu á tlf. 31 02 60, lok. 156. Umsóknir Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, ummæl- um og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. juni 2002 Toll- og Skattstova Føroya, Streymoyar øki Postsmoga 3139 110 Tórshavn Frá Vágs skúla Lærarastarv: Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir lærara 27 tímar um vikuna. Starvið er tíðaravmarkað frá 19/8-02 og so leingi barnsburðarfarloyvi varar. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skúla- stjóran tlf. 373192. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið. Umsóknir við ljósriti av prógvi og møguligum við- mælum, skulu verða skúlastýrinum í hendi í sein- asta lagi mánadagin 17. juni 2002. Skúlastýrið fyri Vágs skúla v/ Agnes Tausen 900 Vágur SMYRIL LINE CARGO Postsmoga 370 • 110 Tórshavn Farmadeildin søkir SØLUFÓLK Farmadeildin søkir SØLUFÓLK Søkt verður eftir sølufólki til farmadeild okkara. Uppsøkjandi søluarbeiði, herundir søla av tænastum innan farma-flutning og kundarøkt. Tann, ið settur verður, skal hava góð samstarvsevni og helst hava royndir í søluarbeiði. EDV-kunnleiki á brúkarastøði er ein treyt. Sambært avtalu. Starvið verður at seta skjótast til ber. Meira fæst at vita við at ringja tel. 345962/ 63 og spyrja eftir Jónfinni ella Heðini. Umsókn við møguligum prógvum og upplýsingum um royndir annars skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 17. juni 2002. Arbeiðsuppgávur: Førleiki: Løn: team85 www.sosialurin.fo Serviceteknikari Starvið sum serviceteknikari í Útvarpi Føroya er leyst at søkja. Starvið: Tann, ið verður settur, skal m.a. taka sær av: • Umvæling og viðlíkahaldi av tekniskari út- gerð • Journalisering av umvælingum • Nýgerð og tillaging av verandi tøkni • Uppgávum í sambandi við menning av nýggjari framleiðsluskipan • Umsiting og viðlíkahaldi av skrásetingar- skipan • Møguligum øðrum uppgávum Umsøkjarin skal: • Vera útbúgvin radio- ella elektronikk- mekanikari • Hava innlit í ljóðteknikki. Praktiskar royndir á økinum eru ein fyrimunur • Hava kunnleika til talgilda tøkni (digitalteknik) • Kunnleiki til EDV-útgerð er ein fyrimunur • Kunna arbeiða sjálvstøðugt • Kunna arbeiða í skiftandi vaktum • Vera røkin, fryntligur og hava góð samstarvs- evni Vit kunnu bjóða: • Eitt spennandi arbeiði við skiftandi uppgáv- um í einum góðum umhvørvi • Eitt starv við møguleika fyri støðugari menn- ing • Skeið uttanlands, har tú lærir um nýggjastu útvarpstøknina Setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið. Umsóknir til starvið skulu vera Útvarpi Føroya í hendi í seinasta lagi hósdagin 27. juni. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hans Andor Johannesen á telefon 316566. Útvarp Føroya Postboks 328, 110 Tórshavn, tlf. 316566 Hægri lestur á Føroyamálsdeildini 2002–2004 Í september byrjar exam.art.– og cand.phil.–lestur í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bók- mentum. Exam.art. í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum Lesturin tekur tvey ár og er skipaður helvt um helvt í ein máltátt og ein bókmentatátt,umframt vísinda- ástøði og samskifti. Endamálið við lestrinum er at ogna sær kunnleika til føroyskt mál og bókmentir í eldri og nýggjari tíð. Onnur norðurlendsk mál og norðurlendskar bók- mentir eru partar av lestrinum. Upptøkutreytir eru students- ella HF-prógv. Onnur samsvarandi útbúgving kann góðtakast eftir um- bøn í hvørjum einstøkum føri. Cand.phil. í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum Námið er tvey ára framhaldslestur fyri tey, ið frammanundan hava lokið exam.art.-prógv í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bók- mentum, og veitir serkunnleika í útvaldum málslig- um og bókmentaligum evnum. Deildin arbeiðir við ætlanum um BA-útbúgving sum ávegis prógv til cand.phil. Upptøkutreyt er exam.art.-prógv í norðurlendsk- um, serliga føroyskum máli og bókmentum. Umsóknarfreistin til bæði námini er 1. juli 2002. Nærri upplýsingar og umsóknarbløð fáast á: Føroyamálsdeildin Fróðskaparsetur Føroya V. U. Hammershaimbs gøtu 16 Postrúm 272 FO-110 Tórshavn. Tlf. 352520 Fax. 352521 og á www.setur.fo Lærarastarv Sandoyar Meginskúli søkir við hesum eftir einum lærara til tíðaravmarkað starv at lesa fult tímatal í skúlaárinum 2002/2003. Møguligar umsóknir skulu verða Skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi tann 21. juni. Skúlastýrið fyri Sandoyar Meginskúla v/ Ingibjørn Eldevig 210 Sandur Fólk søkist Søkt verður eftir røskum og kvikum fólki – við koyrikorti – til klárgering av bilum,at byrja beinan- vegin. AVIS Bilútleiðing Staravegur 1-3 100 Tórshavn Tlf. 313 535 Útróðrarbátur til sølu Sómi útróðrarbátur við allari útgerð til sølu. Tlf. 421171 ella 265763 Servitrisur og barrvørðar Søkt verður eftir servitrisum og barrvørðum í summar. Tlf. 313430 / 213430 Klinikkassistentur Vegna farloyvi verður søkt eftir klinikkassistenti fyribils í fulla tíð tíðarskeiðið 12.aug.2002 til 31.okt. 2002. Møguliga verður tíðarskeiðið longt. Løn- og setanarviðurskiftir sambært S & K. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. juni. Terje Davidsen, tannlækni Traðavegur 1 · 410 Kollafjørður Tlf. 421510 · Fax 421406 C M Y K 29 28