Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-09-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. september 1974síða 9

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 47 — 14. september 1974 Nr. 47 14. september 1974 sosialurin Ferðaminni úr Íslandi Í 1982 gjørdi Sámal Johansen, fyrrverandi lærari, saman við konu síni Bettu og seks ødrum føroyingum eina ferð til Íslands. Í Íslandi vóru føroyingarnir á rundferð. Sámal fer í komandi blødum í hesum teigi at siga frá teirri minnisríku ferðini. Ein dag, seinast í juni mánað 1962, fingu kona mín og eg boð um, at um vit høvdu hug, kundu vit verða við í einum ferðalagi til Íslands. Farið skuldi vera við >Dr. Alexandrine< úr Havn 31/7 og heim aftur skuldi vera komið við »Heklu« 20/8, tá skuldu vit vera í Havn. Vit fingu at vita, at vit skuldu fara rundferð um Ísland vid »Esju«, og at henda rundferð fór at vara 0. u. 7 dagar. Framm- an undan og aftan á rundferðina vid »Esju« skuldu vit vera í Reykjavík, og haðani skuldu út- ferðir verða gjørdar til ymisk — helst søgulig — stød í Íslandi. Hvar hesar útferðir skuldu vera, fór ikki at verða avgjørt fyrr enn vit komu til Íslands. Vit skuldu vera átta í ferðalagnum: Tórur Axalson Dalsgaard úr Havn, Einar Waag og kona hansara Annelena, Jógvan Joensen og kona hansara Maja, og Gunhild Waag, systir Einars Waag, úr Klakksvík og kona mín Betta og eg úr Vági. Bróðirsonur Einars Waag, Árni Waag, sum býr í Íslandi, skuldi saman við ís- lendska ferðamannafelagnum leggja ferðina til rættis fyri okkum. Betta og eg segdu sjálvsagt ja og takkaðu fyri hetta tilboð. At keypa ferðaseðlar Olavsøkan var í ellum góðum fingin frá hondini, og 30. juli fóru Tórur, Betta og eg at keypa ferðaseðlar. Vit fóru fyrst á av- greiðsluna hjá D.f.D.S. í Havn og keyptu ferðaseðlar til allar luttakararnar til Íslands. Síðani fóru vit á avgreiðsluna hjá »Heklu« og keyptu ferðaseðlar heim aftur við »Heklu«. Tað var Tórur, ið var so umhugsin, hann helt sum so, at um tað skuldi hent, at vit funnu uppá at oyða allan pening okkara burtur í Ís- landi, so skuldi í hvussu er ferðin heim aftur vera goldin. Hetta var sjálvsagt púra rætt hugsað, men tað skal sigast beinanvegin, at vit komu ikki í nakra figgjarliga knipu í Íslandi. Vit trý, Tórur, Betta og eg (hinir luttakararnir í ferðini vóru í Klakksvík) fóru umborð á »Drottningina« um kveldið 30/7, og 31/7 kl. 5 um morgunin for »Drottningin« til Klakks- vikar. Har hittu vit hinar ferðafelagarnar, og kl. 14.30 fór »Drottningin« úr Klakksvík til Tveroyrar. Á vegnum til Tver- oyrar ótu vit døgverda, og Einar, sum vit tigandi hevdu valt til ferðaleiðara, hevði útveg- að, at vit oll sluppu at sita við sama borð. Vit fóru at leggja okkum á Tveroyri kl. 24, og kl. 3 1/8, skuldu vit fara haðani. KI. 4 hugdi eg út, tá vóru vit úti fyri Hvalba. Kl. 7.30 fór eg upp, og kl. 8 fingu vit morgunkaffi. Alt Síða 9 Sámal Johansen liggjandi leingi aftrat. Kl. 19 var stilli. Vit tókust við ymiskt, sum ferðafólk nú einaferð tekst við umborð á ferðaskipi í góðum ferðalagið uttan Annelena, Maja og Gunhild Waag var til borðs, tað sama var til morgunmatar- borðið og dogverðaborðið, men veðrið er av tí besta, so nú munnu tær ikki fara at verða veðri úti á víðum havi, spældu grevjass o.a. Kl. 1 fóru vit at leggja okkum, tá var havið sum ein spegil. Ein sterkur roði í eystri boðaði frá komandi degi. 2/8 fór eg upp kl. 7.30, tá vóru vit nær landi. Eystan fyri okkum var Meðalland, Meðal- landssandur og Medallandsbug- ur, og longur eysturi sást Ingolfshevdi, fyri stavn var Hjørleifshøvdi og Portlandið. Íslendingar, sum búgva her inni á landinum, kalla hetta íkki Portlandið men Dýrhólaey. Vit sóu Myrdalsjøkul við gosfjallin- um Køtlu, og kl. 9 vóru Vest- mannaeyjar í eygssjón. Veðrið var av ti allarfagrasta, eitt lot av høgum eystri. Meðan vit sigldu móti Oyggjunum, kundu vit ikki lata vera við at hugsa um, at ikki hevur Suðurlandið altíð verið so blítt sum henda morgun, ofta hevur tað hvest tenn móti ti føroyska fiskimann- inum, sum her hevur køvt mangt ælid, og mangur fekk her i hesum havi sina køldu grøv Sigldu millum Oyggjarnar Kósin hjá »Drottningini« gekk innan fyri Oyggjarnar, men tá vit nærkaðust teimum, fór Einar til skiparan og fekk hann til at sigla millum tær, hetta var ógloymandi í tí Harrans veðri. Vit ótu so morgunmat og fóru at hvíla okkum, meðan vit sigldu tvørtur um Eyrarbakkabugin eftir Selvogsgrunninum moti Reykjanesi og Reykjavik. I ut- synningi år Reykjanesi er Eldey, hon skal vera heimsins størsta súlubygd, um 15.000 súlur skulu verpa har. Eldey er ógvuliga hvít av fuglaskitti, og tí nevna menn hana ofta Mjelsekkin, hon er heldur ikki ólík einum mjøl- sekki. Kl. 20 sigldu vit inn móti Reykjavík, og nú fóru tollararnir at verða skjótir. Vit ætlaðu ikki at hava nógv við okkum í land, sum tollararnir kundu gera nakað við, men Einar, sum kennir væl til el og av royndum kennir >Egil veika<, helt, at tað kundi vera vert at royna at fáa nakrar »Hof« í land við okkum. Hann spurdi tí hovmeistaran, um tað ikki mundi bera til at fáa nakað øl í land við okkum? Hov- meistarin segði, at tað var gaman í, bara tollararnir vildu lata okkum fáa tað. Einar fekk so tveir kassar av »Hof« og gjørdi seg til reiðar at taka ímóti tollarunum. — Eg kenni »Egil« Tollararnir komu umborð, og teir vóru sera lagaligir, teir hugdu ikki í kuffertini hjá okk- um. So fór Einar at tosa við teir um teir báðar olkassarnar, sum stóðu inni á kamarinum hjá hon-