Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-09-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. september 1974síða 10

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 um. Nú vita øll, sum kenna Einar, at hann er ein stórur diplomatur, at at hann, tá hann vil, kann síggja ógvuliga meina- leysur út. Hann segði við tollar- arnar, at vit vóru átta føroying- ar, sum komu til hesa gomlu seguoyggj, og at vit ætlaðu okkum at ferðast her í Íslandi, á landi við bilum og á sjónum rundan um landið við »Esju«, men vit høvdu ov lítið av maga- sýru, og hann vist av royndum, at »egil veiki« ikki var góður fyri magasýrutómar búkar, um tað ikki mundi bera til at fáa tveir kassar við >Hof< í land við okkum? „Eg kenni >Egil<, segði tollar- in, »hann er ikki góður fyri nakr- an kýk, hverki sjúkan ella frísk- an, takið tit bara ølid í land við tykkum, men takið ikki kassarn- ar í land, fáið tykkum ølid i posar, so er alt í lagi.« Einar brendi til kokkin, og eitt tvey trý, so kom hann aftur við trimum tómum eplasekkjum, men nú ráddu um at fáa ølid úr køssunum, og einki var at fáa kassarnar upp við uttan berir fingrar, og nú legði >Drottning- in« til kaiina. Tað er ótrúligt, ta megi ein tystur maður fær í fingrarnar, tá tað ræður um at opna tveir kassar við »Hof« pilsnarum. Tað var ein handa- vending, so høvdu vit loyst jarntræðrirnar av køssunum og fingið fløskurnar í posarnar, men skramblið var ogiligt. Meira TEIR NEYNDU eftir Dagsins mál sosialurin og skúlin Sum flest onnur bleð so hevur eisini tað lokala Tíðindablaðið fleiri regluligar teigar. Ein av hesum ber tað vittfevnandi heit- ið: Dagsins Mál. Er væl ætlaður sum ein kollektivur reðarapall- ur, har næstan ein og hver kann fora fram ymiskt, ið kann hava tann almenna áhugan. Eitt »forum« sum ein av okkara kendu løgtingsmonnum vildi rópt teigin. Tó eitt heldur exclusivt forum við åhhhhhhhhh-so-likum-skriv- ingarhætti-og-einum-áhhhhhhh- s0 - sidiligum - penni - ti - soleiðis - skrivar-man-nú-einaferð- saklig- ar - hugleiðingar - um - dagsins - mál. ja. Í hesum teigi hevur nú fyri stuttum verið stórt tjak um okkara skúla. Stórur partur av ti lokalu mentunnar elituni hevur roynt at funnið útav, hvat ein foroysk- ur skúli er fyri nakað. Hesir harrar í andanna ríki hava við vælundirstuðlaðum hevuðssetn- ingum, vælbrýndum eykasetn- ingum, korrektum syntaxi og grammatiskum konformiteti greitt frá teirra sannføringum hesum evni viðvíkjandi. Har er skrivað um uppruna til orðið skúla, rumblið í Hoydøl- um, okkara leiðandi internorreni bern banna ov illa. Vit hava hoyrt um fyriskipanir, lógir, samtyktir, nevndarviðgerðir, politiska ábyrgd, citatir úr skulablødum og so heilt - privat - nostalgiskar-meiningar. Nú skal eg ikki koma og taka dagar ímillum um fyrrnevnda skriving er sprottin av hugsjón- um, idealismu, alsk til skúla- skap ella er verbalt loftlop og oratorisk prestigu skriving. Eg taki undir við fleiri av teimum álvarsomu og viðkomandi hugs- anum, sum fram eru komnar. Sjálvandi skulu ell skúlamál vera á foroyskum hondum. Tað vil vera trupult áðrenn vit koma so langt, og tað vilja verða nógvir vansar ið á skullu vinnast, ein kann tó ikki gera eitt speil egg uttan at knúsa skalið. Men, men, men. Av og á hevur fyrrnevnda tjak tó minnt dekan og nógv á teir disputarnar sum fór fram millum lærarar og næmingar í 17 og 18 eld. Har sótu hesir garpar í full- um álvara og tjakaðust um veingir einglanna vóru tilevnað- ar burtur úr fjaðrum ella beini! — Eg sóknist eftir einum almennum tjaki, sum veruliga viðrerir okkara skúla, hann veri so føroyskur ella ikki. Um stødu skúlans í okkara Nr. 47 — 14. september 1974 Um útbúgving barnsins í mun til samfelagið. Um tað sum verður kennt. Um trivna barnsins í skúl- anum. Um tann nýtta pedagogikkin í okkara skúla. osfr. osfr. slíkt tjak sum hon, ið var nýtt í Dagsins Máli, so skuldi okkurt spurtst burturúr. Um skúlin ikki hevur sam- band við tað samfelag, hann virkar í, so er tað etandi líkasælt um hann er føroyskur, suður- afri" anskur ella okkurt triðja ella fjórða. høvundur Ér sir Arthur Conan heldur, at feroysk samfelag. 1. PARTUR Aldri áður havi eg sæð vinmann min í betri hýri enn í árinum 95. Persónur hansara, sum stød- ugt gjørdist betri umtóktur, hevði sjálvsagt skuldina av øll- um hesum. Og eg hevði kent meg ótrúgvan móti honum, um eg kom fram á nakað, sum bar boð um vitan millum viðskifta- fólk okkara, og sum varð likið út úr skrivstovu okkara í Baker Street. Men Holmes livdi sum aðrir stórlistamenn einans fyri listina. Og við undantøku av málinum um hertogan av Halderness er at siga, at eg sjáldan havi verið vit- andi um, at vinur mín hevur kravt stórar peninganøgdir fyri ómetaligu tænastur hansara. Slíkur var vinmaður mín, at hann ofta slerdi av at hjálpa mætum og ríkum. Hetta var, tá hann onga samkenslu segði seg hava fyri málinum. Hinvegin kundi hann mangan hjálpa fátækum, bert um málið hevði tey lognastu viðurskifti til innihalds. Tí í slíkum málum fekk hann rættiligar møguleikar til at nýta flogvit sítt. Í minnisríka árinum 95 hevði hann gjørt hópin av kanningum Og tær høvdu gjørt hann kend- an. Eitt av málunum, sum kravdu gjølligar kanningar, var Peter Carey-málið. Til málið vóru knyttar loyndarfullar umstødur Og hesar umstødur kravdu liv Peter Careys Um sama orka var nytt til Eingi uppskrift um harra Sherlock Holmes og virki hans- ara høvdu verið bein og fullfiggj- að, um tey ikki eisini høvdu til innihalds viðurskiftini hjá Peter Carey. Í teirri fyrstu vikuni av juli hevði vinmaður mín ofta og hartil leingi verið heiman. Hetta fekk meg til at hugsa, at okkurt spennandi fór at henda. Eisini tað, at hópur av fremm- andum monnum javnan spurdu eftir Holmes, eisini Basil, kap- teynur, fekk meg til at hugsa, at hann mundi vera virksamur í løtuni. Og at hann hevði tilhald i løgnum stødum, samstundis sum hann nýtti ymisk nøvn, ið ikki skuldu avdúka hann. Hann hevði ið hvussu er fimm ymisk tilhaldsstød í London. Á ongum sinni gretti hann fyri mær, hvat hann hevði fyri. Og eg noyddi hann heldur á ongum sinni til at siga mær nakað Fyrsta tekinið til virksemi hansara fall mær í lut á ein logn- an hátt. Hann var farin uttar áðrenn morgunmat, og eg hevði júst fingið mær sæti og reikaði fyri mínum morgunmati, tá hann kom innar í stovuna við hatti á høvdinum og onkrum, sum minti um eitt regnskjól, undir arminum. Tú góðasti, Holmes, segði eg. Tu fer ikki at siga mær, at tú hevur gingið við hasum í býnum Johan hot Mortensen — Eg havi verið hjá slátur- manninum. — Hjá sláturmanninum, spurdi eg bilsin. — Og eg eri komin aftur higar. Við einum ómetaliga góð- um matarlysti. Eingin hevur fyri neyðini at ivast um, hvenn týdning fimleikur hevur, áðrenn morgunmatur verður etin, mín góði Watson. Men eg fari at leggja hevur mítt á blokkin sum prógv fyri, at tú ikki veit, hvat tað er fyri ein fimleikur, eg havi iðkað. — Eg tori ikki at gita, svaraði eg. Hann flenti, meðan hann skonkti kaffi í kopparnar. , Um tú hevði hugt innar í handilin hjá Allardyce, hevði tú ivaleyst sæð ein deyðan grís hingið niður úr loftinum og ein mann við uppbrotnum skúrtu- ermum kvika sær at skera grísin upp. ; Tað var eingin annar enn eg, sum royndi at skera grísin upp. Men eg eri vorðin vitandi um, at eg hóast nýtslu av allari megi, ikki kann gera nakað við grísin Ikki so mikið sum vika honum. Men kanska hevur tú hug at royna? Fyri alt í verðini ikki tað. Men hví gjørdi tú royndir til at skera grísin upp? Enn einaferð gav eg vinmanni mínum andsvar upp á løgnu spurningar hansara (Framhald)