mikudagur 18. september 1974síða 4
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
|
|
Síða 4
uttanrikispolitisk
vidmerking
GUINEA-BISSAU
fær frælsi
Hin 10. september endaði
500 ára portugisiskt hjá-
landastýri í Guinea-Bissau
Hetta var fyrsta úrslitið
av avkoloniseringarpolit
ikkinum hjá demokratisku
stjórnini í Portugál.
Valdið í Guinea-Bissau
hevur frælsisrerslan Í
PAIGC,
sum hevur staðið á odda í
Guinea-Bissau,
frælsisbardaganum í 13 ár
Henda rersla varð á sinni
stovnað av Amiclar Cabral
og var hann leiðari hennara
1 12 ár
Cabral var ein rættiliga
sáttligur maður. Hann var
ikki rasistur, hann hevði
nógvar vinir í Europa
ikki minst millum norður
lendskar sosialistar. Fryi
einum ári síðani varð hann
myrdur av monnum hjá
portugisiska loynipolitinum
i Conakry, har hann livdi í
útlegd. Hetta var ein sann
ur sorgarleikur og ein stórur
missur fyri PAIGC, ti
Cabral var sjáldsama væl
egnaður sum leiðari fyri
hesa rørslu. Hann dugdi
kynstrið at sameina tey ym
isku mótstriðandi áhuga
málini hjá teimum svertu,
samstundis sum hann var
ein myndugur og skilagóður
leiðari
Portugisar fasistiska
stjórnin hjá Caetano
vonadu, at deyði Cabrals
fór at smildra PAIGC, men
30 varð ikki
Cabral var eisini ein skil
agóður og dugandi diplom
atur og ein maður við
tórari fólkaeydnu. Tað var
ikki minst honum fyri at
takka, at norðurlendsku
demokratiini fóru undir at
veita beinleiðis peningaliga
hjálp til PAIGC, hóast
henda rørsla bardist ímóti
einum Nato-landi. Teir, ið
nú sita við leiðsluni í
PAIGC eru meginritarin
Aristieds og Louis Cabral,
bróðir Amilcars, ið nú er
vorðin forseti í Guinea
Bissau
Eitt lítið land
Guinea-Bissau er eitt lítið
land samanborið við aðrar
afrikanskar tjóðir. Tað er
56.000 kvadratkilometrar
650.000 fólk búgva har í
landinum. Nógvir ymiskir
ættarbólkar eru í landinum
og fleiri eru málini. Portug
isiskt verður ti framvegis
alment mál
Hotel
Viðareiði
Hvussu verður so sam-
felagsskipanin?
Amilcar Cabral var ímóti
politiskum flokkum. Slíkir,
helt hann, hoyra heima í
einum klassasamfelag, og
Guinea-Bissau = er einki
klassasamfelag. Eitt land,
har 99% av fólkinum livir
av jørdini. Har er einki
borgarskap, og sostatt
kann einki klassasamfelag
vera
Kollveltingin
millum búnaðarmenn, og
byrjaði
teir hava verið høvudsstudl-
arnir undir PAIGC síðani
landsins
Høvudsstadur
verður ein lítil bygd har inni
í landinum og ikki stersti
byurin í Guinea-Bissau
Hetta kemur av, at teir ikki
ynskja at fåa ta folkaflyting
til byirnar, sum hevur verid
vanlukkan hjå øllum tilaft
urskomnum londum
A bygd hevur PAIGC
sett å stovn bygdaråd vid
rættiliga stórum sjálvstýri
Lógin krevur, at minst tveir
av teimum tilsamans fimm
limunum skulu vera kvinn
ur
Eitt lóggávuting varð
longu vald í loyndum í
1972, og ætlanin er at hava
nýval sum skjótast
Hvat samfelagsbuskap
inum vidvikur so er Guinea
bissau sum nevnt eitt bónd
asamfelag og ført fyri at
breydføda seg, men idnadur
er þúrt eingin. Samantikið
skuldi Guinea-Bissau tó
havt góðar møguleikar fyri
at klára seg, ti teir ráðandi
tykjast hava lært av teim
um mistekum, onnur til
afturkomin lond hava gjert
Eisini Mosambique
fær frælsi
Portugisiska stjórnin og
frælsisrørslan FRELIMO
eru vordin samd um, at
Mosambique skal hava fult
frælsi um eitt år. I tidini
fram til henda dag skal
FRELIMO styra landinum
vid portugisiskari hjålp
Stórir trupulleikar verða
helst at taka seg upp í
Mosambique, bæði tí fólki
har ikki er samt um leiðina
og ti teir hvitu óttast fyri at
missa framihjárættindi síni
Fyribils tykist tó sum
stjórnin í Lissabon fer at
greiða kreppuna.
NORÐ
Telefon 5 1061
sosialurin
Nr. 48 — 18. september 1974
Nú fær almenningurin at vita,
at Chou leggur frá sær
Ávísar rembingar gera seg í løtuni galdandi í kinesisku leiðsluni.
Tó er alt so friðarligt kring tær, at eingin leggur nakað til merkis.
Ávísar rembingar gera seg í
løtuni galdandi i kinesisku leiðsl-
uni. Tó er alt so friðarligt kring
tær, at eingin leggur nakað til
merkis.
Síðani fólkalýðveldið Kina
varð stovnað í 1949 hevur 76 ára
gamli Chou En-Lai verið for-
sætisráðharri har í landinum.
Nú tykist politiska ávirkan
hansara alsamt at minka.
Væl royndir diplomatar í Kina
eru av teirri áskoðan, at Chou
longu hevur lagt frá sær sum
forsætisráðharri.
Hin dagliga arbeiðsbyrða
hansara verður alt meiri løgd á
aðrar í fyrsta lagi á varafor-
sætisráðharran, Teng Hsiao-
ping, sum ofta hevur verið at
sæð alment í seinastuni.
Chou avmarkaði arbeiði sítt
munandi í juni. Sagt varð tá, at
hann var vorðin troyttur.
Í sama mánaði gjørdist hann
hjartasjúkur, og hann er ongan-
tíð komin rættiliga fyri seg
aftur síðani.
Chou varð lagdur á sjúkahús
til viðgerðar. Hann kom nakað
fyri seg, men mátti seinni fáa
viðgerð á sjúkahúsi aftur.
Almenningurin
fær nú at vita
Ein amerikansk sendinevnd við
William Fullbright, senatori, á
odda hevur fyri stuttum váttað,
at Chou framvegis ikki er frísk-
ur, og at ivasemi um livimáta
hansara helst fer at hava við
sær, at aðrir megu taka við teim-
um størvum, sum hann hevur
havt
Chou røkir tó framvegis nakr-
ar almennar skyldur, sum t.d. at
skriva undir ymiskar åheitanir
Í
Teug Hsiao-peng, sum helst verður eftirmaðurin hjá Chou En-lai
til fremmandar stjórnarleiðarar
eins og hann tekur ímóti
gestum, sum koma til Peking.
Samstundis tykist, sum Teng
og hin varaforsætisráðharrin,
Li-Hsien-nien, hava tikið við
embæti hansara sum forsætis-
ráðharri.
Tað ljóðar úr Peking, at fyri-
reikingar nú verða gjerdar til at
siga almenninginum frá, at Chou
fer at leggja frá sær sum for-
sætisráðharri.
Kunngerð
Eygnalækni Poul Waaler hevur viðtalu á Landssjúkrahúsin-
um (Tórshavn tlf. 135 40) frá friggjadegi 4. oktober til og við
friggjadag 1. november 1974.
Sjúklingarnir mugu sjålvir ringja frammanundan til sjúkra-
húsið og avtala tíð.
Av tí at tíðin verður so knøpp, ber bara til at taka fólk, sum
hava fingið ávísing frá lækna sínum (bern frá skúlalæknan-
um). Eisini verða fólk biðin um at hava sjúkrakassabókina við
sær.
Eygnalæknin er settur við rætti til privatkonsultatión, tvs.,
at sjúklingarnir mugu gjalda fyri viðtaluna til læknan sjálvan
og ikki sum vant í >Leiðbeining<. Ein partur av útreiðslunum
verður afturgoldin av sjúkrakassanum.
Framhaldsskeið
Byrjanarskeið
(Frá uml. 20. september til 1. maj. Undirvíst verður eitt til
tvey kveld um vikuna.)
Praktisk innlæring í at íðka sjónleik. Luttakari skal hava
fylt 18 ár í seinasta lagi á sumri 1975. Hin vegin er einki mark.
Tilmelding og nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
undirritaða, annaðhvert í Sjónleikarhúsinum (norðaru inn-
gongd) ella á tlf. 11132 hvenn gerandisdag kl. 13.30— 16.00.
f/Havnar Sjónleikarfelag
Eyðun Johannessen
Tvær reisur í seinastuni hava
kinesisk blød endurgivið ynski
frá útlendingum, sum hava
vitjað í Kina, um at Chou skjótt
kemur fyri seg aftur.
Teng hevur eisini verið navn-
givin sum tann maður, ið skal
taka við eftir Chou En-Lai eins
og kinesiskir embætismenn ikki
hava fírt fyri at siga, at Chou nú
er farin at eldast.
Seinasta dømid hevur vakt
miklan ans, tí mangir aðrir leið-
árar i Kina eru eldir enn
stjórnarleiðarin.
Teirra millum eru hin 80 ára
gamli formaðurin, Mao Tsetunt
og rikisovastin Tung Pi-wu.
Snildi
Trupulleikarnir í sambandi við
kinesiska ríkisarvin verða
greiddir á snildan hátt. Varisliga
verða framd tey tiltøk, sum eru
neyðug til tess at stjórnarum-
skipanin kann fara stillisliga
fram.
Í fyrsta umfari helt Chou upp-
at at taka ímóti gestum í flog-
havnini í Peking. Síðani varð
sagt, at hann kundi ikki luttaka
i ymiskum samkomum fyri teim-
um útlendsku gestunum, og
seinasta tiltakið er so tað, at
talið á gestunum, sum hann
kann taka ímóti, er vorðið
minkað.
Samstundis heldur politiska lív-
ið í Kina fram at kalla óbroytt.
Ongar týðandi broytingar fara
fram, og fólkið fer so smátt at
venjast við Teng Hsio-ping sum
forsætisráðharra.
Fyribils luttekur Teng bert »i
staðin fyri« Chou En-Lai. Men
roknad verdur vid, at hesin
formalitetur fer at hvørva um
stutta tid.