mikudagur 18. september 1974síða 5
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 48 — 18. september 1974
Viðgerðin av
løgmans
røduni
Ja, nu er henda løgmansrøda
togað aftur og fram fyri seinastu
ferð áðrenn valið í heyst.
Vist er tað, at har vóru nógvar
raddir, vit hoyrdu, og sum ikki
fara at hoyrast aftur á tingi, og
gott tað sama, ti nógvar av
teimum er upp á høgu tíð at
skifta út.
Annars vóru løgtingsmenn
fyri tað mesta ógvuliga hampu-
ligir og sidiligir á máli. Tó, ein
av teimum, harra Sigfried
Skaale, skal ikki sleppa undan at
verða átalaður.
Hesin maður hevur altíð lyndi
til at koma við ti ringa orðinum,
stinga fólk í bakið. Tað er ein
sera ljótur vani. Millum mangt
annað, hann rópti út til Foroya
folk og har fanst hardliga at,
var, at tveir av býráðslimunum
her í Havn hann sipaði til
Olavur Michelsen og Finnur
Johansen, vóru limir í komman-
dittfelogum og tí sluppu frá at
gjalda tann skatt, teir áttu at
gjalda.
Ikki ti, eg sjálvur haldi tað
vera skeivt bæði av løgtings-
monnum og býráðslimum og
fleiri við teimum at sleppa sær
undan skatti á henda hátt.
Men tað løgna og ljóta við
Sigfried Skaale er tað, at hann í
hesum sambandi bert nevnir
tveir býráðslimir og »gloymir«
at nevna harra Eliesar Arge og
Kjartan Mohr, sum so sanniliga
ikki eru minni kommanditistar
enn hinir báðir.
Sigfried Skaale kann spara
sær ómakin. Fólkið fylgir betur
við enn so. Sigfried Skaale sat
sum býráðsformaður her í Havn
í eini 10—12 ár. Hesi ár hava vit
havnarfólk heldur ikki gloymt,
Sigfried!
Fin saklig, greid tala, hvar
hon so verdur hildin, vil altid
pryda mannin.
Ahoyrari
Stevnuskrå
»Verndarfloksins«
til løgtingsvalid 1974
1. Flokkurin vil forbjóða trol og annars alla rovveidu á land-
leiðini,og vil arbeiða fýri at sjóverjan verþur meira virkissom
enn sum higartil.
2. Flokkurin vil virka fýri, at vit fáa eina rættvisari
skattalóg, enn tann sum nú er. Her verður serliga hugsa um
avskrivingarlógirnar, sum í minsta lagi eiga at skerjast mun-
andi, soleiðis at ikki sum nú ein alt ov stórur partur av
skattinum verður lagdur á låg og midalinntøkurnar, sum litlan
og ongan kjans hava til at nýta avskrivingarlógirnar.
3. Flokkurin ásannar at lønarlagid í landinum er flokt og
ójavnt, og serliga flokt innanfyri hitt almenna, har sumt er
reint danskt, sumt er danskt og føroyskt og sumt bert
foroyskt. Flokkurin vil virka fyri, at á teimum målsøkjum, har
Feroyar gjalda partvís ella alt, verða lenirnar settar eftir
foroyskum viðurskiftum og figgjarorku. Flokkurin heldur at
gloppið millum lenirnar hjá embætis- tænastu og starvs-
monnum hjá tí almenna ødrumegin og arbeiðsmonnum —
hondverkarum og ødrum verkafólki hinumgein, er alt ov stórt.
Flokkurin vil tí minka um hetta gloppið, ikki við at seta
lønirnar hjá arbeiðsmonnum upp, tí tað vil bert økja um dýr-
tíðina í landinum, men við at seta lønirnar hjá embætis —
tænastu og starvsmonnum niður. Her verður hugsa um, at
seta tær niður aftur til tað, sum tær vóru, áðrenn løgtingid og
landsstýrið hækkaðu tær í 1971.
4. Flokkurin er ímóti, at lenirnar skulu hækka so ójavnt
orsakað av dýrtíðini og prístalinum. Sum t.d. 1. apríl íár, tá
prístalið hækkaði heili 52 stig, sum var ein ræðulig hækking.
Tá hækkaðu lenirnar hjá embætis og tænastumonnum
landsins við 400 til 1000 kr. um mánaðin, meðan lenirnar hjá
vanligum arbeiðsmonnum bert hækkaðu stívar 100 kr. um
mánaðin. Hendan ójavnað vil >Verndarflokkurin< fáa burtur-
beindan, tá orsekirnar til lønarhækkingarnar eru hækking-
arnar í livikostnaðinum og prístalinum.
5. Flokkurin vil virka fyri, at Feroyingar taka upp sam-
vinnu við hini norðanlondini, um at fáa eitt ferðamannaskip,
sum sigla kann ímillum Feroyar og hini skandinavisku
londini.
N.V. Flokkinum vantar enn nokkso væl av undirskriftum.
Okkum vantar eisini fólk til at samla undirskriftir til flokkin.
Um onkur er, sum tekur undir við flokkinum í Klakksvík, í
Havn ella á bygd, sum vil skriva undir flokkin ella eisini vil
samla undirskriftir til flokkin, so biðjist viðkomandi um, at
ringja til telefon 14831 í Havn. Viðkomandi kann eisini skriva
til Axel Sivertsen Tórshavn. Fólk í Sandoy sum ætla at skriva
undir flokkin, kunnu eisini snúgva sær til Gisla Ørvarodd á
Sandi.
Tórshavn tann 28. august 1974
Verndarflokkurin
sosialurin
Síða 5
ØK REYTT
OG SVART
Mangt verdur sindrad av teimum, sum duga
bert at siggja tveir litir reytt og svart.
Fjant og fjar er ikki nakad nytt fyri »gomlu
Dimmu«, men sjáldan vidgongur hon hetta í eini
yvirskrift.
Tá id eg opnaði Dimmu seinasta leygardag,
fall mær í huga, at her var ein ógvuliga
beinrakin lýsing av Dimmu og flokki hennara.
Eygað fall fyrst á orðið Dimmalætting, beint
undir hesum stóð at lesa Fjant og Fjas, og at
enda sá eg eina mynd av Paula Ellefsen, hesi trý
ting helt eg ríma so ógvuliga væl saman og lýstu
væl, at eg var um reppið als ikki at lesa greinina,
ti eg helt, at tað, ið eg hevði sæð, mundi vera
nóg mikið. Tó eg las greinina, og sannførdi hetta
meg enn meira um, at mín upprunaliga metan av
Dimmu og flokki hennara hevði verið beinrakin.
Ti hvat er tað annað enn mest, tå ið maður, ið
sigst at vera vitugur kann finna uppá at siga at
tað — at tryggja ollum frælst liv og beina burtur
vesældóm, ótryggleika og órættvísi er fjas.
At: ell eiga javnbjóðis rættindi uttan mun til
kyn, vit, trútv, starv ella inntøku, er fjas. At:
tað at fremja rættindini hjá hvorjum einstaka í
samfelagnum, er fjas. At: tað at leggja til brots
fyri at teknisku og figgjarligu framstigini verða
nýtt at tryggja vælferð fólksins, er fjas. Ja, at
alt, ið javnaðarflokkurin hevur framt og virkað
fyri, er bert fjas, tå er torført at skilja logikkin
Beinari haldi eg tað hevði verið at sagt, at at
kalla alt tos um sjálvstýri ella samband hevur
víst seg at vera úrslitaleyst.
Mundu vit ikki stødugt sjaggað í teimum
somu sporum, uttan at koma hverki aftur ella
fram, hevði ikki javnadarflokkurin tikið seg upp
við sínum heilt eðrvísi politikki. Einum
politikki, ið var óheftur av annadhvørt sam-
bandi ella sjálvstýri, men ið hevði til hovuðs-
endamál at virka fyri leonmóttakaranum og
áhugamálum hansara, og at síggja fyri at stríðið
um sjálvstýri ella samband skuldi ikki standa so
frammalaga í foroyskum politikki, tí flokkurin
var tiðliga komin til tað úrslit, at fólkið mátti
fara at hugsa eitt sindur meira um hin sosiala
spurningin. Men javnaðarflokkurin hevur so
sanniliga eisini lagt størstu áherðsluna á at sam-
arbeiða við aðrar flokkar um tjóðskaparligar
spurningar, eitt nú málspurningar og flagg
spurningin.
Men enn eru vit ikki komnir á mál, og tað er
ein royndur lutur, at trúttanin um tjóðveldi ella
samband hevur villeitt mangan mann, ið annars
var javnaðarhugaður, men í hverjum tjóðveldis-
ella sambandskenslan logaði heitari enn tey al-
mennu samfelagsligu og sosialu áhugamálini
at greiða atkvødu fyri antin himum sokallaða
sambandsflokkinum ella tí skurvuta tjóðveldis-
flokkinum.
Sostatt er tað lætt at síggja hvonn hetta stríð
hevur rakt meinast teir føroysku lenmót-
takararnar. Eftir at hava ásannað hetta hava vit
javnaðarmenn út frá einum sosialistiskum
sjónarmiði tikið ta stødu, at arbeiða eftir
forimuni fyri at beina burtur spjaðingina innan
arbeiðarafylkingina, ið tað so nógv umtalaða
stríðið hevur elvt til, og vit síggja fram móti tí
degi, tá ið allar sosialistiskar kreftir her á landi
fara at fylkjast í ein flokk
So kemur spurningurin, hvor leiðin eigur at
verða gingin? Men tað er sjálvandi ollum greitt,
at so leingi javnaðarflokkurin hevur um róðrið,
verður eingin samtykt gjørd, ið hevur til av-
leiðingar at lenmóttakarin er hann, ið skal svíða.
Hitt sokallaða sjálvstýrislandsstýrið sat í fýra
ár uttan at fremja eina ta einastu yvirteku, sum
bert hevði ført við sær meira skatt og hægri toll.
Slíkur politikkur kann liva væl og leingi, tó má
halda so mikið aftur, ongantíð at koma sær í
meiriluta. Tann framburður, ið higartil hevur
verið framdur á tjóðskapar og sjálvstýrisleið, er
framdur við javnaðarflokkinum á odda.
Og hvussu var tað við ødrum og triðja
landsstýrinum, tá ið sambandsmenn leitaðu
i
H
H
i:
Kristjan å Neystabø
saman vid Gamla Sjålvstyrinum og hinum
sambandsflokkinum (fólkaflokkinum), ið á
pappírinum (bert pappirinum) hevur eitt mål, ið
teir kalla tjóðskaparmál, ið er soljóðandi:
Tjóðskaparliga stavnhald fólkaflokksins er, at í
Føroyum skulu føroyingar ráða. Hetta ber í sær,
at endamál flokksins er fult sjálvstýri fyri
Feroyar, soleiðis at vit fáa lóggávuvaldi á ellum
økjum, og úteftir telja við sum ein suverenur
statur javnbjóðis ødrum sjálvstýrandi londum.
Tá sat sambandsløgmadur í einum sokallað-
um sjálvstýrislandsstýri, og var tað júst tað, ið
fekk tann kanska einasta sambandsmannin at
leggja frá sær, og einki logið í ti. Og skal nú
Pauli Ellefsen taka um róðrið, tá gongur sam-
bandið skjótt burtur av álvara, um hann meinar
nakað av tí, hann hevur sagt.
Eg skal enn eina ferð strika undir, at vit
javnaðarmenn halda fast við, at tvíhaldan um
sambandið loysir ikki okkara gerandisspurn-
ingar. Vit hava til aðalmál at reka ein politikk,
ið er til frama fyri fólkið í Føroyum, og leggja
minni dent á, um vit skulu loysa ella ikki.
Men sum er, nýta vit stóran frama av
samvinnuni við danir (ikki bert tær um leið 100
mill.), og eg trúgvi, at tann dagur er langt
burturi, tá ið føroyingar aftur fara at tosa um
fult sjálvstýri.
Kristjan á Neystabe
sær
—