Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-09-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. september 1974síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 - - SOSjalurin telefon 11820, box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Føroya Javnadarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen, telefon 55873 (við ábyrgd) Johnsigurd Johannesen, telefon 13242 Prent: Prentsmidjan å Heygsbreyt Uppaftur sterkari »IKKE ALLE sambandsfolk var lige be- gejstrede for beslutningen for 8 aar siden om at indgaa i landsstyressamarbejde med Social- demokratiet og Selvstyrepartiet«. Disse vare ordene. Í EINUM heldur umberingarkendum leiðara i Dimmalætting, verður mestsum sagt, at hon kann ikki gera við, at Sambandsflokkurin er farin at slåa upp á stórutrummu til valid. Lagt verður sjálvandi eftir Javnaðarflokkinum, ti SOSIALURIN hevur vist lesarum sínum á hesar arrogantu sjálvrósandi lýsingar, sum Dimma hevur koyrt fram við, hevur um buktina og báðar endarnar og annað gott, sum Sambandsflokkurin nú einaferð so erpisliga koyrir fram við. SAMSTUNDIS ER Dimma heldur enn ikki í døpurhuga, ti sum hjá honum, at vera ein bidil av mongum, er umráðandi ikki at leypa fram- av, í bidilstødu er nú einaferð ikki at leypa ov brádliga á. JAVNAÐARFLOKKURIN hevur til hetta logtingsvalið eins og til onnur løgtingsval, verið forur fyri at leggja sina stødu fram, og honum nýtist ikki at verða skúlaður av Sam- bandsflokkinum, ti ikki hevur trotið Javnadar- flokkinum menn, sum hava átt hegni at bera fram floksins stevnu. Og viljan til at fremja politikk, sum vissuliga hevur styrkt okkara samfelag soleiðis, at betur og betur bar til hjá hesum oyggjafólki at liva og virka í landi sinum. IKKI ER TAÐ av tilvild, at hinir flokkarnir leggjast suum ravnur eftir deyðsseyða eftir Javnaðarflokkinum, vilja knokkroyta hann bæði uttalaga og innalaga. Eingin er feilaleysur heldur ikki Javnaðarflokkurin, men tað stendur tó rimmarfast, at politikkurin, sum undir leiðslu Javnaðarfloksins hevur verið rikin her á landi, hevur ikki bara átt hald í fólkinum, men er tann politikkur, sum mest hevur økt um møguleikar okkara at hevja samfelagið upp á tað stoði, sum vit standa á í dag — og sum vit vilja styrkja við einum uppaftur sterkari Javnaðarflokki eftir logtingsvalið 7. november. Hotel NORÐ Vidareidi = Telefon 5 1061 sosialurin dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: J. Follend í Sjóvar kirkju (avskeðsgudstæn- asta), Bønne-Lykke Han- sen í Havnar kirkju kl. 17 (gudstænasta fyri teimum deyvu), K. O. Viderø i Fåmjins kirkju kl. 12, altar- gongd, og kl. 18 i Øravik, altargongd, Høgni Poulsen i Midvågs kirkju kl. 11, alt- argongd, og í Servágs kirkju kl. 19, J. Joensen, fyrrverandi varabispur, í Klaksvíkar kirkju, altar- Magnussen í gongd, J. Fugloyar kirkju, Frimann á Brúnni í Skúvoyar kirkju kl. 12, altargongd, og í Dals kirkju kl. 18, altargongd, og Kjartan Mørkøre í Nóls- oyar kirkju. Fødingardagur I dag verður Jákup K Joensen, smiðjumeistari, Vågur, 70 ár. Hann er burt urstaddur fødingardagin. itrottarhøll i Vestmanna 1.500 kr. komu inn vid ym- iskum itrottartiltøkum og dansi, hallarnevndin um vikuskiftið skipaði fyri til frama fyri bygging a itrottarhøll í Vestmanna. Etlanin er at hava fiski- kapping í dag til sama endamál. Higartil hevur hallarnevndin fingið til vega um 300.000 kr. til byggingina. Úr nevndini Petir Gardar, Klaksvík, er farin úr nevndini hjá P.f Hugo Gardar í Klaksvík. I hansara stad er komin Erik Petur Vágsgerð, Klaksvík. Inn vid sjúkum manni Herfyri var Heganes, sum er á saltfiskaveidu undir Ís- landi, inni á Siglufirði við sjúkum manni. Maðurin, sum varð lagd- ur inn á sjúkahús, er komin fyri seg aftur og er farin til fiskiskap av nýggjum. Bokasøla Bokasøla Oyggjaframa er opin fyrrapartin i dag frå kl. 9—12 í Skrivarastovu, Reynageta 28. KFUM, Tórshavn Í dag er opið hús í KFUM. Mánakveldið kl. 20: Ung- mannadeildin. KFUK, Tórshavn Månakvøldid kl. 20: Ung- gentudeildin: Hitt heilaga evangeliið Mánadagin kl. i6—17: Spælistova Nr. 49 — 21. september 1974 ” * Á - Råfiskaprisir Råfiskanevndin, sum sett er eftir logtingslóg nr. 21 frå 8. mai 1969, hevur å fundi 14. sept. 1974 sett hesar minstuprisir fyri fyrstafloks blóðgaðan råfisk kruvdur vid høvdi frå vekt. kr. pr. kg. Toskur ...................yvir 70 cm 1A 3,07 yvir 70cm 1B 1,67 44—70 cm 1A 2,19 44—70cm 1B 1,67 rer kraka a34 — 44 cm 1,00 HÝsa ....................yvir40cm 1A 2,65 - LRyvir40cm 1B 1,70 Longa s.s 2,16 Blålonga „sasssa ongan pris Brosma ..................... yvir52cm 1,50 Skøta rr 1,22 Kongafiskur ......... 2. rer ongan pris Upsi s.syvir44cm 1,25 Hvitingur ...................yvir3lcm 1,20 Havtaska .....................yvir3kg 1,46 Kalvi ......... llyvir4 kg 6,21 Tunga sossa ssyvir 300 gr. 2,30 Reyðsproka .................yvir 300 gr. 2,13 Skrubba ....................yvir 400 gr. ongan pris Steinbítur i, 122 Hesir prisir eru galdandi frå og vid 15. sept. 1974 sum oman- fyri tilskilad å hesum plåssum: Klakksvík, Hvannasund, Norðdepli, Leirvik, Fuglafirði, Eiði, Getu, Skálafirði, Nólsoy, Tórshavn, Vestmanna, Mið- vågi, Sørvågi, Tvøroyri og Vági. Fyri tey avreidingarplåss, sum eru ikki nevnd her, verður prísurin hin sami, sum í omanfyri nevndu plássum við frá- drátti av flutningskostnaði til og frá avskipingarhavn. Tórshavn, 14. september 1974 Prisåsetingarnevndin á ráfiski KUNNGERÐ um løgtingsval Eftir heimild i $ 4 i lóg nr. 124 frå 28. mars 1923 við seinni broytingum um Føroya løgting verður val til Føroya løgting hosdagin 7. november 1974. Seinast 5 vikur innan valdagin, tað er seinast hósdagin 3. oktober 1974 kunnu í minsta lagi 600 veljarar boða løgmanni frá, at teir ætla at luttaka í valinum sum nýggjur flokkur. Um so er, kann flokkurin verða tikin við til bytis av eyka- mandatum. Valevnislistar skulu vera formanninum fyri viðkomandi valnevnd í hendi seinast kl. 18 á 3. vikudegnum innan val- dagin, tað er seinast hósdagin 17. oktober 1974. Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi 1 og hægst 10 veljarum sum stillarum, og við skal fylgja yvirlit yvir stillararnar, ið til- skilar nøvn, starv og bústað teirra gjølliga. Fråsøgnir um valevnislistar skulu aftrat innihalda upplýsingar um, hvønn flokk listin tekur undir við, ell aum hann stendur uttanfloks. Ein valevnislisti má ikki innihalda fleiri nevn enn tvær ferðir talið av legtingsmonnum, ið veljast skulu í val- deminum. Ongin má stilla upp samstundis til val í ymsum valdømum ella sum valevni hjá meira enn einum flokki ella stilla upp uttanfloks og samstundis taka undir við einum flokki. Teir stillarar, sum undirskrivað hava ein valevnislista, kunnu siga valnevndini frá listaeyðkenni, sum listin skal eyðkennast við á atkvødusedlunum, einstakir bókstavir (A, B. C, 0.s. fr.) kunnu ikki nýtast sum eyðkenni. Fråsøgnirnar skulu vera skrivligar og gevast formanninum í valnevndini samstundis sum valevnislistin verður givin honum. Øll val- evni á listanum og stillararðir, sum undirskrivað hava listan, skulu við undirskrift síni samtykkja listaeyðkennið. Teir flokkar, sum ynskja at nýta somu bókstavamerking til valevnislistar sínar í øllum valdømum, kunnu seinast hós- dagin 3. oktober 1974 um felag sítt senda løgmanni umsókn hesum viðvíkjandi. Hetta verður gjørt kunnugt. FØROYA LANDSSTYRI, tann 16. september 1974 Atli P. Dam logmaður J. Hilduberg | | Í | Í i Í | |