Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-09-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. september 1974síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 49 — 21. september 1974 Ein av teimum ungu næmingunum er komin at biðja Ditlev stilla sær hoyritólið, so at hann kann hoyra betur kunna klára seg í samfelagnum. Tilsamans eini 40 fólk starv- ast á Føroya Spesialskúla. Harav eru 25 lærarafólk. Fyri at kunna gerast lærari við spesialskúlan krevst í fyrsta lagi vanlig læraraútbúgving. Lærarafólkini verða síðani út- búgvin á skúlanum — fyrst sum hjålpilærarar — og skulu á hverjum ári luttaka í skeiði í pædagogikki, sum sosialmála- ráðið skipar fyri. Tey fara sam- stundir á ymiskar stovnar fyri at síggja gongdina har. Ov fåir lærarar - Tað er ov lítið við 25 lærara- fólkum, sigur Ditlev Olsen. Summir næmingar á skúlan- um eru so mikið brekaðir, at teir áttu at fingið undirvísing frå bert einum lærara. Vidhvørt er neyðugt at hava tveir lærarar í sama flokki til sama tíma. Ditlev Olsen sigur, at stórur tervur er á einum fysoterapeuti á spesialskúlanum. Hesin er livsneydugur fyri nógvar næmingar. Tað eru haraftrat mong demi um, at gott úrslit spyrst burtur úr sam- arbeiðnum millum ein fysotera- peut og ein lærara í samband við undirvísingina, sigur Ditlev Olsen. sosialurin Byrjaðu í 1962 15. oktober 1962 byrjaðu Ditlev og Margit Olsen at undirvísa hoyri- og talibrekaðum á Føroya Spesialskúla, sum tá helt til úti á Skansavegnum í Havn. Tá vóru tveir flokkar við trimum næm- ingum í hverjum. Spesialskúlin undirvisir nú øllum brekaðum. T.e. hoyri- og talibrekaðum, sjónbrekaðum, orðblindum, avlamnum og evna- veikum. Spesialskúlin heldur í letuni til í fýra plássum í Havnini. Teirra millum er KFUK i } i Síða 7 Tá tilboðini upp á nýggja skúlan vórðu upplatin Skamm fái teg, Andreas! Tá tú skuldi karakterisera rødu Erlends og geva henni vána skoðsmál, visti tú einki verri at líkna hana við enn fyrstu rødu P. M. Dam, sála. Frægari eftirmæli skuldi hann havt uppiborið, sjálvt av so arg- um mótsteðumanni. Men muður mælir tað, sum hjartað er fult av. Tað er hóast alt ikki ilt at skilja, at so stokk konservativur sambandsmaður, sum tú, Andreas, er argur um, at javn- aðarflokkurin undir leiðslu P. M. Dams so fulkomiliga tók broddin av sambandsflokkinum. Tá P. M. Dam trein fram í fer- oyskum politikki til tess at fri- gera fjøldina frá politiskari og menniskjansligari Omegd, var ein dapur tíð, sum als ikki kann saman berast við tíðina nú, og tað leikaði sjálvsagt nógv á at fáa fólkið at ressast, sum eydn- aðist umsíðir. At fjáltur kom á mótsteðu- men av teirri hugsjón, sum P. M. Dam var talsmaður fyri, vita oll, og ødrvisi var ei heldur at vænta. Hólmgonga mótsteðu- flokkanna stendur enn í frískum minni og somuleiðis orðafloym- urin. Sagt varð m. a. at hugsjón- ir hansara als ikki kundu prakt- iserast her á landi. Soleiðis ljóð- aði — kanska harðast frá sam- bandsmonnum, tí teir bóru ræðslu í barm: fyri at politiska mjerkatos teirra kom at verða jardlagt — og hetta eydnadist! Tá P. M. Dam gjørdist Føroya løgmadur, visti hann til fulnar, at tað, hann hevði tosað um, og sum mótstaðumenn høvdu sagt ikki læt seg prakt- isera, gjørdi hann til veruleika og legði lunnar undir eina ríka framburðstið á ellum økjum, sum síðan hevur verið møguligt at bygt víðari á. P. M. Dam varð — kanska av grundum — fullkomiliga mis- skiltur, tí hann hevði tær sjáld- somu gávur — at vera fram- skyggin — hevði eitt sermerkt hugflog. Tað er hvørki neyðugt ella ætlanin á hesum sinni at reksa upp P. M. Dams politiska verk, tí tað stendur ellum hugsandi fólki ógloymandi. — Men tá tú, Andreas, nevndi 60-mill. grunn- in sum eitt bragd, so manst tú neyvan við vilja hava gloymt, at tað als ikki er nakar sambands- maður, ið útvegaði 60-mill. grunnin heldur enn aðrar pen- ingaligar iløgur, men P. M. Dam, sáli. P. M. Dams politiska verk hevur sanniliga betri uppiborið enn tað eftirmæli, sum tú gav honum fyri opnari mikrofon. SKAMM FÁI TEG, ANDR- EAS! Áhoyrari **xx Lýsingar, synd og Pauli Tað tykist um skjálvti er komin á sambandsflokkin. Frein yvir seinastu 2 løgtingsskeidini undir leiðslu javnadarmanna, tykist ongan enda at fáa. Men sum Dimma plagar at júka: Vandi er í hverjari vælferð. Á hesum sinni er vandin at javnaðarflokk- urin skúmar allan róman! meðan neyðars neyðars samb. fl. verður við skerdan lut. Í stórum slagorðskendum lýs- ingum roynir samb. fl. nú í evstu lotu at rópa neyðarróp sítt: Vit hava sarfniliga eisini verið við Sum eyka trygd fyri at vera hoyrdir skrivar so nýggi odda- maður! sambandsins betrivit- andi og arrogantar fjant- og fjas- greinir, og roynir av ellum alvi at leggja sjógv millum samb. fl. og jvn. fl. Politisku korini í einum parla- metariskt stýrdum landi eru nú einaferð kompromissir. Tað ligg- ur í sjálvum orðinum, at eingin av pørtunum fær alt sítt. Stríðið um æruni fyri tað skilagóða, sum komið er av skafti, og revsingina fyri skilaloysi og tað sum enn liggur á láni skal eg lata fara. Men ikki hugsi eg at álop samb. fl. og serliga P. E. koma jvnfl. so illa við sum ætlað. Sambandspol. hevur ongantíð verið javnaðarpol. og verður tað vónandi ongantíð. Javn. (fl. hevur gjøgnum luttøku sína i landsstyrinum roynt at skapa so fræg og rættvis kor her å landi, sum tað nú einaferð er møguligt undir núverandi samfelagsskip- an. Men hugsan sambandsfl. um, at samfelag okkara nú er fulkomið, rættvist og mannsøm- andi å øllum økjum er ikki okk- ara. I 1906 segði smbfl. at vit høvdu tað fullkomna samfelagið. Sama helt hesin flokkur í 1946, og sama segði hann í 50-unum, tá kutterflåden blot skulle ombygges og modernisernes, í staðin fyri at endurnýggja skipaflotan, og sama sigur smbfl. í 1974 sjálvt um eitt og annað er hent síðani 1906. Í drúgvari grein um avskriv- ingarlógina harmar P. E. seg um, at flokkar eru við at sleppa liberalistisku hugsjónini um, at vinningurin eigur at standa mát vid iløgurnar. P. E. biður okkum taka synd í avskriving- armonnum, tá vit meta teimum, ti teir hava gjort stórar og vandamiklar iløgur. Hvussu vit skulu hjálpa nevnir hann onki um, men ein kundi gitt sær til at hann her mest hugsar um samkenslu o. t. ella kanska olmussu? Partur avskrivingarmanna er sjáldan farin upp um 10% av samlaðu iløgunum, og er hesin partur eftir stuttari tíð fleiri ferðir afturvunnin bert í skatta- lætta. Partur skattaborgarans er altið 20—25% og mangan veð- heldur tað almenna vegna vegna somu skattaborgarar fyri størsta partinum av restini. Men hvussu er við ávirkan og ágóða. Mær kunnugt hevur sambandsfl. og P. E. gjørt seg til talsmann fyri at skattaborgarin skal fáa ágóða og ávirkan í mun til iløgu sína. Men sjálvandi, ein hjálpir fyrst og fremst teimum sum synd er í og sum hava hjálp fyri neyðini. Og hverjir teir eru, hevur P. E. sambandsfl. vegna sagt okkum. Axel Skoubo * * Fylgist um javnadarflokkin Tað sast á ollum brøgdum at væl er í hendi allir flokkar uttan Javnaðarflokkurin lova gull og grønar skóðir fyri at koma inn á ting. Javnaðarflokkurin hevur og vil framvegis arbeiða fyri heildina, í einum samfelag skulu ikki bert tey ríku liva. Tað eigur eingin stættarmunur at vera gjørdur, øll eiga at fáa somu sømdir, og sama rætt, hetta er adalmål Javnadarfloksins, fylgist um Javnadarflokkin å valinum i november. Joen Jacob i Gerdi fe BA