leygardagur 21. september 1974síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 49 — 21. september 1974
Byrjaðu við seks næmingum á
spesialskúlanum — nú eru 120
Stýrið fyri Føroya Spesialskula fer nú at taka
stødu til, hvor skal byggja nýggja skúlan úti á
Frælsinum i Havn.
Í løtuni heldur spesialskúlin til í fýra plåssum i
Havnini
Ditlev Olsen: — Tað eru ov få lærarafólk á spesialskúlanum
Um eina viku ella so fer stýrið
fyri Foroya Spesialskúla at taka
stødu til tey innkomnu tilboðini
upp á bygging av nýggjum
spesialskúla úti á Frælsinum í
Havn.
Í stýrinum sita Johan Djur-
huus, formaður, Klaus Her-
mann, næstformaður, Ludvík
Petersen og formaðurin í for-
eldraráðnum, sum í letuni er
Jógvan Sundstein.
15 skúlastovur
Nýggi skúlin verður útgjerdur
við 15 skúlastovum fyri brekað.
Stovurnar verða 40 m? hver. Til
stovurnar verða gjørd try artikl-
atiónsrúm, har næmingar kunnu
fáa serstaka undirvising.
Skúlin verður útgjerdur við
høkum til triggjar barnagarðs-
bólkar og til fýra bólkar, sum
skulu umfata tey evnaveiku. Tó
er ikki ætlanin, at næmingarnir
skulu verða sundurskildir.
Annars verða gjørdar stovur
til smið, evning og meguliga
tónleikafrálæru.
Eisini verða heli til ein fysio-
terapeut, til at kanna hoyrnu
næminganna og til læknakann-
ingar. Tað er ætlanin, at læknin,
sum verður settur, eisini skal
kanna næmingar úr ødrum skúl-
um enn spesialskúlanum. Har-
aftrat verða umsitingarheli og
bókasavn, sum ætlast verða
bygt í sambandi við eitt lærara-
rúm, oyrafangaralaboratorium
og umvælingarverkstaður til
hoyritól hjá næmingunum. Til
skúlatænararn verður gjerdur
serstakur bústaður.
Tað er avgjørt at bíða við
byggingini av fimm skúlaheim-
um í sambandi við spesialskúl-
an, til nýggi skúlin hevur verið
royndur í eitt ár, sigur stjórin á
spesialskúlanum, Ditlev Olsen, í
samreðu við SOSIALIN.
Eitt av skrivstovufólkunum á Spesialskúlanum
Tá skúlaheimini verða bygd
skulu tey kunna hýsa 12
næmingum hvert.
Húsast í fýra plássum
Í løtuni heldur spesialskúlin til í
fýra plássum í Havnini. Tey eru
KFUM & K og í húsum i
Brekkugøtu og á Traðarvegn-
um.
Næmingatalið er í letuni um
120. Næmingarnir eru í øllum
aldri. Haraftrat verður nakað
væl av næmingum skúlað amb-
ulant. Hesir næmingar eru
somuleiðis í ollum aldri, sum á
henda hátt fáa stuðul til víðari
skúling og fyri annars betur at
Framhald frá síðu 5
hitt mest kenda dømi um hetta
er, at tað eydnaðist USA at fáa
Heimsbankan at seta lánini til
Chile niður í lítið og einki, og
steðga allari víðari lángeving til
Chile. Samstundis steðgaði
sjálvandi oll amerikansk láni-
veiting til Chile, eins og tey lán,
ið Chile frammanundan hevði,
vóru uppsegd. So skjótt sum
Allende var fyribeindur, fór lán-
veitingin aftur at renna. Afturat
komu so onnúr meira
búskaparlig vápn sum
handilsboycott, trýst og hótt-
anir móti teimum tjóðum og
handilsfyritøkum, sum hevdu
samband við Allendestjórnina.
Hvat brotsverk hevði eindar-
fylkingin, sum Allende stóð á
odda fyri, framt, eftirsum hon
fekk so harða mótsteðu frá ti, vit
kalla frælsa heiminum (undan-
tikin eru tó lond sum tey skand-
inavisku, sum styðjaðu Allende,
alt tað tey orkaðu)?
Unidad Popular, ella eindar-
fylkingin, hevði einki brotsverk
framt uttan hetta: at royna at
skapa eitt samfelag, har fólkið
alt fekk lut í ágóðanum av lands-
ins framleiðslu og náttúruríki-
domi
Ein slík staða vil altid verða
tann inter-
mono
hesum
TOV
ein avbjóðing til
nationala (amerikanska)
polkapitalin. Tað hava vit sæð í
Congo, Vietnam og Indonesia
fyri bert at nevna nekur fá domi
av nógvum.
Tað vóru allar grundir hjá
Eindarfylkingini til at tjóðnýta
tær útlendsku (amerikansku)
fyritøkurnar. Meðan chilensku
arbeidararnir og bøndurnir yvir-
hevur livdu í stórum fåtækdømi,
førdu tær utlendsku fyritøkurn-
ar allan åg6dan ut av landinum
og byttu hann ut til partaeigar-
ar, ið sótu fleiri 100 kilometrar
burtur frá námunum í Chile.
Hvat var meira rimuligt,
meira sjálvsagt enn, at fólkið í
Chile skuldi átt allan ágóða av
landsins framleiðslu og náttúru-
rikidømi?
Hetta var »brotsverkid«, ið
Allende og fylking hansara av
vinstravendum flokkum og
rørslum, høvdu framt. Vit kenna
oll svarið upp á hesa avbjóðing.
Imperialistarnir fóru í kriggj á
ollum økjum móti chilenska fólk-
inum og vunnu í fyrsta umfari.
Allende
Tað verður framvegis roynt at
billa fólki inn, at Allende tók seg
sjálvan av dogum. Hetta kann
ein t.d. lesa í seinastu útgávuni
av amerikanska tíðarritinum
Problems of Communism. Teir,
sum vóru saman vid honum til
tað síðsta, eru allir deyðir, men
onkur livir enn, sum hevur verið
í sama rúmi, sum Allende bert
fáar minuttir, áður enn her-
menninir troðkaðu seg inn í
forsetaskrivstovuna, kann
greiða frá, at hann bardist til
tað síðsta við maskinbyrsuni,
sum hann hevði fingið til gávu
frá Fidel Castro. At enda varð
hann raktur so meint, at hann
doyði. Teir av vinmonnum hans-
ara, ið enn vóru á lívi, ballaðu
líkið inn í eitt chilenskt flagg og
løgdu tað á eina sofu. Hesir
menn eru allir tiknir av dogum
seinni, men so mikið er so líkið
út frá teimum, áðrenn teir lótu
lív.
Eitt annað, sum bendir á, at
Allende ikki tók seg sjálvan av
døgum er, at kona hansara,
Hortensia, ikki slapp at síggja
líkið. Um hervaldið einki hevði
at dylja, skuldi eitt slíkt forboð
ikki verið neyðugt.
Læran
Fyri teir europeisku sosialistisku
flokkarnar, sum droyma um eina
friðarliga yvirgongd til sosial-
ismuna á lógligan hátt, var hern-
aðarkvettið í Chile ein ræðuligur
skelkur.
Spurningurin, um nakað líkn-
andi kundi hent í einum vestur-
europeiskum landi, um sosial-
istar og kommunistar fingu
meiriluta á tingi og fóru undir at
broyta tað kapitalistiska sam-
felagið við lógligum tólum,
verður ofta havdur á lofti.
Tað er nógv, ið bendir á, at
tað sama kundi hent, ti vit
síggja ferð eftir ferð, at tá borg-
araskapið kennir frámmihjá-
rættindi síni hótt, er tað til
reiðar at seta seg út um sínar
egnu lógir til tess at varveita
støduna óbroytta. Hetta kann
t.d. altið lata seg gera við at
siga, at demokratiið er í vanda.
Tá kann hervaldið leggja uppi og
taka valdið við áðurneyvndu
hóttan móti demokratinum sum
hjáputri. Spurningurin er so, nær
demokratiið er í »vanda«, og
hver skal avgera, at tað er í
vanda.
Tá nú kommunistar og sosial-
istar í Vestureuropa kortini ikki
hava slept vónini um eina friðar-
liga yvirgongd frá kapitalismu
til sosialismu, so er tað tí, at teir
meina, at munurin millum Chile
og Vesteuropa hóast alt er
rættiliga stórur. Hetta er eitt so
umfatandi evni, at tað ikki kann
lýsast her. Somikið skal tó verða
sagt, at Unidad Popular fyrst og
fremst var ein rersla, ikki ein
flokkur, at skipanin var alt ov
leys og tískil ikki kundi nýtast
móti ellum teimum hóttanum,
sum vóru vendar móti stjórnini.
Hinvegin eru teir vesturlendsku
flokkarnir væl skipaðir og hava
fult ræði á fakfelagsrørsluni,
sum er væl sterkari enn hon var í
Chile.
Aftur at hesum kemur so tað,
at tað snýr seg um framkomin
idnaðarlond, meðan Chile er at
kalla eitt u-land.
Kortini fara teir vestureurope-
isku flokkarnir at læra av tí,
sum hendi fyri Allende, um so
er, at teir koma til ræði. Teir
vilja vita, at í somu letu, teir
hava vunnið ein parlamentar-
iskan meiriluta, so hava teir op-
inlýst ella í loyndum eitt av
heimsins sterkastu londum ímóti
sær. Teir vilja læra ongantíð at
líta á herin, og av hesi læru fylg-
ir, at tú valla kanst stovnseta
sosialismuna á fridarligan og
lógligan hátt í einum vestur-
lendskum idnadarsamfelagi, utt-
an samstundis at skapa eitt-
hvørt slag av arbeidaraheri at
seta ímóti einhvørjari beinleiðis
fysiskari hóttan. Tað sum verri
verður at verja seg ímóti, eru tey
búskaparligu vápn, sum kapital-
isman ræður yvir. Tey vestur-
lendsku idnadarsamfeløgini eru
løttrakin og búskapur teirra sera
viðkvæmur, og tey kunnu ti ,
um ikki væl verður ansað eftir,
koyrast um koll av ti inter-
nationala monopolkapitalinum,
tá ið á stendur.