Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-09-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. september 1974síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 49 — 21. september 1974 Yvirgangurin vart í eitt ár Hin 11. sept. í ár var eitt ár liðið síðan fasistisku yvirgangskropparnir tóku valdið í Chile Nú er so eitt ár liðið, síðan hervaldið tók valdið í Chile, og hava tí allastaðir, h ar tað er meguligt, kravgongur verið við mótmælum móti yvirgangs- kroppunum. Samstundis hevur verið hevi til at steðga á og leggja fram nakað av tí tilfari, sum savnað er saman um harðræði har. Fleiri internationalir felagsskapir hava sent út frágreiðingar um viður- skiftini í Chile. Tær mest um- fatandi eru frágreiðingarnar frá Millumtjóða Legfroðingafelagn- um og frá Amnesty Internation- al. Í frágreiðingini frá A.I verður sagt, at tað, sum fram er farið í Chile hetta árið, gongur yvir alt ilt, sum ein er vanur við í Suðuramerika. Tað vil siga ikki so lítið. Frágreiðingin er ein long sega um morð, fongsul uttan lóg og dóm, pinslu, rættargongdir, sum eru reinir sjónleikir, neyð- tøku, arbeiðsloysi, mannajagstr- an, hungur og hall. Minst 200.000 fólk — og helst væl fleiri eru beinleiðis arbeiðsleys, tí tey eru á svartalista. Tey hava havt okkurt slag av sambandi við Allendestjórnina. Haraftur at kemur so tað vanliga arbeiðs- loysið, sum stendst av tí vána- liga samfelagsbúskapinum. Sum í nazitíðini Valla man mannaættin hava sæð makan til harðskap síðan nazistisku belmennini leikaðu í og traðkaðu ein part av heim- inum undir fót. 30.000 fólk eru tikin av dogum eftir einum ári. Nógv tey flestu uttan lóg og dóm. »Vanligir« viðhaldsmenn hjá tí frákoyrdu og lógligu stjórnini verða bert skotnir uttan nakað juridiskt hávasták, meðan aðrir, sum hava staðið frammalaga í arbeið- inum verða drignir fyri einhvønn hernaðardómstól, har teir longu eru dømdir frammanundan oftast til deyða. Teir, sum ikki verða dømdir til deyða, ti stjórnin óttast fyri baksláttrin- um í útheiminum, verða spaku- liga niðurbrotnir í fongslinum. Tey avvarandi sleppa ikki at vitja, fáa bert ein dag boð at koma eftir líkinum. Tann fongsl- aði er tá deyður av sjúku, skal tað eitast. Ofta kann tað prógv- ast, at hann beinleiðis er svølt- aður í hel, soleiðis sum tað gekst við einum av ráðharrunum hjá Allende, José Toha. Kona hans- ara fekk at vita, at hann hevði hongt seg, men fólk, sum hava sæð hann stutt áðrenn hann doyði, vátta, at hann longu tá varð so niðurundirkomin, at hann á ongan hátt kann hava verið ferur fyri at hongja seg. Nakað soleiðis gongst tað kommunistaleiðaranum Louis Corvalan. Hann situr í KZ legu á og einari lítlari oyggj, Dawson Ísland, og hevur sníkt eitt bræv út úr leguni. Í brævinum greiðir hann frá, at fangarnir verða píndir, hungraðir og eru um at umkomast í kulda, ti teir hava ikki tak yvir hevdið um náttina. Oyggin liggur somikið sunna- liga, at har er vetrarkuldi mesta partin av árinum. Higartil eru allar royndir til tess at fáa Corvalan leysan misseydnaðar. Men ikki nóg mikið við at menn og kvinnur verða tikin av døgum, tey skulu ikki sleppa so lætt, men pinast fyrst, halda teir ráðandi. Ti vóru t.d. hendurnar høgdar av tí heimsgitna yrkjar- anum og sangaranum Victor Jara, áðrenn hann varð skotin. Hann hevði í fangahúsinum sungið og spælt fyri medfangum sínum fyri at troysta teir. Hetta varð uppdagað, og tað mátti hann beta fyri. Og soleiðis kundi ein hildið áfram við at nevna eina sorgar- søgu fyri og aðra eftir. Tað hevur einki endamál í sær sjálv- um. Tað er nógmikið at sláa fast, at í Chile er eitt harðræði av versta slag og tað stendur ikki aftan fyri ringastu harðræð- ini á Hitlers dogum. Hetta er í sosialurin sjálvum sær so hugstoytandi, at vit hava lyndi til bert at skjóta alt hetta frá okkum. Betur verð- ur tað ikki, tá vit vita, at alt hetta bert er vorðið møguligt við p oO | i t i S k Q3=X7=03O0m—e hollari hjálp frá tí landi, sum skal eitast at vera verjin hjá frælsa heiminum, USA eitt land, sum vit eru í verjusam- gongu við. Her nyttar fyri einaferð skyld ikki at koma og siga, at hetta er tann vanliga antiamerikanism an, ti nú viðganga teir tað sjálv- ir. Ein kongressnevnd hevur júst endað arbeiðið sítt við at kanna hesi mál, og úrslitið varð, at USA, t.v.s. CIA nýtti bein- leiðis 50 mill. kr. til tess at skapa trupulleikar fyri Allende. Ikki nokk við ti, men hetta hendi eftir boðum frá National Security Coundil, meðan friðarapostulin Henry Kissinger var formaður har! Búskaparligu vápnini Men kortini vóru hetta smá- pengar mótvegis teimum veld- ugu búskaparligu vápnum, sum kapitalistiski heimurin vendi moti lógliga valdu stjórnini i Chile. Vit hava ådur her i bladn- um greitt frå nøkrum av teimum buskaparligu tiltøkum, sum teir amerikansku imperialistarnir settu í verk móti stjórnini. Eitt Framhald á síðu 6 Síða 5 Stubbar uttaneftir Fyribils frákoyrdir Grikska stjórnin hevur fyri bils frákoyrt 17 heryvir- menn fyri at hava verið ov viðgongdir í starvi teirra undir hermannastyrinum, sum sat í sjey ár Alítandi keldur siga, at kanningar nú verða settar í verk, ti hildið verður, at teir hava pint fólk, meðan teir vóru heryvirmenn Deyður í hungri Valentin Moroz, seguskriv- arin úr Ukraine, er deyður í Vladimir-fongslinum Í Moskva, siga tíðindi. Moros byrjaði fyri niggju vikum síðani at svelta seg sum mótmæli ímóti teirri við- ferð, sum russisku myndug- leikarnir hava givið honum Druknaðu undir venjing Tveir bretskir fallskýggja hermenn lótu lív, tá teir undir einari hermannavenj- ing av misgáum lendu í Kieler-veitini. Hermenninir, sum hevdu tunga útgerð Uppi á Sær, lendu í veitini undir einari venjing har norðuri í Vest urtýsklandi Sjey teirra vórðu bjarg aðir av einum vesturtýsk- um bjargingarliði, meðan hinir báðir druknaðu Bjartskygni Tað varð sýnt bjartskygni undir samråiingunum mill um Pakistan og India i sambandi vid uppafturtøk una av tele- og ferðslusam bandinum millum bæði londini India og Pakistan royna eisini at bøta um vidurskift ini å ødrum økjum millum bædi londini Bretski filmssjónleikarin, Peter Sellers, skal nú skilj ast frá triðju konu síni, sum er Miranda Quarry. Hon er dóttir bretska parlaments limin, Macroft, lord Sagt verður, at tað er Miranda, sum ynskir at sleppa frá manni sínum Tey giftust í 1970. Peter Sellers giftist fyrstu íerð i 1951 við Skiljast á triðja sinni Carl Gutsav á vitjan Svenski kongurin, Carl Gustav, fer á fyrstu uttan- landavitjan sína i døgunum 8 10. oktober Hann skal å vitjan hjå norska starvsbróðuri sin um, Olavi kongi Seinnapartin i november fer Carl Gustav å vitjan i Finlandi. Roknað verður við, at svenski kongurin í komandi ári m.a. fer at vitja Danmark og Island Grikkar ynskja EF-limaskap Grikski uttanrikisrådharr in, Georg Mavros, segði á einum tidindafundi i Brux- elles herfyri, at sívila stjórnin í Grikkalandi hevur avgjørt at biðja um lima- skap í Felagsmarknaðinum Georg Mavros segði, at umsóknin um limaskap ikki verður send Felagsmarkn- aðinum fyrr enn val hevur verið í Grikkalandi Sendiharri Amerikanska senatið hevur góðkent valið av 73 ára gamla, Shermann Cooper, sum sendiharra í eystur- tyska høvudsstadnum Berlin Hann verður fyrsti amer ikanski sendiharri í Eystur týsklandi Nýtt blað í Danmark Friggjadagin kom fyrsta nummarið av nýggja blaðn um hjá Fyns Amts Avis, sum kallast Assens Avis Tad er ætlanin, at blaðið skal koma hvenn dag Assens Avis er sætta lokal Amts utgavan av Fyns Avis. Innihaldið i blaðnum skal umfata vestara partin av Fyn australska filmssjónleikar anum Anne Hays Pey fingu ein son og eina dóttir í hjúnarlagnum Seinni giftist hann við svenska filmssjónleikaran um, Britt Ekland. Tey eiga eina dóttir Peter Sellers eigur eingi born í hjúnarlagnum við Mirandu Quarry