Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-09-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. september 1974síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 49 — 21. september 1974 smátiðindi innanoyggja Úr Norðdepli Sundaenni avreiddi 73.000 pund til flakavirkið í Norð- depli mánadagin. Í farnu viku avreiddi Rókhamar 28.000 pund undan Íslandi. Hesin túrurin varð avbrot- in, tí ólag kom á motorin. Rókhamar, sum hevur heimstað í Klaksvík, av- reiðir annars í Norðdepli. Eini 30 — 40 fólk arbeiða i løtuni á flakavirkinum i Norðdepli. Flakavirkið i: Norðdepli Reinfan A Skála er stovnað P/f teinfan, sum skal reka handil og annað starv í hes- um sambandi. Partapening urin er 40.000 kr., sum er goldin í hondina. Stovnarar og nevndarlimir eru Pálma Sólfrið Joensen, Etly Jó- hanna Jacobsen, Hans Andr. Fridleif Jacobsen, sum er formaður oll av Skála og Ingibjorg Rasmussen av Eiði Á saltfiskaveiðu Høganes, sum er á salt- fiskaveiðu undir Íslandi, hevur veitt um 270 skip pund. Túrurin, sum byrjaði fyri sløkum trimum mánað um síðani, ætlast enda um nakrar dagar Tippingin Pad líður væl við tippingina av Hvannasundi. 15 mans av Vidareidi, ur Norðdepli og Hvannasundi arbeida vid it tippa sundið Arbeiðsformaður er Jog van Gerðalið úr Klaksvík. Maður fekk skaða av spreinging | madur fekk skada av preinging i fyrråmin å ldaverksmiðjuni i Lopra leygardagin. Skadin hendi, tá hurðin á einum av ketlunum leyp upp. Maðurin fekk heila- skjálvta, men livir nú væl, verður sagt. Ætlar at byggja fiskahús Ove Mikkelsen ætlar at byggja fiskahús á keiøkin- um í Vági. Fimm tilboð eru komin upp á byggingina, men støda er ikki tikin til tey enn. Fiskahúsið skal vera í støddini 35 X20 metrar i einari hædd Kvinnufelagið Fyrsti regluligi fundurin hjá Kvinnufelagnum verður månakvøldid kl. 1930 á Hotel Hafnia. Har greiða Oluvå Skaale og Marius Johannesen frå teirri nýggju kókibókini, sum tey hava skrivað í felag. Koma aftur í dag Við flogfarinum úr Keyp mannahavn í dag koma umboðsmenn fyri føroysku pressuna, sum seinastu vik- una hava verið á rundferð ymsastaðni í Danmark Vilhelm Johannesen, blaðstjóri, hevur umboðað SOSIALIN á ferdini Flakavirkið komið at standa I ú Flakavirkið verður sett Nýggja flakavirkið á Tver- oyri er komið upp at standa, men einki er gjørt við húsini innan. Húsið er bygt av elementum frá ele mentvirkinum hjá Arna T Brattaberg við Norðskála. Fimmflokkaskipan og arbeiðslíkindi Tá eg fekk blødini upp í hendurnar seinasta leygardag, skilti eg, at nú var valstríðið av álvara byrjað. Tað vóru ikki bert tær spoyskligu fyrstusíðu lýs- ingarnar í Dimmalætting, men eisini tær mongu greinarnar um samfelagsmál við valevnisnevn- um undir í hinum blødunum, ið tóktu mær varskó um valið. Fjórða hvert ár skulu politik- arnir út at selja sína veru. Umframt at greiða frá, hvat teir hava avrikað í farnu árum, skulu teir eisini geva eitt yvirlit yvir, hvat teir ætla í komandi árum. Og prísurin fyri tær bestu ætl- anirnar eru tær flestu atkveð- urnar. Veljarafjøldini er greitt, at vid ti floksbyti, vit hava havt å tingi i mong år, og sum ikki kann væntast at verda kollrent full- komuliga i heyst heldur, hevur ongin einstakur flokkur møgu- leika fyri fult ut at fåa sinar ætlanir framdar. Spurningurin er bert, um velj- ararnir halda tann flokk, teir styðja, gera sitt besta fyri at rokka nøkur av teimum málum, sum vórðu fráboðað undan val- inum. Nú i átta år hava vit havt eina samgongu, har javnaðarflokk- urin og sambandsflokkurin hava havt tað stersta orðið at sagt. Frammanundan hevdu vit í fýra ár eina samgongu, har fólka- flokkurin og tjóðveldisflokkurin vóru kjarnin. Í báðum forum er talan um samgongur millum ein høgra- vendan og ein vinstravendan flokk. Samgongan millum fólka- flokkin og tjóðveldisflokkin hevði vissar møguleikar at fáa prinsippmál framd — ikki á tí sosiala, men ti tjóðskaparliga økinum, ti báðir flokkar leggja í sínum stevnuskráum dent á viðkað sjálvstýri. Harafturímóti kann ikki sig- ast, at javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin høvdu nakr- ar prinsippbroytingar at fylkjast um. Royndirnar hesi åtta årini prógva hetta. Ongin landsbanki, ongin landshandil. Samfelags- hjólið hevur malið eftir somu reglum sum áður. Tað kundi hugsast, at javnað- arflokkurin sum minstakrav fyri einari samgongu setti, at inn- tøkubytid í ti kapitalistiska samfelagnum skuldi javnast. Men hetta hevur ikki verið gjort, so sum hesi brot burtur úr odda- grein í SOSTALINUM 13. juli í ár visa »Hyggja vit eftir, hvussu hendan úrteka verður lutað sundur millum teir ymisku stættirnar í samfelagnum, so síggja vit, at tað er eitt fátal av fólki, sum stendur fyri ti størsta partinum av samlaðu inntøkuni og somuleiðis fyri størsta partin- um av samlaðu ognunum. Í og við, at framleiðslan er vaksin, og at prísirnir á okkara utflutningsvøru eru hækkaðir, er køkan vorðin størri, men lut- fallið millum tað, sum tann priviligeraða yvirstættin fær, og tað, sum hin stóra fjøldin fær burtur av hesi keku, er íkki stórvegis broytt. Vit eiga í dag ein yvirstætt, sum fyri stóran part er saman- settur av fólki, sum í fyrsta lagi hevur vunnið sær hægri út- búgving fyri skattaborgarans pening, sum í eðrum lagi hevur Finnbogi Isaksen, blaðstjóri tær størstu inntøkurnar í sam- felagnum, sum i triðja lagi setir pening í skip við einum einasta endamáli: at sleppa undan skatti, sum í fjórða lagi fær hægsta studning til bern síni í læru, tá skattskylduga inntek- an, orsakað av skattaavskriv- ingum, er rættuliga lág. Urslitid er eyðsæð: Tey ríku gerast alsamt ríkari, meðan tey fátæku alsamt gerast fåtækari«. Hesi orð í SOSIALINUM vátta til fulnar, at javnaðar- flokkurin er druknaður í sam- vinnu við sambandsflokkin. Tað er heldur ikki blivið mætari av, at í teimum flestu málunum av prinsipiellum økonomiskum tydningi hevur javnadarflokkur- in verid upp i einari fimmflokka- samgongu, t.v.s. eini sam- gongu av ellum flokkum uttan tjóðveldisflokkinum. Tað besta dømi um hesa samgongu er av- skrivingarlógin. Endamálið við hesi grein er at visa, at foroyskur politikkur er við at læsa seg fastan í einari stødu, har fáar ella ongar broyt- ingar av prinsipiellum slag kunnu fremjast. Javnadarflokk- urin kann ikki fåa eitt prinsipp- mål framt saman vid sambands- flokkinum, og royndirnar, sum tjóðveldisflokkurin hevur i sjålv- styrismålum saman við fólka- flokkinum, eru ikki tær allar- bestu Spurningurin er so, um nýggir samgongumøguleikar eru til staðar? Royndirnar frá úrslit- inum av seinasta vali benda á, at meguleikar eru ikki fyri einari samgongu millum javnaðar- flokkin og tjóðveldisflokkin, uttan so at hesir flokkar fáa óvæntaða stóran meiriluta við valið. At javnaðarflokkurin hættir sær í samgongu við fólkaflokkin og kanska eisini sambands- flokkin — meðan tjóðveldis- flokkurin stendur uttanfyri, meti eg ótrúligt (hóast hetta í praksis longu hevur verið gjørt). Eftir er so meguleikin: javnaðarflokkurin - fólkaflokkur- in-tjóðveldisflokkurin. Tað er væt hugsandi, at veljarar hjá hesum trimum flokkum hevdu mett, at flokkar teirra fingu frægast burtur úr eini slíkari samgongu. Hvat teir skuldu gingið saman um? Jú, tann dagligi raksturin av samfelagnum — at játta studning, at byggja vegir og brýr, at føra sosiallógina åjour o. s. fr. — kundi verið líka væl røktur av hesum flokkum saman sum einihverji aðrari samgongu. Men tað hevði havt sterri týdning, at flokkarnir eisini kundu fingið nøkur prinsippmål framd. Hverji og hvussu nógv kundu bert samráðingar vist. Tað er tó vert at nevna, at teir kundu samst um stig á sjálv- stýrisleið sum mál, ið fólka- flokkurin og tjóðveldisflokkurin leggja dent á. Og javnaðar- flokkurin kundi havt meguleika at fingið landsbankamálið framt, eftirsum tjóðveldisflokkurin og í hvussu er ein partur av fólka- flokkinum taka undir við hesum. Menn og flokkar eiga at gera sær greitt, at skal nakar møgu- leiki vera fyri hesi samgongu, so er neyðugt, at teir gera sínar metingar nú. Ti hetta kemur at vera rættuliga avgerandi fyri valstríðið. Og skuldi tað hent, at hugs- anin verður vist aftur, so kunnu vit tjóðveldismenn uttan harma halda fram í andstødu í fýra ár aftrat. »Øvelse gør mester« og vit trivast væl Urslitaleyst hevur arbeidi okk- ara heldur ikki verid. Eftir fyra åra strid fingu vit tann handils- sáttmála við EF, sum vit striddust fyri til dømis. Finnbogi Isaksen I panelinum eru Jógvan Arge Hilmar Bech Sigrid Dalsgaard Atli Dam Signar Dam Birgir Danielsen Hans Holm Kjartan Hoydal Andrew Isheim Bárður Jacobsen Jóannes Dalsgaard Óli Jacobsen Steinbjørn B. Jacobsen Kári D. Petersen Hans Jørgensen Hedin Klein Jacob Lindenskov Sverre Midjord Johan Mortensen Finnbogi Isaksen Johan Hot Mortensen Kristjan å Neystabø André Niclasen Johan Nielsen Marita Petersen Sigmund Poulsen Axel Skoubo John Smith