Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-09-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. september 1974síða 12

‹ fyrra síða allar 12 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Skúli til føroysk børn í Keypmannahavn Ein bólkur av foroyskum foreldrum í Keypmannahavn hava tikið seg saman um at seta á stovn ein føroyskan skúla. Fyribils- skipanin er tann, at skúli verður hildin hvønn leygardag frá kl. 10.00 til 14.00 Endamálið við skúlanum er at „læra, síggja og hoyra um Fer- oyar á foroyskum<. Hetta verð- ur gjørt við at læra børnini um Feroyar fyrr- og nú. Tey verða upplýst um ídnað, vinnuliv og søgu samstundis sum tey læra at lesa og skriva føroyskt. Sangur og kvæði verða eisini ein týðandi táttur í læruni Fyrsti skúladagur Fyrsti skúladagur var 14. sept- ember. Nógv foreldur og bern vóru komin oman í Feroyahúsið. Hetta var ein sannur veitslu- dagur. Bernini stuttleikaðu sær oført. Henda fyrsta skúladagin var ikki nógv skúlaarbeiði fingið frá hondini, ti fyrst skulu tey , koma at kennast betur. I stadin fyri spældu, teknadu og sungu børnini. Lærari las søgur og var væl fagnaður av teimum smáu. Foreldrini hildu seg mest úti í garðinum í góðveðrinum og skiftu orð um hetta frálíka til- takið Bernini eru millum 5 og 14 ár, so tey yngstu verða í barna- garðsflokki, meðan hini verða býtt upp í aldursbólkar sum frægast. Lærarafólk eru Símun av Skarði, Jóhan Joensen og Elinbjørt Rasmussen. Húsaviðurskiftini ikki tey bestu Húsaviðurskiftini eru ikki tey bestu, men eftir hvat frættist, eru góðar vónir um, at útisetar fara at fáa hóskandi tak yvir høvdid. Ætlanin er at selja húsini í St. Kongensgade og keypa Barners Kollegium. Húsið skal tá vera undir einum grunni og fer at fáa studning frå ti almenna í Feroyum. Vónandi fer henda ætlan at eydnast, tí tað er vorðið ellum greitt, hvussu stórur tørvur er á einum sosi- alum og mentunarmiðdepli fyri foroyingar í Keypmannahavn. At feroyskir politikkarar nú hava skilt hetta og játtað pening til keyp og vónandi eisini rakstur av einum nýggjum Føroyahusi, tænir teimum til miklan heiður. Hetta at foroyska samfelagið hevur eina ábyrgd av sínum borgarum eisini uttan fyri Feroyar, er ein góður tanki, ið oll eiga at styðja. Føroysk sildaskip selt fyri 11 milj. kr. minni Tilsamans 70 føroyskar silda- landingar vóru í Danmark í august. Seld vórðu sløk 7.014 tons fyri góðar 7,7 milj. kr. Harav fóru 2.553 tons til matna fyri 3,8 milj. kr. og 589 tons til ídnað fyri slakar 290.000 kr. Í sama mánaða i fjør seldu foroysk sildaskip 3.871 tons av makreli fyri 3,5 milj. kr. Færri landingar í fjør Í august mánaða í fjør vóru til- samans 42 føroyskar sildaland- ingar í Danmark. Tá seldu før- oysk sildaskip 4.625 tons fyri 5,7 milj. kr. Í tíðarskeiðinum január august í ár hava føroysk silda- skip selt í Danmark fyri góð 33.000 tons fyri 55,3 milj. kr. Í sama tíðarskeiði í fjør vórðu seld 38.200 tons fyri 44,6 milj. kr. Óli í Åarstovu Dagblaðið biður okkum fara »varliga við hurðunum uppi á Heygsbreyt«. Og ja, hetta er tað, eg al- tid havi prentað niður í teir síðani hinu ferðina, tá teir fóru dragsandi við hurðini út á Dagprent, men hvussu varliga farið er við henni, ja det veit ikki Pól. — Ó — Munur og minni — nú fekk hann Asbjørn medalju, so tað forslóg, heili 41 kilo — og krossurin hjá Eli sum vá 41 gram — ja so sanniliga, munur á monnum. (0) Hvat man Hákun nú siga, nú eisini Dagblaðið er farið at eyknevna portugálstrol- ararnar >skandalubarnið i foroyskari vinnilivssøgu«. Ja, vorðið sum fuglur, ið drýtur í egið reiður! Starvsfelagi mín, Vilhelm blaðstjóri, hevur verið hjá Poul Hartling og fingið sær kaffi Problemstillingin Gamla Dimma er i ringum lag, Pauli spruttar líðilangan dag: Hvør skal, Georg — styra handan val, problemið nú loys, tí eg tað vil og skal! Hoyr nú Krayon lurta eftir mær vertin á alt annað fjant og fjas, eg skal lumpa allar hinar skjótt gera teimum øllum lívið flott. Skriva endiliga nógv um meg endiliga ikki um Peter F.C. lat fólkið forstanda tað er bara eg problemið er hetta, Georg — bara meg. ÓLI Í ÁARSTOVU