Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-09-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. september 1974síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Reyp SAMBÆRT GREINAR og lýsingar í Dimma- lætting seinastu tíðina, er tað sambandsflokk- urin einsamallur, sum alt hetta valskeiðið hevur staðið í andglettinum, og sum hevur lagt til brots fyri teimum úrslitum, sum sitandi landsstýri hevur vunnið. Í 1959 VAR landsstýri skipað av javnaðar- flokkinum, sjálvstýrisflokkinum og sambands - flokkinum. Undir tí landsstýrinum vórðu sosialu lógirnar samtyktar og settar í gildi. Við 190 millióna planinum varð lagt til brots fyri eini endurnýggjan av skipaflotanum og somu- leiðis fyri eini útbygging av samferðsluni. Hesar milliónir bygdu skip, havnir, vegir, berghol og skúlar, eins og tær útbygdu rav- magnið, telefonina o.s. fr. Til tess at tryggja framhaldandi útbygging á øllum økjum, varð tilsegn fingin um 60 millióna grunnin, sum seinni er viðkaður. NU KUNNU VIT eisini minna á, at tey tvey valskeiðini frammanundan var sambands- flokkurin eisini í landsstýrinum. Tað fyrra skeiðið saman við fólkaflokkinum einsamøllum og tað seinna skeiðið saman við fólkaflokkin- um og sjålvstyrisflokkinum. Men hví í Guðs garði vórðu sosialu lógirnar ikki samtyktar og settar í gildi tá? Ella hvi varð 190 millióna planurin ikki stáplaður á beinini, og hví varð 60 millióna grunnurin ikki fingin til vega undir tí landsstýrinum. MAN SVARIÐ ikki vera, at slóbrótarin og íbirtarin, sum hevur lagt til brots fyri at fáa hesi eins og so mong onnur mál loyst, er javn- aðarflokkurin. Hoyrdi t.d. nakar sambands- flokkin ella umboðsmenn hansara nevndan undir hini miklu og drúgvu hólmgonguni um felagsmarknaðarspurningin? Og hver hevur hoyrt sambandsflokkin ella nakran av umboðs - monnum hansara nevndan í sambandi við fiski- veiðusáttmálan? Ongin! TAÐ VAR Jógvan Sundstein, stuttum tók nakað soleiðis til í Dagblaðnum : „Tað kann stýrast og rekast skilagóður politikkur í Føroyum uttan sambandsflokkin«. Tað er møguligt. Men eitt er vist, og tað er, at sambandsflokkurin er eisini komin sum av torvheiðum, tá hann hevur verið í landsstýris- samarbeiði við aðrar flokkar enn javnaðar- flokkin. REYPIÐ í Dimmalætting minnir okkum mest um smádreingir, sum renna á stað tá menn koma aftur av útróðri og á rættina, tá teir teir vilja sleppa at nema sum fyri koma aftur av fjalli við fongin hjá pápanum og vilja eisini sleppa at reypa av fonginum, sum teir sjálvir tó eiga lítið í. sosialurin dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædikka: J. Follend á Nesi, altar- gangur, K. O. Viderø í Hvalba kl. 12 og í Sandvík kl. 18. Torkil Beder i Fuglafirdi kl 11, konfirma- tion. E. Vilhelm, varabisp- ur, i Havn, Bønnelykke Hansen å Glyvrum kl. 15, deyvagudstænasta — donsk sálmabók, J. Magnussen i Klaksvík — savnað verður inn til kirkjuna, og Hegni Poulsen í Sandavági. Tey verða fermd Sunnudagin verða hesi kon- firmerað í Fuglafjarðar kirkju: Eljon Eliasen, Eilif Elia- sen, Nina Jónsdóttir Thom- sen, Elsa Jacobsen og Jón- gerð Ellingsgaard, øll úr Fuglafirði. Atli Lómstein, Flemming Vangberg Petersen, Eghild Mikkelsen og Simona Jacobsen, øll úr Syðrugetu. Sólrun Hammer úr Eldu- vik. Prógv sum jarðamóðir Anna Sigurðsdóttir, Fugla- fjørður, hevur lokið prógv sum jarðamóðir frá Ríkis- hospitalinum í Keypmanna- havn. Listaframsýning Listaframsýningin hjá Jó- annes Kristiansen í Havnar klubba heldur fram í dag og í morgin. Í dag er opið frá kl. 10—13 og sunnudagin kl. 15—722. Bokasøla Bókasela Oyggjaframa er opin i dag kl. 9—12 i Skriv- arastovu, Reynagøta 28. KFUM, Torshavn Sunnukvøldid kl. 20.30 er almennur fundur vid Chr. Høj og fru, sum siga frå ferð og visa myndir úr Jugoslavia. Månakvøldid kl. 20: Ung- mannadeildin KFUK, Tórshavn Mánakveldið kl. 20: Ung- gentudeildin: Hobby. Mánakveldið kl. 16—17: Spælistova. Tannlæknastovan sóknast eftir hjálparfólki frá 1. november. Sjálvskrivað umsókn við upplýsingum um útbúgving verður at senda til Tannlæknastovu Tórshavnar kommunuskúla Tórshavn Nr. 51 — 28. september 1974 Fólkaflokkurin hómar og ræðist Í vikuni kom málgagn fólka- floksins, Dagblaðið, í hvort hús í landinum. Sera meinaleyst við fyrsta eygnabrá — har vóru nógvar vakrar myndir (tó ongar morreyðar troyggjur) við til- hayrandi greinum av fremstu politikkarum floksins. Men lat hetta fara. Á fremstu síðu hevði sjálvur floksformaðurin á tingi sett upp sokallaðar veruleikar um lands- stýristið javnaðarfloksins og mett um útlitið, tá nú javnaðar- flokkurin kemur aftur til ræði. Vit loyva okkum at taka eitt brot: >Nú skulu teir fáa sær rimu- liga samfelagsstýring og med- ávirkan serliga á innlendis pen- ingamarknaðinum (ræði yvir bankum og sparikassum?), hvat tað vil siga, halda vit okkum hóma — og rædast.« Við eðrum orðum vil fólka- flokkurin, at privatir spekulant- ar í teirra desperatu jagstran eftir profitti skulu avgera sam- felagsstýringina, at somu priv- atu spekulantar skulu hava um hendi bankamål landsins og har- við reka okkara rentu- og per ingapolitikk, at fólksins vald umboð einans skulu vera til tak at ganga hesum privatu speku antum til handa í teirra profiti jagstran og annars taka sær a tí meira filantropiska, sum t. tí, at byggja skúlar, heilsu stovnar, vegir, havnir 0. s. fr. Hetta er greið tala — so greið at hon als ikki kann misfatast! Fólkið kann nú velja ímillur eðrumegin hendan — politik fólkafloksins og hinumegin po itikk javnaðarfloksins, sum vi at fólksins valdu umboð sku! hava um hendi samfelagsstýr ingina, soleiðis at stýrt verður t frama fyri heildina, og at tað a menna, t.v.s. fólksins vald umboð, skulu hava rímulig ávirkan á peningastovnarn: eisini. Tað sum fólkaflokkurin hóm: og ræðist, er stutt sagt tað, a teir privilegeraðu skulu miss bæði vald og vinning, og hetta vald og hesin vinningu skal flytast yvir til fólkið alt og tað líkar ikki fólkaflokkinun Men hetta vil so javnaðar flokkurin. oktober 1974. skiparakstur hava fyrimun. 1974. — eg havi lisið tað i Åminning vidvikjandi rindan av vegskatti v. m Av tekniskum orsøkum er tad ikki gjørligt at senda ut ta van- ligu åminningina vidvikjandi vegskatti v. m. Av hesi orsøk skal Gjaldstovan loyva sær at minna å, at poståvisingin fyri vegskatt v. m., sum tygum hava fingið fyrr í hesum mánaði, fellur til gjaldingar í seinasta lagi tann 1. Starv Sekt verður eftir civilverkfrødingi (M) við útbúgving innan rakstur og leiðslu til arbeiði innan Strandfaraskip Landsins. Umsekjarar við serligum fyritreytum innan skipsteknik og sosialinum sjålvandi!! Um goldid verdur aftan å nevnda dag, skulu tygum sum kunnugt leggja 10 kr. i rentur aftrat. FØROYA GJALDSTOVA Tórshavn Løn og arbeidsøki sambært sáttmála vid Føroya landsstýri. Umsóknir skulu vera landsstýrinum í hendi innan 10. oktober Føroya landsstýri tann 25. september 1974