leygardagur 28. september 1974síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 51 — 28. september 1974
Føroysk blød
fåa karakter
Í seinasta Oyggjarskeggja skriv-
ar ha um blaðinflatión. Eftir at
nærum øll tey føroysku blødini
hava fingid ein negativan kritik,
endar greinin vid hesum orðum:
»Tvey blød líkjast burturúr —
SOSIALURIN og Tidindablad-
ið. Tidindabladid hevur tekst, og
vit sleppa undan tí flokspolitiska
sosialurin
Síða 3
brikslinum, ið oyðileggur hini
blødini. SOSTALURIN er nógv
batnaður í seinastuni, ikki minst
hevur »Panelid« glett nógvar
lesarar. Hann, ið hevur okkurt
kontroversielt at bera fram,
kennir seg vælkomnan í SOSI-
ALINUM, tad ger hann ikki i
14. sept. Góðan byr!«
Ávari
varing
Ja, nú stundar til val, morreyða
troyggjan er vorðin sidsti val-
móti. Væl liggur fyri við einum
kaminupassiari tað er gott at
vera í troyggju, um ein leðing
skuldi verið í kamminuni. Eina-
ferð var tað tað fyrsta, at opna
kamminuna, tá ein kom inn.
Vápnini vóru ikki altíð so
blonk, skrivar ein kendur harri.
Har eru vit samdir, ikki hava
tygara våpn altid verið so blonk,
men albogarnir, teir vóru í góð-
um standi — og tað er beiskt at
vita við endanum av politiska
lívi sínum, at altid vóru tað teir
ið máttu tryggja tygum sessin.
Vit minnast 1946 og áðrenn tað:
Í løgtingid »gennem bagdøren«.
Í landsstýrið eisini »gennem
bagdøren« í 1951. Í fólkatingið í
1957 aftur gjøgnum bakdyrnar.
Ja, hægsta sess í 1963 og kom út
aftur sum ein kruvdur skarvur.
Tað var lítið á sjålvstyrisøkin-
um, ið hevði hansara tokka
Hvat. sleit hann samgonguna
uppá?
Jú!
1. At fiskimonnum varð lóg-
fest hvildartid.
2. At landsstýrinum varð
álagt at virka fyri 16 fjórðinga
fiskimarki og føroyskari vaktar-
tænastu.
3. At fiskimenn fingu rætt-
visari part i bjargingarløn.
Vóni at tygum siga til, um
hetta ikki passar.
Eitt sum hann nú fær ilt av
sambært Dagblaðið er:
»medåvirkan serliga á inn
lendis peningamarknadinum
(rædi yvir bankum og sparikass-
um?) hvat tað vil siga halda vit
okkum hóma og rædast.«
Tá talan er um ræði yvir spari
kassum, so haldi eg meg eisini
hóma hví tygum ræðast
Bara tað, at maðurin ikki skil
ur hvat tað týður at verða á
privatum hondum, er til at fáa
hásahúð av.
Meira seinni.
bæði fyrrv. og núverandi
javnaðarmaður
NA
Verður kristligur
lesnaður diskriminer-
aður í Føroyum?
Fyrst í juli mánaði í ár var hild-
in barnabókarithevundastevna í
Hoydelum. Luttakarar til hesa
stevnu vóru ymsar staðir frá.
Umframt feroyingar vóru lut-
takarar úr Íslandi, Noregi, Dan-
merk, Sviaríki og Finnlandi.
Ætlanin við eini slíkari stevnu
er at birta undir og kveikja lív
í barnabókmentaheimin. Sum
rimiligt er, var roynt at fáa fatur
í allar bøkur og øll blød her á
landi, ið hava samband við børn
og ung. Sjálvandi varð so eisini
„Feroya barna- og ungmanna
blað<, ið seinni kom at eita
»Kristiligt Ungmannablad,«
boðið við. Ti hetta blað hevur nú
komið út einaferð um mánaðin í
10 ár og er kent um oyggjarnar.
Sum sagt, blaðið fekk inn-
bjóðing at vera við, og bjóðað
var okkum umleið 15 minuttir at
greiða frá blaðnum: Undir hverj-
um umsteðum tað hevur komið
út, hvussu tað er figgjað; um
innihald 0. a.
Eftirsum tað fall mær í lut at
umboða Kr. Ungmannablað, fór
eg við góðum treysti undir at
savna saman tilfar, ið eg metti,
kundi hava áhuga á hesi stevnu.
B
R
Ø
V
Eg fór so niðan í Hoydalar,
gjørdi vart við, at eg var komin,
og hetta verður boðað ábyrgdar-
manninum, sum til henda fundin
var Oskar Hermansen. Men boð
koma aftur til min um, at eg
fekk ikki høvi til at koma vid
minari frågreiding um Kr. Ung-
mannablad. Eg mótmælti og
segði, eg hevði brævid i lumm-
anum upp å, at eg var bidin at
koma við eini frågreiding, og var
eg eisini komin til rætta tid
Hetta verður aftur sagt við
ábyrgdarmannin, men boð koma
aftur til mín, at eg sleppi ikki
fram at við Kr. Ungmannablað,
men eg kundi í staðin fáa loyvi
til at taka lut í einum orðaskifti
um barnabøkur aftan á aftur. Eg
segði nei takk, ti eg vildi gera
tað, eg skrivliga var biðin um at
gera. Men hetta varð aftur
noktad, og fór eg ti av stað aft
ur. Somu mótteku fekk ein
Vitjaðu á BORNHOLMEREN
A myndini síggjast nakrir av umboðsmonnunum fyri foroysku pressuna á prentsmiðjuni hjá javnaðar-
blaðnum í Rønne, BORNHOLMEREN, á vitjan teirra í Danmark í farnu viku.
sum greiðir føroysku umboðsmonnunum frá teirri
Tað er prentsmiðjuleiðarin, Thorkild Nielsen,
nýggju bókini hjá Kaj Bank Nolsøe, kommandørkapteyni, sum hann nevnir »Færøerne
land<. Bókin verður prentað á prentsmiðjuni hjá BORNHOLMEREN.
Bókin kemur í bókaselurnar 1. november, men longu nú eru biløgd eini 400 eintøk til Føroya
Á myndini síggjast frá vinstru: Kalmar Lindenskov, Eygað, Inger Skydsgaard, fulltrúi í forsætis
ráðnum, Per Hansen, Fjarðbúgvin, G. L. Samuelsen, Dimmalætting, Hermann Jacobsen, Myndablaðið
NÚ.!, Thorkild Nielsen, prentsmiðjuleiðari, og Vilhelm Johannesen, SOSTALURIN
mine fædres
annar maður, ið umboðaði eitt
annað kristiligt blað, nevnliga
Petur Háberg við blaðnum
»Sunnudagsskulin«.
Henda hending frættist út
millum fundarfólkið, og fleiri av
teimum hava spurt um grund-
irnar og vilja fegin fáa eina frá-
greiðing um hesi blød. Hon
verður eisini send til allar luttak
ararnar
Grundina fyri hesi hending
veit eg heldur ikki. Men so mikið
skal sigast og standast við, at
hesi bæði blød, id vórðu úti
stongd á stevnuni, eru eftir
okkara vidurskiftum kend blød,
ið koma regluliga út, klára seg
væl figgjarliga, fáa ongan al-
mennan stuðul, standa á trygg
um, kristnum botni og hava
samband við bern og ung í hópa-
tali
Ég veit ikki grundina, men eg
spyrji meg sjálvan, um tað man
vera tann kristna grundin, ið
kann vera atvoldin til, at
umboðanin varð noktað. Um so
er, er tað einki minni enn eitt
sera vandamikið og óhugnaligt
hugrák í føroyskum barnabók
mentum. Er hetta ikki grundin,
kundi verið áhugavert at fingið
at vitað, hver so grundin var
Á fyrsta nevndarfundi aftan á
summarfritíðina greiddi eg
nevndarlimum KFUMs frá mót
tøkuni á stevnuni, og heittu teir
a meg at geva hesa almennu frá
greiðing um hetta mál, sum
nevndin einmælt metti at vera
skammiligan atburð og pura
skeiv mynd at visa barnarithøv
undum úr okkara grannalond
um. Ti nevndin kennir seg iva
leysa i, at foreldur yvirhøvur
fegin siggja børn sini og tey
ungu við kristiligum bloðum og
bókum | hondunum
Fyri KFUM-utgevara
av Kr. Ungmannablad
Heri Trondheim
kk K
Íbúðar-
spurn-
ingurin
Tad stóð ein grein i Dagblaðnun
nr 18) 14 epter er (4
skrivað av kongsbondanun a
Velbastad, fyrrverandi formanni
i jarðarráðnum og folkafloksval
evni í Suðurstreymoy, Dånjal
Paula Danielsen
Hesin sami maður er nú upp
undir løgtingsvalid farin at
gremja seg um ibudarspurningin
hjá ungfólki í Havn. Er tað
verunliga so, at hesin maður
unnir ungfólki bilig lån, grund
oki og íbúð? Ella er hetta bert
vanlig útgjarring upp undir val?
Ella vil hann fyri tjúgundu ferð
royna at sleppa sær framat fyri
at koma inn á løgtingid?
Um so góður vilji hevur verið
hjá hesum sama manni at fingið
til vega bilig grundøki til ung
folk, hvi hevur hann so ikki vist
tað? Hann hevur sitið sum for
maður og situr í letuni sum
nevndarlimur í Føroya Jarðar
ráð
Í fjor skipaði Føroya Jarðar
ráð fyri eini risastórari útstykk
ing uppi á Snobbhill (Ovari Hoy
Framhald á síðu 11