Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-09-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. september 1974síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 smátiðindi innanoyggja Úr Hvalba Fyrsta dagin, tað viðrar, fara hvalbingar í Dímun at reka. Í Dímun verða vanliga skorin 200 lomb. Í fjør var talið 220. Annars verður sagt úr Hvalba, at menn hava slakt- ad heystlomb, id hava gingid heima, og hava hesi verið góð tey eru komin upp í 50 pund Í Hvalba er ongin útróður i letuni. Bátarnir pussa upp og gera klárt til vetrarút- róðurin Ur Miðvági verður sagt, at ein polakkur var har um vikuskiftið og avreiddi 60 tons av upsa til flakavirkið. Thomsen, sum fór nýggjan Jógvan Elias túr týsdagin, hevði 50 tons seinasta túr. Annars verður sagt, at nakrir rógva út við snellu og hava smábátar hampuligan fiskiskap. Sundabúgvin, sum var á veg til Grønlands og vendi aftur vegna maskinbrek, ligg- ur å Midvågi og fær brekid umvælt. Royndin Frida sunn- an úr Vági liggur á Miðvági og ger klárt at fara til Gren lands á garnaveiðu Annars frætta vit úr Mið vági, at teir vóru í bjørgunum i gjár. Tað besta heystlambið vá 66 pund. Ein geldær vá 65 pund Ur Dímun frættu vit mikudagin, at tann dagin høvdu teir slaktað 50 lomb. Við hesum var talið komið upp á 300. Eftir at taka er nú 100 seyðir. Skurðurin er góður, verður sagt Av Tvøroyri frætta vit, at inni å Hvitanesi ger klårt at skeljafiski skeljavirkid taka imoti nu jar aftur virkið skapurin skjótt by Annars frættist, at etlanir um at byggja at virkið skal nevur ut Etlanin er å Drelnes, har tad flyta yvir hevur fingið byggiloyvi Nyggi skulin, sum stendur i gerð, verður liðugur til kom andi skúlaár, verður sagt av Tveroyri, og nýggja flaka virkið verður klárt at taka imoti fiski 1. mars. Arbeiðið við at byggja røktar- og ellisheim í sam- bandi við Suðuroyar sjúkra hús gongur væl. Utgrevstur- in og planeringsarbeiðið eru frá hondini, og verður stoypi arbeiðið gjørt nú. Umframt alt hetta er eisini nógv sethúsabygging, og hava allir handverkarar úr at gera, verður at enda sagt av Tveroyri Lærarafólk á Spesialskúlanum 1. august vórðu hesi fólk sett við Statsskúlarnar fyri brek- að við tænastu fyribils við Statens Spesialskole í Havn. Poul Johs. Joensen, tima- lærari, settur í starv sum lærari. Bjørg Simonsen sett sum tímalærari, Lisa Maria Djurhuus, sett timalærari, og Arni Joensen settur sum ársvik sum arur. Úr Lorvík verður sagt at sum hevur verið undir Íslandi við snellu, byrjaði at leggja saltfiskaveiðuna upp hósdag hevur vart í triggjar mánaðar, og meta hava 250 skip- Grunningur, in. Túrurin teir seg at pund. Trolbátarnir pussa upp og ætla at leggja um til línu- veiðu. Smáligt er við útróðri. Onkrir hvert og fáa eini 2—300 pund smábátar eru við upp á snelluna Úr Klaksvík Ur Klaksvik frættu vit hós dagin, at idnadarskipid Vega tann dagin 11.000 pund av ráfiski. Týsdagin av- reiddi Klakkur 215.000 pund og Jákup B var væntandi i gjár Hósdagin avreiddu Skor hamar, Vátanes og Morgun- roðin av útróðri, teir høvdu ávikavist 1800, 1600 og 1300 avreiddi pund Annars verður sagt úr Klaksvík, at tann besti trol- báturin fekk 108 tons fyri summarið. Tann næsti hevði 96 og tann triðji 78 tons. Av Sandi Í ungmannafelagnum teir sjónleikin »Eydnuland ið<, sum ætlanin er at fram venja fora seinast í november. Um vikuskiftini hevur Fischer sjómans- skúlastjóri úr Klaksvík, hild- ið skeið á Sandoyar Megin skúla skeið hava til endamáls, at luttakararnir ogna sær dugnaskapsbræv í sigling v.m. Skeiðið er væl umtókt og hevur fingið góða undirtøku I sambandi vid asfaltering maskinambod Heinesen, Hesi ina eru nógv komin í oynna. Menn ganga fjøllini og lata væl at seyðin- um Í umbúna er at javnaðarfelag í Sandoy, verð- stovna Ud » ur at enda sagt av Sandi sosialurin Nr. 51 — 28. september 1974 Skulin i Føroyum Aftur nú! hugsar onkur, ið sær hesa yvirskrift. Jú, rætt er tað; seinastu tíðina hevur verið nógv skrivað um føroyskan skúla. Nógvir góðir menn hava sagt sína hugsan um hetta mál, og tað er bara gott, at skúlaviður- skifti hava so stóran áhuga mill- um manna. Fara vit at kanna eftir, hverji tey eru, sum í bløðunum hava sagt sína hugsan um, hvussu skúlin í Føroyum eigur at verða skipaður, vilja vit síggja, at har eru fólk úr ellum stættum; men teir, sum vit so vist hevdu væntað, fóru at leggja upp í hetta orðaskiftið, hava tagt, tað eru okkara politikkarar. Ansa vit eftir, hvat teir, sum hava skrivað um skúlaviður- skifti, hava lagt stersta dentin á, so er tað, hvussu skúlin eigur at venja komandi ættarlið til at tæna vinnulivinum best megu- ligt, og at gera tey til tjóðskap- arliga hugsandi góðar føroying- ar Hetta, at politikararnir ikki hava latið við seg koma í orða- skiftinum um skúlan, má tykj- ast heldur logið. Skúlin er ein ógvuliga týdningarmikil táttur í samfelagnum, og tað má ti vera hvussu hverja av alstórum týdningi, hann er skipaður, og ávirkan hann fær á tey, skulu ganga í hann. So at siga hver einasti borgari gongur í skúla í minsta lagi í sjey ár, og mest við- sum hesi árini eru tey kvæmu í mannalivinum, ti er tann åvirkan, vit fåa hesi årini, avgerandi fyri, hvussu vit fara at roynast sum borgarar i sam- felagnum Onkur vil óivað halda tað vera ov nógv avgjørt at siga, at politikarar einki hava sagt um skúlan, ti teir politisku flokkarn- ir viðgera skúlan í stevnuskráum sínum, og fleiri politikarar hava sagt, at tann føroyski skúlin eig- ur at verða bygdur á foroyskan botn. Men tað, sum eg hugsi um her, er, at eingin av teimum hev- ur greitt okkum frá, hverjir tankar liggja aftan fyri ti, sum stendur í stevnuskráunum, og hvussu teir ætla at náa tey mál, ið har eru sett. Í orðaskiftinum hevur verið vidgjørt, hvat »å føroyskum merkir. Millum annad verður sagt, at umsitingin av skulanum skal vera å føroyskum hondum, og at lærubøkur skulu Hetta botni« vera á føroyskum máli. skuldi verið ein sjálvfylgja, men eitt er heilt vist: hetta er íkki nóg mikið til at gera ein fer- oyskan skúla. Ikki fyrr enn vit Marita Petersen lærari sjálvi eru vorðin so fræg, at vit hava gjørt okkara egnu hugsan um, hvat mál vit eiga at seta okkum við skúlanum, verður hann føroyskur. Vit kunnu skriva so nógvar feroyskar skulabøkur, sum vit orka, og vit kunnu seta so nógvar føroying- ar, vit kunnu fáa fatur á at um- sita, feroyskur verður skúlin ikki, so leingi endamálið við skúlanum verður avgjørt av pol- itikarum i oðrum landi Nú kann verða spurt, hvat tað er, politikararnir eiga at gera. Jú, teir kunnu siga sína hugsan um og taka steðu til, antin skúl- in skal vera fyri vinnulivinum, ella um hann skal vera skúli fyri menniskjuni, um skúlin skal vera eitt stað, hvar bernini læra, hvønn tydning kapping hevur fyri at kunna klára seg í samfel- agnum, ella skal hann vera eitt stað har øll, eisini tey, ið ikki eru so kappingarfer, kunnu trívast og halda, at har er gott at vera, har bernini læra at skilja og góð- taka hvønn annan við teimum dygdum og brekum, vit ell hava í sterri ella minni mun, um skúl- in skal enda við próvteku, meguleika fyri provtøku ella um als eingin próvteka skal vera í fólkaskúlanum, um fólkaskúlin skal laga seg eftir teimum hægru skúlunum ella teir hægru skúl- arnir skulu laga seg eftir fólka- skúlanum, og hvussu stórur dentur eigur at verða lagdur á praktiskar, teoretiskar og mus- iskar lærugreinir. Hetta er bert fyri at nevna nakað av ti, polit- ikararnir kunnu taka steðu til. Sum fyrr nevnt hevur í orða- skiftinum nógv verið tosað um, hvussu skúlin tænir vinnuliv- inum best, og um nóg stórur dentur verður lagdur á okkara tjóðareyðkenni, meðan tað, sum skuldi verið miðdeplið: barnið, næstan ikki er nevnt. Sjálvandi hava hesi bæði økini tydning fyri barnið. Barnið má seinni í livin- um kunna breydføda seg, og tað er gott, at tað kennir seg knýtt at eini tjóð, so tað ikki verður rótleyst. Men um vit í stremban- ini fyri hesum báðum gloyma, at tað er tað einstaka menniskja, tað ræður um, kann væl vera, at vit júst fáa menniskju, ið hava trupult við at finna seg til rættis í samfelagnum. Um skúlin við børnunum og tað, tey kenna, sum grundarlag, arbeiðir fyri at vaksa um sjónar- ring teirra við teirri ferð, tann einstaki maktar, so vilja vit uttan iva fáa glað born, sum eru knýtt at teirri tjóð og teirri mentan, tey veksa upp í, og tey fara eisini at hava lættari við at finna seg til rættis í teirra yrki her í Føroyum. Marita Petersen I panelinum eru Andrew Ísheim Bárður Jacobsen Jóannes Dalsgaard Óli Jacobsen Steinbjørn B. Jacobsen Hans Jørgensen Hedin Klein Jacob Lindenskov Sverre Midjord Johan Mortensen Jógvan Arge Hilmar Bech Sigrid Dalsgaard Atli Dam Signar Dam Birgir Danielsen Hans Holm Kjartan Hoydal Finnbogi Isaksen | Johan Hot Mortensen I] Kristjan å Neystabø André Niclasen Johan Nielsen Kåri D. Petersen Marita Petersen Sigmund Poulsen Axel Skoubo John Smith Bert toftir vóru eftir Ein vietnamesisk kvinna situr her og grætur yvir toftirnar av tí, sum einaferð var heim hennara í eini bygd nærindis Saigon. Bygdin varð herfyri hersett av partisanum úr Tjóð- skaparliga Frælsisfelagsskapinum. Bert toftir vóru at síggja, eftir at stjórnar- hermenn høvdu gjørt álop á bygdina.