leygardagur 2. november 1974síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fjølment á val 7. november! Kross við lista C!
frælsi
Nr. 61 — Leygardagin 2. november 1974 — 47. árgangur — Leysasøla 1,50 kr.
Latid tykkum
ikki ræda
Oddagrein blaðsins í dag kall-
ast: Latið tykkum ikki ræða.
Har verður m. a. tikið soleiðis
| til:
— Herafturat skal vera
sligið fast, at vit til eina og
hverja tíð mótmæla einaræði,
bæði í kommunistiskum og
kapitalistiskum samfelogum.
Samstundis vilja vit minna á,
at tað júst vóru leigusvein-
arnir hjá kapitalismuni, sum
traðkaðu fólkaræði í Chile
undir fót. Og har afturat at
tað einaræði, sum undir
seinna heimsbardaga legði
stóran part av Europa í sor,
hevði sum eitt av aðalmál-
unum at keva javnaðarhug-
sjonina. Síða 2
Rundferðin
við »Esju«
Í 8. parti av ferdafråsøgnini
úr Íslandi skrivar Sámal
Johansen um vitjanina á
Akureyri, m. a. hvussu trup-
ult tað var at finna »Rikid«.
Síða 11
200 fjórðinga
fiskimark
blaðnum í dag
skrivar eitt av valevnum
Javnaðarfloksins í Norðoy-
um, Poul Jakku Olsen, log-
tingsmaður grein undir heit-
inum: 200 fjórðinga fiski-
mark kann ikki breydføda
tjóðina. Í greinini verður m.
a. soleiðis tikið til:
Nú halda tjóðveldis-
menn væl standa til, nú fáa
vit triggjar ferðir so vítt fiski-
mark, sum teir høvdu sett tað
til.
Eg vil siga, at nú koma teir
stóru trupulleikarnir, ikki tí
vit fáa 200 fjórðinga fiski-
mark, men tí allir fáa tað
SAMA. Síða 16
Í grein í
javnaður
brødralag
Ídnaðarvirki 3 millj.
Hósdagin var boðið til samkomu
á Elementvirkinum norðuri við
Norðskála í samband við at virk-
ið nú er tikið í bruk av álvara.
Virkið, ið hevði sekt um lán
fyri 2.170.000, er vorðið væl dýr-
ari enn ætlað. Figgingin er
fingin við 550.000 í láni og kr.
430.000 í studningi frá Egns-
útviklingini, kr. 700.000 úr Ídn-
aðargrunninum og kr. 270.000 úr
Menningargrunninum. Eginpen-
ingurin er kr. 220.000.
Virkisleiðslan fer nú at sekja
um eykafiggjan fyri tær 880.000,
sum virkid er vordid dyrari. Uppi
i hesi eykafiggjan er ætlaður
reinsibrunnur, soleiðis at alt,
sum rennur frá virkinum, fer
gjøgnum reinsan, áðrenn tað fer
á sjógv. Somuleiðis er ætlað at
hava ein royndarbrunn við sílum
útfyri virkinum, fyri at kanna
kann verða, um frárenslan kann
hava skaðiliga ávirkan á sil.
Tað er Árni Brattaberg, sum
er stjóri fyri felegnum, men
dagliga leiðslan er4 hondunum á
Eiriki Ingvarson, verkfreðingi,
sum er virkisleiðari, Jógvan
Nónsgjógv, arbeiðsformanni og
Helgi Tórgarð, montøri.
Byggingin byrjadi 1. mars
1974 og varð reist 1. juni, 10.
juni varð fyrsta elementið gjørt,
og 28. oktober var verksmiðjan
liðugt monterað, soleiðis at
framleiðslan kundi fara fram
sum ætlað.
Higartil hevur virkið framleitt
fyri 440.000 kr., og hevur hetta
verið gjørt partvíst uttandura. I
løtuni eru ordrar fyri einar 3
millj. kr., og væntuliga verður
nóg mikið at gera framyvir. 15
mans starvast á verksmiðjuni.
A samkomuni hósdagin segði
Jákup Lindenskov, landsstýris-
maður, at tað var ikki bara
hugaligt at síggja, hvussuleiðis
hetta virkið hevði tikið seg fram,
men av teimum íleguu samfel-
agið hevði gjørt í samferðslu og
ikki minst í Sundalagnum, vóru
fortreytirnar skaptar fyri at
menn kundu fara undir at seta
virkir á stovn. Hetta er eitt av
teimum, sum menn vænta sær
nosv av.
Annars vóru reður frambornar
av Tórmóði Dahl, idnadarråd-
geva, Arnskov, skrivstovu-
stjóra á ríkisumboðnum, Trygva
Árting, skrivara í lIdnaðar-
grunninum, og Leif Mohr,
stjóra, og Eirikur Ingvarsson,
verkfrødingur, og Arni Bratta-
berg greiddu frá virkisgongdini.
Kross við lista C!
Telefonverkið
boðar frá
Sunnudagin 3.
nov. kl. 18 verður nýggja automatsteðin í
Fuglafirði tikin í nýtslu. Samstundis verða gomlu steðirnar í
Fuglafirð og Oyndarfirði niðurlagdar, og felagarnir í Fugla
firði, á Hellum, í Oyndarfirði og Elduvík fáa automattelefon.
Í samband við automatiseringina verða hesar nummar-
broytingar:
Aftur at verðandi nummari undir Fuglafjarðar stoð verður
44000 lagt afturat. Sostatt verður nr. 48 broytt til 44048, nr.
150 til 44150, o. s. fr.
Aftur at verðandi nummari undir Oyndarfjarðar stoð verður
44500 lagt afturat. Sostatt verður nr. 8 broytt til 44508, nr. 15
til 44515, 0. s. fr.
Samband vid bygdir, id ikki hava automattelefon, fæst vid
at snara 01, bygd.
Eru spurningar hesum vidvikjandi kann ringjast til 02,
nummarkall, ið gevur upplýsingar um nummarbroytingar,
nýggjar felagar og takstir.
Telefonverkið
,
Hvi?
TA DYRNAR til valhølini opna hósdagin,
verða tað veljararnir, sum fáa orðið, og tað vera
teir, sum avgera skulu, hvussuleiðis landið skal
verða stýrt komandi fýra árini.
OG TA SO er, at avgerð skal takast um fram-
tíðarlagnu Feroya, er at leggja sær eina við at
velja soleiðis, at teir, sum stýra skulu, verða
umboð fyri okkara veruligu áhugamál. Verða
umboð, sum leggja sær eina við at leggja alla
orku í at byggja út samfelagið, soleiðis at pláss
er fyri okkum, hverjum einsæris, og soleiðis at
okkum verður opnaður meguleiki at virka á tí
oki, vit hava hegni og vilja til at virka á.
TAÐ ER HITT einstaka heimið, sum er mið-
depulin í
,
samfelagnum. Javnadarflokkurin
setur menniskjuna i midjuna, og ti er umråd-
andi, at ein politikkur, sum veruliga røkir
åhugamålini soleidis, at hugt verdur gjølliga at
teim vidurskiftum, sum fremja tann trivnad,
sum gevur mestu eydnuna fyri føroyingin.
TANN POLITIKKUR, sum Javnadarflokkur-
in i hesum valskeiði hevur verið við til at framt
hevur veruliga sett mannavirðini í hásætið og
virkað fyri, at bygdasamfelogini koma at eiga
framtidarmøguleikan. At børnini nú kunnu fáa
mestu skúlagongdina uttan at skula av bygdini
ella av landinum í teimum hættisligastu skúla-
árunum.
SLIKT ER politikkur, sum er fólksins.
OG TÍ velur tann, sum ynskir satt menniskja-
virði í miðdepulin, at styðja JAVNAÐAR-
FLOKKIN á valdegnum.
Fyribils semja
Utlitid fyri keypinum av Barners
Kollegium til Ferovahús í Keyp
mannahavn er treytað av,
at friðingarmyndugleikarnir ikki
broytingar um
Store
Kongensgade, sum ætlanin er at
gera Sstorvegis
friðing av húsunum í
avhenda til løgmålarådid
1,8 milj. kr.
Stødan er tann i løtuni, at semja
legmálaráðið um ein
keypspris upp á 1,8 milj. kr
Henda semja varð treytað
av, at friðingarmyndugleikarnir
er við
ikki broyttu treytirnar fyri
nýtslu av húsunum. Nú frættist,
at myndugleikarnir hava kravt
meiri umfatandi friding enn
ætlað av fyrstan tid
Annars er semja komin í lag
millum eigaran av Barners
Kollegium og Kvinnufelags
grunnin um keypstreytir fyri
húsini Jacob Lindenskov
landsstýrismaður, sum hevur
arbeitt við málinum, upplýsir, at
landsstýrið hevur góðtikið, at
peningurin, ið settur varð á
figgjarlógina til
verður brúktur til hetta keyp.
Føroyahus,
Koyring til valstaðið
Tygum kunnu ringja telefon 14501 ella 14502,
um tygum ynskja at fåa bil å valstadid i Tors-
havn.
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag