Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-11-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. november 1974síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Latið tykkum ikki ræða EITT SERMERKI fyri borgarligu flokkarnar framman undan vali eru tey mongu álopini, teir gera á javnaðarflokkin. MEN TAÐ MESTA teir hava at kasta javn- aðarmonnum fyri, er sjálv javnaðarhugssjónin. Hetta skulu teir sjálvsagt ikki hava ótekk fyri, tí júst hetta er tann stóri munurin ímillum okkum og aðrar flokkar. MEN BORGARLIGU flokkarnir skuldu ikki verið so kvikir at briksla okkum, at vit ynskja eitt samfelag við einaræði, ti einki er okkum meira fjart. Satt fólkaræði er ein av høvuds- tættunum í javnaðarhugssjónini. HERAFTURAT SKAL verða sligið fast, at vit til eina og hverja tíð mótmæla einaræði bæði í kommunistiskum og kapitalistiskum samfel- øgum. Samstundis vilja vit minna á, at tað júst vóru leigusveinarnir hjá kapitalismuni, sum traðkaðu fólkaræði í Chile undir fót. Og har afturat, at tað einaræðið, sum undir seinna heimsbardaga legði ein stóran part av Europa í sor, hevði sum eitt av aðalmálunum at keva javnaðarhugssjónina. MEN UMFRAMT at berjast fyri javnaðar- hugssjónini vilja vit eisini virka politiskt í hesum samfelagnum undir teimum reglum Sum galda, og vit hava víst, at vit hava henda vilja. VIT VERÐA LAGDIR undir at vilja køva alt privat fyritakssemi, men flokkurin hevur í verki vist, at hetta er ikki so. Utbyggjanin av foroyska vinnulivinum hevur ongatid verið so stór sum hesi seinastu 8 árini. VIT VILJA ALTÍÐ royna at finna skilagóðar loysnir, og tað vita vinnulívsmenn. Ti hava teir betur torað at gera iløgur, tá javnaðarflokkurin hevur sitið við róðrið. LATA VELJARARNIR seg ræða av álop- unum frá borgarligu flokkunum, kann úrslitið verða ein borgarlig landsstýrissamgonga, og royndir hava prógvað, at undir borgarligari leiðslu stendur alt stilt. LATIÐ TYKKUM heldur ikki lokka at velja aðrar flokkar sum siga seg vilja samarbeiða við javnaðarflokkin, og at javnaðarflokkurin fær nóg mikið av atkvødum. Hetta er ein umvegur at styðja javnadarflokkin, ti einasta trygd fyri einum landsstýri undir javnaðarleiðslu er ein sterkur javnaðarflokkur. VELJIÐ TI JAVNAÐARFLOKKIN ! nidodgeb Barnakórið i Klaksvík Í kveld syngur barnakórið í Klaksvík uppi í KFUK í Havn. Í morgin skal kórið somuleiðis syngja við barna- gúðstænastuna I kirkju. Adventistasamkoman Í dag kl. 9.30 bíbliuskeið v. V. Tomasson. Kl. 10.45 guðs- tænasta í adventistaskúlan- um v. Hoyvikstjørn, við J. Sivertsen Guðstænastur Í morgin, allahalgannasunn- udag, verða hesar guðstæn- astur: A Glyvrum guðstænasta v. J. Follend, presti. Í Hvalba kl. 12.00 og Sandvík kl. 18.00 guðstænasta við K. O. Viderø, presti (talvan gongur til frama fyri Neyð- hjálp Fólkakirkjunar). I Sør- vági skriftamál kl. 11.40 við Hogna Poulsen, presti (talv- an gongur til frama fyri kirkj- una). Í Havn kl. 11.00 guðs- tænasta við J. Weihe, presti. Barnaguðstænasta kl. 16.00 har innsavning verður til sunnudagsskúlan. Í Klaksvík guðstænasta við fv. vara- bispi J. Joensen. Í Nes prestagjaldi gongur talvan í ellum kirkjum til frama fyri Feroya Einkju- grunn. Í Fuglafjarðar prestagjaldi gongur talvan í ellum kirkj- um til frama fyri Guðs orðs útbreiðslu. Isfiskasøla Kap Farvel hevur å bretska isfiskamarknadinum selt 1388 kit fyri 25.700 pund. Kap Farvel hevur roynt undir Íslandi. Filadelfia Telefonandaktin er alt sam- dogrið á telefon 14880. Sjúkrapleygari Hjartvard Hvíthamar, Sand- avágur, hevur 29 oktobur fingið prógv sum sjúkra- pleygari við Statshospitalið í Vordingborg. Jehova Vitni Almennur fyrilestur verður í morgin kl. 15.00. Beint aftaná verður skeið um blaðið Vagttárnet. v4 drátturin Í V4 dráttinum hjá útvarp- inum seinasta leygarkveld vórðu hesi tel drigin: 4, 6, 13, 15, 18, 20, 48, 49, 54, 65, 69, 72, 84, 86, 91 og 92. Vinning- urin upp á 7.465 kr. var vunnin av tveimum vinnar- um. Annar úr Havn og hin av Tveroyri Havnar Nr. 61 — 2. november 1974 Hvat kann EDV gera fyri tygum? Seinast í 1940-árunum varð hildið, at eini 4—5 elektronisk data-tól mundu vera nóg mikið — til allan heimin. Í dag eru til fleiri enn 100.000 edv-tól við nógv sterri arbeiðsorku. Ein heilt ótrúlig framgongd, sum Pf DATA er uppii. Fleiri enn 80 fyritøkur og almennir stovnar nyta i dag før- oysk edv-system, sum Pf DATA hevur gjørt. Hesi edv-sy- stem eru gjørd soleidis, at tey eru løtt at nyta og kunnu ti nýtast í bæði stórum og heilt smáum fyritøkum. Hetta eru eisini liðilig edv-system, sum geva tygum fleiri loysnir í at velja. Tygum seta data-upplýsingar tygara á standardoyði- blød, og eftir fáum degum eru tygum liðugur við umsiting- ararbeiðið og hava eitt gott yvirlit yvir raksturin og figgjar- standin hjá fyritøkuni. Vilja tygum vita meira um, hvat vit kunnu gera fyri tygum, eru tygum altíð vælkomin at ringja til okkara og avtala ein fund við okkum uttan at tygum eru bundin av nøkrum. tif. 11266 Aðalskrivstova: Jónas Broncksgøta 27, tif. 13262 Søluskrivstova: Tórfinsgeta 8 Løgtingsvalid sum er lyst at fara fram tórsdagin hin 7. november 1974, verður í Tvøroyrar kommunu hildið í gomlu stjórnarhúsum kommununnar nevnda dag frá kl. 10 til 13 og frá kl. 15 til 20 og hareftir so leingi, sum veljarar stødugt meta til atkvødu- greiðslu. Veljarar, sum sambært vallógarinnar $ 39, 3. pt., hava rætt til og ynskja at greiða brævatkvødu heima, kunnu dagin fyri valið boða býráðsskrivstovuni (tlf. 71085) frá — helst innan kl. 15. Løgtingsvalstyri Tvøroyrar kommunu 28. oktober 1974 S. v. Hans H. Strøm fm. Barnahjålpar- grunnurin Studningar til illa stødd børn verða útbýttir í desember mánaða, og eiga umsóknir um slíkan styrk at vera nevndini í hendi í seinasta lagi 25. november 1974. Umsóknarblað fáast við at skriva til Barnahjålpargrunnin, Dr. Jacobsens getu 19, 3800 Tórshavn, ella við at ringja til tlf. 14212. Tórshavn, 21. oktober 1974 Grunnsins vegna J.P. Håberg form.