Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-11-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. november 1974síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 61 — Z. november Axel Skoubo, valevni Javnaðarfloksins í Sandoy, skrivar: Nú so væl líður móti vali, og veljarin er um at ganga undir í valtilfari og valpropaganda, er tað kanska ikki heilt av leið at taka saman um og visa á, hvørj- ar høvudsatfinningar andstødu- flokkar javnadarfloksins hava, og hvat teir hava at seta i stadin. Fyrst Fólkaflokkurin. Hesin flokkur byrjaði valstridid væl undan hinum, og hevur hann nýtt nógv meira orku til hetta enn nakar annar flokkur. Líta vit 8 ár aftur í tíðina, skilja vit væl, at hesin flokkur metir hetta komandi val sera álvarsamt, tí har má okkurt henda nú, um hann ikki heilt skal detta burtur ímillum. Eisini skilja vit væl, at fólkaflokkurin nærum hevur friðað javnaðarflokkin. Hevuðsatfinningar fólkafloks- ins upp undir valið eru: Skatta- byrðan er ov tung, almennu ilegurnar ov stórar. Meðan framtidarlyftini eru: størri iløgur og fleiri almennar útreiðslur. Eg skal ikki vera tann fyrsti at pástanda at skattabyrðan er ov lett, men tann mynd, sum fólkaflokkurin gevur av henni er alt annað enn rett. Tað er próv- fast, at skattatrýstið i Føroyum er Þæl minni enn í teimum lond- um, sum vit vanliga sammeta okkum við. Annað er, at skatta- skipan okkara ikki er so, at hon fremur størst møguligt rættvisi. Enn eru alt ov mangar inntøkur, sum ikki bera skatt eftir forimuni, og alt ov nógvur vinningur, einamest samfelags- skaptur, sum lutvíst ella heilt sleppur undan skatti. Tann vinningur, ið soleiðis verður óskattaður, má sjálvandi gjald- ast av eðrum, og hverji tey eru, er okkum ellum greitt. Javnað- arflokkurin hevur víst á, hvussu hetta órættvísi kundi verið beint burtur. Men so leingi løgting okkara hevur ein stóran borg- arligan meiriluta, gerst lítið annað enn at royna sum frægast at skera teir mest asocialu og rotnastu blettirnar burturúr. Hetta hevur javnaðar- flokkurin roynt og eftur umstød- unum er hetta eydnast avbera væl. Harafturímóti hevur fólka- flokkurin ikki við einum einasta orði og enn minni í gerningum roynt at bett um ta socialu slagsíðu, ið skattalógin í alt ov stóran mun enn hevur. Einasta leið, sum fólkaflokk- urin hevur víst á, er at skerja almennu útreiðslurnar. Í vanlig- um týdningi merkir hetta: færri lendingar, vegir og havnir. Men er tað ikki netupp hetta, ið fólkaflokkurin sigur seg vilja stuðla, Ein loyvir sær at ivast í, hvussu haldgóð trúverdigheit fólkafloksins er. Eisini roynir fólkaflokkurin at Javnaðarflokkurin er loysnin. Krossin við lista C! Síða 3 gera seg til talsmann og verja fyri smábygdirnar. Sumt av tí, sum Dagblaðið hevur ført fram um henda spurning, er tílíkt, sum samsvarar væl við hugsan javnaðarfloksins. Sum t. d. at landskassans partur til vegir, havnir og lendingar og skúlar verður ektur fyri at lætta um byrðurnar hjá kommununum. Men tað, sum gevur einum allar møguligar orsekir fyri at ivast í góða vilja fólkafloksins, er, at hann í næsta andadrátti krevur, at almennu iløgurnar skulu skerjast munandi. Javnaðarflokkurin stríðist ikki bert fyri at skapa eins góð og rættvis kor fyri allar landsins borgarar, men hann ásannar eisini at vit mugu skapa eins góðar vinnumøguleikar fyri allar partar av landinum, so bygda- fólkið sleppur undan at vera rivið upp við rót og óbeinleiðis tvungið til at sekja sær vinnu í fáum avmarkaðum økjum. Veg- ir, havnir, lendingar og skúlar mugu byggjast; hetta er sjálvt grundarlagið. Men í longdini livir ongin bygd bert av hesum. Vinnumeguleikar fyri fólkið á staðnum mugu skapast. Javn- aðarflokkurin setir seg ikki í tolni at bíða eftir, at hesir meguleikar skulu koma av sær sjálvum, tí tað vita vit, at teir ikki gera. Tað er ein søguligur veruleiki, at kapitalurin er midsavnandi, og Ostyrdur fremur hann bygda- avoydingina. Einasta gongda leið, um vit av sonnum vilja virka fyri at menna bygdirnar og skapa vinnumeguleikar, er, at tað almenna fær møguleikar at stýra ílegunum, so æðrarnar greina seg um landið alt, og ikki sum nú renna í stríðum streym- um til eitt avmarkað tal av løkjum. Hesa loysn javnadarfloksins mótarbeiðir fólkaflokkurin við hond og fót, bygdunum til óbótaligan skaða. Axel Skoubo Suðurstreymoy, skrivar: Framman undan seinasta legtingsvali segði javnadarflokkurin um EF, at ein høvudstreyt fyri, at vit kundu gerast limir av hesi sam- gongu var, at vissa fekst fyri, at vit kundu varðveita einkarrættin til veiðu innan fyri 12 fjórðings fiskimarkið. Fekst henda vissa ikki, ynskti javnaðarflokkurin ikki limaskap í EF. Hetta lyftið helt javnaðarflokkurin, men ikki bert tað. Undir samráðingunum um limaskap kravdi landsstýrið eisini vissu fyri, at vit fingu einkarrætt til veiðu eisini innan fyri eitt víðari fiskimark, um hetta varð samtykt á altjóða stigi, ella ein einvís útflyt- an gjørdist neyðug. Henda vissa fekst ikki, og ti kom umhugsunartidin í lag. Tá eingin avkláring kom, samtykti logtingið eftir upp- skoti frá landsstýrinum, at vit kundu íkki taka við limaskapi, men skuldu samráðast um eina handilsskipan, sum nú er komin í lag. So leingi EF ikki broytir fiskivinnupolitikk sín, gongur javnaðarflokkurin ikki inn fyri limaskapi. Verður fiskivinnupolitikkur EF's broyttur, so hann hóskar okkum, er staðan ein onnur, og um javnadarflokkurin tå ynskir limaskap, er ein spurningur, sum må takast upp tå. Men ådrenn ta tid er eingin orsøk til at vidgera spurningin um limaskap ella ikki. To vil eg halda, at i løtuni er einki, sum talar fyri limaskapi. Við ødrum orðum: javnaðarflokkurin hev- ur hildið tað, sum hann lovaði framman undan seinasta løgtingsvali. Men vissir menn, sum óivað innast inni eru samdir í hesum, vilja ikki viðganga, at mis- álit teirra á javnaðarflokkinum í hesum máli var ógrundað. Teir skulu fyri alt í verðini finna upp á okkurt fyri at prógva, at teir ikki hava tapt. Jú ríkisfelagsskapurin, siga teir, ger, at vit hóast alt eru limir í EF. Undan seinasta vali søgdu vit, at um tað visti seg, at stýrisskipan okkara forðaði fyri, at vit kundu standa uttanfyri, tá Danmark gjørdist limur, vildu vit taka tann spurningin til við- gerðar, men at einki talaði fyri, at stýris- skipanin skapti nakrar trupulleikar. Hetta standa vit framvegis við, men enn er einki komið upp, sum bendir á, at neyðugt er at broyta stýrisskipanina av hesi orsek. Tær reglur, sum EEC hevur gjørt um, nær ein fiskavera er foroysk, verða nú tiknar sum prógv fyri, at vit eru í EEC, og at EEC borg- arar hava fingið niðurseturætt í Feroyum. Men somu reglur eru gjørdar fyri Noreg og Ísland, og eg hugsi ikki, at nakar vil pá- standa, at Noreg og Ísland eru limir í EEC, ella at EEC borgarar hava niðurseturætt í hesum londum. Lat tað verða sligið fast, at vit eru ikki limur í EEC, og at vit verða tað heldur ikki, um ikki løgtingid samtykkir slíkt. Í fiskimarksmálinum hevur javnaðar- flokkurin sagt, at vit eiga at arbeiða fram ímóti at hava allan heimasjógv fyri okkum sjålvar. Men vit hava verið ímóti einvisari útflytan av fiskimarkinum. Hetta er ikki, sum nakrir vilja gera tað til, tekin um veik- leika, hetta er heldur ikki, sum summir hava skilt ella rættari misskilt tað, av bangheit fyri hevndartiltøkum. Nei. Sakin er jú tann, at fleiri og fleiri tjóðir, sum hava nóg mikið av fiski á heimleiðum teirra, eru gingnar fyri viðum fiskimørkum, so nógvar, at vit hava hildið tað vera óneyðugt at hjálpa til, tí eitt vítt fiskimark fór at koma av sær sjálvum. Meðan eitt vítt fiskimark t. d. gevur Íslandi nóg mikið, so fáa vit undir ongum umstødum eitt nóg vítt fiskioki heima hjá okkum sjálvum, sum er nóg mikið. Vit hava bygt upp eitt samfelag, sum fullkomuliga hvílir á fiskivinnuni, og sum krevur meira enn tvær Kári Petersen, valevni Javnaðarfloksins í reisur so nógva veiðunegd, sum vit kunnu veiða í heimasjógvi. Ti má okkara staða vera tann, at sjálvt um vit vilja hava allan okkara heimasjógv fyri okkum sjálvar, so vilja vit berjast ímóti at verðða riknir burtur av fjar- leiðunum. Tað eru onnur lond, sum fera fram, at teirra samfelag hvílir á fiskiveiðu í heimasjógvi, og tí mugu tey hava henda heimasjógv fyri seg sjálvan. Hetta sjónarmið skilja vit sjálvsagt, men tað gongur meira striltið, at fáa hesi lond at skilja, at foroyska samfelagið hvílir á fiskiveiðu, ikki bert í heimasjógvi, men eisini aðrastaðni. Hetta hava umboð landsstýrisins ført fram allastaðni, har hesi mál hava verið til við- gerðar, eisini á havrættarstevnuni í Caracas, og hetta má framvegis verða fert fram, serliga á framhaldandi rådsstevnuni i Geneve. Tað er toluliga greitt, at um nakað úrslit spyrst burtur úr hesi stevnu, verður tað til eitt fiskimark upp á út til 200 fjórð ingar, men tað sum vit mugu vóna og arbeiða fyri, er, at reglurnar verða soleiðis, at samfeløg sum okkara skulu hava fyrsta rætt til at veiða tað, sum onnur lond ikki hava orku til sjálvi at veiða. Tað hevði ti verið gott, um tjóðveldismenn og aðrir eina tid lótu verða við at prætika, at vit hava nóg mikið við okkara heimasjógv, og serstakliga at teir halda uppat við at prætika hetta uttanlands. Tað er møguligt, at vit kunnu gera avtalur við Ísland, Noreg og onnur lond um loyvi at veiða innan fyri teirra fiskimark, men tað verður so undir ollum umstødum upp á teirra treytir. Betri er, um tað eydnast at fáa skrá- sett okkara serrættindi í eini altjóða sam- tykt. Í hesum máli hevur tjóðveldisflokkurin mótarbeitt áhugamálunum hjá Foroya fólki, og koma vit ein dagin í ta stødu, at vit ikki kunnu veiða nóg mikið til at kunna lívbjarga okkum á hesum klettum, so kunnu vit ikki minst takka hesum monnum fyri tað. Tjóðveldisflokkurin hevur fiskimarksmálið sum hevuðsmál í síni valagitatión, men tað er avgjørt neyðugt fyri okkara livilíkindi, at hesin flokkur ikki fær hevi til at umboða okkum undir framhaldinum av havrættar- ráðstevnuni. Tað er avgjort neyðugt, at javnaðarflokkurin sleppur at arbeiða víðari við hesum máli. Hvat onnur lond samtykkja at gera, er ikki altíð tað besta fyri okkum. Tað, sum er avgerandi, er, hvat tænir okkum best. Vilt tú tær sjálvum og samfelag tínum sæl, so vis javnaðarflokkinum álit, eisini í hesum máli, og gev honum atkvødu tína. Kari D. Petersen