Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-11-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. november 1974síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 61 — 2. november 1974 småtidindi innanoyggja Fer frå Skúlastjórnin Petur Andreassen, yvirlærari við Eysturskúlan í Havn, seinast í desember mánaði fer sigur frá, at úr hesum starvi við pensjón. Góð ær Johan Djurhuus yviri við Strond í Havn fletti um dag- arnar eina ær. Hon var fimm ára gomul og vigaði 89 pund. Ærin hevði 20 merkur í tálg. Bøkur Í bókabúðirnar eru komnar tvær nýggjar bekur. Hin fyrra er barnabók, sum Hanna Lisberg hevur týtt úr íslendskum, og sum hon nevnir Eldgosið í Oyggju- um. Bókin er prentað í litum í Íslandi og kostar 10 kr. eintakið. Felagið Roðin hevur givið út bókina Telini tala — tal- myndir úr Feroyska Sam- felagnum eftir D. P. Daniel- sen. Tilfarið í bókini er endur- prent av greinum, sum hava staðið í Roðanum — blad før- oyskra sosialista. Bókin er prentað á Estra. Byggja aftrat Flakavirkið Lynfrost Í Runavík byggir nú út. Tað kal gerast ein tilbygningur tveimum hæddum aftrat verandi bygningi Eisini flakavirkið Norðis í Eiði byggir út. Teir út byggja virkið eystureftir Basarur Sjómanskvinnuringarnir í Suðuroy skipa fyri eydnu hjolsutsølu i TB-húsinum á Tvøroyri í døgunum 8., 9. og 10. november. Utsølan verður til frama fyri Suður- oyar Sjómansheim Leivur Øssurson er farin til idnaðarfiskiskap í Norðsjónum. Ætlanin er, at hann skal avreiða til idnadar virkið í Lopra "BB BREREI: rr" as 46 brennivins- smuglarar I tidarskeidinum 1. april til 1. oktober vórðu 46 brennivins- smuglarar av skipum tiknir i Havn, upplysir John Kjær- bæk, yvirtollari Hann sigur, at higartil i oktober hava tvær smugling- John Kjærbæk ar verið uppá tilsamans 40 floskur av brennivíni. Fyrra varð framd av manningini um svenskum smuglingin einum av borð á einum tangabáti fyri 0. u. trimum vikum síðani. Tollarar komu fram á 18 fløskur av finspritti og seks floskur av whiskey Smuglarin fekk eina bót uppá 1.190 kr. Seinna smuglingin var í næstseinastu viku, tá tollarar komu fram á 16 floskur av vodka umborð á einum polsk um trolara, sum landaði is fisk í Havn. Umframt brenni vinið komu tollararnir fram á 200 sigarettir. Stórar goymslur Fiskamjølsvirkid í Lopra er farið at taka fiski Virkið hevur goymslur til góð 500 tons av idnadar imoti fiski. Teir kunnu arbeida umleid 175 tons av råevni um samdegrið Arbeitt verður alt sam virkinum arbeiða dogrið. Á fyra mans á hverjari vakt, umframt teir sum landa Ein lóg kann ongantið vera hóskandi fyri oll í einum sam felagi, tað vil so vera, men at gera eina lóg, ið forðar ungdóm inum sitt fría frælsi, ein lóg, ið tænir svartabørsseljarum fram um øll onnur, kann als ikki vera tíðarhóskandi, tað má vera skilligt. Ungdómurin gongur drukkin í gøtunum so er tad gjørdi hann eisini áðrenn folkaatkvød- una, so har er ongin broyting hend, tað fer hesin parturin at gera, antin tað verður fri sela ella sum nú, munurin er bert tann, at í løtuni er rúsdrekka ein dýr og spennandi vera, meðan um frítt var bert ein oyðileggj- andi vera. Hetta er ógvuliga lætt at vísa á. Vit kunnu bert taka sigarettirnar. Í ti tíðini tá ið ungdómurin heimanifrá fekk strangt bann móti sigarettum, og teir ikki kundu keypa tær í búðunum, tá roykti ein ógvuliga stórur partur av ungdóminum, og tað visti seg, at upplýsingar- arbeiði og ræðumyndir ikki hjálpti, tí hetta var so spenn- andi, og trongdin hjá ungfólki eftir spenningi er torfør at køva, i dag er ødrvisi, tað er nú van- ligt, at unglingar leggja av at roykja, ti teir vita, hvenn skaða tað ger, og veran er at kalla ikki spennandi longur. Ætlanin við hesum er ikki at verja tað, at ungdómurin drekk- ur — og tað so skilaleyst sum í dag, men tað er ógjerligt at gera eina lóg, ið kann forða fyri hesum, her má setast inn á heilt onnur økir, t. d., sum eg nevndi iáðni, at tann partin av ungdóminum, ið bert hevur gøtuhornini og dansihølini at halda seg til, virknan, ti fekk hann fyrst okkurt at takast við, ið kundi fangað hansara áhuga, ja so hevði áhugin fyri rúsdrekka minkað í stórum, os kundi tað í fyrstu syftu skerja vinningin hjá svartabersseljarunum munandi, sera Rúsdrekkalógin ti satt at siga er hetta í dag best lonta starv í okkara demokrat- iska og kristiliga samfelag. Hin hevði sjálvandi loysnin besta 1. á Neystabe tekniskur assistentur verið, at allir partar av ung- dóminum vórðu aktiviseraðir og samstundis ein endurnýggjan av rúsdrekkalógini. Lagt annan sjógv um bak, ungdómshúsini hevdu skipað fyri upplýsingar- arbeiði um rúsdrekka, og svarta- børsseljararnir høvdu mist allar sínar meguleikar. Tá hevði nóg gott prógv verið fyri, at lógin, ið 1928 apríl tidarhosk- abbar okkara 4. broyttu, als ikki er andi i 1974. Tad må, sum ådur nevnt, vera greitt, at antin tað verður fri-søla ella ikki, verður tað altid meguligt hjá ungdóminum at fáa hendur á hesa veru. Í lotuni er einasti møguleikin so smátt at byrgja fyri hesum, at politivaldið tekur seg um reiggj, men tað vil føra vid sær, at tað gerst ein hin stersta út- reiðsla í samfelagnum at hava eftirlit við teimum, ið nýta rús- drekka. Henda loysnin er stakvánalig, ti tað er sum ellum kunnugt ógjerligt hjá politivaldinum at hava eftirlit við øllum undir 20 ár. Ein onnur og frægari loysn hevði verið at víst hesum ungu eitt størri álit. T. d. eru politikk- ararnir ikki so ósamdir í at seta val- og myndugleikaaldurin nið- ur i 18 ár. T. v. s., at øll undir henda aldur eiga javnbj6dis rættindi at avgera å hvønn hått, okkara samfelag skal styrast, og hvør id skal styra ti. I dag er tad so, at løgreglan kann taka hesi ungu og straffa tey fyri at hava drukkið eitt glas av eli. Tað er eftir mini metan eitt vána álit til ungdómin í dagsins Føroyum. Kristjan å Neystabø I panelinum eru Jógvan Arge Hilmar Bech Jóannes Dalsgaard Óli Jacobsen Sigrid Dalsgaard Atli Dam Signar Dam Birgir Danielsen Hans Holm Kjartan Hoydal Finnbogi Isaksen Heðin Klein Andrew Ísheim Bárður Jacobsen Steinbjørn B. Jacobsen Hans Jørgensen Jacob Lindenskov Sverre Midjord Johan Mortensen Johan Hot Mortensen Kristjan å Neystabø André Niclasen Johan Nielsen Kåri D. Petersen Marita Petersen Sigmund Poulsen Axel Skoubo John Smith GOTT TILBOD Við at klippa hendan lepa út og senda hann til okkara í afturlatnum brævbjálva, kunnu tygum gerast haldari og fáa blaðið ókeypis til 1. januar 1975. Sendið lepan til: Undirritaði: Bústaður: SOSIALURIN Box 76 3800 Torshavn bidi um at fåa SOSIALIN sendandi ékeypis fram til 1. januar.