Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-11-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. november 1974síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 61 — 2. november 1974 Alsamt nærkast tann stundin, til vit aftur standa troðkandi um atkvøduiløtini, sum vit í demo- kratiska meðviti okkara royna at stúgva sum best við fjøllbroytt- astu áskoðanum okkara um fyri- brigdi, tingmenn okkara velja at kalla politikk. Onkur okkara fer á val í takksemi yvir heppisliga framd mál í nú brátt lokna val- skeiði, meðan onnur heldur illsinnisfýsin fara á val við tí eina endamálinum at lesta og lemja sum harðast stjórnandi politikkarar okkara fyri soleiðis at gera sítt til, at vit nú umsíðir fáa eitt skilabetri og arbeiðs- dugnaligt landsstýri, sum undir valstríðnum hátt og heilagt hevur strongt heitini mong um, at nú er stundin komin, til tess at vit leggja á annan politiskan bógv. Men hvervisjón tað er Eftir skipan av nýggjum um ella gomlum nýggjum lands- stýri taka vónandi kosnu stjórn- andi menn okkara upp til viðgerðar og fullfiggjan tey av undanfarna landsstýri byrjaðu mál. So stjórnarliga broytingin gerst sjáldan tann, andstødu- politikkarar hava rett um í lokna valstriånum og kvana minni, tað veljarar teirra hava gyklað sær til. Hetta er ikki so nógv tað, at komandi og farandi stjórnir eru frægari ella vánaligari enn ein- hver onnur, men við galdandi stýrisskipan og arbeiðslagi er hetta einasta gongda leið, um komast skal viðari á nokrum eki. Men tað er eyðsæð, at einstakir av politikkarum okkara hava ikki gjørt sær greið hesi viður- skifti, men so áttu hesir heldur at komið sær fram úr tokuni og trúboðað ætlaðu kollveltingar teirra á ein meira mannsligan hátt, enn framvegis at hava okkum álvarssomu veljarar til láturs við áhaldandi illsinnis- rødum um mål, sum enn meira enn onnur hava sinniliga polit- iska granskan fyri neyðini, um røkkast skulu skilabestu loysnir í viðkomandi málum. Politisku felagsmálini eru bæði mong og átroðkandi og stundum av so álvarsligum slag, at menn bæði fyri og ímóti heldur velja at ganga heldur hóliga um hurðarnar, tí sum kunnugt er tað ikki ráðiligt at smella við dyrnum so hart, at tær ikki fáast uppaftur, tá val- úrslitið liggur á borði, og menn fara undir samgongutingingar. Burtursæð frá vanliga hatsku illsinnisglepsarum okkara má valstriðið, sum nú brátt er at enda komið, haldast at vera heldur linari enn tey seinastu undanfarnu. Um orsekin er væntandi politisk himmalsferð hjá einstøkum av tingmonnum okkara ella vanliga viknandi knotur í føroyskum kongum burturav, er illt at siga, men tann fullgóða semja tingmanna millum um álvarsmál sum EEC og einstøk marknaðarmál, sum vanliga eru leskiligastu politisku øsingarbitarnir, hevur ivaleyst gjørt sitt til, at sylpurnar og ill- sinnabitarnir = ikki rættuliga darra við teirri megi, sum áður eyðkendi hvenn einstakan av tingmonnum okkara. Men nøgd- in manna millum um greiðu stødu og viðgerð landsstýrisins í øsingar- og kreppumålum verður sosialurin helst at skilja sum dyggilig álit- isváttan stjórnandi monnum okkara til fyrimuns, hesum sum tað so heppisliga eydnaðist at leiða okkum óskalaðar úr EEC- vandanum, sum teir istadin broyttu til eina handilsskipan so lagaliga, sum eingin hevði dittað sær at vóna, eina handilsskipan, sum var átroðkandi neyðug, eftir at åvis av okkara van- ligu EFTA-keyparalondum vóru upptikin í henda óhugna- liga yvirpolitiska kræddarafel agsskapin EEC. Vert er eisini at bíta merki í, at hetta mestsum fór fram, samstundis sum rudd varð slóð fyri skilagóðum fiski vinnupolitikki, sum í sterri mun enn onnur uppskot av sama slagi hava veitt okkum sámuligar treytir fyri vinnu á fjarleiðum enn eina tíð; somuleiðis vunnu vit millumtjóða viðurkenning av tørvi okkara fyri skerdum uttan- lendis fiskiskapi uttan fyri 12 fjórðingarmarkið. Eg eri ikki Ovitandi um, at landgrunnurin er og verður føroysk ogn, um hetta munnu føroyingar uttan mun til politiskan lit vera samdir, men eingin haldgóð loysn fæst hesum máli við- vikjandi uttan samvinnu við tey lond, sum av náttúrligu legu teirra framvið strendum Norður- atlantshavsins altíð verða at hava fiskivinnuna sum týðandi inntekutátt í landshúsarhald- inum. Litli stríðshugur andstødu manna kann sjålvandi fatast sum mistreysti og politiskt måttloysi eftir at leskiligu øsing- arbitarnir sum EEC og onnur týðandi mál eru tiknir teimum úr »munni«. Foyir munnu hesir kenna seg, men viðgangast skal kortini, at andstaðan í hesum fyri hana so trongu døgum hevur mína inniligastu kristnu sam- kenslu, ta samkenslu, sum altíð eigur at falla teimum í lut, sum formáa sær í minna lagi. So strævið man tað haldast at vera hjá einari meguligari nýggjari samgongu at taka um endan til fullfiggjan av ti verki, núsitandi stjórn so heppisliga hevur lagt stødi undir. Spell måtti tad eisini tókst, um samgonguni varð noktað framhald av ásetta verk- inum, sum nú tykist at hava funnið sína fostu útbyggingar- legu, sum við fólksins stuðli al- samt verður at styrkja tað stødid, framtíðarinnar samfelag má grundast á, um bjarta enda- málið skal verða sjálhjálp og politiskt frælsi fyri tjóð og fólk okkara. Onkur hevur í samband við stórfingnu landsútbygging- ina havt á munni, at oyðslingin hevur verið í størra lagi, bæði viðvíkjandi útbyggjan av sam- ferðsluni sum av skipaflotanum. Víst verður á, at hesar stóru ílogur eru inflatiónsfremjandi og gera tað, sum verri er, men fólk við bert eini hóming av figgjar- kunnleika vita tíanbetur, at slík tala er ímóti betri vitan. Sjálvir hava vit tíanverri ikki enn okkara egnu krónu, og hava vit sostatt heldur onga ávirkan á virði hennara mótvegis út- lendskum gjaldoyra, og er tað sostatt átroðkandi neyðugt, um vit ikki eftir bert einum ári skulu missa umleið 20 —25% av núverandi avlopi okkara, at vit sum skjótast nýta henda pening í uppbyggingarvirksemi lands- ins. Viðmerkjast kann í hesum viðfangi, at eitt av hevuðsmál- um stjórnandi landsstýrisflokks- ins er og verður stovnsetan av foroyskum tjóðbanka. Slíkt stig vildi avmarkað ella skava burtur útflutningin av landsins spari- peningi, sum við núgaldandi bankaskipan ótarnaður floymir av landinum útlendskum lán- tokufólki til fyrimuns. Slík skipan vildi óivað bett týðandi um lánimeguleikarnar fyri egnu húsabygging okkara Fittligt av peningi manna millum betir ikki munandi um sokallaðu inflatiónina, men held ur niðarlaga mugu teir menn haldast at ríða, sum so opin skáraðir í bløðunum meinskast við ta innteku, heimamenn møguliga hava vunnið sær við luttøku teirra í almennum upp byggingararbeiði, sum kortini einans kann fremjast, tá figgjar vånirnar eru til vildar og somu verkamenn tøkir. Viðgangast skal, at slíkar umfatandi iløgur einans eru gagniigar, um hesar verða framdar í samstarvi við dyggi liga undirbygdar útbyggingar ætlanir. Her er tó eingin vandi á ferð, tí útbyggingarætlaninar frægu, sum steði varð lagt til av visastu politikkarum landsins, sum tianverri ikki eru okkara millum longur, verða alsamt eftirfylgdar, og so umfevnandi og beinraknar, hesar ætlanir vóru, man beinast vera at hugsa, at vit enn eina rúma tíð fara at halda okkum til somu ætlanir, sum hverki vóru merkt- ar ella avmarkaðar til eitt ávíst tíðarskeið, men harafturímóti grundaðar á hollan og fram- skygdan kunnleika um tjóðar- innar meguleikar og terv, leidd- ar fram úr 50'unnar myrkri av vitramanna bjartskygda áliti á tað fólk her býr. Slíkur miðvísur útbyggingar- politikkur hevur undanfarnu árini roynst okkum sera hollur. Sum dømi um hetta kunnu vit uttan at smæðast nevna fiski- skipaflota okkara, sum tað eftir faum árum hevur eydnast at broyta til hin mest nýmótans í norðurlondum frá aldargingnum forum frá seinastu eld. Nevnda stórfingna útbygging av veiði- flota okkara hevur tey seinastu árini komið okkum sera væl við, tá talan hevur verið um millum- landatingingar fiskiskapi við- víkjandi. Um hetta talar best fræga úrslit landsstýrisins frá samráðingunum við onnur makrel- og sildaveiðandi lond, sum vegna munandi veiðiorku okkara gingu við til at veita okkum rættin til størri veiðu- nøgd enn hana, norðmenn fingu tillutaða. Viðurkenning av tílík- um slag man valla falla javn- stórum tjóðum við okkara í lut, men miðvísi politikkur landsins hevur hesi undanfarnu árini dyggiliga gjort vart við okkara áneyðir á fedranna høvum. Hesin vísi politikkur, sprottin og borin av ódeyðiligum fostur- landsalski, er á millumtjóðastigi einasta gongda leið, um vit av sonnum vilja ogna okkum al- tjóða viðurkenning og tjóðskap arliga sjálvsstoðu Krisjan Síða 5 Uttanríkisfundur Uttanríkisráðharrarnir í Fel agsmarknaðinum hittast 11 november til fundar annað hvort í Paris ella Bruxelles fyri at gera uppskot til eina dagsskrá til ein europeiskan toppfund í næstum, segdu keldur í Haag mánakveldið Eystur og Vestur Miðskeiðis í komandi ári verður hildin ein ráðstevna við luttoku av kommunista flokkum í Eystur- og Vestur europa, sigur skrivarin í sentralnevndini hjá rum enska kommunistaflokkinum Stefan Andrei. Hann sigur, at nakar ávísur dagur, tá ráð stevnan skal haldast, ikki er asettur enn Allir kommunistaflokkarn ir verða bodnir við til ráð stevnuna. Sagt verður, at hóast tað skuldi hent, at onkur av flokkunum ikki kemur at luttaka, so fer hann ikki at verða skuldsettur fyri nakað. Setti met Norski linubåturin Hustad buen kom fyrr i vikuni til Alesund vid størstu linuveid ini, sum nakrantið er ford til Noregs. Båturin hevði roynt í triggjar til fýra vikur við Foroya banka og fekk hesa tiðina 120 tons av rundfiski og svartkalva Flúgva til Kina Kina og Japan hava tikið upp millum teimum nýtt flogsamband høvudsstadirnar í báðum londunum. Sam stundis hevur Taiwan slitið flogsambandið við Japan. Her verður eitt bankarán stubbar uttaneftir Her fer at henda eitt bankarán lýsir á skeltin- um uttan fyri ein av teimum stóru bankunum í USA — Chemical Bank — New York. So galið varð tað tó ikki hesaferð, men bankin setti skeltið upp sum eina roynd til at forða bankaránum. Tað er meiningin við skeltinum, at tey, sum ganga fram við bank- anum skulu varnast orðini, sum standa á tí. Boðilin fyri rættin Fyrrverandi Gestapo-leiðarin kendur Ludwig Hahn undir navninum »Bødilin frå kom tysdagin Warzawa« Pr Ludwig Hahn fyri rættin í Hamburg åkærd ur fyri at hava flutt 300.000 jødar frá Warzawa til kon sentrationsleguna Treblinka i arunum 1942 og -43 Hin 66 åra gamli Hahn er aður dømdur til I: ra fongsulsrevsing fyri at hava beint fyri einum hópi av jødum og polakkum í Paviak fongslinum í Warzawa. Or sakað av vånaligari heilsu situr hann í varðhaldi í heimi sinum Ludwig Hahn var stjóri fyri Gestapo í Warzawa í tiðarskeiðinum 1941 — 44 Roknað verður við, at henda rættarsakin fer at vara í fleiri mánaðir