fríggjadagur 14. juni 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 111 - 14. juni 2002
Nr. 111 - 14. juni 2002
3
Stóra fiskivinnu-
stevnan North
Atlantic Fish Fair
verður í Runavík í
døgunum 29. apríl til
1. mai næsta ár. Hesa-
ferð verður roknað
við væl størri luttøku
enn seinast
FISKIVINNUSTEVNA
Edvard Joensen
Runavík: Onnur útgáva av
fiskivinnustevnuni North
Atlantic Fish Fair verður í
Runavík um mánaðarskift-
ið apríl-mai komandi ár.
Roynt fer at verða at fáa
ymsar fremmandar fiski-
málaráðharrar at koma
hendanveg til stevnunarnar.
Á samkomu í kappróðr-
arneystinum á Glyvrum
fyrrapartin í gjár varð al-
ment boðað frá, at komandi
fiskivinnustevnan
North
Atlantic Fish Fair verður í
Runavík í døgunum 29.
apríl til 1. mai komandi ár.
Aftur komandi ár verður
Norrøna liggjandi sum
hotelskip í Runavík, meðan
stevnan verður hildin. Men
hesaferð fer tað at verða
tann nýggja Norrøna.
Tað fer at gera, at bústað-
arviðurskiftini vera mun-
andi betri enn seinast. Kort-
ini er bílagt pláss á teimum
trimum hotellunum i Havn,
eins og Runavíkar Sjó-
mansheim er bílagt, alt sum
tað er, hesar dagarnar,
stevnan er.
Smyril Line tekur sær av
øllum tí, sum hevur við
ferðing og gisting at gera.
Bæði
flogferðum
ella
sigling til og úr Føroyum,
eins og ferðing innanlands
og gisting bæði umborð á
Norrønu og á hotellunum,
sum eru til taks.
Í fjør var fiskivinnu-
ráðstevnan hildin bæði á
havnarlagnum, á ítróttar-
økinum og á floti.
Komandi ár verður hon
bara á havnarlagnum og
flótandi, meðan ítróttarøkið
verður at taka til, um brúk
skuldið verðið fyri tí.
Av tí, at áhugin tykist
rættiliga stórur eftir væl
eydnaðu stevnuna seinast,
hava fyrireikararnir gjørt
av, at fiskivinnustevnan
komandi ár verður í trimum
tjøldum á havnarlagnum,
eins og tvær hallir eisini
fara at hýsa stevnuni.
Í fjør varð stevnan hildin
í tveimum tjøldum og ein-
ari høll á havnarlagnum,
umframt at aliparturin var í
ítróttarhøllini.
Stevnan fer at líkjast
teirri seinastu rættiliga
nógv, siga fyrireikararnir,
og nakað væl av tilmeld-
ingum eru longu komnar.
Í fjør varð undirtøkan
góð. 212 framsýnarar vóru
við, og býtið var soleiðis
helvt um helvt føroyingar
og útlendingar.
Knapt 7.200 vitjandi
vóru á stevnuni. Tey vóru
ættað úr 19 ymiskum lond-
um, og av teimum vóru gott
hálvtsættahundrað útlend-
ingar.
Roknað verður við, at
kostanðurin at fyrireika
eina slíka stevnu fer at
liggja um eina fimm milli-
ónir krónur.
Ein størri fiskivinnustevna
Tónleikabólkurin
Clickhaze, sum
gevur eina fløgu út
fríggjadagin, fer í
vikuskiftinum at
hava konsert í
Klaksvík
TÓNLEIKUR
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Clickhaze fer
at hava konsert í Atlantis
í Klaksvík sunnukvøldið
klokkan átta. Konsertin
verður fyriskipað í sam-
starvi við tónleikafe-
lagið Sjey 00 í Klaksvík.
Bólkurin
gevur
út
fløgu fríggjadagin, og
verða løg av fløguni á
skránni á konsertini.
Gulli Johansen, for-
maður í Sjey 00, sigur,
at væntast kann, at at-
gongurmerkini til kon-
sertina
sunnukvøldið
fara at ganga sum heitt
breyð. Tí Atlantis tekur
bert 109 fólk, og tað er
ikki nógv. So tí ræður
um at verða skjótur, um
ein vil ogna sær eitt at-
gongumerki til konsert-
ina, sum væntandi fer at
vara í umleið ein tíma.
Gulli sigur, at hóast
ikki nógv fólk vóru til
útikonsertina
fríggja-
kvøldið
á
Norðoya-
stevnu, so hava tey ikki
mist mótið fyri tað.
- Enn hava vit ikki
nakað
ítøkiligt
á
skránni, men vit ætla at
skipa fyri nøkrum kon-
sertum aftur at, men vit
eru ikki komin so langt
við teimum ætlanunum
enn, so tað ber ikki til at
siga nakað um, hvat tað
fer at verða, sigur Gulli.
Clickhaze verður eis-
ini við á Eystanstevnu-
konsertini, sum verður
fríggjakvøldið, men tá
eru eisini aðrir bólkar
við. Í Klaksvík verður
tað bert Clickhaze, sum
verður á pallinum.
Í sambandi við
mentanarnáttina
lat ein grafisk
listaframsýning
upp í Snarskivuni í
miðbýnum í Havn
FRAMSÝNING
Tíðndaskriv
Í góðveðrinum fríggja-
kvøldið lat ein áhuga-
verd og fjølbroytt graf-
isk listaframsýning upp í
Snarskivuni, har høvi er
at síggja eitt úrval av
steinprentum hjá nøkr-
um av okkara kendastu
og virknastu listafólkum
umframt steinprent hjá
tveimum
útlendskum
listamonnum.
Snarskivan, ið er av-
greiðslan hjá Tórshavnar
kommunu, húsast saman
við postavgreiðsluni í
gamla posthúsbygning-
inum
í
miðbýnum.
Forhøllin, nevnd Torgið,
verður eisini brúkt til
listaframsýningar,
ið
mentamáladeildin skipar
fyri. Vanliga er ein nýggj
serframsýning at síggja
hvønn mánað, og nú er
Torgið so karmur um
eina grafiska framsýn-
ing.
Á framsýningini eru
listaverk eftir Zakarias
Heinesen, Hansinu Iver-
sen, Bárð Jákupsson,
Rannvá Kunoy, Olivur
við
Neyst,
Amariel
Norðoy, Torbjørn Olsen
og Kára Svensson. Út-
lendingarnir, ið stilla
fram eru Per Kirkeby úr
Danmark og Jonny Fors-
strøm úr Svøríki.
Steinprentini
hava
listafólkini
gjørt
á
Grafiska Verkstaðnum í
Listaskálanum. Í norð-
ara enda á gamla Lista-
skálanum er innrættaður
væl útgjørdur grafiskur
verkstaður, har arbeiðast
kann við allari grafisk-
ari tøkni. Verkstaðurin
er eitt tilboð til føroysk
listafólk, umframt at
listafólk úr øðrum lond-
um eisini arbeiða har.
Talan er um eina sølu-
framsýning og fáast
steinprentini til keyps í
avgreiðsluni í Snarskiv-
uni.
Høvi er at síggja fram-
sýningina, tá ið opið er í
Snarskivuni, mánadag -
fríggjadag kl. 9-16, tó
hósdag kl. 9-18.
KONSERT
Tíðindaskriv
Í kvøld, fríggjakvøldið 14.
juni kl. 20.00, verður jazz-
konsert umborð á sluppini
Høganesi í Runavík.
Teir, ið fara at spæla, eru
argentinski
saxofonleik-
arin, Ricardo Villar, og
føroysku
tónleikararnir,
Búi Dam, ið spælir el-
gittar, Brandur Jacobsen, ið
spælir ásláttur, Rógvi á
Rógvu, ið spælir trummur,
og Mikael Blak, ið spælir
kontrabass.
Tónleikurin, ið verður
framførdur, er í stóran mun
improvisatiónstónleikur.
Konsertin er partur av 25
ára hátíðarhaldinum hjá
Plátufelagnum Tutl, og
Ricardo Villar er og vitjar í
Føroyum í hesum sam-
bandi.
Clickhaze konsert
í Klaksvík
Grafisk listafram-
sýning í miðbý-
num í Havn
Ricardo Villar
umborð á
Høganesi
Runavík er vorðin karmur um afturvendandi stórtiltakið North Atlantic Fish Fair
Mynd: Edvard Joensen
– Vit kunnu á ongan
hátt góðtaka, at
okkara børn fáa so
vánaligar innlæring-
armøguleikar í mun
til onnur børn í
landinum. Vit góð-
taka ikki frymilin,
sum gevur okkara
samanløgdu flokkum
so vánalig kor, sigur
foreldur at skúla-
børnum í Leirvík
FÓLKASKÚLIN
Turið Kjølbro
Foreldur at børnum í Leir-
víkar skúla vilja ikki lata
sær lynda, at teirra børn
ikki fáa nøktandi skúla-
gongd. Tey góðtaka ikki, at
teirra børn fáa so vánaligar
innlæringarmøguleikar
í
mun til onnur børn í landin-
um. Gjáramorgunin vórðu
skriv og undirskriftir frá 31
foreldrum handað Fólka-
skúladeildini í Mentamála-
ráðnum, har foreldur vísa á
ótolandi støðuna.
Trupulleikin í skúlanum í
Leirvík eins og á øðrum
skúlum við er ov fáir tímar
til skúlan. Hóast lærarar og
leiðsla á skúlanum hava
roynt at fingið fleiri tímar,
hevur hetta ikki eydnast.
Næmingartalið, sum í ár
liggur um 88, hevur gjørt,
at flokkar hava verið lagdir
saman í fleiri ár.
– Stór misnøgd hevur
verið um hetta ímillum
foreldur, tí at børnini líða
undir slíkum samanlegg-
ingum. Tey fáa bert intens-
iva frálæru helvtina av tím-
anum, meðan hina helvtina
av tímanum mugu teir ar-
beiða sjálvstøðugt. Hvussu
torført tað er hjá so smáum
børnum at arbeiða sjálv-
støðugt, meðan hin parturin
fær okkurt slag av frálæru,
t.d. av talvuni, kunnu vit
bert ímynda okkum um,
sigur foreldrini í skrivinum.
Í nýggja tímabýtislyklin-
um, sum Mentamálaráðið
hevur gjørt at seta í gildi frá
komandi skúlaári, er eingin
viðbót
til
samanlagdar
flokkar við tveimum ár-
gangum. Hetta kann lýsast
soleiðis, at ein 1. flokkur, ið
er árgangsbýttur, fær 5 tím-
ar eyka sambært nýggja
býtinum, meðan ein 1.
flokkur í Leirvík, sum er
lagdur saman við 2. flokki
og næmingatalið verður 24,
ongar tímar fær eyka.
– Sostatt er ein saman-
settur flokkur við hvør sín-
um pensumi verri fyri enn
ein árgangsbýttur. Sjálv-
andi eigur tann samanlagdi
flokkurin at fáa fleiri tímar
enn tann árgangsbýtti, men
í veruleikanum fær hann
minni, siga foreldrini.
Í sama býtislykli stendur,
at ein miðalbólkastødd er
12 næmingar í handverki
og list. Foreldrini í Leirvík
spyrja, hvussu Mentamála-
ráðið kann loyva saman-
legging av tveimum ár-
gangum, har næmingatalið
er 24, uttan at hesin fær
kompensasjón til høvuðs-
lærugreinirnar, tá ið 12
verður mett at vera ein
miðalbólkastødd.
Foreldrini vísa á, at aðrir
skúlar í landinum eru so
hepnir at fáa gott 30 næm-
ingar inn árliga. Tá kunnu
hesi fara í tveir flokkar, utt-
an at noyðast út í saman-
leggingar, sum skúlar á
stødd við skúlan í Leirvík
eru noyddir til. Sum skilst
skulu 3. og 4. flokkur leggj-
ast saman komandi skúlaár,
so næmingatalið verður 24
tilsamans, eins og í ár.
Sama ger seg galdandi fyri
1. og 2. flokk.
– Býtislykilin gevur onga
kompensasjón av nøkrum
slagi.
Kravið frá foreldrum í
Leirvík eru fleiri tímar til
skúlar og at fleiri lærarar
verða settir inn. Skúlastýrið
í skúlanum hevur fingið
áheitanina um at arbeiða
fyri, at næmingarnir í Leir-
vík fáa fleiri tímar. Ígjár var
fundur ímillum skúlastýrið
og Mentamálaráðið.
Eg eri nógv. Eg eri ein
norðurlendingur,
skrivar 19 ára gamla
Rannvá F. í Stóru-
stovu av Signabø,
sum hevur vunnið í
norðurlendskari
kapping, har enda-
málið var at skriva
nøkur orð um
Norðurlond
NORÐURLOND
Turið Kjølbro
Í sambandi við, at Norður-
landaráðið í ár hevur hálvt
hundrað ár á baki, varð
kapping útskrivað herfyri,
har endamálið var, at ung í
Norðurlondum
skuldu
skriva eina tekst um Norð-
urlond í dag og um 50 ár.
Nøkur hundrað ung í Norð-
urlondum hava sent sítt
íkast, og vinnarar eru nú
funnir, ein úr hvørjum
Norðurlandi. Hesa vinna
eina ferð fyri tvey til eitt
annað Norðurland. Føroy-
ingurin, sum vann, er 19
ára gamla Rannvá F. í
Stórustovu, sum býr á
Signabø
og
gongur
á
Handilsskúla á Kambsdali.
Grundin til, at Rannvá
sendi inn til kappingina,
var ein skúlauppgáva.
– Vit fingu álagt at skriva
eina uppgávu um evnið, og
so kundu vit, um vit høvdu
hug, senda tað, vit skrivaðu
inn. At skriva sjálvan tekst-
in var ikki so ringt, men at
avmarka meg til eina síðu
var ringt. Tað er ringt at
skriva stutt. Men tað er gott
at fáa møguleikan at skriva
nakað gott um nakað, vit
eru
saman
um,
sigur
Rannvá F. í Stórustovu.
Ferðina, hon hevur vunn-
ið, verður til Danmarkar
saman við sjeikinum.
Hini sum vunnu eru
Lærke Vestergaard Chris-
tensen, sum er 15 ár og býr
í Bælum í Danmark, Eline
B. Thomassen, sum er 17 ár
og býr í Mjøndalen í
Noreg, Malin Sundbom,
sum er 16 ár og býr í
Sandviken í Svøríki, Gígja
Hólmgeirsdóttir, sum er 15
ár og býr í Reykjavík í
Íslandi, og Viivi Tikkanen,
sum er 20 ár og býr í
Helsingfors í Finnlandi.
Teksturin hjá Rannvá
eitur Ein størri liður í egn-
um samleika. Hann ljóðar
soleiðis: Tú ert ein vera við
fleiri ymsum samleikum.
Yvir fyri tær sjálvum ert tú
ein ávísur, við egnum sam-
leika, í familjuni hevur tú
aftur ein annan samleika,
og somuleiðis tá tú ert mill-
um vinfólk. Tá tosað verður
um, hvar ein kemur frá,
finnur tú samleika tín í tí
bygd ella býi, tú kemur frá,
og verður farið út um land-
oddarnar, setir tú tín sam-
leika á ta tjóð, tú ert frá.
Longur út farið verður í
hesu ketu, fleiri gerast tey,
ið tú deilir hendan ávísa
samleika við, og fleiri tey
gerast, sterkari verður hesin
samleikin.
Soleiðis ert tú ein partur
av Norðurlondum. Um tú
fert til eitt fjarskotið land,
og skal siga, hvar tú kemur
frá, er ikki vist at hesi
kenna júst títt land. Tá
kanst tú við stoltleika og
røttum ryggi siga, at títt
land er limur í Norðurlond-
um, og fá munnu tey vera,
ið ikki kenna okkurt av
hesum átta vøkru londum. Í
eini tílíkari løtu ert tú
bundin so fast at tínum
samleika við at vera norð-
urlendingur, tí at tá kenna
fólk teg, sum ein part av
Norðurlondum.
Samstarvið, ið skapar
samleikin hjá hesum átta
londum, ið Norðurlond
umfata, hevur staðið sterkt
í mong mong ár, og kemur
vónandi at vara í eitt ævi-
skeið. Eg eri nógv. Eg eri
ein norðurlendingur.
Foreldur í Leirvík stúra fyri skúlagongdini
Skúlauppgáva vann
Næmingar í stórum samanløgdum flokkum hava verri innlæringarmøguleikar enn í
árgangsbýttum flokkum. Nú vilja foreldur í Leirvík ikki longur lata seg lynda, at henda gongdin
heldur fram
Savnsmynd
Føroya Lærarafelag
hevur í skrivi til
Mentamálaráðið
kravt, at samanlagdir
flokkar í mesta lagi
hava 17 næmingar,
sigur Elsa Birgitta P.
Petersen, forkvinna í
Føroya Lærarafelag
VIÐMERKING
Nýggi tímabýtislykilin hev-
ur eisini verið til ummælis
á nevndarfundi í Føroya
Lærarafelag. Hetta var tann
6. mars í ár og nevnd fel-
agsins hevði fleiri viðmerk-
ingar og uppskot til broyt-
ingar til henda tímabýtis-
lykil. Men tíverri tók
Mentamálastýrið ikki hesar
til eftirtektar.
Ein av viðmerkingunum
var til tímabýtið hjá skúlum
við færri enn 70 næming-
um. Føroya Lærarafelag
kravdi at fáa at vita eftir
hvørjari skipan hesir skúlar
fáa játtað tímar. Harafturat
varð kravt, at hesir skúlar
skulu hava munandi fleiri
tímar enn eftir gomlu skip-
anini, tí tað er torførari at
undirvísa í einum flokki,
sum ikki er árgangsbýttur
enn í einum, sum er
árgangsbýttur.
Á nevndarfundi miku-
dagin varð skriv frá álitis-
fólkum Føroya Lærarafel-
ags við skúlar við færri enn
70 næmingum, og sum
sostatt ikki eru árgangs-
býttir, viðgjørt. Tey nevna
nakrar grundir til, at tað er
torførari at undirvísa í hes-
um
ikki
árgangsbýttu
flokkunum:
• Spjaðingin í samanløgd-
um flokki er størri enn í
árgangsbýttum.
• Truplari er at náa ásettum
undirvísingarmálum, tí
undirvísingin
verður
meira smábýtt.
• Undirvísingartilfarið er
ikki klárt at brúka í
samanløgdum
flokki.
Lærarin má gera alt til-
farið sjálvur.
Nevnd Føroya Lærarafel-
ags tekur fult undir við
hesum sjónarmiðum. Tískil
hevur Føroya Lærarafelag í
skrivi til Mentamálaráðið
kravt, at samanløgdu flokk-
arnir mugu í mesta lagi
hava 17 næmingar, um teir
skulu hava somu treytir,
sum aðrir næmingar í før-
oyska fólkaskúlanum í dag.
Føroya Lærarafelag kann
heldur ikki góðtaka, at
limir felagsins, sum ar-
beiða á ikki árgangsbýttum
skúlum, eru fyri vanbýti, tá
tað snýr seg um arbeiðs-
umstøður.
Føroya Lærarafelag skilir
ikki, hví Mentamálastýrið
ikki gjørdi nakað fyri at
broyta tímajáttanina, ella í
hvussu so er svaraði Føroya
Lærarafelag, áðrenn skip-
anin varð sett í verk.
Næmingatalið í saman-
løgdum flokkum minkast
C
M
Y
K
3
2