Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. juni 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 111 - 14. juni 2002 Nr. 111 - 14. juni 2002 5 Tey bæði næstu árini fer eitt felag at gera ein heilan nýggjan býling á Tvøroyri við húsum, sum verða seld sera bíliga og áhugin er sera stórur ØÐRVÍSI ÍBÚÐARBYGGING Áki Bertholdsen Tey, sum ikki vilja hava eini stór og dýr sethús, men hel- dur vilja hava ein bíligari og øðrvísi bústað í Suð- uroy ístaðin, kunnu nú liggja framvið. Tí nú fer eitt felag undir umfatandi íbúðarbygging á Tvøroyri av húsum og íbúð- um. Tað er Pade Thomsen, sum er ein av stigtakaran- um til ætlanina og hann sig- ur, at ætlanin er at bygging- in skal fara fram í tveimum byggistigum. Í fyrra byggistigi verða 19 hús. Men á sama øki er pláss fyri upp til 32 húsum afturat, sum kunnu byggj- ast í næsta byggistigi. Men, hvussu nógv av húsunum í øðrum byggi- stigi verða bygd, veldst alt um áhugan. Saman við øðrum hevur Pade Thomsen keypt Heiðatrøðina sum liggur ímillum gamla og nýggja vegin innaliga á Tvøroyri, áleið niðan av bedingini og bakaríðnum hjá Gaard. og tað er á hesum stykkinum, at nýggi býlingurin á Tvør- oyri skal vera. Hann sigur, at talan verð- ur bæði um tvíhús og um einstøk hús. Húsini verða bygd í tveimum støddum, tí fólk kunnu velja ímillum hús uppá 75 fermetrar og hús upp á 103 fermetrar. – Men øll húsini eru í tveimum hæddum við brandgólvið ímillum, so hvørt húsið kann lættliga gerast til tvær íbúðir. Pade Thomsen sigur, at felagið, sum skal byggja húsini, hevur fingið tilsøgn um byggiloyvi frá komm- ununi og hann sigur, at ætl- anin er at seta spakan í um einar tveir mánaðir. – Vit hava sett okkum sum mál, at øll húsini í báð- um byggistigunum skulu verða liðug tann dagin, nýggja suðuroyarferjan stevnir inn á Trongisvágs- fjørð á fyrsta sinni og tað verður á heysti 2004. Hann sigur, at talan verð- ur um hús, sum fólk eiga og sostatt hava fult ræði á. Men ætlanin er eisini at stovna eitt eigarafelag, sum leggur tær stóru linjurnar fyri, hvussu farast skal fram, eitt nú, tá ið garðar verða bygdir o.s.fr. Aðra- staðni, eisini í Føroyum, er tað vælkent at hava eigara- feløg. Kappingarførir prísir Pade Thomsen sigur, at húsini verða seld fyri sera kappingarførar prísir. – Tey minnu húsini kosta 700.000 krónur og tey størru kosta 900.000 krón- ur. Men av tí at hvørt hús lættliga kann gerast til tvær íbúðir, ber eisini til at selja hvørja íbúð sær. Orsøkin til, at húsini kunnu seljast so bíligt, er, at tá ið so nógv tilfar verður bílagt í einum, ber til at fáa stóran mongdaravsláttur, samstundis sum tað ber til at fáa góð tilboð upp á sjálva byggingina. Harafturat eru møguleik- arnir fyri at fáa lagaliga fígging, nógv størri, tá ið talan er um at byggja so nógv hús í einum, sum tað her er talan um. Samstundis er talan um eitt slag av fígging, har gjaldið verður lutfalsliga lágt tey fyrstu árini, tá ið fólk hava børn og hava mest brúk fyri pengunum, samstundis sum afturgjald- ingartíðin er nakað longd. Pade Thomsen sigur, at teir hava avtalað fígging við danskar peningastovn- ar, men eru føroyskir stovn- ar, sum kunnu veita líka lagaliga fígging, verður tosað við teir. Hann sigur, at hóast talan er um bílig hús, verða tey avgjørt ikki verri, enn tey hús, vit eru von at byggja í Føroyum. – Tað er ein danskur ark- itektur, sum hevur teknað húsini, men hann hevur bygt hús í Føroyum áður og er kunnugur við tey serligu viðurskifti sum eru í Føroy- um viðvíkjandi vindi og veðri og húsini lúka øll krøv, sum verða sett til bygging her á landi. Hann leggur afturat, at tað verða bara føroyskir handverkarar, sum skulu byggja húsini. Stórur áhugi Pade Thomsen sigur, at hóast teir enn ikki eru farn- ir at selja íbúðirnar, hava fólk frætt um ætlanina og longu nú er sera stórur áhugi fyri at ogna sær eitt av hesum húsunum. – Vit hava longu havt einar 15 fyrispurningar, so tað kann ikki sigast annað enn at áhugin er stórur. Hann sigur at talan er ikki bara um fólk av Tvør- oyri, sum hava spurt segt fyri. Talan er bæði um ung fólk, men eisini um pensj- onistar, sum hava víst áhuga. Pade Thomsen vísir eis- ini á, at talan er um íbúðir, sum kunnu hava áhuga hjá nógvum ymsum bólkum í samfelagnum. – Vit hava hús til vanlig húski við børnum, men vit hava eisini hús ella íbúð til fólk, sum hava brúk fyri onkrum minni at búgva í, eitt nú pensjonistar, fólk, sum lesa, ella onnur. At tað verða so ymsir bólkar, sum koma at búgva saman í einum býlingi er ein stórur fyrimunur fyri trivnaðin í býlinginum. Pade Thomsen leggur aft- urat, at øll húsini eru bygt soleiðis, at tað ber eisini til hjá brekaðum at búgva í teimum. Fara at byggja íbúðir í stórum stíli í Suðuroy Soleiðis fer Heiðatrøðin á Tvøroyri at síggja út, tá ið, tey fyrstu 19 húsini eru bygd. Talan er bæði um tvíhús og um einstøk hús P/f Heri Thomsen er ein av fyritøkunum, sum hvørt vikuskiftið í summarhálvuni koyra kappróðrar- bátar til stevnur. Í ár koyra teir tó bert Nólsoying. Teir halda, at allir kappróðrar- bátar eiga at sótt- reinsast, áðrenn hvørja stevnu sum ein roynd at fyribyrgja smittuspjaðing ILA Solby A. Eliasen Tórhallur Thomsen, umsit- ingarleiðari, heldur, at tá møguleiki er fyri at fyri- byrgja smittuspjaðingini, so eiga vit at nýta hann. – Tað eru so mong viður- skifti, har vit ikki fáa gjørt nakað fyri at fyribyrgja smittuni, sum til dømis við Strandfaraskipunum. Tey kann man ikki leggja. Men í hesum førinum við kapp- róðrarbátunum er ein gyltur møguleiki til staðar, og so er at gera nýtslu av honum, sigur hann. Hann sigur, at teir hava boðið seg til at sóttreinsa bátin fyri nólsoyingar bæði áðrenn, hann fer á stevnu, og aftaná. Og um so tað verða fleiri bátar at koyra, so skula teir eisini sótt- reinsast. – Tað er ein so lættur framferðarháttur at sótt- reinsa ein kappróðrarbát, og tað tekur heldur ikki nakra tíð, so tað mátti ikki verið so torført at fingið fleiri at farið í gongd við tað, heldur hann. P/f Heri Thomsen gera sera nógv við sóttreinsing – ikki bert av kappróðrarbát- um, men av øðrum eisini. Orsøkin til tað, og at teir halda, at allir bátar skuldu verðið reinsaðir, er, at alingin er ein stórur kundi hjá teimum. Tí heldur Tór- hallur, at tað mátti verið ein stórur áhugi fyri at gera eitt fyribyrgjandi arbeiði, har man kann, hjá øðrum fyri- tøkum eisini. Tórhallur sigur eisini, at tað er tað sálarliga í tí eis- ini, tað skal eisini pleygast. Væl vitandi um, at kapp- róðrarbátarnir í dag eru sera væl gjørdir, so vísir hann tó kortini á, at tað kann verða, at okkurt sleppur inn um eina bløðru í lakkinum. Ella um ein kappróðrarbátur fær eina skøvu í lakkið. Tórhallur er sjálvandi greiður yvir, at tað er so at siga ógjørlig at fyribyrgja smittuni at spjaðast. Hann heldur eisini, at tað fer at verða ilt at siga, um hetta hjálpir nakað. – Men tað ger tað so í øllum førum ikki verri, heldur hann. – Eg haldi bara, at tá vit hava ein møguleika til tað, so eiga vit at brúka hann. Tá tað so kemur til øll tey førini, har vit ikki fáa gjørt so nógv, so mugu vit bara vísa fyrivarni fyri hvørjum øðrum, tí vit skulu jú øll vera her, sigur Tórhallur Thomsen at enda. Kappróðrarbátar eiga at verða sóttreinsaðir til hvørja stevnu Radiohandilin í Runavík við tí musi- kalska navninum seldi flestar digital- móttakarar og kort fyri fyritøkuna Canal Digital Nordic í danska kongaríkin- um. Afturfyri slapp ein sølumaður ein túr til HM í Suðurkorea SØLA Edvard Joensen Runavík: Teir duga at selja fólki sjónvarpsútgerð í Opus í Runavík. So mikið væl, at fyritøkan, teir um- boða, sendi ein sølumann heilt til Korea at síggja tveir fótbóltsdystir sum løn fyri gott arbeiði. Tað ljóðar sum eitthvørt, ið hevur við tónleik at gera, tá tú nevni Opus nummar eitt. Og upplivilsið var eis- ini sum góður tónleikur, sigur Hans Olsen, sølu- maður hjá Opus, sum júst er afturkomin úr Suður- korea av ferðini, hann vann í sølukappingini hjá Canal Digital. – Tað var eitt so stórt upplivilsi, at tað kann ikki greiðast frá. Tað má upp- livast, sigur hann. Canal Digital fór undir eina søluherferð upp undir HM í fótbólti, har lovað varð burtur hendan ferðin til Suðurkorea til tann, sum seldi flestar móttakarar, og fekk flestar kundar. Tá av- tornaði var tað radiohand- ilin í niðastu hædd hjá Hæddini, Opus í Runavík, sum raskastur hevði verið í øllum danska kongaríkin- um at selja. – Tað var ein langur túrur, greiðir Hans Olsen frá. Vit flugu úr Danmark umvegis Frankfurt heilt til Japan, har vit av einihvørji merkiligari orsøk skuldu skifta flogfar, áðrenn vit síðan flugu aftur til Seoul. Seoul var ein tungur býur at ferðast í, greiðir hann frá. Stórur og skitin. Tung luft. Ræðuliga nógv ferðsla, og hon var ikki serliga væl skipað heldur, sigur Hans Olsen. – Tað var líkt til, at tað var rættiliga tilvildarligt, hvussu løgreglan arbeiddi, heldur hann. Tað var einki í vegin fyri at koyra fyri reyðum ljósi. Men hevði tú ikki trygdarbelti spent, steðgaði løgreglar tær, og gav bót. Taxabilarnir vóru í ym- iskum standi eisini, og tí lýstu teir beinleiðis við, greiðir hann frá. Teir høvdu skelti á takinum við ymsum litum, sum søgdu frá, hvørjum prísflokki teir vóru í. So kundi tú sjálvur velja, um tú vildi gjlada fyri ein ordiligan bil, ella koyra bíliga við onkrum skrambli. Ferðalagi, sum Han var við í Korea, taldi 14 fólk. Hini vóru øll danir, sum høvdu tilknýti til Canal Digital. – Koreanski maturin var vánaligur. Tað er avgjørt ikki fyri matin, farið verður hagar, er Hans ivaleysur í. Og at samskifta við fólkið var eisini sera stræv- ið, tí tey skilti ikki enskt. So fyri at tey skuldi koma til hús aftur, hevði hotellið latið gestunum eitt kort, har skrivað stóð á koreanskum máli um at vísa gestunum, hvussu teir kundi finna hotellið aftur, um teir høvdu brúk fyri tí. Fólkið var ótrúliga fitt og fyrikomandi yvirhøvur, sigur Hans. Men skiligt var, tá ein ferðaðist fyri seg sjálvan, at stættarmunurin var stórur. Hann sá beinleiðis slumm í Seoul, eins og hann eisini varð boðin at síggja ein klubba, har tað vanliga kostaði 2.400,- danskar krónur bara at sleppa inn. Tey sóu tveir fótbólts- dystir. Fyrst dystin millum Senegal og Frakland, greiðir Hans Olsen frá. Tað var eitt upplivilsi at sita har á stadion í øllum tí rokin- um. Men upplivilsið gjørdist rættiliga nógv størri, tá tey síðan fóru til Busan at síggja Danmark og Uru- guay spæla. Busan var vorðin ein danskarabýur burturav, sigur Hans, tí har búði danska landsliðið. Tá tey so komu í sínum donsku fótbóltstroyggjum, var ikki gangandi fyri fólki, sum vildi heilsa og taka myndir. Sjónvarpslið sum onnur. Øll fegnaðust um at hava danirnar búgvandi í býnum. – Einastaðni var tað so galið, hevði hann frætt frá einum øðrum ferðalagi, sigur Hans, at har høvdu tey breitt reyðan leypara eftir vegnum fyri hesum donsku gestunum, sum her komu. Opus nummar eitt í kongaríkinum Føroyska flaggið var eisini til HM í Suðurkorea. Hans Olsen er her komin á stadion við Merkinum Hans Olsen millum tveir viðhaldsmenn úr Uruguay eftir dystin, sum Danmark vann. Undan dystinum var fótbóltsdystur millum donsk viðhaldsfólk og viðhaldsfólk hjá Uruguay C M Y K 5 4