fríggjadagur 14. juni 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 111 - 14. juni 2002
Nr. 111 - 14. juni 2002
7
Mikudagin 5. juni vóru
trettan menn til dugna-
skapsroynd í motorlæru.
Teir trettan hava gingið á
Tórshavnar
Kvøld-
og
Ungdómsskúlai vetur. Á
skeiðinum hava teir lært
um maskinlæru, ravmagns-
læru, kølitøkni, eldsløkking
og
tænastukunnleika.
Dugnaskaparprógvið veitir
rættindi at passa motorar
við framtøkumegi upp til
611 HK í heimasigling, t.e.
innanfyri 200 fjórðingar.
Lærarar í vetur hava
verið Alfred Hummeland
og Gordon Højgaard.
Dugnaskapsroynd
í
motorlæru tóku hesir:
Steingrím Abrahamsen,
Eyðun Bech, Pauli Heygsá,
Trygvi Jacobsen, Johannes
Johannesen, Sonne Mikkel-
sen, Heðin Ólavsson, Palli
Petersen, Finn Rubeksen,
Einar Thomassen, Danial P.
Thomasen, Einar Vennet og
Karlon Winther.
-hr
13 tikið dugnaskapsroynd
Mynd: Teir trettan saman við lærarum teirra
Mynd: Finnur Justinussen
Jógvan Mørkøre ætlar
ikki at góðtaka
ávaringina, ið hann
fekk frá rektaranun á
Fróðskaparsetrinum
fyri útalilsir í
sambandi við nógv
umrøddu Menas-
frágreiðingina. Hann
ætlar víðari við
málinum, og hevur
sett fram krav til
leiðsluna um at taka
aftur ávaringina
FRÓÐSKAPARSETRIÐ
Heri á Rógvi
Tað er líkt til, at tann nógv
umrødda Menas-frágreið-
ingin enn eigur fleiri orð at
tala. Tann oftani umstrídda
frágreiðingin spreiddi sum
ringar í vatninum søgur frá
sær frá fyrstu løtu, frágrei-
ðingin alment kom fram.
Jógvan Mørkøre kom í
februar mánað við nøkrum
úttalilsnum í sambandi við
hina so nógv umrøddu
Menas-frágreiðingina.
Hetta endaði alt við, at
Jógvan Mørkøre fekk ein
ávaring frá leiðsluni á setr-
inum, og hann fór eisini í
farloyvi, men er síðani
komin aftur til arbeiðis á
Fróðskaparsetrinum.
Jógvan Mørkøre er limur
í Magistarafelagi Føroya,
og hann boðaði í februar
mánað frá, at hann fór at
lata felagnum málið. Mag-
istarafelagið hevur síðani
latið málið farið víðari til
ein advokat, sum hevur sent
leiðsluni á Fróðskaparsetr-
inum eitt skriv.
Kate Sanderson er for-
kvinna fyri Magistarafelag-
ið, men hon vil ikki gera
viðmerkingar til málið, so
leingi málið enn verður
viðgjørt av Fróðskaparsetr-
inum. Hon váttar tó, at eitt
skriv er sent til setrið vegna
Jógvan Mørkøre.
Hans
Pauli
Joensen,
vararektari á Fróðskapar-
setrinum, vil ikki gera
nakra viðmerking til málið.
Hann vísir til Maluna
Marnersdóttir, rektara, men
hon var stadd uttanlands, tá
vit royndu at fáa hendur á
henni hósmorgunin.
Eftir hvat Sosialurin skil-
ir er kravið frá Jógvan Mør-
køre, at ávaringin verður
tikin aftur – annulerað.
Sett er eisini fram eitt
evstamark fyri, nær Fróð-
skaparsetrið skal hava gjørt
hetta. Eftir hvat Sosialurin
skilir, so hevur fundur ver-
ið, har málið hevur verið
fyri, men orsakað av fráver-
uni hjá bæði rektaranum og
Jóan Paula Joensen, umboð
fyri Søgu- og Samfelags-
deildina, so má ein avgerð
bíða.
Tað verður – eftir hvat
skilst – gjørt greitt, at fleiri
stig verða tikin, um leiðslan
á setrinum ikki tekur aftur
ávaringina.
Søgugondin í mál-
inum um Menas-
frágreiðingina
Heri á Rógvi
Tað var oljufelagið BP,
sum gjørdi av at gera
eina kanning um árinini
av einari møguligari
oljuvinnu í Føroyum.
Hetta vakti ans, tí nógv
mettu stóran tørv var á
einari tílíkari kanning.
Arbeiðið var sett í
gongd,
og
tað
var
bretska ráðgevingarfyri-
tøkan Menas, sum fekk
til uppgávu at greiða frá-
greiðingina úr hondum.
Í fororðunum í sjálvari
frágreiðingini stendur at
lesa, at tað var í septem-
ber 2000, BP heitt á
Menas í samstarvi við
Fróðskaparsetur Føroya
um at gera eina tílíka
frágreiðing. Í somu for-
orðum stendur eisini at
lesa:
Endamálið við hesi
kanning er at kanna tað
búskaparliga, politiska,
sosiala og umhvørvis-
liga samanhangið, sum
ein framtíðar oljuvinna
møguliga fer at virka í.
Harumframt skal kann-
ingin meta um møgulig
høvuðsárin á tað før-
oyska samfelagið, með-
an leitað verður eftir
olju, meðan olja verður
framleidd, og frameftir.
Tørvurin á einum tílík-
um arbeiði varð stað-
festur í frágreiðingini frá
Oljuráðleggingarnevnd
Landsstýrissins: Fyri-
reikingar til oljuleiting,
ið kom út í 1997.
Menas savnaði saman
ein røð av serfrøðingum
innan nógv øki, sum
allir skuldu virkað inn-
anfyri sítt økið, tí frá-
greiðingini í evnum var
rættiliga umfatandi.
Millum serfrøðingarn-
ar vóru eisini føroyskir
serfrøðingar, sum vórðu
knýttir at verkætlanini
gjøgnum Fróðskaparset-
ur Føroya. Tað var tó
skjótt, at tað kom vátt í
reiðrið millum partar av
føroysku manningini og
leiðaran fyri verkætlan-
ini, John Christensen frá
Menas.
Á
stórari
oljuráð-
stevnu í Norðurlanda-
húsinum í november
mánað 2001 kom ein
samandráttur av sjálvari
frágreiðingina fyri dagin
fyri fyrstu ferð. Tá løgdu
eisini nakrir av rithøv-
undum fram um partar
av kanningini.
Síðani tá hevur nógv
rok verið um sjálva frá-
greiðingina, sum bæði
gjørdar nakrar niður-
støður, ið ikki fullu í
góða jørð. Men tað vóru
serliga atfinningarnar
hjá Suni á Dalbø, sum
vaktu stóran ans í fjøl-
miðlunum. Hann hevði
ógvuliga lítið gott at
bera arbeiðinum í sam-
bandi við verkætlanina,
sum hann helt vera
óvísindaliga.
Vit máttu tó bíða heilt
til 22. februar 2002 til
verkætlanin loksins varð
latin
almenninginum.
Undan hesum hevur
Jógvan Mørkøre, adj-
unktur á Søgu- og sam-
felagsdeildini á Fróð-
skaparsetri Føroya úttala
seg um, at Fróðskapar-
setrið ikki eigur at
leggja navn til frágreið-
ingina. Hann sigur m.a.,
Fróðskaparsetrið meira
er at meta sum ein
undirveitari enn nakað
annað.
Um
mánaðarskiftið
gerst so greitt, at leiðsl-
an á Fróðskaparsetrið
Føroya,
Setursráðið,
ætlar, at úttalilsini hjá
Jógvani Mørkøre skulu
fáa avleiðingar fyri Jóg-
van. Jógvan Mørkøre
fær eina ávaring frá
leiðsluni, og hann fer
eisini í farloyvi, men
kemur síðani aftur í
starvið hjá sær.
Hann letur málið í hend-
urnar á Magistarafelag
Føroya, sum seinni tekur
stig í málinum við at
biðja advokat senda
Fróðskaparsetrinum
skriv, har kravt verður, at
áheitanin verður tikin
aftur.
Málið hevur eisini
verið fyri við fyrispurn-
ingi í Løgtinginum.
Gongdin í málinum
Jógvan Mørkøre:
Góðtekur ikki ávaringina
Jógvan Mørkøre ætlar ikki at gevast á hondum við málinum
um hansara úttalilsir í sambandi við Menas-frágreiðingina
Ein 41 ára gamal íslending-
ur fekk mikudagin fongs-
ulsrevsing í fýra mánaðir
fyri at hava 1,29 gramm av
hassji við sær til landið.
Hann verður harumframt
burturvístur úr Føroyum í
fimm ár.
Maðurin varð tikin 28.
mai í eini tilvildarligari
ferðslukanning. Løgreglu-
menninir fingu illgruna til
mannin, tí teir luktaðu hassj
í bilinum. Tá narko-hund-
urin fór at leita í bilinum
funnu teir meira enn eitt
kilo av hassji.
Maðurin er dømdur fyri
at smugla hassj við tí enda-
máli at selja tað víðari í
Føroyum. Hetta noktaði
maðurin og segði, at alt
hassjið var til egið brúk,
men hesum trúði dómarin
ikki. Maðurin tók við dóm-
inum.
Við í bilinum hjá mann-
inum var eisini sonur hans-
ara og ein føroyingur. Hesir
eru ikki ákærdir í málinum,
tí ikki ber til at prógva, at
teir hava nakað samband
við hassjið.
Listaframsýning við
havnarmanninum
Sofusi Poulsen lat
upp í gjár, og hann
hevur málað teir
flestu málningarnar í
einum bili, ið verður
nýttur sum rullandi
atelier
FRAMSÝNING
Stefan í Skorini
Seinastu sjey árini hevur 48
ára gamli Sofus Poulsen úr
Havn havt listaframsýning í
Smiðjuni í Lítluvík. Fram-
sýningin í ár lat upp hós-
dagin, og hon verður opin í
eina viku.
Umleið tjúgu málningar
verða sýndir fram, og teir
eru allir vatnlitamálningar
av landsløgum, býarløgum,
bátum og øðrum.
Sofus sigur, at hann hev-
ur atelier í einum bili, sum
hann hevur gjørt út, so at
hann kann mála í bilinum.
Soleiðis hevur borið til hjá
Sofusi at mála sínar máln-
ingar, meðan hann hevur
sitið frammanfyri motivin-
um, sum hann málar.
Listamálarin sigur, at
hann hevur fingið stóran
íblástur av sumrinum, sum
vit veruliga hava merkt
seinastu vikurnar. Tí eru
nógvir tímar brúktir í hes-
um bilinum hjá Sofusi.
Málningarnir eru allir frá
støðum í Suðurstreymi, har
Sofus hevur koyrt runt í bili
sínum og málað. Sjálvur
sigur hann, at málningarnir
eru
impressionistiskar
summarmyndir.
Sofus
Poulsen
hevur
málað og teknað alt sítt lív,
og seinastu tíggju árini hev-
ur hann gjørt nógv við hetta
ítrivi.
Hann
hevur
tó
familju og arbeiði, so tíðin
er tó eitt sindur avmarkað.
Sofus í Smiðjuni
Íslendingur fekk fýra
mánaðar
– Cost-benefit kann-
ingar vísa, at tað er
bíligari at gera íløgur
í fast samband heldur
enn at úbyggja ferju-
sambandið millum
oyggjarnar, segði
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður við
samferðslumálum, tá
ráðstevnan um
ferðslu og flutning í
Útnorði lat upp
hósdagin
SAMFERÐSLA
Stefan í Skorini
Hósmorgunin fór ráðstevn-
an um sumferðslu í Útnorði
av bakkastokki. Tveir dagar
eru settir av til hesa ráð-
stevnu, sum Útnorðurráðið
skipar fyri.
Ásannandi at Ísland, Før-
oyar og Grønland hava stór-
ar trupulleikar við ferðslu
og flutningi, sum standast
av teimum landafrøðiligu
viðurskiftunum, hevur ráð-
ið tikið stig til eina ráð-
stevnu, sum umrøður hesar
trupulleikar.
Hjálmar Árnason, for-
maður í Útnorðurráðnum,
hevði fyrsta orðið, og hann
vísti á, at bara 400.000 fólk
búleikast í Útnorði, og tað
er sama fólkatal sum í
Fredriksberg kommune í
Danmark. Munurin er, at
Útnorður er sum Evropa til
støddar.
Hetta ger tað torførari at
sleppa aftur og fram bæði
innanlands og millum lond-
ini. Fyri at varpa ljós á og at
loysa nakrar av hesum trup-
ulleikum hevur Útnorður-
ráðið tikið stig til eina ráð-
stevnu, ið skal umrøða
støðuna í teimum ymsu
londunum.
Tinglimir
úr
teimum
ymsu londunum hava sett
hvørjum øðrum stevnu í
Norðurlandahúsinum, har
teir fáa upplýsingar úr
teimum trimum londunum.
Fast samband
Bjarni Djurholm umrøddi
støðuna á samferðsluøkin-
um í Føroyum, og hann
legði dent á, at tað er bílig-
ari hjá tí almenna at gera
fast
samband
millum
oyggjarnar heldur enn at út-
byggja ferjusambandið.
Ferjusambandið krevur
nógv meira viðlíkahald, tí
ferjulegurnar eru kostnað-
armiklar at gera. Skipini
fara eisini við árunum og
skulu skiftast út við jøvnum
millumbili.
Bjarni Djurholm um-
røddi eisini ferðsluna um
fløgvøllin í Vágunum, sum
er økt munandi seinastu
árini. Hann heldur, at hetta
m.a. stendst av kappingini
millum Maersk og Atlantic
Airways. Prísirnir lækka,
og fólk ferðast tí meira.
Ráðstevnan var allan
hósdagin og til middag
fríggjadagin. Fleiri áhuga-
verd innlegg eru á skránni,
sum viðgera samferðsluna í
Útnorði.
Fast samband loysir seg
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður við
samferðslumálum, heldur, at
fast samband loysir seg betri
enn at útbyggja ferjunetið, tá
hann helt røðu á ráðstevnu
um samferðslu í Útnorði
Mynd: Jens Kr. Vang
Framsýningin
hjá Sofusi
Poulsen lat upp
hósdagin, og
hann hevur tjúgu
vatnlita-
málningar við á
framsýningini
Savnsmynd
Fyri tveimum vikum síðani fangaði ferðsluløgreglan ein íslendskan mann, sum hevði næstan
1,3 kilo av hassji í bilinum. Hann fekk fýra mánaða fongsulsrevsing
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
7
6