mikudagur 6. november 1974síða 5
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 62 — 6. november 1974
Falskur vitnisburður
Frá tí eg var ung genta, havi eg
havt umsteður at fylgja við í
politikki, og serliga politikki
javnaðarflokksins. Ongantid
havi eg tó alment úttalað meg
um politikk, men leygarkveldið
2.11 gjørdist tað mær ovboðið.
Foreldur míni saman við
mongum góðum fólki á Tveroyri
fóru saman við tí manni, eg
seinni giftist við, undir at virka
fyri teirri humanistisku rerslu
sum javnaðarflokkurin er.
Øll hesi fólk vóru gudrekin, og
gingu tey igjøgnum lívið við eini
tryggari vissu um, at tað var
djúpt samsvar millum tann
heilaga boðskap, tey vildu liva
KUNNGERÐ
eftir, og ta politisku hugsjón,
tey virkaðu fyri.
Maður mín kendi eins og tey
Gud kærleiksfullan at vera, og
ikki fordømandi og hevnisekn-
an, sum eitt sambandsvalevni
tykist at gera.
Alt lív sítt striddist Petur
Mohr Dam fyri at kunna onnur
um sosialismuna, men tað tyk-
ist, sum nekur enn ganga við
einum ateistiskum skrímsli i
huganum, eini mynd av einum
avkristnaðum samfelag, at tá ell
eru farin at viðurkenna, at ein-
asta politiska skipan, ið veitir
fjøldini rættvis kor, verður einki
rúm fyri gudrøkni og gudsótta.
Hóast skúlaskapurin í landi
sosialurin
okkara er nogv utbygdur, ganga
enn ungir menn, sum eru segu-
liga óvitandi, sum ikki hava
sannað, at eingi stýri hava givið
so góðar umsteður til at útbreiða
kristnilæruna sum tey sosial-
demokratisku. Kirkjur og sam-
komuhús eru ongastaðni bygd
so lagaliga sum í Norðanlond-
um.
Samvirkanin millum stjórn-
irnar og kirkjurnar er fáa staðni
betri. Utbreiðslan av kristni-
læruni er stuðlað, og meguleik-
arnir hjá ti einstaka at sekja
sin Gud á tann hátt, sum hans-
ara tørvur er, eru ongastaðni so
ótarnaðir, sum hjá okkum.
„Tú mást ikki bera falskan
vitnisburð móti næsta tinum«,
men kortini ger sambandsflokk-
urin tað ímóti teirri óteljandi
fjøld av kristnum um allan heim,
sum samstundis eru javnaðar-
fólk.
At einki mótsvar er imillum at
virka fyri sosialismu og sekja
Gud sín, var maður mín demi
um, men honum dámdi ikki at
heingja uttan á bringuna sjálv-
góðskunnar skelti. Fyri hann
var viðskiftið við Harran ein
persónlig sek
Kortini kendi hann
trongd til at prisa Harranum,
hvat teir sálmar, hann yrkti,
eisini
Til løgtingsvalid hin 7. november 1974 eru hesir valevnislistar innkomnir:
A Hin føroyski Fólkaflokk- D Sjálvstýrisflokkurin
urin (radikalt sjálvstýri)
1. Absalon í Buð, fiskimaður, Hvannasund
2. Håkun Djurhuus, løgtingsmadur, Klaksavik
3. Hans Andrias Jacobsen, sparikassastjóri, Klaksvík
4. Arne Ziskasen, skipari, Klaksvik
STILLARAR:
Jåkup Heinesen, maskinmeistari, Klaksvik
Sámal J. Høgnesen, bóndi, Norðoyri
Esbern á Geilini, navigaterur, Svínoy
Sámal E. Absalonsen, arbeiðsmaður, Viðareiði
Mikkjal P. Hansen. navigaterur, Klaksvík
Petur Sofus Eliasen, fiskimaður, Klaksvík
Ludvík Hansen, fiskimaður, Norðdepli
Kristian Fr. Olsen, arbeiðsmaður, Klaksvík
Joen Edvard Lydersen, arbeiðsformaður, Klaksvík
Hans Arne Serensen, bestimaður, Húsar
B Sambandsflokkurin
1. Eli Nolsee, landsstýrismaður, Klaksvík
2. Justinus Poulsen, útróðrarmaður, Hvannasund
3. Sámal Christiansen, skrivstovumaður, Klaksvík
4. Ove Frederiksen, lærari, Klaksvík
STILLARAR:
Hans David Hansen, fiskimaður, Svínoy
Absalon Lydersen, fiskimaður, Kirkju
Júst M. Justesen, fiskimaður, Norðdepli
Christen Joensen, umboðsmaður, Klaksvík
Christoffer Matras, fiskimaður, Norðoyri
Erik Lassen, havnarumsjónarmaður, Klaksvík
Poul Havn Rasmussen, maskinmaður, Klaksvík
Bjarti Petersen, fyristaðumaðurm, Klaksvík
Oliver Joensen, skrivstovumaður, Klaksvík
Anthonius Olsen, møbilhandlari, Klaksvík
C Føroya Javnadarflokkur
1. Poul J. Olsen, løgtingsmadur, Klaksvik
2. Vilhelm Johannesen, blaðstjóri, Klaksvík
3. Dánial P. Nielsen, bókhaldari, Klaksvík
4. Karl E. Andreasen, arbeiðsmaður, Klaksvík
STILLARAR:
Einar Frovin Waag, stjóri, Klaksvík
Johannes Frederik Joensen, fiskimaður, Húsar
Sámal Jákup Serensen, bóndi, Mikladal
Hans Arni Martin Jákup Olsen, handverkari, Norðdepli
Jógvan Justinussen, fiskimaður, Árnafjerð
Hans Pauli Nybo, elmaður, Viðareiði
Ole Hans Pauli Hansen, fiskimaður, Svinoy
Jógvan Elias Poulsen, fiskimadur, Kirkju
Andreas Sørensen, arbeiðsmaður, Hvannasund
Peter Ludvik Hansen, maskinmadur, Klaksvik
1. Asbjørn Joensen, landsstýrismaður, Klaksvik
2. Hans David Matras, lærari, Klaksvik
3. Mads Ludvik Dahl, arbeiðsmaður, Klaksvík
4. Knút Olsen, skrivstovumaður, Klaksvík
STILLARAR:
Jógvan Joensen, bóndi, Trellanes
Árni Olsen, maskinmeistari, Kunoy
Nicolai Nysted, navigaterur, Hvannasund
Suni Bjartalíð, útróðrarmaður, Árnafjerð
Álvur Zachariassen, skipari, Klaksvík
Reinhold Jacobsen, skipssmiður, Klaksvík
Anker Mørkøre, fiskimaður, Klaksvík
Poul Justinussen, skipari, Klaksvík
Sámal Petersen, frv. landsstýrismaður, Klaksvík
Hans Háfjall, byggimeistari, Klaksvík
E Tjóðveldisflokkurin
1. Finnbogi Isaksen, løgtingsmadur, Torshavn
2. Ísak Matras, útróðrarmaður, Klaksvík
3. Jóhan Simonsen, fiskimaður, Klaksvík
4. Jóhannes Thomsen, maskinmeistari, Klaksvík
STILLARAR:
Sylvan Jacobsen, skipari, Klaksvík
Mikkjal Petur Hvannastein, fiskari, Klaksvík
Anna Malena Johannesen, húsmóðir, Klaksvík
Josias Matras, haldbóndi, Norðoyri
Símin Pauli Viðbjert, fiskimaður, Klaksvík
Ole J. Joensen, fiskimaður, Klaksvík
Hans Jacob Sivertsen, fiskimadur, Norðdepli
Elias Hansen, fiskimadur, Vidareidi
Jason Johannesen, formadur, Hvannasund
Katrina Østerø, vevkona, Trøllanes
F Føroya Framburðsflokkur
1. Jógvan Olsen, skipasmiður, Klaksvík
2. Hans Biskopstø, verkfrødingur, Tórshavn
3. Andreas Joensen, skipasmiður, Tórshavn
STILLARAR:
Eydna Johanna Olsen, servitrica, Klaksvík
Margretha Hansen, húsmóðir, Klaksvík
Mikkjal Tróndur Hansen, maskinmeistari, Klaksvík
Gullak Gullaksen, skipari, Klaksvík
Selma Gulaksen, húsmóðir, Klaksvík
Klaksvík, hin 18. oktober 1974
VALNEYNDIN FYRI NORÐOYA VALDOMI
Síða 5
III
vitna um (si t. d. Kristiligt
Ungmannablað og nýggja Indre
Missións songbókina).
At hann legði frá sær í trygg-
ari vitan um, at hava roynt at
eftirliva kærleiksbodum Guds,
vita øll. sum kendu hann, men
hetta var ikki sermerkjandi fyri
hann einsamallan, ti øll, ið
høvdu ta barlast, gamla før-
oyska samfelagid veitti borg-
arum sinum, åttu hesa trygd.
Politisk og søgulig fåkunna,
sum harra Vågadal avdukar, er
ikki eindømi, men er tað rættu-
liga einastandandi, at heilur
politiskur flokkur tekur sær
patent upp á at umboða ell sonn
kristin, og at hann er einasta
siðmenningarliga bjargingin hjá
tjóðini
Slíkt ber í sær vanda fyri, at
vit enda afturi í miðeld. Tá bóru
ju religiøsar misjavnar so nógva
liðing inn á menniskjuni.
Harra Vågadal sjålvum fyri-
geva vit, og bidja fyri, at pinda
sinni hansara fær frið. Men ta
intoleransu, sum sjálvgóðskan,
dømisjukan og fåvitskan 1 fram-
ferð hansara avduka, hevur
Landsfelag Sambandsflokksins
tikið ábyrgd fyri. Vit mugu enn
vóna, at hetta er eitt mistak,
sum verður rættað.
Maður min medvirkaði tey ár,
hann samarbeiddi við sam-
bandsflolkkin, óbeinleiðis til at
halda lív í hesum lítið virkna
flokki. Í honum vóru tá og eru
væl enn nógvir góðir menn og
skilamenn, men eru hesir nú so í
minniluta, at flokkurin ikki visir
hesi bakstungu frá sær, má eg
vera takksom fyri. at hann ikki
upplivdi, hvat hann medvirkaði
til.
A Tvøroyri 3/11 — 1974
Ragnhild Dam
kok øk
Demmus
Hentze
tosar um
Vågbingar
Á veljarafundi i Húsavík tann
30/10— 74 brukti Demmus
Hentze, valevni og legtingsmaður
fólkafloksins, vågbingar sum
ræðumynd. Soleiðis sum tað stóð
til í Vági í dag, átti eingin at fyri-
skipa.
Demmus Hentze segði fólki frá,
at vågbingar nú bert høvdu eina
vón um bata, tað var og er, at
reiðaratiðin frá 1940—50 kom
aftur, tá nakrir fáir stórreiðarar
stýrdu 2—3000 fólkum í sunnaru
helvt av Suðuroy
Hetta áttu og eiga sandoyar-
menn og kvinnur at hava fyri
eyga.
So um vágbingar nú bert velja
fólkaflokkin. so koma nakrir stórir
fólkafloksmenn og seta seg niður í
Vági sum reiðarar ja stórreið-
arar, og fólkið má fylgja teirra
harraboðum. Tað er politikkur
fólkafloksins sambært Demmus
Hentze.
Áhoyrari