mikudagur 13. november 1974síða 5
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 64 — 13. november 1974
Svenning av Lofti:
sosialurin
Síða 5
Latið okkum læra av søguni
Maður hevur sagt: >Tann, ið
ikki vil læra av søguni, er dømd-
ur til at endurtaka hana<. Hesu
fyrndarorð eru mangan sannað,
ikki minst av teimum, ið rátt
hava fyri borgum, bæði í farnu
tíð og á okkara dogum.
Hevdi Hitler havt lært av
søguni vidvikjandi herferð
Napoleons eystur til Russlands í
1812, hevði hann ikki latið herlið
síni farið somu leið og gjørt
sama mistak. Hann lærdi ikki av
søguni og varð ti dømdur til at
endurtaka hana, til týning fyri
mong hundraðtúsund ung týsk
og russisk hermannalív og
undirgang fyri Týskaland.
Onnur søgulig mistøk
Ein franskmaður segði fyri nøkr-
um árum síðani við Billy Gra-
ham: »Amerika er nú á middags-
hædd síni. Stórbæra tjúgunda-
aldar siðmenning tess hevur nátt
hámark sítt. > Við hesum orðum
lá óivað tann hugsan, at nú var
við at venda hinvegin.
Við at kanna søguna koma vit
at hugsa um siðmenningar, sum
í fortíðini náddu heiðurstindar,
men sum nú einans eru at finna í
segubókum. Sum dømi skulu
her verða nevnd: Babylon,
Hellas, og Rómaríkið, sum all
høvdu tað til felags, at tey end-
aðu í vesaldómi og moralskum
fráfalli.
Í bók síni um Rómaríki >The
Decline and fall of the Roman
Empire« nevnir Edward Gibbon
m. a. hesar orsøkir til, at hetta
veldiga heimsríki og siðmenning
tess gekk til grundar:
l. hitt skjótt vaksandi talið á
hjúnaskilnaðum
2. njóting uttan tarmarhald.
3. fall fólksins,
4. fall átrúnaðarins.
Av hesum sæst at tað vóru
innlendis viðurskifti, sum vóru
A—T—TT||—Á| 1 — —— ———
Lindg-skipasmiðjuni
tørvar nýggjar fram-
leiðsluhættir
Talan er um møguliga framleiðslu av boripalium í
staðin fyri tangaskipabygging.
Marknaðurin á tangaskipum er í
løtuni vånaligur, og tað er ongin
trygd fyri, at Linde skipasmidj-
an í Danmark bert fer at fram-
Talan er um at framleiða boripallar í staðin fyri risatangaskip
leiða skip í framtíðini. Brúk er
fyri nýggjum hugskotum bein-
anvegin, orsakað av at tað tekur
sína tíð at menna, framleiða og
fora út á marknaðin nýggja
framleiðslu. Í hesum sambandi
hevur Lindo skipasmiðjan heitt
á leiðarar og starvsfólk síni um
at koma fram við nýggjum hug-
skotum. Skipasmiðjan hevur í
mun til aðrar skipasmiðjur fleiri
sáttmálar um byggjan av skip-
um, so góð tí er at umleggja
framleiðsluna, sigur umsitingar-
stjórin á Linde-skipasmiðjuni,
Erik Quistgård. Teir hava sått-
málar um byggjan av risatang-
bátum fram til 1978, og skipa
smiðjuni tervar framvegis fleiri
arbeiðsmenn innan sveising,
samstundis sum roynt verður at
nútímansgera umsitingina. Ein
meguleiki fyri framleiðslu er
boripallar til oljuboringar
DUC, ið er felag hjá A. P.
Møller, sum leitar eftir olju i
Norðsjónum, fær allar sínar
boripallar úr USA. Um Linde
skipasmiðjan fekk hesa fram-
leiðslu um hendi, vildi hetta
givið arbeiði til eini 5009 fólk,
sigur umsitingarstjórin á Lindø-
skipasmiðjuni í viðtalu við
danska blaðið AKTUELT.
orsekin til fall Rómaríkisins.
Heimini, sum eru grundstuðul
samfelagsins, upploystust, og
fólkið tveitti seg uttan tamar-
hald út í lystir og ólevnað. Ein
hevur sagt: >Tað vóru ikki figg-
indaherliðini, sum jarðlogdu
nevndu ríki. Aðrenn figginda-
herliðini komu inn um borgardyr
Babylons, Hellas og Róms,
hevði synd fólksins útint drep-
andi verk sítt, tjóðin kundi ikki
verða standandi, hon varð etin
upp innanifrå av syndarinnar
kreft, og tað var hon, id gav
tjóðini mønustingin.«
Onkur hevur sagt, at sama
var vid Tyskalandi. Hetta land,
sum hevur verið nevnt menning-
armiðdepil heimsins og sum
fostraði menn sum Martin
Luther, Goethe, Schiller og
Wagner, eitt land kent kring
allan heimin, sum eitt land har
Gud fekk heiður og orð Hansara
var virt, har mentanin náddi
tindarnar. Men ateisman fekk
yvirtakið hjá teimum politisku
leiðarunum. Og sum jedin
Borsenius hevur sagt í bók um
søgu jødanna: »Hvar var tjóð
mentunarmanna og yrkjar
anna<, tá Týskaland gav seg
yvir til jødahatur og jagstran
undan og undir seinna heims-
bardaga. Ursliti3 av hesi fram-
ferð og ellum ti ómoralinum
kanna vit. Billy Graham hevur
sagt: Aðrenn russar náddu
Berlin, áðrenn Bretar og amer-
ikumenn náddu Ruhr, hevði
Týskaland longu tapt bardagan
orsakað av sínum egna rotin-
skapi og gudloysi.«
Eisini á hesum eki endurtóku
teir søguna.
Fara vit
at endurtaka søguna?
Vónandi ikki. Men hetta er tann
brennandi, sum tann einstaki
foroyingurin eins og legting,
landsstýri og aðrir myndug-
leikar koma at avgera.
Tað vísir seg at vera so lætt
hjá okkum at siga, hvussu
viðurskiftini í Vjetnam, Kypern
og politiskar kreppur aðrastaðni
skulu loysast. Men hvussu er við
okkara egnu tjóð, hvussu er við
okkara egna býi, hvussu er við
mínum egna heimi og hvussu er
tað við mær sjálvum?
Danmark, sum hevur fostrað
andans stórmenni sum t. d.
Ingemann, Brorson, Grundtvig
og aðrar, er hesi seinastu árini
sokkið longur og longur niður á
ómoralsku mýrina, so at tað nú
hevur fingið eyknevnið »køstur-
in i Europac.
Tað mest syrgiliga í tí, sum
fram er farið í Danmark, er at
fóiksins valdu menn á tí lóg-
gávutinginum ikki eru ósekir í at
hava leitt fólk og land út á
blotan. Hetta hava teir gjørt við
at taka týðandi skorður burtur,
skorður, sum setta vóru av
monnum við ábyrgdarkenslu og
gudstrúgv og á meginreglum
Bíbliunnar. Her hugsi eg serliga
um grein 234 í straffilógini
(pornografilógin) og lógina um
frían abort. Teir góvu porno-
grafiini leysar teymar bæði í
skrift og í myndum. Úrslitið er
eitt samfelag, ið loysnar frá
beinunum og rotnar innanífrá.
Danska tjóðin hevur eftir øllum
at doma heldur ikki lært av søg-
uni.
Á einum kristiligum útifundi á
ólavseku, varð mótmælt, at
ymisk navngivin og ónavngivin
donsk blød verða seld her i
Føroyum og at vístir verða;
ónærisligir filmir, og spurt varð í
hesum sambandi, hvussu tað
var við filmseftirlitinum.
Hetta er vert at taka til eftir-
tektar hjá myndugleikum okk-
ara, tí sambært grein 234 í
straffilógini (sum danir hava av-
tikið, men framvegis er í gildi í
Føroyum) eru slik blød og filmir
ólóglig her heima. Heitt skal tí
verða á Feroya Landsstýri og
Føroya løgting um at streingja á
og fáa steðgað hesi ólógligu selu.
Nevnda grein 234 í straffilógini
er ikki bara í vanligum gildi her í
Føroyum, hon er staðfest av løg-
tinginum fyri ikki so langari tíð
síðani, við tað, at tá hon varð
løgd fyri Føroya Løgting til
møguliga avtøku, visti håttvirda
løgting okkara hesum frå sær og
å tann hått stadfestu galdandi
reglugerð, sum bannar ónæris-
ligari skriving og ónærisligum
myndum. Men kortini liggja
hesi ónærisligu blød frammi til
selu í flestu bladsølum í Føroy-
um.
Jóhan Mortensen hevði 29.
juni í ár grein í Sosialinum, sum
hann nevnir >Einoygd hugleið-
ing um vikublød. Her skulu
verða tikin brot úr greinini:
>Tað er ein ovurhondsstór
rúgva av teimum (vikublødun-
um), ið hverja viku finna sær
veg inn í flestu foroysku húsar-
hald. Tey hagtel, ið eru til
skjals, tosa teirra skilliga mál.
Vit foroyingar eru stórnýtarar
av vikublødum.
Ofta er tað ein stak ódámligur
heimur, ið fjalir seg aftanfyri
teimum snotligu, marglittu
lættlisnu síðunum.
Samantikið kann sigast, at
flestu vikublødini eru ein ódám-
lig spekulatión í menniskjaligum
veikleikum og ynskjum.
Tey eru ein turrgeldan av
menniskjaligum virðum og ein
forðan fyri handligari og anda-
ligari mennan. Ein heilaoyðandi
kostur í flestu heimum í
Føroyum.«
Veruleikin er tann, at tad
land, sum hevur tíkið burtur
flestu byrgingarnar á tí porno-
grafisxa økinum og yvirletur í
hendurnar å grammum speku-
lantum at vålka sær sum teir
vilja, útvegar føroysku blaðsel-
unum 90% av ellum lesitilfari.
Fara vit at læra av seguni?
Vónandi. Latið tí øll, ið vilja
lítlu tjóð okkara tað besta og
verja hana ímóti óndum ágangi,
standa saman í hesum máli og á
tann hátt vera við at halda tjóð
okkara uppi á einum fyri eitt
kristið fólk verdugum stødi. Og
hetta gerst við hjálp Guds
okkara.
[ff III
Betania i Skopun
20 år i morgin
Í morgin eru 20 ár liðin síðani
nýggi salurin, Betania hjá Hvít-
usunnusamkomuni í Skopun var
tikin í nýtslu. Til vígsluna í 1954
var Holger Pedersen fyristødu-
maður í Tabor-samkomuni i
Keypmannahavn til staðar.
Í sambandi við 20 ára hátíðar-
haldið er skipað fyri møtirød
sum byrjaði seinasta mánadag
og heldur á til sunnudagin kom-
andi, har m. a. vitjan er av fyri-
stødumanninum i Filadelfia i
Aarhus, Kurt Christensen.
Hvitusunnusamkoman i Skop-
øun hevur havt eitt sera gott
samstarv vid samkomur i Dan-
mark.
AAA [AA AA
Almennir
fyrilestrar
SÅLARFRØDI
Undir hesum heiti heldur Eyðun Joensen, cand. psyk., í
november — desember mánaða
4 fyrilestrar á Fróðskaparsetr-
inum. Allir fyrilestrarnir byrja kl. 20.
1. Hóskveldið 14. november
8. 28. mu
4.
5. desember
Fróðskaparsetur Føroya
Klinik
for tandproteser
Mandag den 2. december åbner jeg klinik i Dr. Jakobsensgøta
11 i Tårshavn med konsultation efter aftale. M idlertidigt tele-
fonnummer 12240.
16—17.
Tid kan bestilles hver dag mellem
Mads Chr. Jacobsen
exam. prakt. tandtekn.
medlem af LPT i Danmark
overenskomst med
kommunerne
Reception lørdag 30/11 mellem kl. 10—12.