leygardagur 16. november 1974síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Sosialurin |
Aftur til verka
VALID ER AV og finteljingin somuleidis, og
politisku flokkarnir skulu nú aftur til verka.
Komandi dagarnar og komandi vikurnar verða
samráðingar um skipan av nýggjum landsstýri
og møguleikarnir eru fleiri.
SÍÐANI HEIMASTÝRISLØGIN kom í gildi í
1948, hava føroyingar livað undir trimum
ymiskum landsstýrissamgongum. Samgongan,
sum nú situr, hevur átt landsstýrið í tilsamans
14 ár. Sambandsflokkurin og fólkaflokkurin
sótu í tilsamans átta ár, her skal tó
viðmerkjast, at sjålvstyrisflokkurin var uppii
tey seinnu fyra årini. Og frå 1963 til 67 høvdu
vit sokallada sjålvstyrislandsstyrid, sum allir
fyra sjålvstyrisflokkarnir å tingi gingu saman
um at skipa.
EIN SAMGONGA millum sambandsflokkin
og fólkaflokkin er ikki møgulig, heldur ikki um
sjálvstýrisflokkurin er við, tá hesir triggir
flokkarnir bert hava 13 mans á tingi tilsamans.
Av teimum trimum samgongunum, sum higar-
til hava roynt seg undir heimastýrislógini, eru
sostatt bert tvær møguligar í løtuni, og er tað
framhald av núverandi landsstýrissamgongu
ella skipan av einum sjálvstýrislandsstýri.
MEN AÐRIR meguleikar, sum ikki eru
royndir áður, eru eisini. Eitt nú verður nógv
tosað millum manna, um eitt sterkt landsstýri,
skipað av trimum teimum sterstu flokkunum
— javnaðarflokkinum, tjóuveldisflokkinum og
fólkaflokkinum. Ein annar møguleiki, ið verður
nevndur, og sum heldur ikki er royndur áður, er
javnaðarflokkurin og tjóðveldisflokkurin sam-
an við sjálvstýrisflokkinum. Og loksins er
eisini meguleiki fyri einum landsstýri, skipað
av trimum stórum flokkum, har javnaðar-
flokkurin tó ikki er uppii.
EFTIR VALIÐ hava vit eina hilling á, hverjir
møguleikar eru fyri skipan av landsstýri, men
enn vita vit ikki, hvat flokkarnir eru sinnaðir at
samarbeiða um. Hver flokkur hevur síni krev
og shar treytir til eitt samarbeið. Og allir megu
slaka nakað í sinum krevum.
SUM VIT EISINI segdu áðrenn valið, er tað
ikki so avgerandi fyri javnadarflokkin, hvønn
vit skulu samarbeiða við, men tað, sum er av
avgjørdum týdningi fyri flokkin, er, hvat eitt
møguligt samarbeidi skal snúgva seg um.
POLITISKU FLOKKARNIR skulu nú aftur
til verka, og fær javnaðarflokkurin hóskandi
treytir, er hann fúsur til verka eisini eftir hetta
valið.
(A - LD
pe
sosialurin
dagbokin
Gudstænastur
Í morgin verða hesar guðs-
tænastur: Á Tveroyri K. O.
Videro (talvan gongur til
frama fyri Neyðhjálp Folka-
kirkjunnar). Í Tórshavn K.
Friis (skriftamál kl. 10.30.
Klaksvík kl. 11.00 og í
Árnafirði J. Joensen, fv.
varabispur. Í Kaldbak Kjart-
an Mørkøre. Í Hesti altar-
gongd, Eivind Vilhelm, vara-
bispur. Á Skála J. Magnus-
sen og á Eiði Petur Martin
Rasmussen.
Katólska kirkjan
er opin hvenn dag fyri vitj-
andi og til bøn kl. 19.00 til
20.00. Hvønndagsmessa kl.
kl. 19.00.
Adventista-
samkoman
I dag kl. 9.30 bíbliulesnaður
vid F. Jegård, kl. 10.45 guds-
tænasta vid A. Sandbeck.
Fundirnir verða hildnir á
Adventistaskúlanum við
Hoyvikstjørn
Filadelfia
Telefonandaktin
samdøgrid å telefon 14880.
svarar alt
Evangeliihúsið
Telefonandaktin svarar á tel-
efon 12266.
Frelsunarherurin
Í morgin kl. 11.00 fundur
(hellighedsmede), kl. 13.00
sunnudagsskúli, kl. 17.00
útifundur á Vaglinum, kl. I
19.30 bønarfundur og kl.
20.00 fundur.
Listaframsyning
I gjår opnadi listaframsyning
i Listaskålanum i Gundadali.
Tad er listamålarin Amariel
Norðoy, ið sýnir fram. Fram-
sýningin verður í dag og í
morgin. Opið er frá kl. 14.00
til kl. 21.00.
> Telefon: 8148 - 5265
Tolgr.: Kjalbró, Klakksvík | ;
KR
rå. F. kjølBRO
Nr. 65 — 16. november 1974
Ledige legatportioner
Af Egmont H. Petersens fond vil der for året 1974 være nogle
legatportioner ledige til uddeling på Færøerne.
1) Enligtstillede mødre med børn, der er undergivet deres
forsorg:
a) Hjælp til moderens erhvervsmæssige uddannelse eller til
igangsættelse med erhvervsarbejde.
b) Hjælp, hvor enten moderen eller børnene er ramt af akut
sygdom
c) Hjælp, hvor forsørgeren er død, i tiden umiddelbart efter
dødsfaldet.
2) Trængende i sygdomstilfælde:
a) Hjælp til at gennemføre en rekonvalescens, der er nød-
vendig for at genvinde arbejdsevnen.
b) til blindblevne, børnelammede og andre, der er ramt af
tilsvarende tilskikkelser, hjælp til omskoling eller gen-
vinding af førligheden.
Understøttelsen er principielt en eengangsydelse, beregnet på
at bringe ansøgeren over en tidsbegrænset vanskelighed. Den
vil derfor normalt ikke blive genbevilget i følgende år.
Ansøgningsblanketter fås ved henvendelse til rigsombudets
kontor.
Ansøgningerne må være tilbagesendt hertil i udfyldt stand
senest den 10. december 1974. Senere indkomne ansøgninger
vil ikke blive taget i betragtning.
Tórshavn, den 13. nov. 1974
Rigsombudsmanden pá Færgerne
Radarsimulatorskeið
Á Feroya Sjómansskúla byrjar 5 daga skeið í nýtslu av radar
til navigering og fyribyrgjan av samanstoyti
mánadagin 25. nov. 1974 kl. 1400.
Í mesta lagi 8 kunnu taka lut í hesum skeiði.
Skeiðið verður uppaftur tikið seinni, um áhugi vísur seg at
vera.
Áhugaði eiga at siga frá sum skjótast.
Føroya Sjómansskúli
Sjúkrahjálpari
Ellis- & Avlamisheimið í Vágum sekir eftir einum sjúkra-
hjálpara at byrja ca. 1. januar 1975 ella eftir avtalu.
Umsókn við avriti av prógvi og fråsøgn um fyrrverandi
arbeiðspláss verður at stíla til Stýrið og senda til heimið.
Nærri um starvið við at venda sær til leiðaran.
Ellis- & Avlamisheimið
í Vágum
Tilkomin maður
Sekt verður eftir tilkomnum manni, sum skal taka sær av
minni heilselu í Tórshavn.
Ring ella skriva til Paula Ellefsen.
Sundstein & Ellefsen
statsaut. revisorar
„ tlf. 14700
Postbox 191
Um nóg nógvir tekna seg, byrjar
skipsføraraskeid
styrimannaskeid
heimaskiparaskeið
á Feroya Sjómansskúla 7. jan. 1975.
Ahugadir eiga at siga frá til skúlan sum skjótast.
Føroya Sjómansskúli