Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-11-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. november 1974síða 12

‹ fyrra síða allar 12 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Føroyingur í Ålborg vil vera sensor í Hoydølum Direktoratet for gymnasieundervisningen í Keyp- mannahavn hevur í í samfelagslæru við Hoydølum í summar. av Erik Ludvigsen, sum er føddur og uppvaksin í Føroyum. Hann hevur nú starv sum lektor á Ålborg Handelsgymnasium. Ein kann oftani lesa greinar í blødunum, har ið tað stendur sum undirskrift: M. H. Og tå id eg veit, at tað eru nógv, sum vilja illgita meg fyri at skriva hesar greinar, vil eg koma við hesi rættleiding, at tað er ikki so. Tað er altíð ómannsligt ikki at kunna seta fulla navn undir. Ellars er at siga: At eg havi meiri og annað at gera enn at leggja meg út í blaðtjak, sum eg heldur ikki eri nakar elskari av. So um tað skuldi hent, at ein grein kom frá mínum hondum, so skal eg nokk verða somikið mannsligur, at eg tori at leggja mítt fulla navn til. Við heilsan Martin Hammer trúboðari Klaksvík løtuni fyrispurning um møguleikan fyri at gerast sensor til vidgerdar ein studentspråvtøkuna í Tosar føroyskt — Eg bæði skilji og tosi før- oyskt, og ti havi eg hildið meg til, segdi Erik Ludvigsen i vid- tali við SOSIALIN, tá blaðið hitti hann fyrr í ár. Erik Ludvigsen er feddur í Havn í 1925. Faðir hansara, Knud Ludvigsen, var tá stjóri í Feroya banka. Tey fluttu til Danmarkar í 1945. Foreldrini eru framvegis á lívi og verða ávikavist 92 og 80 ár í 1975. Løgfrødingur drik Ludvigsen fekk útbúgving sum løgfrødingur i 1953. 10 år frammartundan tók hann stud- entsprógv í Havn (lagtingets studenterkursus) saman við rn. 9. Eliesar Arge, yvirlækna, Andrias Højgaard, rektara, Pet- ur Reinert, lækna og Ulf Zach ariassen. Hann fekk útbúgving sína sum løgfrødingur á eini sakfør- araskrivstovu. Seinni starvaðist hann í banka. Tað var í 1962, at hann fór yvir til frálæruna. Fyrst undirvísti hann við For- svarets Civilundervisng. Í sam- bandi við hetta var Erik Ludvig- sen í Feroyum eitt skifti í árun- um 1964 og 1965. Síðani 1966 hevur hann starvast sum lærari á Álborg Handelsgymnasium, har hann undirvisir í samfelags- læru Býráðslimur Haraftrat er Erik Ludvigsen bý - ráðslimur í Alborg. Hann er valdur fyri javnaðarflokkin har. Eg varð uppstillaður á fyrsta sinni við valið í 1970 og varð valdur. Eg varð afturvald- ur við býráðsvalið í mars mánaða í ár og fekk tá 442 persónligar atkvødur. Javnaðarflokkurin í Álborg hevur í letuni 17 mans. Tilsam- ans sita 31 mans í býráðnum har. Erik Ludvigsen hevur fleiri ålitisstørv í býráðnum. M. a. er hann formaður í fritidarkomm- issionini. Eisini er hann limur í programmnevndini fyri Nordjyl- lands Regionalradio, sum hoyrir undir Danmarks Radio. Framhald frá síðu 4 um. Hon vil geva fjøldini sum heild medavgerðarrætt og vil fáa til vega eitt samfelag, har fræls menniskju arbeiða saman sum javnlíkar. 4. Sosialisman er nú ein hev- uðstáttur í veraldarpolitikkin- um. Hon er ikki propaganda, men roynd í praktiskari virkan, hevur í gerandislivinum framt avreksverk. Í summum londum er stødid til eitt sosialistiskt samfelag lagt, og eru her liberalismunnar illgras við at hverva, meðan samfelagið hevur útviklað nýggja kraft. Sosialismunnar hugsjónir hava víst teirra virði í royndum. 5. Í mongum londum verður skúgvað til viks hin óeftiransaða kapitalisma og verður sett í staðin ein búskaparhugsan, ein økonomi, har almenn tiltak, al- mennur ognarrættur, alment eftirlit skerjir kapitalismunnar ræsarúm. Fleiri og fleiri menn- iskju viðurkenna, at tað er neyð- ugt við samfelagsplanlegging, planøkonomi. Sosialur trygg- leiki, fræls fakfelagsrørsla og vinnuligt demokrati vinna meira og meira fram. Hesin framvøkstur er fyri ein stóran part úrslit av sosialism- unnar og fakfelagsrerslunnar striði igjøgnum nógv ár. Alla- staðni har sosialisman er sterk, eru týdningarmikil stig tikin til skapanina av einum nýggjum samfelagshátti. 6. Tey seinastu árini eru fleiri av tjóðunum í teim sokallaðu til- afturskomnu veraldarpertunum komnar eftir, at sosialisman er ein virðismikil hjálp í striånum fyri tjóðskaparligum frælsi og hægri livikorum. Her vaksa fram ymsir hættir av demokrat- iskari sosialismu undir åvirkan av teim ymsu fortreytunum. Sosialisman berjist i hesum londum bæði ímóti einum inn- lendskum økonomiskum aristo- kratii og ímóti eyðræning av fremmandum imperialistum ella ímóti útaman av fremmandum kapitalistiskum trustum. Her, sum aðrastaðni, berjast sosial- istarnir fyri politiskum og figgj- arligum demokrati. Teir royna at beta livikor fólksins við at fremja búnaðarábetir og idnad- arútbygging. Í mongum førum verður hetta gjørt við at vidka almenna ognarrættin ella ko- operatión bæði á framleiðslu- økinum og brúkaragkinum. 7. Men meðan sosialisman gongur fram allastaðni í verðni, eru nýggjar kreftir komnar fram, sum eru stórur vandi fyri hesa rerslu fyri frælsi og sosi- alum rættvisi. Síðan balchev- isman tók seg fram í Ruslandi, hevur kommunisman spjatt hina internationalu arbeiðararersluna og hevur harvið í mongum lond- um seinkað fremjanini av sosial- ismuni í årtiggir. 8. Falskliga ger kommunism- an krav uppá at eiga lut í sosial- istiskum siðaarvi. Verunliga hevur hon avskeplað og rongt henda sidaarv, so hann kennist ikki aftur. Kommunisman hevur bygt upp eina stranga teologi religion ið ikki kann sam- einast vid marxismunnar krit- iska hugsunnarhått. 9. Medan sosialistarnir royna at skapa frælsi og rættvisi vid at taka burtur ta eyðræning, sum skilir menniskjuni undir kapital- ismuni og liberalismuni, so royna kommunistarnir at hvessa klassamunin við ti fyri eyga at fremja eitt eittflokka diktatur. 10. Hin internationala komm- unisman er reiðinskap hjá eini nýggjari imperialismu. Alla- staðni har hon hevur fingið valdið, hevur hon oyðilagt fræls- ið ella meguleikan fyri at vinna frælsi. Hon er bygd upp á eitt militaristiskt bureaukrati og eitt harðrent politi. Igjøgnum himn- arópandi skilnaða í vælferð og privilegium hevur hon skapt eitt nýtt stættarsamfelag, har klassa- ella stættarmunurin ikki er stórt minni enn fyrr. Í henn- ara økonomisku skipan hevur t. d. tvingsilsarbeiði í hvussu so er til tíðir spælt eina rollu, og ikki hevur altið verið frítt arbeiðsval ella bústaðarval 11. Sosialisman er ein inter- national rørsla, sum ikki strang- liga krevur, at allir hava somu fatan, somu meining. Antin sosialistar so byggja teirra hugsan å marxistiskan ella annan hått at analysera sam- felagið, ella teir lata seg leiða av religiøsum ella humaniterum meginreglum — princippum —, so arbeiða teir allir fram ímóti sama máli: sosialum rættvisi, betri livikorum, frælsi og ver- aldarfriði. 12. Framgongdin innan visind og teknikk hevur givið menn- iskjuni øktar møguleikar bæði til at gera sini kor betri og til at oydileggja seg sjålvan. Av hesi orsøk ber ikki til at lata frium økonomiskum kreftum fram- leiðsluni upp í hendi, hon má planleggjast systematiskt, so- leiðis at tørvur menniskjans er avgerandi. Ein tilík planleggjan skal tó geva seg undir rættin hjá hinum individuella persóninum. Sosialisman vil teggja saman frælsi og planleggjan bæði á nationalum og internationalum økjum. 13. Hetta at fremja sosialism- una hendir ikki av sær sjålvum. Hon krevur persónliga luttøku av øllum teim, ið trúgva á hana. Mótvegis teirri totaliteru skip- anini, gevur hon ikki fjøldini ein passivan lut. Tvørturimoti sosialisman eydnast ikki uttan fjaldarinnar aktiva virki. Hon er tí demokrati í hægsta formi. P.S. Í hesi rørslu er einki um av- kristnan, og er hon alt ov nógv í samljóð við tey hægstu etisku virði, til at dólgar innan søgu kunnu loyva sær at mølma um fjant og fjas Oli í Åarstovu Teir skriva i blaðnum í dag, at brennivín er funnið í Hoy- vikshaganum — sig so tað, at foroyska jørdin er kørg. (0) Eg vænti, at úrslitið av miklu tjóðveldisrættargongd- ini verður, at annar parturin verður dømdur at sita í Før oyum og hin í Danmark, tó ikki á Christiansborg (0) Nú landsstýrið skal skipast, ræður um at hava góð kort upp á hondina eg veit so fyri vist, at Hákun situr við einum essi og fleiri jassum. (0) Pauli Ellefsen væntar eini reyð jól. 0 Orsakað av Vietnam-krign- um hevur Le Duc Tho enn ikki havt stundir til at av- heinta fridarheidurslønina. O- Amerikumenn reypa sær av, at ein rúmdarmaður er komin upp í amerikanskan politikk — tað er onki, vit hava fleiri. — 0 >Tú alfagra land mitt« syngja vit í tjóðsanginum, men val- náttina vildi onkur vera við, at vit sungu seinasta erindi. i TTT He Tý