mikudagur 20. november 1974síða 2
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Sosialurin...
6. 3800 Tórsha
Is
Fo
Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen. telefon 5587
J telefon 132 42
Prent: Prentsmiðjun á Hévgsbrevt
Blaðgjaldið
FRÁ KOMANDI ársfjórðingi verða vit tíverri
noyddir til at hækka blaðsgjaldið til 30 kr. fyri
ársfjórðingin.
hnsigurd Johannesen
SUM LESARUNUM kunnugt átti blaðgjaldið
longu at verið hækkað frá 1. juli, men við tað,
at blaðið leingi lá stilt í apríl ársfjórðingi, varð
hetta ikki gjørt tá. Soleiðis hevur SOSTALUR-
IN seinastu ársfjórðingarnar verið rættiliga
bíligur og í mun til útkomurnar og síðutalið
nógv tað biligasta blaðið.
ORSØKIN TIL, AT vit megu hækka haldara-
gjaldið, eru fleiri. Prentsmiðjan er nútímans-
gjørd, og hevur hetta kostað nógvan pening.
Pappirid er dýrkað við 30 pst. Prentaralønirnar
eru farnar upp 1. mai og nú 1. nov. við til-
samans 21,5 pst. Umframt hesar reallønarbatar
er prístalið hækkað hverja ferð, og hevur hetta
eisini okt um lønaritreidslur blaðsins.
BLAÐGJALDIÐ VERÐUR kravt forút, og vil
hetta siga, at tá tygum nú um mánaðarskiftið
nov.—des. fáa rokning frá postverkinum, so er
hetta fyri január ársfjórðing 1975. Gjaldið fyri
SOSIALIN kemur tá at ljóða upp á 30 kr.
VØNANDI FER henda neyðuga hækking av
blaðgjaldinum ikki at ávirka haldaratalið. Vit
heita á tygum um at taka væl ímóti rokningini
og gjalda rættstundis soleiðis, at ikki steðgur
kemur í blaðhald tygara.
,
TEY, SUM HAVA gjørt nytslu av lepanum i
blaðnum, og sum hava fingið blaðið sendandi
ókeypis, fáa tað framvegis ókeypis til 1.
január. Men við at gjalda rokningina, sum
kemur frá postverkinum, kunnu hesi gerast
haldarar eisini eftir 1. január.
FRA BLAÐSINS síðu verður framvegis roynt
at gera blaðið størri, fjølbroyttari og betri, men
uttan haldarar verður hetta ikki gjørligt, og
heita vit ti dyggiliga á tygum um at stuðla
blaðnum.
Tryggingarsambandið
FØROYAR
Føroya Kriggstrygging .
„... Tlf, 14590
Føroya Sjovåtrygging ..............06 seinn. — 14590
Feroya Brunatrygging ilter eee — 11098
Føroya Vanlukkutrygging .............. 20 — 11466
Vit tryggja
Bátar, skip, verur, hus, innbúgv, akfør 0. a.
Feroyingar eiga at tryggja í landsins egnu
trygging.
) (við ábyrgd)
ij
dagbókin
Missiónshúsið
við Landavegin
Fundur verður í kveld kl.
20.00
Sjómanskvinnuring-
urin á Strondum
kemur saman í kveld kl.
20.00
Sjómanskvinnuring-
urin á Sandi
kemur saman í missiónshús-
inum í annadkvøld kl. 20.00.
Gudstænastur
Komandi sunnudag verða
hesar guðstænastur: Í Ritu-
rík altargongd við J. Follend.
Elduvík altargongd við T.
Beder. Í Vági altargongd við
K. O. Viderø og í Oyndarfirði
N. P. Danielsen.
65 ár
Johanna Maria Hansen, fyrr-
verandi lærarinna í Hattarvík
verður 65 ár í morgin.
Filadelfia
Í kveld kl. 20.00 talar Kurt
Christensen frá Árhuus yvir
evnið: Karismatisk veking. Í
kveld kl. 20.00 barnafundur.
Telefonandaktin svarar alt
samdøgrid á telefon 14880.
Evangeliihúsið
Í kveld kl. 20.00 verður fund- |
ur við Willy Hansen.
Telefonandaktin svarar alt
samdegrið á telefon 12266.
Katólska kirkjan
er opin fyri vitjandi og bønar-
haldi millum kl. 19.00 og
20.00 hvenn dag. Kl. 19.00
hvønndagsmessa.
Frelsunarherurin
Í kveld fundur hjá gentu-
skótunum undir 13 ár kl.
18.00. Kl. 20.30 ungdóms-
fundur. Í annaðkveld fundur
hjá heimaforbundinum.
Missiónsvika
í Porkeri
Í døgunum frå 10. til 15.
december verður missións-
vika hildin í Porkeri.
Aðalfundur
hjá Kl
Klaksvíkar itrottarfelag held-
ur ársaðalfund í KI-høllini
sunnudagin 1. december.
sosialurin
telf. 11820
Nr. 66 — 20. november 1974
utvarpid
Regluligar sendingar allar
dagar i vikuni uttan sunnu-
: Vedurtidindi
: Morgunlestur
: Vedurt. og tidindi
5: Tónleikur
: Vedurt. og tidindi
: Middagskonsert
: Veðurt. og tíðindi
32: Tónleikur
: Vedurtidindi
: Tónleikur til kl. 13.00
: Vedurt. og tidindi
Mikudagin 20.
13.00: Kvoðuljómar til sjó-
folkid
18.42: Midvikan
19.30: Folkaløg
20.00: Enskt, II
N N N
ON N
Hósdagin 21.
18.42: Framhaldssøgan
»Landastrokini« ert-
ir Knut Hamsun.
Hans Thomsen tyddi
Einar Joensen lesur
19.10: Schubert: Gesånge
des Harfners op. 12.
Kim Borg syngur
19.30: Poppur
Friggjadagin 22.
18.42: Orðabókin
19.00: Fyrilestur: Mikkjal
Helmsdal: Um vegir
og lendingar
19.30: Tónleikur. Klaver-
trio'ir av Josef
Haydn. Beaux Arts
trioin spælir (stereo)
20.00: Friggjakvøld klokk-
an 20
Harra D. P. Danielsen
Fyri at siga sum er, so haldi eg
meg hava brúkt ivaleyst av tíð
uppå at afturvisa teimum ill-
gitingum, sum m. a. tygum
koma við i EF-málinum. Men tá
tygum nú í 14. september tann
19. í hesum taka uppaftur
spurningin, um eg vil viðganga,
at eg havi mistikið meg, tá eg í
útvarpsorðaskiftinum framman-
undan løgtingsvalinum greiddi
frá reglunum um, hvat ið EF
roknar fyri føroysk, norsk og is-
lendsk skip, so er svarið nei, eg
havi ikki mistikið meg, og tað
kemur mær fyri, at tað skal ein
stak ringur vilji ella eitt forherað
sinnalag til fyri at fáa burtur úr
hesum skjølum, at borgarar i
ødrum EF-londum skulu hava
niðurseturætt í Feroyum.
Einaferð enn, hesi skjøl eru
rætt og slætt definitión av, hvat
EF skilir við >foroysk<, »norsk«
og »islendsk« skip, tá talan er
um veruupprunan av teim
verum, sum kunnu flytast úr
Føroyum inn í EF við tolllætta.
Betur hevði semt seg, um
tygum D. P. Danielsen viðgingu
ta roð av misskiljingum, feil-
tulkingum og beinleiðis ósann-
indum, tygum frá byrjan hava
borið fram í EF-målinum. Eg
åvisti nakrar av hesum vrang-
fråsøgnum tygara í Sjónleikar-
húsinum á sinni, men tími illa at
spilla tíð uppá at fortelja fólki,
at tað er ikki EF, tygum hava
nakað imóti, men at tygum —
sum frásagt í Sjónleikarhúsin-
um — hava hildið tygum her
funnið frens, sum kundi nýtast
til at koma loysingini nærri.
Tórshavn, 19. november 1974
Atli P. Dam
Heldur tú ikki BLAÐIÐ
sum umboðar
landsins størsta flokk?
Undirritaði:
Navn:
Bústaður:
tekni meg sum haldara av SOSTALINUM
Sendið hendan lepa í afturlatnum brævbjálva
til:
Sosialurin
box 76, 3800 Tórshaun,