mikudagur 27. november 1974síða 2
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
-
-
Utgevari: Førøva
$N00 Torshavn
vurflokkur
Blaðstjórn: Vilhelm en, telefon 55873 (við ábyrgd)
Johnsigurd Johannesen, telefon 13242
Prent: Prentsmiðjan á Hevgsbrevt
Fiskiskipaflotin
VALID ER AV, og ikki skuldi verið neyðugt at
hildið fram við valstriðnum, men tó fara vit at
venda aftur til okkurt av tí, sum menn hevdu á
lofti.
UNDIR VALSTRÍÐNUM fekk sitandi lands-
stýrissamgonga nógvar ábreiðslur fyri vitleysa
útbygging av fiskiskipaflotanum. Sipað varð til
tey mongu kraftblokkaskipini og teir mongu
idnadartrolararnar, sum bygdir eru hesi
seinastu átta árini, og vist varð á, at rættur
okkara í Norðsjónum rættiliga kemur í vanda,
nú allar tjóðir tosa um fiskimarksútflytan.
VIT VILJA TØ halda fast við, at vit ikki hava
gingið ov langt her, tá ein stórur floti av kraft-
blokkaskipum og idnadartrolarum einans kann
undirbyggja eitt føroyskt ynski um veidu-
rættindi í Norðsjónum, eisini eftir at londini
kring Norðsjógvin hava flutt fiskimørkini út.
Um vit hinvegin bert høvdu fá ella ongi kraft-
blokkaskip og fáar ella ongar idnadartrolarar,
so vildu møguleikarnir fyri rættindum í Norð-
sjónum verið munandi minni.
UM VIT, TIL sína tíð, skuldu matt til samráð-
ingar við londini kring Norðsjógvin um veiðu-
rættindi har, og ongi slík skip átt, er illa
hugsandi, at tey góvu okkum rættindi upp á
tað, at vit skuldu bygt okkum skip til hesar
leiðir. Argumentini fyri at vit kunnu fáa
rættindi í Norðsjónum, eisini eftir at londini
har hava flutt út, eru tvinni: í fyrsta lagi tað, at
vit hava so stóran flota av kraftblokkaskipum
og idnadartrolarum, og í ødrum lagi tað, at
Norðsjóarveiðan seinastu árini hevur havt
avgerandi týdning fyri foroyskan búskap.
UM VIT FÁA rættindi har, verða slík rættindi
best vard við at vit gera fulla nýtslu av
teimum, t. v. s. at vit megu hava orku til at
veiða alt tað, sum vit fáa rætt til at veiða, og tí
er umráðandi at hava skip til hesa veiðu.
OG FAA VIT ikki rættindi til oll skipini, so er
ongin neyð við hesum skipum kortini, tá tey
lond, sum í framtíðini skulu troyta Norðsjógvin
sum sín heimasjógv, hava brúk fyri slíkum
skipum, og verða meguleikar tí fyri at selja.
Taka vit t. d. Bretland, so er teirra fiskiskipa-
floti fyri stóran part samansettur av sterri og
smærri trolarum, sum eru ætlaðir til fjar-
fiskiskap. Tá teir um nekur ár skulu leggja um
frá fjarfiskiskapi til heimafiskiskap, so skulu
teir nýta kraftblokkaskip og ídnaðartrolarar í
staðin fyri trolararnar, sum teir nú hava.
ALT HETTA BENDIR á, at vit onki skeivt
hava gjort við at byggja ein stóran og tíðar-
hóskandi veiðuflota til Norðsjóarleiðirnar —
tverturímóti.
sosialurin
dagbókin
Evangeliihúsið
Í kveld kl. 20.00 fundur, har
Willy Hansen og Torkild
Terkelsen tala.
Telefonandaktin svarar á
telefon 12266.
Filadelfia
Í kveld kl. 20.00 hevur systr-
amissiónin fund.
Telefonandaktin svarar alt
samdøgrid á telefon 12266.
Framhald frá síðu 1
almenna, við Húsalánsgrunnin-
um, styðjar henda innflutning
við lánum. Eisini er tað ræðuligt
at hugsa sær, at innflutt
typuhús hava ein toll upp á bert
13%, meðan innflutningur av
tilfari til foroyskt bygd hús
kemur líka upp til 30% í tolli.
Løgtingid
må koma upp i leikin
Upp å fyrispurning um hvat
HAF ætlar at gera, nú arbeiðs-
loysið er so stórt, sigur Martin
Kúrberg okkum: Spurningur-
in er, hvat ið Føroya Løgting vil
gera fyri arbeiðsmenninar, sum
bera ta tyngstu skattabyrðuna í
samfelagnum. Vit hava lítið av
peningi at stuðla arbeiðsleysu
limir okkara við. Vit skulu eitast
at fáa 75 tús kr. í almennum
studningi árliga, men onki av
hesum peningi er komið fyri í ár.
75 tús kr. er lítið at liva av hjá
umleið 100 arbeiðsleysum monn-
um, sum hava familju at for-
syrgja. Løgtingid letur bæði
studning til eitt og annað. Nú er
upp á tíðina, at vit arbeiðsmenn
verða stuðlaðir
Sjúkratrygging
arbeiðsmanna
Martin Kúrberg sigur víðari, at
tað einasta, sum arbeiðsmenn-
inir hava fingið frá ti almenna, er
nýggj vanlukkutryggingarskip-
an, sum gevur teimum arbeiðs-
monnum, ið fáa skaða, dagpen-
ing upp á 78,20 kr. Gamla
skipanin gav 40,00 kr. í dag-
peningi. Hetta vilja vit takka
rikisumbodnum fyri, sigur
Martin Kúrberg.
Myndugleikarnir eiga
at skipa fyri skeidi
Havnar Arbeidsmannafelag ætl-
ar at heita å myndugleikarnar
um at skipa fyri skeidi innan
ymisk arbeiðstól.
Nú á døgum eru so nógv
nýggj tól og maskinur komnar á
arbeiðsplássini. Tað hendir seg
javnan, at arbeiði steðga upp,
orsakað av at ein av teimum,
sum passa hesi tól, gerst sjúkur.
Ti verður tað neyðugt, at fleiri
arbeiðsmenn fáa kunning til hesi
tól. Ti krevja vit av myndug-
leikunum, at teir skipa fyri
skeiði innan maskinur og tól,
sum verða nýtt á arbeiðspláss-
unum, endar Martin Kúrberg,
formaður í Havnar Arbeiðs-
mannafelag
Nr. 68 — 27. november 1974
Klinik
for tandproteser
Mandag den 2. december ábner jeg klinik í Dr. Jakobsensgeta
11 í Tórshavn med konsultation efter aftale.
Tid kan bestilles fra mandag 25. november kl. 8.00 pá
telefon nummer 14796.
Mads Chr. Jacobsen
exam. prakt. tandtekn.
medlem af LPT í Danmark
overenskomst med
kommunerne
Reception lørdag 30/11
mellem kl. 10—12.
Lýsið i sosialinum
JÓLAPOSTUR
til grannalondini
Jólapostur til grannalondini skal vera á posthúsinum í Havn í
seinasta lagi soleiðis:
við flogfari
13. desember
13. desember
10. desember
13. desember
17. desember
við skipi
5. desember
5. desember
28. november
28. november
12. desember
Noreg
Svøriki
Bretland
Island
Danmark
Posthúsið i Torshavn
Kunngerð
Orsakað av at býráðsskrivstovan flytir niðan í gamla komm-
unuskúla, verður býráðsskrivstovan stongd mánadagin 25. og
týsdagin 26. november 1974.
Mikudagin hin 27. november 1974 verður býráðsskriv-
stovan opin í gamla kommunuskúla á Vaglinum.
Tórshavnar býráð
Sjúkrahjálpari
Ellis- £ Avlamisheimið í Vágum sekir eftir einum sjúkra-
hjálpara at byrja ca. 1. januar 1975 ella eftir avtalu.
Umsókn við avriti av prógvi og fråsøgn um fyrrverandi
arbeiðspláss verður at stíla til Stýrið og senda til heimið.
Nærri um starvið við at venda sær til leiðaran.
Sekt verður eisini eftir einum hjálparfólki til køkin
Ellis- & Avlamisheimið
í Vágum
Sóknarstýrislistarnir
Listarnir yvir persónliga vanlukkutryggingarskyldugar
persónar liggja frammi til alment eftirlit hjá sóknarstýrunum
í døgunum frá 1. til 15. desember i ár.
Tryggingarskyldu hava bert teir, ið vinna í minsta lagi
fimtingin av årsinntøkuni á sjónum.
Best er at kanna eftir, um navn tygara er á listanum, um so
er, at tygum hava persónliga tryggingarskyldu, og hinvegin
at syrgja fyri, at navn tygara verður strikað av listanum, um
so er, at tað stendur har, og tygum ikki hava persónliga
tryggingarskyldu.
Listarnir eru hareftir avgerandi hvat viðvíkur rætt til
endurgjald, um vanlukkutilburður berst á komandi ár.
Heimafólk við ongari sjóvinnu (minni enn fimtingin av árs
inntøkuni á sjónum) kunna tó tekna persónliga vanlukku-
trygging við at venda sær til tryggingina.
Føroya Vanlukkutrygging S/F
Postbox 59 - Telefon 11466 - Tórshavn