Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-11-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. november 1974síða 3

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 68 — 27. november 1974 sosialurin Sofus I morgin er ein av okkara frægu mentamonnum 75 år. Tad er Sofus Pedersen, lærari, búsit- andi i Vågi. Í 1920 fór hann á læraraskúla, men hevði tá, sum so mangir av læraraskúlanæmingunum í teirri tíðini, verið fleiri ár til skips, eins og hann sjálvandi hevði tikið lut í ellum vanligum arbeiði, sum tað fyrifórst á bygd tidliga í hesi eld. Tað man vera henda rótfesta í føroyskum gerandislívi, sum skapti teir framúrskarandi ælar- eginleikar, ta stóru vitan og tey frálíku frálæruevni, so mangir av lærarunum frá teirri tíðini áttu, og sum fylgjandi ættarlið- ini hava notið gott av, og í árun- um aftan á skúlaaldur hava lært at meta hogt. Tað er borið Sofus Pedersen, at hann var kennari av hesum slag. Sum ungur lærari tók hann við starvi í Sumba, har hann livdi síni yngru manndómsár, og í meira enn tjúgu ár sat hann í hesum starvi. Síðan virkaði hann í umleið sjey ár í heimbygd síni Sandvík, áðrenn hann fór undir annað tjúgu ára skeiðið í einum sterri skúla við realdeild, Vágs skúla. Sofus var sína læraratíð mill- um teir menn, sum skiltu, at skúlin var gáva givin teim, sum virka vildu fyri bøttum livsum- stoðum hjá føroyingum. Hann så, at gavst tu arbeiðara- og fiskimannabernum lærdóm og búnaði tey at standa fyri og taka lut í arbeiði á øllum livsins økjum, vildi tað bera ollum fólki okkara ljósari og tryggari kor at liva undir her, har annars kargt kann vera. Ta rótforoysku mentan, Sofus Pedersen umboðar, læt hann Kjolestoffer Í Polyester Jersey 100, strygetn i sidste nye mønstre og farver. Dnekto tra væv ul Dem fra 24. - kr. pr. m. moms og porto. Bredde 140-150 cm Prøver og farvekatalog sendes ved modt. af frankeret svarkuvert (90 øre) Fabrikant J. Nørgaard Bredgade 83 - 7441 Bording - Tlf. 06-86 1219 x Pr. }. F. rivyr: Pedersen 75 okkum dømi um nå um degini, tå vit hoyrdu hann siga frå í út- varpinum. Søgufrødin og myndaeginleik- arnir, evnini at taka lysandi til, komu so týðuliga fram í hesum stubba, hann nevndi Konglar, eitt navn, sum sigur, at vit eiga gott i væntu, ti konglar eru oftast nærum óteljandi, har teir liggja eftir úr stórum luti. Tann lærarageneratión, Sofus er av, átti so mangar fróðar menn, og nakrir teirra gleddu okkum við alment at geva út ein part av tí, teir skaptu. Í okkara oyggj kunnu vit t. d. nevna Martin Joensen, Poul F, Sámal Johansen og Jákup Berg, ið skaptu á bundnum og óbundn- um máli. Sofus, sum er javnaldri teirra, hevur ikki givið so nógv út í bók, men kortini hava vit frá honum, bæði í blødum, í Varð- anum (har hann millum annað gav seg í kast við Jóanes bónda) og í verkinum um Feroyar, sæð prógv um ein mann, hvers pennur á mangan hátt ikki er aftari, og vit, sum vita, at munandi liggur eftir Sofus Pedersen, kunnu so gleða okkum til, at einaferð eiga vit eisini ein hóp av hesum á prenti. Tað man vera sum frásegu- maður, Sofus hevur styrki sína. Útvarpið er amboð, sum liggur sera væl fyri hann, og frásagnir hansara av ymsum slag hava frøtt tað stóra talið av føroying- um. Vit minnast nú nýliga ferðina um Suðuroynna, men eisini fyrr ta fråliku lysingina av foroyska dansinum, har tú, meðan tú lýddi á, kendi suði ð av seguni, hann allur hvílir á og goymir. Tað var ikki av tilvild, at menn vendu sær til Sofus Pedersen, tá ið Feroyaverkinum skuldi sigast frá útróðri, bjarga- lívi og grindadrápi, tí kendi nakar skrivandi maður hesar livsumstødur føroyinga, so mátti tað vera Sofus, uppvaksin í Sandvík og virkandi í Sumba síni bestu ár. Eg veit, at Sofusi ikki dámar, at menn gera ov nógv av, men vil ikki dylja, at mær er sagt, at tað er ikki avgjørt at siga frá, at sum unglingi var hann millum teir fremstu til allan ítrótt. Skjótur við líggja og at renna, ja valla tikin í Sumba, til bakka av teim fimastu og skynsamastu á allan hátt, hvat frásegn hansara um sessirnar í Suðuroy óbein- leiðis prógvaði, og hartil skila- maður á sjógv, har ár og sneri, sum hendurnar rukku til, vóru amboðini, maðurin hevði ávirk- an á. Men ikki bert handliga var Sofus millum teir frægu. Hans- ara reinføra sinnalag gjørdi, at frå ungum årum av, før hann i part við teim, sum vildu broyta umstødurnar hjá teim ringast støddu, og sum vildu verja demokrati á ellum ekjum manns. Tað gav at bíta, tá hann á Kelduteigi á sinni tók til orða fyri, at eisini teir, sum høvdu ein fólksins politikk at verja, skuldu fáa orðið fyri seg. Faðir mín og Sofus vóru vin- menn frá ungum árum og hevdu felags hugsjón um eitt rætt- vísari samfelag. Sofus og allar teir reinlinjaðu menn, sum fóru undir hetta virki , lærdi eg at kenna í barnaheimi minum og á vitjan hjá teim. Hvenn ómetaligan týdning tað hevur havt at hava sær undir lið menn, sum tordu at bróta næsar fyri at veita demokrat- iskar sømdir til allar menn, kann bert hann til fulnar skilja, sum hevur havt brúk fyri tí sama. Klókir og ráðagóðir menn, sum ikki geva seg undan, tá heitt verður á teir, og sum stiga fram, tá ið á stendur, kunnu ikki umbýtast við tað veri seg so stórt tal av teim, sum helst geva seg við rákinum. Eg takki tær Sofus fyri, at mær mátti falla í lut tann vin- skap, ið ráddi millum faðir og teg. Takki fyri mangar góðar letur í heiminum hjá tær og Marionnu — ja Marionnunum báðum — og heilsi tær á sjeyti- fimm ára degnum. Atli A AA——A———————————————————— Heilsan til Sofus Pedersen á 75 ára foðingardegnum Sandvík fostraði avrekskappar, sum lótust og fóru við friði. Eg kendi teir ikki eg hómi mín vinur, teir rukku um gylta liðið. Av ellum teim ótaldu ert tú ein, eins stinnur sum Suðuroy tú stendur, breyt upp úr nýggjum og visti á leið lívsvón til troyttar hendur. Eg heilsi tær, Sofus, á hátíðsdegi, lívsins sigling var herð. Nú teljast vit fleiri í skilaskara, størri enn Beinisvørå. Vinur Síða 3 stubbar uttaneftir Studla frælsisfylkingini Å ti hersetta økinum vestan fyri Jordan-ánna hava verið fleiri kravgongur seinastu dagarnar til frama fyri Palæstinsku Frælsisfylking- ini. Tann ein a dagin vórðu 115 fólk sett fost. Fleiri ung- fólk fingu fongsulsrevsingar upp til eitt hálvt ár, meðan onnur fingu bót. Waldheim í Miðeystri ST-aðalskrivarin, Kurt Wald- heim, er komin til Miðeystur á eina rundferð til Damaskus, Jerusalem og Cairo. Í Cairo skal hann tingast við leið- ararnar um at fáa longt heim- ildina hjá St til at hava her- menn á økinum kring Golan. Kvinnan í EF Trupulleikarnir hjá kvinnuni vera millum teir spurningar, sum EF-toppfundurin í Paris í næsta mánaða fer at við- gera. Tað er fyrstu ferð í søgu Felagsmarknaðarins, at ein tílíkur spurningur verður við- gjørdur har. Tað var Dan- mark, sum kom við upp- skotinum um viðgerð av hesum spurningi á topp- fundinum. Solsjenitsyn skrivar Alexander Solsjenitsyn, sum var útvístur úr Sovjetsam- veldinum fyri nøkrum mán- aðum síðani, hevur skrivað trý brot í einari nýggjari bók, sum varð víst fram í Moskva hósdagin. Tilsamans sjey hevundar eiga innivist í bókini. Allir skriva teir ímóti sovjettiska stýrislagnum. Stjórn leggur frá sær Jordanska stjórnin hevur lagt frá sær, varð upplýst í Amman friggjadagin. Keldur har í bynum søgdu, at Rifai, forsætisráðharri, hevdi verið hjá Hussein kongi við um- sókn um at sleppa frá, og at kongurin góðtók umsóknina. Roknað verður við, at Hussein kongur innan leingi fer at heita á Rifai um at skipa eina nýggja stjórn í Jordan. Lønin hækkar Umleið 10.000 fólk, sum starvast á hotellum og mat- stovum í Noreg, fara nú at fáa eina lønarhækking upp á ímillum 20 og 25%. Seinastu tíðina hava verið samráðing- ar millum umboð fyri starvs- fólkið og arbeiðsgevararnar, og friggjadagin komu part- arnir ásamt um eina lenar- hækking. Nei til Konstantin Meginparturin av grikska fólkinum tykist vera ímóti, at Þ. á Konstantin og Anna Maria drotning koma aftur til Grikkalands. 8. desembeæer fara grikkar aftur á val. Tá fara teir at avgera, hvert Grikkaland skal gerast kong - aveldi ella lýðveldi. Longu nú er líkt til, at fólkið fer at vraka kongshjúnini við at- kvødune. Innflyta olju Amerikanski forsetin, Gerald Ford, sigur, at hann um- hugsar at skipa fyri tiltøkum fyri at minka amerikanska bensininnflutningin vid 15% um tað ikki fer at eydnast at fáa fólk sjálvboðin at minka um nýtsluna. Hann sigur, at tann núverandi oljuinnflutn- ingurin hjá USA, sum er upp á seks milljónir tunnur dag- liga, kann minkast við einari miljón, um tað skuldi gjerst neyðugt. Henry Kissinger, uttanrík- isráðharri, hevur samstundis sett fram uppskot um at stovna ein banka, sum skal læna pening frá oljulondun- um. Ein fyrrverandi aðal- skrivari i OPEC hevur tikið til orða ímóti uppskotinum.