mikudagur 27. november 1974síða 4
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 68 — 27. november 1974
Føroyskar plåtur til jóla
Róland Rasmussen og Thomas
M. Smith geva út EP-plátu
RÓLAND RASMUSSEN
Slatur * Stendur tú stinnur %
Aarbylgjan klára % Í búri
Ur ellum ættum x
Spinnið í Gøtu
tygum fáa gott tógv, og skjóta avgreiðslu.
Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja øll sløg a
føroyskum tógvi.
TØTINGARVIRKID
v/Olavur Gregersen — tlf. 20 í Gøtu
Tryggingarsambandið
FØROYAR
Føroya Kriggstrýgging ............e........ . Tlf,
Føroya Sjovåtrygging ...................... . —
Føroya Brunatrygging ...........
Føroya Vanlukkutrygging ..................... -
14590
14590
1 1098
1] 1466
Vit tryggja
Bátar, skip, verur, hús, innbugv, akfør 0. a.
Føroyingar eiga at tryggja i landsins egnu
trygging.
Væntandi fara fleiri føroyskar
plåtur at koma til jóla. Í løtuni
verður í Svøriki gjørd EP-nláta
sum Róland Rasmussen og
Thomas Michael Smith í Havn
hava spælt inn.
Plátan er upp-
tikin i Føroyum og verður givin
út undir plátumerkinum Tema.
Í fyrsta umfari verða gjørdar
500 eintak.
Single
Tað ljóðar eisini, at Hermann
Jacobsen í Havn skal geva út
plátu til jólar. Hetta skal, eftir tí
sagt verður, verða ein single-
pláta, sum eisini skal verða givin
út undir plátumerkinum Tema.
Tey fimm legini, sum eru á
plátuni hjá Róland og Thomas
Michael eru SLATUR eftir
Janus Djurhuus, Lagið er
bretskt, Stendur tú stinnur —
svenskt lag. Áarbylgjan klára,
sum Gunnar Dahl Olsen yrkti og
J. Waagstein setti lag til. Í búri
eftir Janus Djurhuus og J.
Waagstein og Úr ellum ættum
koma vindar eftir Rasmus Effer-
see. Lagið er svenskt.
Plátuhúsin er í letuni til
prentingar. Á húsanum skrivar
Jens P. Heinesen, rithevundur,
m. a.:
Vit fóru við ferðaskipi fram
við Dalmatiens strond. Umborð
var hópur av jugoslaviskum
marinarum, frá 18 til 20 ár, og
teir sungu allan vegin sínar
heimlands sangir. Uttanat.
Skeittu ikki í bók. Norður-
lendskur ungdómur sag og lýddi
undrandi á og skammaðist. Í
Albania sat ein flokkur av
fronskum ungdómi og spældi og
sang eina heila nátt á sama hátt.
Norðurlendskur ungdómur
drakk seg av vitinum, royndi
fyrsta erindi av tjóðsanginum og
kláraði tað so dánt. Sangkátan
ungdóm hava vit hitt ferð eftir
ferð, men hava eisini havt ta
syrgiligu roynd, at hitt ungdóm
(norðurlendskan, sig tað ikki ov
hart), sum blúgvaðist við at
syngja. Hvi? Ja, tað skulu vit
ikki greina sundur á hesum
sinni, uttan at enda við at siga,
at sanggleðin hevur verið føroy-
ingum í holdið borin og gævi hon
aldri doyr. Einhver roynd at
varðveita hana, er ein roynd at
rera lívið lukkuligari fyri okkum
oll sømul.
4' Oregluligur
Tað er óregluligt at skriva um
mál, ein einki veit um, fyrsta
skylda tíðindabera er at kanna
tað, hann skrivar um, hetta havi
eg ávíst fleiri ferðir yvir fyri
blaðstjórn 14'anda, litið
tykist at hjálpa
Hann, sum skrivar um
avmarkingarfundin í 14'anda,
hevur ikki sett seg inn í málið,
ivaleyst er tað Erlenvur sjálvur,
ti hann hevur so mangan
avdúkað, at tingmál tímir hann
men
silda
— eg havi
lisið tað
Í
sosialinum
ikki at seta seg inn í. Tað gav at
bíta tann dagin, hann segði, at
tók tú eina lóg úr gildi, kom
automatiskt ein onnur lóg í gildi,
sum farin var úr gildi. Tá vóru
tað avskrivingarnar, tað snúði
hesa ferð eru tað silda-
Hetta mál var
var tá
skuldi
seg um,
avmarkingarnar
til viðgerðar í heyst og
samtykt, at um steða
takast til málið, meðan tingið
ikki var saman, skuldi markn-
aðarnevndin viðgera tað saman
sjålvandi!!
vid landsstyrinum, var eingin
marknadarnevnd vald, skuldi
landsstýrið viðgera málið saman
við flokksformonnunum, so tað
sum hendir á fundi imorgin i
hesum máli, er sjálvsagt reglu-
ligt.
Vónandi er tað so, at E. P.
ikki visti hetta, ti skrivar hann
móti betri vitan, er tað enn
meira óregluligt
Men tað regluliga er nú tað, at
14'andi er óregluligur, so hetta
kundi eisini passað.
Stjórin á 14'anda er nú uppi í
slíkari flokju á ymsan hátt, at
ikki er at undrast yvir, at einki
meir er regluligt, men tað er at
vóna fyri føroyskt folkastyri, at
hann ella flokkur hans nú fær alt
óregluligt innanhýsis aftur í
regluligt lag, so Føroya fólk
sleppur undan óregluligum við-
urskiftum í tidindaburdinum.
Í Tórshavn
tann 26. november 1974
Við heilsan
Atli P. Dam