leygardagur 5. oktober 1974síða 5
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 53 — 5. oktober 1974 Sida 5
Til D.H.
Í Dagblaðnum 25. september ger
D. H. eitt álop á javnaðarflokkin
vegna grein, sum eg hevði i
SOSIALINUM leygardagin 14.
september. Í hesi grein reisti eg
spurningin, um vit ikki hava
gloymt landbúnaðin, tá vit
royna at skapa aðrar vinnugrein-
ir enn fiskivinnuna, og um vit
ikki nú eiga at kanna, á hvønn
hátt vit fáa sum mest burtur úr
jorðini.
Eg skrivaði ikki hesa grein
sum umboð fyri javnaðarflokk-
in, men tað, at eg eri valevni hjá
hesum flokki, er so tað, sum fær
D. H. at gera álop sítt.
Góði D. H.! Tað er væl altid
;tuttligt hjá honum, ið skrivar,
in af Á ÅR , skipast má fyri, at jørdin verður + ; ,
it fáa aftursvar, tað vísir, at tú i : fólki É J tað ; sjálvsagt ynsktu javnaðarmenn boða Felagsmarknaðin í |
Br ; ; ; at koma fólkinum á staðnum ti les
;o i hvussu so er hevur haft ein. “ tt $ í farðal h skt få "9 ikki sambandsmenn í sess høvd- fyrrverandi portugisiska Í
nen. ati or tree A nyttu, og at jarðabrúkini fáa eini 2 : ie , ;
esara; men satt at siga hevði eg hé k st ri . landi Se , inga sin. Hvussu leikur før fram hjålandinum Guinea Bissau
Lí 5 ið mi net að óskandi stodd, so landbúnaður- á , ; :
kki roknað við einum svari av : ; mær ' , til val av løgmanni eftir P. M. heldur vesturtýski skrivar
in kann gerast ein meira lønandi Wu
in í uttanrikisrådnum, Hans
asum slagnum. Hevdi heldur
æntad, at onkur tók um endan
g segði sína hugsan um, hvat
rerast kann, fyri at landbún-
iðurin kann gerast ein meira
lenandi vinna, og at vit fáa
meira burtur úr jørdini. Tað
gjørdi tú ikki, men komst við
eitt sindur av briksli, og við ti
tænir tú ongum endamåli.
Tað er rætt, sum tú sigur,
nakrir nýggir tankar komu ikki
fram í grein mini, og tað var
heldur ikki ætlanin. Kortini
haldi eg sjálvur, at spurningurin
um landbúnaðurin ikki kann
gerast ein týðandi tåttur i lands-
húsarhaldinum, hevur ikki verið
nógv uppi.
<QEI
Eg fari ikki at krúpa uttan
um, at eg eri valevni hjá javnað-
arflokkinum minni enn so, takki
tær fyri, at tú gjørdi vart við
tað, men sum sagt, greinin hjá
mær, sum tú tókst so illa upp,
hevði einki við tað at gera.
Tá vit nú tosa um landbúnað
og javnaðarflokkin, fari eg
kortini at vísa á, at í virkisskrá
flokksins, sum seinast varð við-
gjørd á landsfundinum í vår,
verður sagt millum annað, at
vinna.
Hvussu vit annars fáa jorðina
at geva sum mest av sær, og
hvussu jarðalóggávan skal skip-
ast, hava landbúnaðarmenn
helst best skil á. Koma landbún-
aðarmenn í felag ella einsæris
við skilagóðum uppskotum, og
hevur logtingið vilja at virka
fyri, at landbúnaðurin gerst ein
meira týðandi táttur í búskapi
okkara, so er ikki óhugsandi, at
henda vinnugrein aftur kann
gerast ein stórur samfelagsstuð-
ul. Verður einki gjørt, eri eg
bangin fyri, at vit ein dag fara at
angra tað.
Kári D. Petersen
Som man råber i ørken,
får man svar
Dimmalætting og sambands-
menn hava lagt upp til orða-
skifti, og megu rokna vid aftur-
svari upp á óheviska orðalag
teirra.
Tó at tað kann vera nakað um,
at tå val fer fram, so roynir hver
á sín hátt at koma sum frægast
ir valstriðnum; men eitt vist
mark skuldi tó verið, hvussu
ung hoggini falla millum sam-
gonguflokkar, men tað tykist
sum Dimma einki mark kennir
sær og aftursvar fær hon sam-
svarandi.
Sjáldan plagi eg hefta meg
fyrst við oddagrein Dimmalætt-
ngar, men tað gjørdi eg seinasta
hósdag, har m. a. fremstu menn
javnaðarfloksins vórðu mettir
hver á sín hátt, sum tað fell-
r Dimmalættingarblaðstjóran-
im best. Tað átti at verið honum
ura greitt, at hvorki løgtings-
nenn ella fólkatingsmaður javn-
iðarfloksins hugsa ella fremja
fyri at gera Dimmalættingar
politikkinum til vildar, tað vildi
verið idioti at hugsa. Tað er
i einaferð so langt millum sam-
yandspolitikk og javnaðarpolit-
ikk, sum tað er millum svart og
hvítt; hetta eigur hvor einasti
iktivur sambandspolitikkari at
skriva sær aftan fyri oyra, um
eir ikki fyri langt síðan hava.
Tað er uttan iva sami, sum
skrivað hevur oddagreinina, ið
skrivað hevur lesarabræv í
somu Dimmu, undirskrivað
Suðringar<, hvar ymist verður
lrigid fram, m. verdur javn-
iðarflokkurin sagdur at taka
sær æruna fyri tad, sum avrikad
verður, og tað hevur hann
sanneliga alla orsøk til, tí tað má
sigast, at seinastu tíðina hevur
flokkurin verið heldur auurhild-
in i so máta. Haraftur ímóti
kann sigast at Dimma hevur
verið heldur framligari við at
rósa snum monnum í landsstyr-
inum fyri líkt og ólíkt; drúgvar
frágreiðingar við mynd av
landsstýrismonnum hava verið
næstan í hverju Dimmu. So tað
ber illa til at siga, at sambands-
menn eru smædnir.
Ikki minst er at undrast á,
hvussu lætt farið verður um
sannleikan, tá tað í hesum sama
lesarabrævi verður sagt, at tað
ikki vóru sambandsmenn, men
javnaðarmenn, sum kjósaðu
sambandsmann til løgmann eftir
deyða P. M. Dams. Hetta hevur
als einki við sannleika at gera, ti
Dam sála, er altso ikki loynt, tó
er tað ein spurningur, hvussu
djúpt tað á hesum sinni loysir
seg at skera í og drega upp um
tað, sum tá fór fram. Hetta er
kanska vert at umhugsa, tá
Dimmalætting ikki aftrar seg
við at skjóta javnaðarmenn í
hesum sambandi og tann vinn-
ing flokkurin fekk við valið í
70 fyri val av sambandslog-
manni.
Enn eru tó ikki. allar súgur
skiftar.
Í hesum sambandi er freist-
andi at spyrja, hvat mesta
stríðið stóð um vid samgongu-
samráðingarnar í 1959?
Var tað um samarbeiðssátt-
málan ella løgmanssessin?
Hver var tað, sum at enda var
so mansligur at skera igjøgnum?
Tað vil helst tæna Dimmu og
sambandinum best at ganga
spakuliga við hurðunum, tá
talan er um logmansval!
en
Ein sterkan flokk
Um slakar tveir mánaðar hava
vit logtingsval. Vit hoyra eisini,
at fólk eru farin at tosa um hetta
val, og um hver man fara at
vinna valið. Vit sum hava áhuga
fyri politikki og hava fylgt eitt
sindur við, hava okkara meting.
Nú kann ein spyrja, hvat eg
byggi eina slíka meting á? Jú,
eftir at hava hoyrt løgmansrød-
una og umreðuna av henni, er
eingin ivi longur.
Eg skal ikki koma inn á
røduna hjá løgmanni; vit hava
oll hoyrt hana og kunnu sjálvi
gera okkum eina meting av
henni. Men undir umrøduni
tóktist mær, at allir rødarar
talaðu til fyrimuns fyri løgmanni
og flokki hansara.
Fara vit at kanna, síggja vit
skjótt, at tað hevur verið stórur
framburður á ellum ekjum, og
nú vilja aðrir sjálvandi siga, at
teir hava verið við til at gjørt
hetta arbeiði. Men sum sagt, so
síggja vit, at framburðurin altíð
er har, sum javnadarmenn eru á
odda og hava leiðsluna.
Aðrir hava eisini roynt seg. T.
d. royndu sambandsflokkurin og
fólkaflokkurin í fýra ár, og
úrslitið kenna vit. Næstu fýra
árini tóku teir sær sjálvstýris-
flokkin til hjálpar, men urslitid
varð hitt sama
Tað er ikki logið, um allir
flokkar í dag vilja samarbeiði við
javnaðarflokkin, ti tað hevur
altíð víst seg, at har sum javnað-
armenn hava stýrt, hevur altíð
gingist væl. Tað verið seg í
kommunu, á legtingi ella í
landsstýri. Tað er altið komið til
sjóndar, at javnaðarflokkurin
hevur átt menn, sum hava sýnt
vilja og áræði til at skapt nakað.
Og tosar tú við fólk, so hoyrir
tú, at skal nakað gerast — ja, so
er at velja javnaðarflokkin.
Hetta er bert at fegnast yvir,
ti so vita vit, at flokkurin kemur
sterkur inn eftir valið.
Ein spurningur, sum er nógv
frammi í dag er, hver flokkur
skal hjálpa javnaðarflokkinum
at skipa landsstýri eftir valið.
Eg eri av teirri åskodan, at sama
stýri, sum situr í dag, skal halda
fram, men vóni tó at tað ikki
verður neyðugt við meira enn
tveimum flokkum. Eg rokni ikki
við reinum meiriluta á hesum
sinni, tí til tess skal rættuliga
stór frammgongd, men lat
okkum taka sambandsflokkin
við, so fáa vit eitt gott lands-
stýri.
Vit hava fingið blaðið gott nú,
og tað takka við blaðstjórunum
fyri.
Javnaðarmaður í Norðoyum
stubbar uttaneftir
Mentan
Kenslu- og mentunarmála-
ráðharrar úr nordåanlondum
høvdu fund i Helsingfors
månadagin, har teir saman
vid mentunarnevndini hjå
Nordurlanda Rådnum ting-
adust um norrøna samarb-
eiðið í mentunarspurning-
um tey næstu árini.
Nýggjur flokkur
í Fraklandi
Bladutgevarin, Jaques Ser-
van-Schreiber, og fýra limir
í stjórnini hjá Giscard
d'Estaing, teirra millum
skrivarin í kvinnuspurning-
um, Francoise Giroud, hava
stovnað nýggjan flokk, sum
teir kalla Hin Radikali-
Sosialistiski Uppbygging-
arflokkurin. Nýggi flokkur-
in fer at liggja imillum hin
sosialistiska og radikala
flokkin, verður sagt úr
Paris.
Nixon er dýrur
Amerikanska stjórnin send-
ir hverja viku við einum
serflogfari post við loynilig-
um skjølum um politisk
viðurskifti kring allan heim-
in til fyrrverandi forsetan
har í landinum, Richard M.
Nixon, sum nú er staddur í
California.
Hver flogferð kostar út
imoti 100.000 kr.!
Menninir å myndini
Guarghias-Irghen úr
Kissinger til Jordan
Amerikanski uttanríkisráð
harrin, Henry Kissinger, fer
midskeidis i hesum månad
inum til Jordans at tingast
vid leidararnar har um eina
fridarliga loysn å Mideyst
urkreppuni, sigur ein tals-
maður fyri jordanska uttan
ríkisráðið
Felags EF-sendiharri
Tey niggju felagsmarknað
arlondini eiga at senda ein
felags sendiharra til at um
Jørgen Wischnewski
Mannfólk
royna p-bolla
Um stutta tid verður gjørd
ein roynd í Svøriki við
einum p-bolla til mannfólk
Tað er eitt lið av gransk
arum, sum hevur uppfunnið
nýggja bollan, undir leiðslu
av einum professara
Í bollanum eru hormonir,
sum steðga framleiðsluni ax
sáðkyknum. 30 mannfólk
fara at luttaka í royndini.
Partisanar
lótu lív
15 afrikanskir partisanar og
triggjar kvinnur lótu lív
undir einum skotbardaga
við rhodesiskar hermenn
við markið, verður sagt í
einari frågreiding, sum varð
almannakunngjørd í høv-
udsstadnum Salisbury sein-
asta sunnudag
Tilsamans 398 partisanar
hava nú latið liv undir bar
dogum við rhodesiskar her
menn við markið síðani des
ember 1972
omanfyri, George
Javna og Hans
Joachim Heindl úr Vesturtýsklandi, hava
stovnað nýtt ríki.
Teir verða ávikavist
forsetar og forsætisráðharrar í lýðveldin-
um Luconia, sum er ein oyggjabólkur í ein
útnyrðing úr Borneo. Sambært leiðararnar
fyri nýggja ríkið hevur oyggjabólkurin íkki
verið undir nøkrum myndugleika í eini 20
ár, og eftir alheims reglum hava einstak-
lingar tí loyvi til at kanna sær hann uttan at
spyrja nakran eftir.