Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-10-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. oktober 1974síða 6

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Skilagóð k sosialurin Ni. 53 — 5. oktober 1974 OS i fiskimarksmålinum Vit lesa ferð eftir ferð í tjóðveldisblaðnum 14. sept., at tað at vit ikki taka og flyta fiskimark- ið út nú, ella longu hava gjørt tað, tað er ímóti Foroya fólks vilja. Eg má bara spyrja, hvat vita teir um tað? Fyri ti at teir 6 menn, sum sita á Føroya Løgtingi í løtuni fyri tjóðveldis- flokkin, ynskja fiskimarkið flutt út á 70 fj. ella longur, so dugi eg ikki við míni besta vilja at síggja, at tað skal vera fólksins vilji fyri ti. Táð sita jú 26 manns á Løgtinginum, tað vita vit øll, og 6 manns av 26 er í hvussu so er eingin meiriluti. Lat fara at onkur av hinum flokkunum liggur frammi undir, men at siga, at tað er imoti vilja fólksins at drála við einvisari út- flyting, tað má vera nakað, sum blaðið má hava fingið skeivt í hálsin, eg dugi í hvussu so er ikki at síggja annað. Eitthvert landstýri, sum situr, hevur ein meiriluta aftan fyri seg í tinginum og hervið meirilutan av Feroya fólki, út frá hesum verður tað arbeitt, og stila fram imóti, tað sum hesin meiriluti ger, meti eg sum fólksins vilji, tað er jú Feroya fólk sum hevur valt teir til tað starv, teir hava, og til at stýra landinum. Tad stundar ímóti vali nú, so at veljarar fáa nú orðið aftur, vit fáa at síggja hvat fólkið sigur valdagin, er henda politiska kós nú eftir ynski fólksins, ella ikki. Eg meti, at henda kós, sum landstýri og tess meiriluti á tingi hevur gingið í fiskimarksmål- inum, er bein. Vit hava vunnið stór økir av landgrunninum kring oyggjarnar, bæði í suðri og norð og eyst og vest, og hetta er vunnið fyriuttan nakað toskakriggj, tað er nógv vert, at hava fingið hesar sokallaðu >kassar< uttan fyri tólvfjórðingamarkið. Hetta landstýrið, sum hevur sitið við róðrið hesi árini, hevur stevnt fram sína politisku kós, uttan at vera ávirka av rumbulspolitikki tjóðveldismanna og såpublødrupolitikki tess floks, ti annað enn såpublødrur er tað ikki teir blása frá sær Men á valinum fáa vit at síggja hvat fólkið sigur, tí fólksins vilja skal ráða her á landi. Vit skulu minnast til, at tað er onnur lond til enn norðanlond. Tað er so nógv skrivað um, at vit skulu halda okkum væ! í øgn við Island, Noreg og Grenland, alt gott um tað, men at fara at gera tað sama sum hinir í einum og ollum, tað er burtur úr von og viti, bert at gera sum hinir, og koma okkara egna landi í óferi, tað er ikki nakar sjålvstødugur politikur at fora. Vit taka undir og vilja ganga tað kós, sum landstýrið hevur gingið hesi ár við javnaðar- monnum á odda, vit megu minnast til, at eitt haveki er sum eitur Norðsjógvurin, haðani kemur ikki so lítið av landsins tjóðarinnteku, nei heldur ein stórur partur, bæði hvat við- víkur sild og ikki minni idnadarfiski, og at vera so svartskygdur, sum ein ið hevur skrivað í einum av hesum síðstu blødunum hvar grein- skrivarin sigur sum so, at tað, at byggja fram- tíðina upp á sildafiskiskap í Norðsjónum ber ikki til tí sildin er liðug har, tað veit eingin nakað um, tann driftin (kraftblokkabátarnir) hevur eydnast væl higartil og vónandi fer tað at halda á. Hesin sami greinskrivari nevndi ikki eitt orð um idnadarfiskiskapin ella idnadartrolararnar, sum fiska har niðri, teir blivu allarhelst úti- gloymdir vid vilja, tad ivist eg ikki i, tad er ikki vert at nema ov nógv við tað, sum fyri- gongur har niðri hjá viðkomandi greinskriv- ara, tá tað vildi ikki komið so væl við hjá flokki hansara (tjóðveldisflokkurin). Arbeiði til all á sjógv og landi, lívga um småplåssini, so at fólkið trivist í heimbygdini, sum ein og hver er so góður við, tað er politikur javnaðarmanna. Her skal vera liviligt í Føroyum, vit stevna fram ímóti, at fá skulu hava ov nógv óg færri ov lítið. Poul Grunnveit Ecevit, sum hevur verið stjórnarleiðari í eitt ár, fer frá Turkaland ikki haft tað rott frammanundan, men eftir tær mongu stjórnarkreppurnar ru viðurskiftini munandi versn- ið. Landið liggur ikki bert i stjornarloysi, men vegna inn- 'ásina á Kypern er mótsteðan í USA veita Purkalandi hjálp stórliga vaksin Av Nato (USA) er Turkaland kastibloka. Makarios fyri hevur framvegis at hernaðrliga móti ert nytt sum toyndirnar hjå størri sjålvstyri, dåmdi ikki USA. Fyrst vard ju grikska juntastyrid nytt motvegis Kyp- ern. Tá tað ikki gekk, við tað at juntastýrið fall, varð Turkalánd síðan nýtt. Motstøda moti Kissinger Tad hevur eisini verid hardliga funnist at hendingini å Kypern av fleiri kendum politikarum i USA. Teir vóru av ti åskodan, at hetta fór at gera umdemið av USA verri. Men hetta var sjálv- andi eitt av stóru áhugamálun- um hjá kapitalistisku háborgini. Ein atkveða í senatinum hevur skilliga víst tað vaksandi mót- støduna móti stjórnarpolitikkin- um. Atkvett var um vápna- hjálpin til Turkaland skuldi halda fram ella ikki. 64 vóru ímóti, meðan einans 27 vóru fyri. Serliga var Kissinger, sum Tann turkiski ministarapresidenturin Ecevit kláraði ikki við herferðini á Kypern at vinna á landsins kreppu, hvers uppruni er vánalig figgjarsteða, hernaðarligt harradømi og tað, at teir eru so nær knýttir at USA. Væntandi verður val skjótt, men tað broytir allarhelst ikki stoðuna annars í mannaeygum hevur staðið sum tann stóri friðar- apostulin í samband við Viet- nam og Miðeystur, fyri herðum ágangi. Men ikki er smávegis, sum fram er komið, um listin- lærdu gerðir hansara. Í sam- bandi við Turkaland og Kypern hevur senatorurin Th. Eagleton ferð eítir ferð ákært Kissinger fyri at seta seg upp um landsins lógir. OD RA QI=A=DS Om:E Onnur lond sum eru ímóti, at vápnahjálpin til Turkaland skal halda fram, hava lagt dent á, at hjálpin var ætlað til felags Nato- verju, og ikki at fara í kriggj móti ødrum londum við. Samstundis við vaksandi mót- støðuna i USA er Turkaland komið í nýggja stjórnarkreppu. Ecevit hevur sekt um at verða loystur úr starvinum sum minist- arapresidentur. Orsekin er strid- ið millum báðar samgongu- stjórnarflokkarnar: Republik- anska Fólkaflokkin og Tjóð- skapar Frelsuflokkin. President- urin Fahri Koroturk hevur heitt á Ecevit um at skipa stjórn av nýggjum, men hann er meiri áhugaður í einum vali. Tað kann geva flokki hansara avgjerdan meiriluta, sum góð útlit eru fyri. Hernaðarlig innblanding Ecevit hevur nú í eitt ár verið stjórnarleiðari. Við valið í oktob- er 1973 fekk Rep. Fólkaflokkurin 184 av ti 450 mans stóra ting- mannatalinum. Aðrenn valið hevði landið haft hernaðarstýri í meira enn tvey ár. Hernaðar- stýrið setti m.a. forboð móti Arbeiðaraflokkinum. Framman- undan var kommunistafickkurin bannaður og stóð tað bannið við. Ti fer eitt val, sjálvt um tað skuldi hent seg, at Ecevit vann, ikki at loysa trupulleikarnar og órættvisið. Trupulleikin liggur ikki í viðurskiftinum millum teir loyvdu flokkarnar, men viður- skiftunum millum fólkið og teir, sum veruliga sita við maktini, nevniliga herovastarnir. Tað er herurin, sum kúgar demokratiið við at blanda seg í politisku við- urskiftini, og tess vegna upp- runin til tær afturvendandi kreppurnar. Og hver stendur aftanfyri Nato og USA