Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-10-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. oktober 1974síða 7

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 53 — 5. oktober 1974 Bacalao sendir fólk heim, tá eingin råvøra er September er ringur mánaði til ráveru hjá Bacalao Leysasogur hava gingið í Havn- ini um, at flakavirkið Bacalao hevur sent fleiri fólk til hús orsakað av, at virkið er um at fara á heysin. Stjórin bilsin SOSIALURIN hevur vent sær til stjóran á Bacalao, Axel Hansen, og spurt hvat er í hesum tíðindum. Axel Hansen sigur seg vera bilsnan at hoyra slíkt. Stjórin upplýsir annars, at september mánaði oftast er ein ringur mánaði, hvat råvørutilf- flutningi vidvikur, og at Bacalao er noytt til at senda nakað av arbeiðsfólkinum til hús, tá virk- inum tervar ráveru. 100 fólk í arbeiði Í lotuni eru um 100 arbeiðsfólk á Bacalao og fáast tey fyri tað mesta við at pakka fisk, sum skal sendast til Italia og Spania. Fyrsta dagin fer Bacalao at avskipa 250 tons av saltfiski til hesi bæði londini. Axel Hansen upplýsir, at trolararnir Hallarklettur og Myl- ingur avreiða fast til Bacalao. Teir royna báðir undir Íslandi. Haraftrat avreiða trolbátarnir Ørnin, Báran og Marjun til virk- ið. Eingin av hinum útróðrar- bátunum hevur lagt um til linuveidu enn. Í løtuni landa Hvitabjørn og Vestfart. Hvitabjørn, sum hevur rod út við bátum í Grønlandi, hevur um 80 tons, og Vestfart, sum hevur roynt undir Íslandi, sløk 45 tons. Býráðið veðheldur fyri 600.000 kr. Av býráðsskrivstovuni upplýsir Petur Christiansen, býráðsfor- maður, at Tórshavnar kommuna eigur um 15.000 kr. í Bacalao. Haraftrat hevur kommunan fyrstu vedhaldsskyldu i virkin- um upp å 600.000 kr. LL Byggiloyvi til Kemilux I SOSIALINUM hevur verið skrivad um byggiloyvi til Kemi- lux, sum eftir minum tykki er komid inn å eitt siduspor, og skal eg ti royna at leiða málið inn i sina røttu legu, soleidis sum tad fyriliggur i dag. Eftir byarplaninum, sum av býráðnum varð samtyktur 3. august 1972 og av landstýrinum góðkendur 17. mars 1974 er úti við Krossvegin lagt av eitt oki B3 umleið 90.000 m? til smærri idnadarvirkir. 7. mars 1972 søkti Schønning Eysturoy um eitt øki til virki hansara. 29. november 1972 søkti hann aftur vid ynski um eitt åvist øki å omanfyri nevnda B3 økinum uti vid Krossvegin. Sidani tå hevur Schønning Eysturoy fleiri ferðir spurt eftir. hvar hann kann vænta at fáa eitt oki at byggja á og nær. Eisini meg hevur hann spurt um hetta, og havi eg svarað honum, at B3 økid úti við Kross- vegin er avlagt til smærri idnad- arvirkir — ekir upp á minst 800 m“ og mest 2000 m* til støddar hvort, og var hansara virki av eini slikari stødd, at hann kundi rokna við at fáa eitt oki har úti. Tann 28. januar 1974 var málið hjá Kemilux til viðgerðar í byggi- og býarskipanarnevndini og fekk Schønning Eysturoy 31. januar 1974 soljóðandi bræv: »Visandi til umsókn tygara um idnadarstykki innan B3 økid úti við Krossvegin, skal her verða sagt frá, at byggi- og Býarskipanarnevndin á fundi tann 28. januar 1974 samtykti at játta, at tygum fáa eitt ídnaðar- stykki úti við Krossvegin, tá hesi verða latin Tað skal viðmerkjast, at projekteringsarbeiðið í samband við arbeiðið at gera stykkini byggibúgvin, fer fram á tekn- isku deild byrådsins.« Av omanfyri nevndu 90.000 m“ elgur kommunan bert ein minni part, meðan restin er privat ogn, og er tað neyðugt at upptaka samráðingar við hesar ánarar um, at kommunan kann ogna sær hesi ekir. Um hetta ikki eydnast, er tað neyðugt at gera eina serstaka byggisamtykt, ið skal sam- tykkjast av byrådnum og góð- kennast av landsstýrinum, fyri at kommunan kann ognartaka nevndu ekir. Í december 1972 varð gjørdur ein planur yvir B3 ekið, ið vísur sundurbýtingina av økinum i smærri partar. Fyri at kunna byggja å hesum øki, er tad neydugt at økid verður gjørt byggibúgvið, og er byarverkfrødingurin bidin um at gera projekt og kostnadarætlan fyri okið. Schonning Eysturoy hevur ongantíð sekt um byggiloyvi, og ti hevur heldur ongantíð verið talan um at geva byggiloyvi, men einans um at fáa lyfti um eitt eki, hann kann koma at byggja á. | Sofus Sivertsen formaður í byggi- og byarskipanarnevndini sosialurin Síða 7 Sum ellum kunnugt eru tað nakrir menn, ið upp undir hvert val (eisini fólkatingsval) stilla upp undir heitinum Tjóðveldisflokkurin, og rópa teir seg tjóðveldismenn, hóast teir hava arbeitt av allari megi fyri at forkoma teimum tjóðskaparmálum, ið javnaðarflokkurin hevur haft á lofti, eitt nú landsbankamálið og lands- handilsmálið, hetta seinast nevnda upp til fleiri ferðir. Ein flokkur ið sleikir fyri hesum spekulant- unum eigur als ikki at nýta navnið Tjóðveldis- flokkur til flokksnavn. Flokksblað teirra eitur 14. september til minnist um henda dag fyri 28 árum síðani, tá ið foroyingar skuldu hava loysing (mundi tað vera brokaloysing?) Í hesum blaði skrivar ein av hesum sokallaðu tjóðveldismonnum Ove Mikkelsen endurminningar um viðmerkingar sínar til løgmansrøduna. Han bendir m. a. á, at stættarmunurin í Føroyum ongantíð hevur verið sterri og gref- ligari enn júst hesi seinastu árini, og at tað fyri stersta partin er hini høpisleysari avskriv- ingarlógini fyri at takka. Hetta taki eg fult út undir við, tó er tað ófatuligt, at slíkt skal koma frá einum tjóð- veldismanni. Henda hepisleysa avskrivingar- lógin var jú á sinni smíðjað av hinum gitna sjálvstýrislandstýrinum, umsitin av táverandi landstýrismanni Erlendi Paturson. Víðari skrivar sami Ovi: Menn sum ongantíð hava goldið skatt og eiga miljónfyri- tekur fáa framvegis studning til skipa og virkisbygging studning til avrokning, alt studningur, sum tey minst mentu í samfelagn- um hava goldið í skatt. Um so var kundi man við rætti kallað tað tjóðveldispolitikk, tað var eyðsæð um eina ferð aftaná at hava hoyrt hugsunarhátt tjóð- veldisflokksins í tinginum seinast. Sjálvandi samtyktu allir flokkar á tingi at minka munandi um avskrivingarlógina allir uttan tjóðveldisflokkurin. Teirra uppskot var júst at veitast skuldi teimum, ið eiga tær áður- nevndu millionfyritøkuna, studningur — bert studningur. Hesar milliónfyritokur skuldu sostatt fáa studning og gerast heilt ábyrgdarleysar um teirra kapitalistisku ódnartek miseydnast. Tey minni mentu verða tey ið koma at gjalda allan henda studning í form av skatti — einaferð enn eitt uppskot frá Tjóðveldisflokkinum har tann minni menti skal gjalda til hitt sosiala reiðara- valdið. Tað skilst á ellum brøgdum at ovasta valskuffa Tjóðveldisflokksins sum upp undir undanfarnu val plagar at vera fylt við órealist- iskum propagandamálum er vorðin tóm upp- undir komandi val. Hetta sæst týðuliga við tað at teir uttan steðg halda á at volka sær í einum máli teir rópa málkúging í Hoydelum. Her er als ikki talan um nakra málkúging, men bert ein princippspurningur, ið ikki lat seg loysa innan eitt hálvt ár og als einki ungdóms- problem. Kundu vit víst á ein kvalificeraðan censor ið skilti móðurmál okkara so var hetta Valskuffa Tjóðveldisfloksins tóm vandamálið longu loyst. Men tíverri miseydn- aðist hetta í einum faki, og noyddust næm- ingarnir at málbera seg á donskum í hesum eina faki. Tveir næmingar hildu fast við móð- urmálið hóast vitan um fylgjurnar, og vóru teir sum ollum kunnugt at næmingarnir einki prógv skuldu fáa, at teir ei heldur fingu tað er rætt og slætt einki problem. At próvdómaraspurninruin eigur at fáa eina grundloysn til tess at hon kundi verið premanent, er eitt annað. Kanska at minka um nakrar av teimum óneyðugu treytunum, ið verða rættar próvdómarunum. Hetta hevði ella okkurt líknandi hevði verið meira trýstandi hjá tjóðveldisflokkinum at koyrt fram við. Men hvat so? Tá hevði tað als ikki verið nakað rumbulmál meira, og torført hevði verið at rumbla við teimum ungu tjóðskaparhugaðu. Tað er skeivt at halda hetta mál fram sum eitt av fremstu ungdómsspurningunum, hetta er bert eitt lítið prinsippmál íspunnið av tí altíð mest varda og eftirlætna ungdóminum í sam- felag okkara. Kristjan á Neystabø Tað vil javnaðarflokkurin Fólksins valdu umboð skulu í stórri mun avgera samfelagsstýringina