Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-10-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. oktober 1974síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin (við ábyrgd) 3242 Tvey stormål AV ØLLUM teimum målum, sum frammi hava verið í hesum valskeiði, eru tvey rættulig stór- mál — felagsmarknaðar- og fiskimarksmálið. VAL STENDUR nú fyri durum. MINNA vit okkum aftur á orðini, sum skrivað og sogd vórðu um felagsmarknaðin undan seinasta logtingsvali, so minnast tey flestu, hvussu andstøduflokkarnir royndu at billa inn í fólk, at javnaðarflokkurin við løgmanni á odda, longu tá hevði gjørt onkra undirhondsavtalu um limaskap. TILVILDARLIGA, skuldu samráðingarnar við felagsmarknaðin takast upp beint eftir valið. Um hetta søgdu andstøduflokkarnir, at tað sera snildisliga var borið so í bandi, ti ætlanin hjá javnaðarmonnum var, at fólkið skuldi ikki fáa hevdið fyri seg í hesum máli. Javnaðarflokkurin skuldi fyrst hava at- kvødurnar, og síðani skuldi fólkið — við bindi fyri eygunum sjálvandi — leiðast inn í felags- marknaðin. ALLAR OKKARA royndir at avvisa hesum pástandum vórðu kevdar. Vit vórðu trættir til lygn. Og soleiðis varð hildið á, stóran part av tí valskeiði, sum nú er komið at enda. And- staðan, við tjóðveldisflokkinum á odda, skuldsetti javnaðarflokkin fyri at fremja svik, fyri at sniðganga fólkið og tingið, fyri at føra svikasamráðingar og fyri at lirka og luma alt við tí fyri eyga, at selja landið og fólksins dýrastu áhugamál til felagsmarknaðardjórið í Bruxelles. EFTIR TØGVI stríð, við nógvum og drúgvum samráðingum, eydnaðist landsstýrinum at fáa í lag eina framúr góða handilsavtalu, sum allir flokkar síðani hava fagnað og tikið undir við. Hetta var eitt sera heppið úrslit fyri allar foroyingar, politikkarar andstoðuflokkana undantiknir sjálvandi, tí hervið eru teir avdúkaðir sum skræðugákar, lyguvættir og sera Oålitandi menn, ti hervið er alt tað teir søgdu áðrenn og eftir seinasta val, gjørt til onkis, meðan hetta hevur sett eina feita striku undir tey orð vit søgdu. UM FISKIMARKSMÁLIÐ er í stuttum at siga, at høvdu vit gingið ta leið, andsteðu- flokkarnir vildu, t. v. s. gjørt eina samtykt um at flyta fiskimarkið út á 70 fjórðingar, so hevdu vit í veruleikanum framvegis 12 fjórðingar. Hesa sera løttu, men úrslitaleysu loysn valdi javnaðarflokkurin ikki. Flokkurin valdi heldur at fara undir sera torførar samrådingar við tær tjóðir, sum veiða undir Føroyum, og úrslitið varð, at vit fingu teir sonevndu løgmans- kassarnar. OG HVUSSU hesir kassar hava roynst, vita í hvussu er allir útróðrarmenn kring landið. dagbókin Konfirmatión Sunnudagin verða hesi kon- firmerað í Vestmanna kirkju: Dreingir: Hans Jákup Garðalíð, Jón- álvur Andreasen, Torbjørn Durhuus, Karl Anton Klein, Eydun Durhuus, Jan Erik Klein Olsen, Dånjal Tørfinn Poulsen, allir úr Vestmanna og Jóan Hendrik Davisden, úr Kvívík. Gentur: Ketty Tórfríða Durhuus, Rúna á Heygum, Annbjørg Jacobsen, Ingunn Jacobsen, Kára Johansen, Hervør Pet- ersen, Vera Bjergvin, Ingi- bjørg Poulsen, allar ur Vest- manna, Augusta Mikkelsen og Runa Petersen, úr Kvivik. KFUK, Torshavn Skótar og titlingar fundur i næstu viku vegna Eingin heystfri. Spælistova og Vårgledi: Eingin fundur i næstu viku vegna heystfri. Samkoman hjá eldru verður týsdagin 15. oktober kl. 16: Ur bókaheim- inum v. Jóhan Weihe, presti. teimum Stovnaður 24. september 1919 ELSTI og STØRSTI peningast Umframt høvudsskrivstovuna í Klaksvík" 5 eru nú tríggjar deildir: Nr. 55 — 12. oktober 1974 NORÐOYA SPARIKASSI Latið tryggingarmannin vegleida tygum í ollum tryggingarspurningum ! ferðandi tryggingarmaður á Tørgarði - Tórshavn Telf. 129 40 Skeið fyri radiotelegrafistar byrjar 22. okt. kl. 08. Tlf. 55128 (í skulatid), 55146 (uttf skulatid). Klaksvíkar Sjómansskúli Telefon 56366 í Norðoyum Leirvíkar Sparikassi, Leirvík Norðoya Sparikassi, Norddepli Norðoya Sparikassi, Viðareiði or HG Setið peningin inn í SPARIKASSAN h Í, Í RS" : L en = „ÞAÐ loysir seg. re